týsdagur 10. februar 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26. 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Leggið
Bygdaleiðir
og Strand-
ferðslu
saman
SUM tey flestu vita, so eru
Strandferðslan og Bygdaleiðir
tveir sjålvstødugir stovnar við
tveimum stjórum. Hetta skuldi
ikki verið nakar trupulleiki, um
hesir báðir stovnar dugdu at sam-
starva og at samskipa teirra rutur.
MEN soleiðis tykist ikki at vera.
Tað kom rættiliga týðiliga fram,
tá tað herfyri kom fram, at hesir
báðir landsstovnar eru farnir at
senda hvørjum ødrum rokningar.
Tað eru so sínar sakir, men úr-
slitið er, at Bygdaleiðir hevur boð-
að frá, at tá komandi ferðaætlan
byrjar, verður hildið uppat við
møguleikanum at keypa gjøgn-
umgangandi ferðaseðlar. Hetta
var hóast alt eitt framstig, sum er
hent seinastu árini, og sum ger
tað eitt sindur lættari at ferðast.
Og nú skulu vit fara aftur í tíðina,
tí tveir almennir stovnar ikki
kunnu samstarva. Hetta stríðið er
jú so fullkomiliga tápuligt. Báðir
stovnarnir fáa sítt hall, sum telist í
10-tals milliónir úr landskass-
anum, og tað kann tá gera full-
komiliga tað sama um hesir
stovnar hvør sær hava nakrar
hundrað túsund meira ella minni í
halli.
EITT ÚTSLAG av hesum merki-
liga tvídrátti kom fram herfyri, tá
Samferðsluráðið nærmast skýrdi
teir á strandferðsluni fyri at vera
idiotar í samband við eitt uppskot
um uttanlandssigling hjá Strand-
ferðsluni. Tað sum ger hetta so
áhugavert er, at dagligi leiðarin
hjá Samferðsluráðnum sam-
stundis er stjóri á Bygdaleiðum.
So nú verður spennandi at vita,
hvussu Strandferðslan fer at
svara aftur!
TANN, sum hetta skilið gongur út
yvir, eru kundarnir hjá hesum
Útgevari:
Ábyrgdarblaðstjóri:
Fyritaksstjóri:
Blaðfótk:
Ljósmyndari:
Uppseting:
Prent:
stovnum. Vit vita, at Bygdaleidir i
flestu førum koyrir i samband vid
Strandferðsluna, og er ikki rætti-
liga væl samanskipað, so kann
tað verða skjótt, at ferðafólkið
merkir sviðan. Og tað eru jú bert
nakrir fáir mánaðar síðan, at
klagur vóru frá flogferðafólki um,
at tá »Sam« kom á Vestmanna,
var eingin bussur!
TAÐ ER GREITT, at her má okk-
urt gerast. Og í fyrsta umfari má
landsstýrið forða fyri, at tann
skomm hendir, at afturstig verður
við biletteringini orsakað av
einum tápuligum stríði millum
tveir almennar stovnar.
Síðan eigur øll almenn ferðsla
at verða løgd undir eina leiðslu.
Hyggja vit at viðurskiftunum í
Danmark, síggja vit, at øll tann al-
menna ferðslan er skipað undir
DSB, sum rekur bæði tok, ferjur
og bussar. Og har so sanniliga
einki stríð um, hvort ferðaseðlar-
nir eru gjøgnumgangandi ella
ikki. Og har er tað heldur ikki
spurningurin um ferjur og tok
laga seg eftir hvørjum ødrum.
Hetta er alt ein sjálvfylgja. Men
tað bøtir sjálvsagt ikki um henda
hurlivasan, at tað skulu vera
tvinnir politiskir myndugleikar,
sum tá tað politiskt valda sam-
ferðsluráðið kolldømir eina ætlan,
sum landsstýrið metir seg at eiga
avgerðarrættin í.
HETTA er eins hødisleyst og tað
fyrr. Tann politiski avgerðarrætt-
urin má liggja hjá Landsstýrinum
og tann dagliga leiðslan hjá sovæl
Strandferðslu og Bygdaleiðum
skal á einum stað. So einfalt eigur
tað at vera. T.v.s. um tað eru
brúkararnir sum hesar tænastur
er fyri og ikki umvent.
Nr.
DA
ÆI
DG
17 — 10. februar 1967
Viðurskiftini í Vágs skúla
Vit, ið eru foreldur at
bernum í Vágs skúla, fara
nú enn einaferð at krevja,
at nakað álvarsligt verður
gjørt við tey ótolandi við-
urskifti í skúlanum, og
heita á landsskúlafyrisit-
ingina um at gera nakað
beinanvegin.
Bern okkara líða undir
hesum óskili. Tey eru farin
í skúla fyri at læra og fáa
eina barlast og lærdóm tey
skulu út í lívið við. Góð
skúlamyndugleikar og
skúlamálaráðharri, komið
fram úr myrkrinum og
gerið tykkara skyldu yvir
fyri børnum og foreldrum.
So at bern okkara, ið
skulu føra hetta sam-
felagið víðari, kunnu fáa
ta undirvísing, tey hava
krav uppá.
