týsdagur 10. februar 1987síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 17 % tysdagur 10. februar 1987
Tepur sigur til
Kyndlakvinnurnar
Kyndil — VB 1. deild kvinnur 13 — 10(5—7)
Dyusturin uppi å hålsi
leygardagin millum Kynd-
il og VB var eitt sindur
seinkaður, orsekin til
hetta var, at dómara
seðilin til dystin var íkki
til staðar. Hetta kundi
tykjast at vera keðiligt
hjá áskoðarunum, men tá
dysturin endiliga byrjaði,
fingu teir spenning við lít
Fyrri hálvleikur:
i. málið í dystinum fekk
Kyndil, men VB javnadi
skjótt út aftur. Spælið hjá
VB var í byrjanini ser-
merkt av, at ov lítið tempo
var, meðan spælið hjá
Kyndil var sermerkt av
feilavleveringum. Sum tíð-
in leið, bleiv spælið betri,
og liðini ógvuliga
jevn
Tá fyrri hálvleikur var
komin móti endanum,
gjerdust VB-kvinnurnar
meiri atsóknari, nógv av
teirra góðu álopum fingu
kyndlaverjuna at standa
sum kánus. Skotroyndir-
nar hjá VB-kvinnunum
góvu eisini tilsvarandi úr-
slit, og tá farið varð til
hålvleiks, var stødan 7—5
til VB
voru
Seinni hálvleikur:
VB legði hart út í seinna
hálvleiki við at scora bein-
anvegin. Kyndlakvinnur-
nar høvdu nekunlunda
spæl, men av og å gjørdu
tær nakrar stórar feilir,
sum ikki eiga at vera at
síggja í einum fyrstudeild-
ardysti, kanska kom hetta
av at tær vóru erkymlaðar
av tí góða VB-spælinum í
fyrra hálvleiki. Tá skal tað
sigast, at kyndlakvinn-
urnar sýndu til tíðir stak-
gott spæl við góðum mál-
royndum. VB-kvinnurnar
lógu á odda til miðskeiðis í
dystinum, tá Kyndil javn-
aði út. Hetta vardi tó ikki
leingi, tí beint eftir hetta
scoraðu VB-kvinnurnar
eini tvey-trý mál á rað.
Tá uml. tíggju minuttir
vóru eftir av seinna hálv-
leiki, komu kyndla-
kvinnurnar heilt væl við
aftur. Tær høvdu framúr
gott spæl bæði í álopinum
og í verjuni, fólk sóu nógv
góð skot, og kyndlakvinn-
urnar stríddust sum fyri
lívinum fyri at basa VB-
leikarunum.
VB-kvinnuleikararnir,
ið hevdu tað besta spælið í
fyrra hálvleiki, noyddust
sostatt at dvína fyri teim
vælleikandi Kyndlakvinn-
unum, tí var tað Kyndil,
sum fór av fellinum við
einum sigri uppá 13—10.
Dysturin var sum heild
spennandi, tí liðini vóru
jevn. Uml. seksti áskoðar-
ar vóru og hygdu at dyst-
inum.
Fyri Kyndil skutu:
Guðrun Mikkelsen 4,
Andrea Arge 3, Sólva Ser-
ensen 3, Anja Joensen 1,
Herborg Joensen 1, Sú-
sanna Olsen 1.
Kyndlakvinnurnar ogn-
aðu sær 2 ávaringar og 2
útvísingar.
Fyri VB skutu:
Carol Strem 4, Kirsten
Ludvig 2, Eyðbritt Kross-
lá 1, Susi Strem 1, Mary
Krosslá 1, Vígdis Toftum
1.
VB-kvinnurnar ognadu
sær Í ávaring og 1 útvís-
ing.
P.H.
NN
Búmerki fyri
NM-kapping
Ítróttarsamband fyri
Brekað hevur latið gjert
eitt serligt búmerki fyri
NM-kappingina í svimjing
fyri brekað, sum verður í
Havn á páskum.
Tað er Ole Wich á tekni-
stovuni Kubus, sum hevur
gjørt búmerkið, sum er í
ljósabláum og myrkablá-.
um
Annars ganga fyrireik
ingarnar til kappingina
væl, sigur Jógvan Jensen,
formaður í ISB. Teir hava
fundi eina ferð um vikuna
nú. sigur hann
6 svimjarar frá ISB fara
til Sveríkis hósdagin, har
tey skulu luttaka í kapp-
ingini Malmø Opin. Hetta
er ein liður í fyrireiking-
unum til NM-kappingina í
Feroyum
ISB hevði aðalfund i
síðstu viku. Har var m.a
nevndarval á skránni
Fyri vali stóð Jógvan
Jensen, formaður, og hann
varð afturvaldur. Hinir
nevndarlimirnir eru Jón á
Steig, kassameistari, og
Jóhan Samuelsen, skriv
ari sj.
|
NORÐURLENDSK
MEISTARAKAPPING
SVIMJING FYRI BREKAÐ
TORSHAVN 15-21. APRÍL1987
2
|
pp i |