hósdagur 5. februar 1987síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 15 — 5. februar 1987
Jóannes Dalsgaard, form. í skúla- og mentanarnevndini:
Fólkaflokkurin ynskir
at skaða málið um
landsmidstød fyri
undirvísingaramboð
við at leggja eitt heilt nýtt uppskot fram
undir 2. viðgerð.
Sjáldan hevur verið so
nógvur orðadráttur um
eitt tingmál við 2. viðgerð
sum nú týsdagin, tá upp-
skotið um landsmiðsteð
fyri undirvisingarambod
o.a. var fyri á tingi.
Hetta uppskotið snýr
seg um at leiga ein part av
bygningum á Hálsi, sum
fleiri almennir grunnar
hava keypt, til landsmið-
steð fyri undirvísingaram-
boð.
Ein samd skúlanevnd
mælir til at góðkenna upp-
skotið frá landsstýrinum.
Hetta er annars eitt gam-
alt mál, sum var fyri á
tingi fyrstu ferð í 1979
Men ikki allir tingmenn
hava tikið undir við tí. Tað
hava verið gjerdar fleiri
kanningar í málinum, eitt
nú hevur skúla- og ment-
anarnevndin, sum er mill-
umtinganevnd, kannað
tað út í æsir. Eitt nú hava
líknandi viðurskifti verið
kannað í fleiri av granna-
londum okkara, serliga í
Grenlandi.
Tá málið skuldi koma til
2. viðgerð týsdagin legði
fólkaflokstingmaðurin
Svend Áge Ellefsen fram
eitt heilt nýtt uppskot í
málinum — eitt uppskot,
sum kom heldur óvart á
nógvar tingmenn, ið ann-
ars mettu málið vera kom-
ið so væl áleiðis, at nú
restaði bert endaliga at-
kveðugreiðslan.
—
Jóannes Dalsgaard: — Hetta málið hevur verið viðgjert
meira gjella enn nakað annað mál, og nú má ein avgerð
takast.
Út á bygd við
landsmidstødini
Fólkafloksuppskotið
áleggur landsstýrinum at
finna hóskandi heli til
landsmiðsteð uttan fyri
hevuðsstaðin.
Svend Áge Ellefsen
segði annars, at meðan
Sosiala nevnd
liðug
Sosiala nevnd býráðsins
hevur ikki meira at gera
við uppsegnina av álitis-
kvinnuni á Ellisheiminum
í Havn.
— Vit góðkendu upp-
segnina, og vit í meirlut-
anum hildu okkum ið
hvussu er hava nóg mikið
av upplýsingum til tað,
sigur Lisbeth Petersen,
forkvinna í sosiau nevnd.
Hon hevur onga ætlan
um at seta seg í samband
við starvsfólkini.
— Eingin teirra hevur
biðið um fund ivð meg,
men vil onkur tosa við
meg, kunnu tey koma, sig-
ur Lisbeth Petersen.
randi
peningastreymurin til
miðstaðarekið ekist í
stórum, so verða bygdir-
nar við sviðusoð. Meðan
tað árliga verða sett 100
nýggj almenn sterv í Suð-
urstreymy, so kann teljast
á fingrunum, hvussu nógv
sterv verða lýst á bygd,
segði hann og vísti á, at at
kalla allir nýggir stovnar
verða lagdir í ella kring
Havnina.
Hann sipaði vð hesum
m.a. til menningarstov-
una, fiskirannsóknarstov-
una, hálkubreytina og nú
eisini umreddu landsmið-
steð fyri undirvísingar-
amboð.
Vend eigur at koma í
hesi skeivu gongd og
mælti Svend Áge Ellefsen
tí til, at málið um lands-
miðsteð fekk nýggja við-
gerð.
Seta kílar í
Fleiri tingmenn vóru ikki
sert uppestir av, at Fólka-
flokkurin nú kom við
nýggjum uppskoti í hes-
um máli. Serliga tí at tað
var ein samd skúlanevnd,
sum mælti til nevndu
loysn, og tí at málið longu
hevur verið viðgjert á
tingi og annars verið alla
leiðina umsitingina og
nevndarviðgerð.
Signar Hansen tjfl. helt
fyri, at Svend Áge Ellef-
sen alla tíðina hevur verið
negativur í hesum mál-
inum og segði, at hann als
einki hevur gjert fyri at
fáa hetta málið framt tey
ár hann sat í samgongu.