Halda tit í landsskúla-
fyrisitingini ella harra
undirvísingarmálaráð-
harri, at bernini læra nógv
av vikarum við lítlari og
ongari útbúgving? Her í
skúlan koma alt fleiri og
fleiri vikarar, og man er
vitandi um, at fleiri av
hesum vikarum ikki
makta bernini, so undir-
vísing verður so gott sum
ikki gjørt nakað við. Hesi
fólk eru ikki búgvin til at
læra frá sær. Hesum líða
okkara bern undir.
Hava vit sum foreldur
og borgarar í hesum landi
ikki krav uppá, at bern
okkara fáa eina holla út-
búgving innan fólkaskúl-
an?
SO NAKRIR SPURN-
INGAR TIL LANDS-
SKULAFYRISITING-
Eg fari vid hesum fåu orå-
um at takka tær so hjarta-
liga fyri tey mongu hugna-
ligu kvøldini, vit fingu
loyvi at sita og lurta eftir
målsending tini i utvarp-
inum.
Vit hava mist nógv við
»Oråabékini«, ið gav okk-
um so ómetaliga nógv. Og
fyri móðurmál okkara
TØKK
Hjartaliga takka vit ellum teimum, sum á
ymiskan hátt vístu okkum samkenslu, tá ið
góði pápi, verpápi, abbi og beiggi okkara
THEODOR JOHANNESEN
doyði og varð jarðaður.
Mathilda, Dagny og Frits
Ein tøkk til Jóhan
Hendrik W. Poulsen
INA OG AÐRAR
SKÚLAMYNDUGLEIK-
AR:
Fyri nekrum degum
síðani frættist frá skúlan-
um, at 10. flokkur noktaði
fyri at fara upp til roynd,
vegna tervandi undirvís-
ing, rætt og slætt tey hava
lært ov lítið í skúlaárinum.
Hver kennir sviðan av
hesum, skúlastjórin,
skulanevnd, landsins
skúlamyndugleikar ella
bernini?
Fáa lærarar í Vágs skúla
len útgoldna fyri tímar,
teir ikki hava undirvíst?
Vit hava frætt, at lands-
skulafyrisitingin = hevur
fingið at vita, at viðkom-
andi lærarar ikki hava
undirvíst fyri hesar út-
goldnu eykatímar.
Eisini verður sagt, at
lærari í Vágs skúla var
sjúkrameldaður 31. okt.
1986, men fekk len fyri
serundirvísing henda dag,
er hetta so?
Somuleiðis verður sagt,
at lærari hevur fingið út-
goldið 10.000 kr. fyri ein
mánað í eykatímum, er
hetta satt?
Viðvíkjandi frítíðar-
undirvísing hevur Vágs
skúli fingið tillutað 20
tímar pr. viku.
Man er vitandi um, at
347 tímar verður undir-
víst, hver fær hinar 10
tímarnar? Sagt verður, at
allir 20 tímarnir verða út-
goldnir, er hetta so?
Kveldskúlaundirvísing
— frítíðarundirvísing og
len til fólkaskúlaundirvís-
ing. verður hetta útgrein-
gjørdist tað ein tung
lagna, at leiðsla útvarps-
ins ikki dugdi at síggja
tað virði, ið henda send-
ing tín hevði.
Men vita skalt tú, Jóhan
Hendrik, at »Oråabokin«
verður framvegis saknað,
ja, meira nú enn nakrantíð
áður.
skopuningur
Familjunar vegna
að á roknskapinum hjá
landsskúlafyrisitingini
ella fer alt í eina pulju?
Seinasti spurningur:
Hví halda til landsins
skúlamyndugleikar, at
lærararnir við skúlan í
Vági flýggja úr skúlanum.
Man tað vera tí har er gott
at vera?
Einaferð enn, vit sum
foreldur at børnum í Vágs
skúla krevja, at tað sum í
myrkrinum hevur verið
dult, kemur fram í ljósið
viðvíkjandi skúlaóskilin-
um.
Óneyðugt er at siga, at
skúlastjórin fyri langari
tíð síðani skuldi verðið
settur uppá pláss, men har
hava til dags dato ongir
myndugleikar maktað
nakað enn, sjálvt um
landsins myndugleikar
eru vitandi um, alt ið hev-
ur gingið fyri seg viðvíkj-
andi skúlanum, og ikki at
gloyma allar klagurnar ið
sendur eru til teir rettu
myndugleikarnar, so tit
vita ell bæði skúlamynd-
ugleikar, undirvísingar-
málaráðharri at skúla-
stjórin í Vági ikki maktar
sína uppgávu.
Fáið skil á skúlan sum
skjótast, so vit foreldur
kunnu verða trygg við at
lata børn okkara í skúla.
Ella mugu tit heldur
steingja skúlan, nú má
blíva egg ella ungi.
Vágur 8. feb. 1987
VIAT
Vatnleiðing
og kaðalverja
VATNLEIÐING íbláum
Kaðalverju:
TELEFON í gulum
EL í reyðum
GØTULJOS í grænum
ANTENNA í violettum
Keypið feroyska framleiðslu
Heil og småsøla
P/t POLYPLAST