týsdagur 10. februar 1987síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 11 — 27. januar 1987
Síða 11
Talvsamband Føroya:
Stór NM-kapping í Føroyum
Kappast verður í 5 bólkum, og
tey, ið enda á fremstu pláss-
unum í hvørjum bólki, vinna
eina peningaupphædd.
Í døgunum 12. til 23. juli í
ár verður stór Norður-
landameistarakapping í
talvi í Havn.
Kappingin fer fram í
Norðurlandahúsinum og
Utvarpshøllini, og verða
luttakarar úr ellum Norð-
anlondum, sum koma at
taka lut í kappingini
Bólkar
Kappingin verður skipað í
5 bólkum, og sum nakað
nýtt í tilikum kappingum i
Feroyum, so verður kon-
tantur peningur at vinna
hjá teimum, sum enda á
fremstu plássunum í
hverjum bólki.
Í meistaraskapsbólk-
inum kunnu 12 luttakarar
vera. Tveir úr Íslandi,
Finnlandi, Sveríki, Noregi
og Danmark og ein úr Fer-
oyum og ein úr einum eðr-
um norðurlendskum landi.
Meistarabólkurin er op-
in fyri ell, sum hava eitt
ratingtal upp á minst
2.000.
Bólkur A er opin fyri
luttakarar, sum hava eitt
atingtal ímillum 1500 og
1999. Harafturat kunnu 5
tey bestu í bólki B í sein-
astu NM-kapping luttaka
í hesum bólkinum.
Í bólki B kunnu tey, ið
ÍR
hava ratingtal upp á
minni enn 1600, luttaka.
Tað vil siga, at tey við rat- F
ingtali millum 1500 og
1599 velja, um tey vilja
luttaka í bólki A ella B.
Harafturat er ein bólk-
ur, tey rópa >Kadetbólk-
urin<. Hesin bólkurin er
opin fyri allar luttakarar
undir 16 ár
Kappingarnar
Í meistaraskapsbólkinum
leika allir móti øllum, og í
hinum bólkunum verður
leikt eftir norðurlendsku
skipanini við 9 umferum.
Luttakararnir fáa tveir
tímar til teir fyrstu 40
leikirnar, og hareftir skulu
20 leikir leikast um tíman.
Virdislønir
Sum nakað nytt i kapp-
ingum i Føroyum, so
verða virðislenir latnar
vinnarunum. Talan verður
um kontantan pening.
Í meistaraskapsbólkin-
um fær vinnarin 11.000
kr., nr. 2 fær 7.000 kr., nr.
3 fær 5.000 kr., nr. 4 fær
2.000 kr. og nr 5 fær 1.000
kr.
Í meistarabólkinum fær
nr. 1 6.000 kr., nr. 2 fær
4.000 kr., nr. 3. fær 3.000
1987
1987
Tórshavn
12.-23. juli
TALVSAMBAND NORÐURLANDA
The Nordic Chessfederation
nað 1899
Bestyrelsen
Hanus Joensen, præsident, Føroyar
Steen Juul Mortensen, Danmark
Eero Helme, Finland
brånn Gudmundsson, Island
lom J Johanssen Norge
Christer Wanéus, Sverige
Einar S. Einarsson
Finn Larsen
oama
Hanus Joensen
Lurtjer
(Chrnstianser
generalsekretær, Island
kasserer. Danmark
TALVSAMBAND FØROYA
Bestyrelsen
formaður
Joan P. Midjord, næstformaður
Apol
SKrivar
kassameistar
Bog: Ziska, nevndarlimur
kr., nr 4 fær 1.500 kr. nr. 5
fær 1.000 kr. og nr 6 fær
500 kr
Í bólki A eru vinningar-
nir hesir: 1: 1.600 kr., 2:
1.200 kr., 3: 900 kr., 4: 700
kr og 5: 500 kr
I bólki B eru vinning-
arnir teir somu sum í bólki
A
I »Kadetbølkinum« eru
vinningarnir: 1: 1.600 kr.,
2: 1.200 kr. og 3: 900 kr
Etlanin er at Talvsam-
bandið skal geva blað ut
undir kappingini, og er
ætlanin at hetta blað skal
koma út dagliga. Ahugad
kunnu tekna seg fyri blað-
ið hjá Sámali Christiansen
í Hósvík. Fullfíggjað sett
av blaðnum kostar 150 kr
Meðan kappingin varar,
er ætlanin at skipa fyri
útferðum við
Vitjað verður í
hópin av
gestunum
ymsum bygdum, á nekr-
um fjøllum og eisini verð-
ur slupptúrur við West-
ward Ho. .
sj.
Marathon-dystur i KÍ-hollini
KI skipaði um vikuskiftið
fyri marathon-dysti í KI-
høllini. Tað vóru 10 KI-
leikarar, i3 spældu, og
vardi dysturin i 10 timar.
Úrslitið var heldur óvan-
ligt: 300 — 257.
Hetta var ikki bert gjert
til stuttleika, men eisini
fyri at fáa pening til fel-
agið. Ein kundi tekna seg
til at gjalda eitt vist fyri
hvert málið ella fyri hvenn
minutt. ið teir spældu.
Í fjør gjørdi VB nakað
tað sama. Teir runnu ímill-
um bygdirnar ístaðin, og
kundi man tá gjalda fyri
hvenn km. ið teir runnu
EHH