Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. februar 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Svimjisamband Føroya: Samstarva vid ISB Í sambandi við stóru svimjistevnuna, sum verð- ur í Havn á páskum, nevniliga kappingina um norðurlendska meistara- heitið í svimjing fyri brek- að, hevur Ítróttasam- bandið fyri Brekað tikið upp samstarv við Svimji- sambandið. Samstarvið umfatar tað, at ÍSB hevur sent Jon Hestoy til Danmarkar á skeið fyri dómarar og tíð- takarar. Svimjisambandið skal so útvega fólk úr Feroyum at hjálpa til við deming og tíðtaking. Hesi fólk skulu so á skeið í Feroyum, har Jon Hestoy verður skeiðleiðari. Talan verður um tvey skeið, eitt 21. og 22. febr- uar og eitt 21. og 22. mars. Seinna skeiðið verður framhald av tí fyrra. NM-kappingin í Havn á páskum verður ein stór kapping. Einir 100 luttak- arar verða við. Men harafturat skal hópin av hjálparfólki til. Stersta talið av hjálpar- fólki skal til deming og tíðtaking, eini 25 fólk hvenn dagin. Kappingin = varar í triggjr dagar, so Svimji- sambandið vónar at fáa 1. deild menn: eini hálvthundrað fólk at hjálpa til, soleiðis at ar- beiðsbyrðan hjá hverjum einstakum ikki gerst ov stór. Fyrsta dagin verður lýs- ing sett í bleðini, og Svimjisambandið vónar at fáa so nógv hjálparfólk sum gjerligt til hesa stóru stevnuna. SUM og FM Á stjórnarfundi í Svimji- sambandinum sunnudag- in var umframt skeiðini í deming og tíðtaking, eis- ini skráin fyri Feroya- meistarakappingarnar til viðgerðar. Avgjert varð, at Små- unglingameistarakapping- in, SUM, skal verða í Havn í døgunum 4. og 5. mai i år, medan Føroya- meistarakappingin fyri tey eldru verður yvir triggjar dagar. Tann kappingin verður í Vági í degunum |. til 3. mai. Or- sekin til, at hesar kapping- arnar fara fram yvir tríggjar dagar, er at betri tíð skal fáast til teir longru teinarnar. Sum kappingin hevur verið skipað higartil hevur verið ov stútt tíð til longru teinarnar, og svimjararnir hava tår verið ov móðir, tá hesar kappingar hava verið fyri. Hetta verður bett uppá nú, og hereftir verða kapp- ingarnar í teimum longru teinunum antin fyrst í kappingini ella síðst, soleiðis at svimjararnir skulu fáa hevi at vera væl fyri og ómóðir tá kapping- arnar koma fyri. Íslendsk vitjan Svimjisambandið skal annars hava vitjan úr Is- landi. Avtala um hetta varð gjørd við islendska lands- venjaran Gudmund Hard- arsson, tá svimjilandsliðið seinasta summar var í Is- landi á venjingarlegu. Ætlanin var at íslendski landsvenjarin skuldi koma higar nú í vár, men á stjørnarfundinum i Svimjisambandinum sunnudagin varð samtykt at senda honum bærv við áheitan um at boyta tíð- arætlanina soleiðis, at hann kemur higar í heyst í staðin. sj Neistin var betri — sjålvt um Neistin ikki hevði tað líka lætt sum Kyndil, so vóru teir klárt tað betra líðið í dystinum sunnudagin móti TB. Neistin—TB 20—15 (11 —9) Málskjúttar fyri Neistan: Jógvan Djurhuus 5, Svein Patursson 4, Rói Egholm 3, Jákup Hanusson 3, Páll Nolsoy 3, Samal Jo- hansen 2. Málskjúttar fyri TB: John Redgaard 5, Birgir Dimon 4, Oddur Dimon 2, Bogi Djurhuus 1, Bogi Mortensen 1, Per Strøm 1, Ingolf Irgolfsson 1 Avaringar: Roi E., Jåkup H., Neistin. Utvisingar: Rói E., Jåk- up H., Sámal J., Jón H., Hans T., Niestin og Bogi D.2, Per S.2, Birgir D.2, TB Dómarar: Hendrik Rubeksen og Jóannes Dalsgarð. Askoðarar: 50. Tað var Neistin, ið byrjaði best og legði seg á odda 2—0. Nú hugsaði ein bein- anvegin, um Neistin fór at fáa tað eins lætt og Kyndil fekk tað leygardagin. So varð ikki. TB tók Neistan aftur og síðan gekk javnt á til steðan var 6—5 til TB. Nú svaraði Neistin aftur. Uppá 8 min. vendu teir alt og ellum og legdu seg á odda 10—6. Tveir teir síðstu minuttirnar av fyrra hálvleiki reduceraði TB tiul hålvleiksstøduna 11—9 Var fyrri hålvleikur ikki vælleiktur, so var seinni enn verri. Sjålvt um Neist- in so líðandi ekti um leidsl- una, so var tað ikki ti at teir leiktu betur nú, men heldur tíTB'ararnir virkaðu heilt pestir TB'ararnir mistu íkki heilt takið á neistamonn- unum fyrr enn í teimum síðstu 5 min. tá Neistin fór frá 17—15 uppá endaliga úrslitið 20—15. Um dystin kann sigast at hann var merktur av ov nógvum tilvildarligum spæli, feilavleveringum, og var ongantíð spennandi á at líta Besti leikari hjá Neist- anum var Jogvan Diur- huus, meðan Sámal Jo- hansen ið plagar at gera meir um seg ikki fekk so nógv burturúr, av tí at hann var mansuppdekk- aður. Hjá TB var Birgir Dimon aftur í dag ein av bestu leikarunum saman við Redgaard og Mejer í málinum. Aftaná henda sigrin hjá Neistanum verður spenn- andi at síggja hvussu teir mikudagin fara at standa seg ímóti Kyndli. Eitt er vist, og tað er at teir skulu spæla nakað væl betur os, —T "> 1 Pa enn sunnudagin, um teir skulu gera sær vónir um at fáa so mikið sum javn- leik Nr. 17 — 10. februar 1987 EHH