Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 1987síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sida 2 Torførari at uppsiga trygdarumboðum Nú verður eitt sindur torferari hjá arbeiðs- gevarum at siga trygd- arumboð upp. Týs- dagin lýsti landsstýrið eina kunngerð, ið sigur, at minst eina viku, áðr- enn trygdarumboð verður sagt upp, skal arbeiðsgevarin kunna Arbeiðseftirlitið um uppsegnina, soleiðis at Arbeiðseftirlitið kann kanna viðurskiftini í sambandi við uppsegn- ina. Fakfeløgini hava leingi gjørt vart vid, at trygdarumboðini ikki eru nog væl vard. Upp- gåvan hjå trygdarum- boðunum er vegna starvsfólkiðat gera vart við vantandi trygd og vánaligar ar- beiðsumsteður. Men gera tey tað, kunnu tey vænta at vera søgd upp. Fakfeløgini siga eisini, at hetta hendir meira enn so. Sambært reglunum kann eitt trygdarumboð ikki sig- ast upp fyri trygdar- arbeiði sítt. Ti verða aðrar grundgevingar brúktar fyri at siga tey upp. Fakfelegini hava mælt til, at trygdar- umboð fáa longri upp- sagnartíð, men hetta var tað longsta, vit kundu koma, sigur Eli Davidsen, stjóri á Ar- beiðseftirlitinum. Hann dugir ikki at meta, um henda skerj- ingin í kunngerðini fer at gera nakran mun. Men hetta er í hvussu er ein roynd, sigur Eli Davidsen. Ov fá velja trygdarumboð Arbeiðseftirlitið heitir við nekulunda jevnum millumbili á arbeiðs- plássini um at velja síni trygdarumboð. Sum tey hava skyldu til. Eli Davidsen sigur, at skrivstovur, onkrir handlar og skúlar eru tey frægastu arbeiðs- plássini at velja trygdarumboð. Í ídnað- inum stendur verri til. Flakavirkini fingu tó nógv valt síni umboð, tá tríggir fysiotera- peutar fyri einum ári síðan fyri Arbeiðseftir- litið vitjað øll flaka- virkini. Á summum arbeiðs- plássum vil eingin vera trygdarumboð. Umber- ingin er, at tey óttast uppsegn, um tey taka trygdararbeiðið í álv- ara. Kuldaávirkanin kannast á flakavirkjunum Saman við Hygiejnisk Institut í Árhus fer Arbeiðseftirlitið nú at kanna, hvussu kuldin í arbeiðinum ávirkar flakakvinnurnar. T.v.s. tá kvinnurnar standa og skera flak við keld- um vatni rennandi eftir borðinum. Tað hevur ofta verið frammi, at flakakvinn- urnar kenna stóran ampa av tí kalda vatn- inum, ið rennir eftir skeriborðunum. Nógv- ar hava pínu í fingr- unum, og summar fáa eisini eins og deyðar fingrar. Hetta verður nevnt í øllum kanning- um, id gjørdar eru av arbeiðsumsteðunum i flakavirkjum. Tá fysioterapeutar- nir Unn Dimon, Tina Hammerlund og Dánj- al Pauli Haraldsen legdu fram úrslitið av síni kanning, vístu tey á, at ikki var neyðugt at lata vatn renna eftir skeriborðinum. Á onkrum flaka- virkjum skera tær á turrum borðum, onnur hava eitt sindur meira flott vatn. Kannast skal nú, hvenn mun hetta ger, og tí verða vald út nek- ur ymisk virki at gera mátingar á. Í mars mánaði kemur ein maður higar frá Hyg- iejnisk Institut, men ætlanin er at Arbeiðs- eftirlitið sjálvt skal gera mátingarnar, sig- ur Eli Davidsen. Samstarvið millum Hygiejnisk Institut og Arbeiðseftirlitið kom i lag um hetta málið á eini ráðstevnu í Dan- mark í fjør. Ætlanin er at leggja úrslitið av kanningini fram á eini norðurlendskari — råd- stevnu, ið verður i Reykjavik seinni i år. randi tíðindablaðið Sosialurin} Tað gongur seint við at loysa málið um uppsegn- ina av ålitiskvinnuni á Ell- isheiminum í Havn. Álit- iskvinnan varð uppsegd 1. februar. Tey flestu fakfeløgini høvdu í einum slíkum føri kravt álitiskvinnuna aftur í starvið beinan vegin. Men so einfalt er tað ikki hjá Tórshavnar Kommun- ala Starvs- og Tænastu- mannafelag, heldur næst- formaðurin Øssur Simon- sen. Av ti at tann upp- sagda ålitiskvinnan sam- stundis er forkvinna i fel- agnum, virkar Øssur Sim- onsen i løtuni sum formad- ur Tey