hósdagur 5. februar 1987síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Framhald av síðu 3
Hann vísti annars á, at
skúlarnir veruliga hava
brúk fyri einum tílíkum
stovni, sum eisini fer at
virka sum eitt pedagog-
iskt kraftsentur.
Varsemi í
fíggjarpolitikki
Svend Áge Ellefsen gav
Eilif Samuelsen viðhald í,
at hann hevði verið ímóti
hesum máli í undanfarnu
samgongu.
— Men tað varð gjert út
frá tí fíggjarpolitikki, vit
har róku. Vit vildu nevni-
liga vísa sparsemi í fíggj-
arpolitikkinum, og tí
hevði tað heldur ikki sam-
svarað við tann politikkin
at samtykt slíkt mál sum
hetta, segði Svend Áge
Ellefsen. Nú var steðan so
ein onnur. Hann vísti ann-
ars á, at eisini Feroya
Kommunufelag hevur lagt
uppskot fyri tingið um at
fáa umreddu landsmið-
steð út á bygd.
Jóannes Dalsgaard tók
enn einaferð orðið og vísti
á, at Kommunufelagið
hevur havt meguleika at
koma við tílíkum uppskoti
fyrr, men hevur ikki gjørt
tað. Hann helt tað annars
vera legið, at bæði komm-
unufelagið og Fólkaflokk-
urin skuldu koma við
sama uppskoti á ting um
júst somu tíð.
— Hetta málið hevur
havt eina drúgva viðgerð í
landsskúlafyrisitingini,
sum saman við lands-
skúlaráðnum hevur skotið
umreddu loysn upp. Ég
haldi vit politikarar eiga
at virða I
menn so mikið nógv, at vit
eisini líta á teirra avgerðir
okkara embætis
Jógvan Durhuus, lands-
stýrismaður helt atburðin
hjá Fólkaflokkinum vera
legnan og helt, at flokk-
urin bert vísti smásinni í
hesum málinum.
— Eg eri sjálvur bygda-
maður, men eg dugi at
síggja, at tað er ein skila-
góð loysn at lata henda
nýggja stovnin leiga seg
inn í umreddu helum, og
at hann so seinni kann
keypa henda part av bygn-
inginum.
Tað var ikki atkvett í
málinum á tingfundinum
týsdagin, tí allir sam-
gongumenn vóru ikki
* vit ferma til Føroya.
/N. FLYTID FARM TYKKARA
} >
Á - Á
-* 7 Áú
0
HVØRJA VIKU REGLULIGA 4
Middelfart: Mikudag Trondheim
København: Hósdag Aalesund
Aalborg: Friggjadag
ADRU HVØRJA VIKU
Grimsby Halmstad
Vlissingen Drammen
VID FØROYSKT BYGDUM n 5
SERSKIPUM BYGD 4 al
TIL FØROYSKAN TØRV — 7%.
Her er ætlanin at innrætta
høli til landsmidstød fyri
undirvisingarambod.
mettir. Tingformadurin
útsetti ti atkvødugreidsl-
una til seinni fund.
Jógvan Durhuus: — Fólkafloksmenn vísa småsinni vid
at koma við tílíkum uppskoti.
ry, +
STAR SHIPPING
ÁARVEGUR 11
3800 TORSHAVN + TLF. 14980
TELEX 81215 * TELEFAX 15926
Í
Nr. 15
ss
Frá Foroya Náttúru- og
Umhvorvisverndarfelag:
Nú skal
brúkast umaftur!
| — stór stevna um endurnýtslu í Norð-
' urlandahúsinum hetta vikuskiftið
Leygardagin 7. februar kl. 13%-16
Tu og eg, Frændur,
Gríma og fólk annars
hittast í Norðurlanda-
húsinum leygardagin
og sunnudagin. Har
fara vit at tosa um tey
650 kiloini av ruski,
sum tú hvert ár tveitir
fyri bakka ella aðra-
staðni í náttúruna.
(Kanska tú brennir
ruskið á brennisteðini,
og so kann tað vera, at
tú eitrar jarð, vatn og
luft við dioxini og so-
nevndum tungmet-
allum).
Hevði tað so bara
verið tú, sum gjerdi
hetta. Vit onnur eru
líka ring: hvert ár
skava vit 30 túsund
tons av ruski saman —
at dálka við.
Tað ber til at brúka
næstan ell hesi tonsini
umaftur. Og tær nýtist
ikki at vera ein »frelst-
ur« umhvørvisaktivist-
ur við bót á afturpart-
inum fyri at gera tað. Í
grannalondunum eru
tey farin at endurnýta
O
Sunnudagin 8. feb
upp á lívið. Eisini tey,
sum vanliga ganga í
slipsi ella prýða seg ið
neglalakki
Og fólk á lærdum há-
skúlum seta knyklar í
brýr, draga frá, leggja
saman og koma fram
til tað, at endurnýtslan
er góð ikki einans
við náttúruna, men eis-
ini við samfelagsbú-
skapin. Og tað vita vit:
búskapurin hevur
onkran góðan fyri
neyðini. Júst sum nátt-
úran.
Á stevnuni 7. og 8
februar fara fólk úr
Feroyum og uttaneftir,
sum hava royndir við
endurnýtslu, at greiða
frá. Tú og eg fara at
gerast klókari, Frænd-
ur og Gríma fara at
spæla og skemta.
Tiltakið fær fíggjar-
ligan stuðul frá pen-
ingastovnum og yms-
um fyriteku. Eisini
kommunur rætta eina
hond.
Þorrablót
Munið þorrablótið laugardaginn 7. febr.
Íslendingafelagið
5. februar 1987
——