hósdagur 5. februar 1987síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Ma
Ann Jacobsen skrivar úr Nicaragua:
Henta kaffibønir
frå morgni til
myrkurs
Og hjålpa Nicaragua
Statsfarmurin St. Martha,
Nicaragua, januar 1987.
Klokkan er fimm á
morgni. Bølamyrkt er, og
regnið oysir niður.
Oman gjøgnum eyjuna
fara folk vassandi —
onkur skóleysur, onkur i
plastsandalum, og onkur í
teimum hálvkruvdu
gummistivlunum, sum
einans hildu í eina viku,
áðrenn hol kom á.
Leiðin gongur oman til
morgunmatarborðið, har
tær brúnu benirnar og
tann flógva tortilla'in
(maispannikøkan) bíða. Er
matoljan ikki uppi, fæst
eisini ris afturvid. Henda
fåtæksliga måltidin, id er
kosturin morgun, å mid-
degi sum kveld, verður
skolað niður við einum
koppi av tí vatndeyva
kaffinum, sum var ov
vánaligt til at selja uttan-
lands.
Meðan vit eta, tekur at
lýsa fyri degi. Um ein
hálvan tíma verður alljóst,
og tá ræður um atvera til
reiðar vid canasta'ini
(kurvini) um miðjuna.
Kaffiberini bíða ikki eftir
tær — sleppa tey at bún-
ast ov leingi, detta tey av
runnunum og rotna.
Umráðandi er at fáa
hentað so nógv sum til
ber, tí alt kaffiøkid er und-
irmannað. Og hesar mán-
aðarnar er hevi at vinna
nógv meiri pening enn
restina av árinum. Hesi
eyka inntekuni hava øll i
Nicaragua harðliga brúk
fyri, tí virðið á cordoba'-
inum minkar dag frá degi.
Men áðrenn vit fara í
kaffiakrarnar, er enn okk-
urt at fáa á skaftið. Farast
skal við teimum smæstu
børnunum í barnagarðin,
ið er stoltleikin hjá stats-
farminum. Umframt at
ansa teimum yngstu bern-
unum, meðan foreldur og
systkin arbeiða, skal
barnagarðurin eisini
tryggja teimum ein betri
og ríkari kost undir upp-
vekstrinum.
Og onnur hava erindi
hjá tí týska læknanum,
sum hevur havt úr at gera
á nátt sum á degi, síðan
hon kom higar fyri fýra
mánaðum síðan.
Dygd fram um alt
Klokkan seks er dagligi
morgunfundurin. Leiðarin
á statsfarminum hevur
Nr. 15 — 5. februar 1987
Altjóða lið
henta kaffibønir
Mary Ann Jacobsen kom 24. nov-
ember saman við 16 danum og einum
amerikanara til Managua, hevuðs-
staðin í Nicaragua. Tað er ein so-
nevnd »heystibrigada«, sum danski
millummentanarligi felagsskapurin
Mellemfolkeligt Samvirke á hverjum
ári sendir til Nicaragua.
Uppgávan hjá brigaduni er at
hjálpa til við at heysta kaffi, sum er
týdningarmiklasta útflutningsveran
hjá Nicaragua. Av tí at kaffi verður
heystað ávísa árstíð, er torført at fáa
nóg nógva arbeiðsmegi til arbeiðið.
Nicaragua tekur tí við opnum ørm-
um ímóti teimum kaffibrigadum,
sum m.a. Norðurlond og flestu vest-
ureuropeisku londini senda til Nica-
ragua.
— Fyri okkum luttakarar er hetta
samstundis eitt gott hevi til at fáa
innlit í gerandislívið í einum menn-
ingarlandi, skrivar Mary Ann í brævi
heim.
— Nú (í januar) eru vit á kaffifarm-
inum St. Martha í norðara partinum
av Nicaragua. St. Martha er ein fyrr-
verandi »hacienda« (góðs), sum varð
gjørd til statsfarm, eftir at góðseig-
arin undir kollveltingini í 1979 flýddi
til Honduras. Her byrjaði kaffiheyst-
ingin í november, men farið varð ikki
í gongd av álvara fyrr enn fyrst í des-
ember, um tað mundið, tá vit komu
higar, skrivar Mary Ann.
Mary Ann skrivar fleiri greinir úr
Nicaragua. Hetta er tann fyrsta, og
Sosialurin hevur longu frætt aftur
frá henni.
Tá arbeiðsdagurin er lok
in, verður vigað upp. Mið-
alnøgdin fyri hvønn er um-
leið 6 lata (1 lata=5-6 kilo)
—