flestu, sum starv- ast å stovnum undir Tørs- havnar byråd, eru limir i Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastu- mannafelag. Bæði starvs- fólk, stovnsleidarar, deild- arleidarar o.s.fr. — Hetta er ein fløkt støda at vera i, sigur Øss- ur Simonsen. Allir partar eru limir, og ti noyðist nevndin at tosa við øll, áðrenn hon kann taka steðu. Fyrr í vikuni var nevnd- in og tosaði við sosial- deildarleiðaran og við leiðslu og starvsfólk á Ell- isheiminum. Í gjár fór nevndin at tosa við ta uppsegdu álitiskvinnuna. Ikki fyrr enn nevndin hev- ur tosað við ell og hevur fingið allar upplýsingar, vidgjørt klagur og annað, kann nevndin taka nakra steðu, sigur Ossur Simon sen. — Men undir øllum um- stødum fara vit at krevja, at lógir og sáttmáli verða hildin, sigur hann. Øssur viðgongur, at tað er ógvuliga óheppið at hava eitt felag fyri oll, høg og lág, sum starvast hjá Nr. 15 — 5. februar 1987 Kanna nu allar upplysingar m Ellisheimið Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tæn- astumannafelag í svárari neyð. Starvsfólk og arbeiðsgevarar í sama felag. Vegna starvsfólkið kravdi álitiskvinnan ymisk viðurskifti á Ellisheiminum rættað. Fríggjadagin í seinastu viku fekk hon uppsegnian sendandi. Arbeiðið á Ellisheimin- um gongur tó sum vant. býráðnum. Tað ger at fel- agið ikki kann virka sum fakfelag. Uttan so at mót- parturin var uttan fyri fel- agið. Tað er hann ikki í hesum málinum. Báðir partar eru limir, og ti noyðist felagið at lurta líka nógv eftir báðum Gera sum Starvs- mannafelagið Torført er at finna skil á. hvussu Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag virk- ar. Øssur Simonsen hevur ikki verið limur í nevndini í meira enn eitt ár, og tí kennir hann einki til nakr- ar lønarsamrådingar Felagið hevur ein sátt mála við Tórshavnar bý- ráð. Men tað er út í æsir sami sáttmáli, ið (hitt) Starvsmannafelagið hev- ur við Feroya Landsstýri — ein avskrift. randi Flyta inn onkuntid i februar Arbeidid vid at byggja íbúðirnar uppi á Berja- brekku í Havn hevur gingið seint. Og ger tað framvegis. Upprunaliga varð sagt, at tey fyrstu kundu flyta inn seinasta heyst, men tað er útsett nakrar ferðir. Seinastu boðini ljóðaðu, at tær fyrstu íbúðirnar skuldu verða klárar at flyta inn í um mánaðarskiftið jan- uar februar, men enn er eingin búseting á Berja- brekku. Gudmund Hansen, arkitektur, sum saman við Albert Isfeld, stend- ur fyri arbeiðinum, væntar nú, at tær fyrstu 10 íbúðirnar verða lidnar at flyta inn í onkuntíð í hesum mánaðinum. Nakrar fáar eru so at siga lidnar, men vænt- andi verða allar 10 latnar eigarunum í senn Samstundis verður farið at hampa ekið utt- an um, fáa mold og gera getur. Gudmund Hansen heldur, at arbeiðið nú fer at ganga stútt, soleiðis at tær næstu íbúðirnar verða lidnar skjótt. Bæði veðurlag og trot á arbeiðsmegi fáa skyld- ina fyri, at arbeiðið er so nógv seinkað. Av regni tornaði viðurin ikki, tað stóð á at fáa gjørt ele- mentini orsakað av, at elementfyritøkan ikki fekk fólk, og arbeiðs- plássinum á Berja- brekku hevur eisini vantað fólk. Máta geislavirkni Arbeiðseftirlitið fer nú at máta, hvussu nógv geislavirkni er í Feroy- um allastaðni er meira ella minni radon-geisling, ið kemur úr jerðini og til- fari. Ofta verður henda geislingin nevnd í sam- bandi við betonghús. Betonghús hava vit nógv í Feroyum beiðseftirlitið ætlar at gera mátingar bæði í yngri og eldri betong- húsum, og eisini í berg holum. Oivad eisini í kolaminunum, har luft skiftið er lítið. Í Sveríki t.d. er radon geislingin stór. Hvusst er í Feroyum, veit eing in. At máta geislingin: er ikki so torfer upp gáva, og ætlanin er a gera mátingarnar longu hesum mánaðinum, sig ur Eli Davidsen, stjóri í Arbeiðseftirlitinum.