— Eg meti tí hetta
nýggja uppskotið at vera
eina roynd at seta kíla í,
soleiðis at einki skal
henda, segði Signar
Hansen og vísti á, at tað
hevði verið óheppið at lagt
slíka landsmiðsteð aðra-
staðni enn í Havn, tí her
eru jú teir flestu skúlarnir
Hann bað tí Fólkaflokkin
taka uppskotið aftur.
Dánjal Pauli Danielsen
fófl. fanst at arbeiðinum
hjá skúla- og mentanar-
nevndini í hesum málinum
og eftirlýsti tel fyri leigu
og innrætting av Rhøl-
unum.
Login vend
Jóannes Dalsgaard jafl.
og formaður í skúla- og
mentanarnevndini helt
tað vera legið nú at krevja
tel á borðið og at skula
vita, hvat innrættingir: fer
at kosta. Hetta metti
hann ikki avgerandi at fáa
upplýst í tinginum nú, tí
tað er ikki leigarin men
eigarin av bygninginum,
sum stendur fyri innrætt-
ingini.
Hann vísti annars á, at
hetta mál hevur bíðað nóg
leingi eftir eini endaligari
loysn. Upprunaliga var
æltanin at keypa eina
ávísa ogn í Havn, men
skúla- og mentanarnevnd-
in helt ikki hesa ognina
vera nóg væl hóskandi til
endamálið og varð tí kann-
að, hverji onnur heli
kundu fáast til landsmið-
steðina.
— Vit hava arbeitt
leingi og sera gjella
viðjúst hesum málinum,
og fleiri serkøn fólk hava
veitt okkum neyðugu
hjálpina. Eisini hava vit
kannað líknandi umsteður
í okkara grannalondum.
Fólkaflokkurin hevur havt
allar meguleikar at fylgja
gongdini í hesum máli, og
tí er tað púra burturvið, at
hann nú undir 2. viðgerð
kemur við einum broyt-
ingaruppskoti, sum heilt
tekur grundarlagið undan
verandi uppskoti.
Jóannes Dalsgaard
segði, at teir eisini hevdu
kannað meguleikan at
leggja landsmiðsteðina
uttanfyri Havnina, men at
hetta ikki hevði givið nak-
að úrslit. Hann metti ann-
ars ikki sjálvur, at hesin
stovnurin eigur at liggja
úti á bygd, tí hann hoyrir
organiskt saman við
landsskúlafyrisitingi
- Eg kann tí ikki koma
til aðra niðursteðu, nú
Fólkaflokkurin kemur
við einum broytingar-
uppskoti, at veruliga
endamálið er at skaða og
forða fyri eini loysn í hes-
um máli segði Jóannes
Dalsgaard.
Eilif langar út eftir
Svend Aga
Eisini Eilif Samuelsen
safl. og limur i skúla- og
mentanarnevndini tók
harðliga til orða ímóti upp-
skoti Fólkafloksins. Hann
Síða 3
=.
1
I
5
Í hesum bygninginum á
Hálsi í Havn skal lands-
miðsteðin fyri undirvís-
ingaramboð halda til.
vísti á, at uppskotið til
landsmiðsteð er eitt gam-
alt mál, og at tað longu
var frammi undir fyrrver-
andi samgongu, men tá
var tað Svend Áge Ellef-
sen, sum forðaði fyri, at
málið varð veruleiki
Hetta nýggja upp-
skotið er heilt fullkomiliga
við síðuna av. At tosa um
bygdamenning, tá tað
snýr seg um at stovna
landsmiðsteð fyri undir-
vísingaramboð o.a er
burtur úr vón og viti
líka so lítið sum tað er
bygdamenning at leggja
Lenjavningargrunnin i
Vågum segåi Eilif Samuel-
sen og visti annars a, at
flestu skular liggja í
Havnini, tí hetta er tað
mest sentrala plássið í
landinum
— Tað eru so hesir skúl
ar, sum skulu gera brúk av
landsmiðsteðini, okg tí er
rætt at leggja henda stovn
í hevuðsstaðnum segði
tingmaðurin.
Framhald á síðu 4
Eilif Samuelsen: — Tað er heilt burtur úr von og viti, at
fólkaflokkurin nú fer at tosa um bygdamenning í sam-
band við ætlanina at fáa landsmiðsteð fyri andirvising
aramboð at virka í Havn.