hósdagur 12. februar 1987síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
— Umbyggjast til
trolara
— Ólavur Hvíti liðugt umvældur i næstu
viku. Nú er ætlanin at umbyggja hann til
Nr. 18 — 12. februar 1987
Síða 5
trolara.
Ætlanin er at umbyggja
línuskipið Ólav Hvíta úr
Getu til trolara.
Reiðarin, Oddfríður
Gregersen, sigur, at teir
hava umsókn um veðhald
og stuðulslán hjá Lands-
stýrinum. Hann sigur, at
umbyggingin skal gerast í
Feroyum og hon fer vænt-
andi at kosta millum 3,5
og 4 mill. kr.
Ólavur Hvíti skal sam-
trola við systurskipinum
Saturn. Í letuni samtrolar
Saturn við Sporinum.
Drúgv umvæling
Ólavur Hvíti hevur staðið
á Tórshavnar skipasmiðju
í góðar tveir mánaðir
Hann sigldi á land norðan
fyri Skopun 5. desember í
fjør.
Olavur Hviti er bygdur i
Eystur-Tysklandi fyri 23
árum síðani
Oddfríður Gregersen
sigur, at hann hevur fingið
at vita, umvælingin verð-
ur liðug í næstu viku. Ól-
avur Hvíti skal ikki út aft-
ur, tá umvælingin er liðug.
Ætlanin er at fara undir
umbyggingina beinanveg-
in, er fíggingin komin í
lag. Arbeiðið verður boðið
út til skipasmiðjurnar í
Feroyum. hd
Silgdi á
og sakk
— Róðrið tók í okkurt og
báturin kundi
ikki stýrast.
Stundir vóru heldur ikki at
taka ferðina av honum.
Knappliga var tað, sum
róðrið tók í okkurt og
hann ikki fekk stýrt bát-
inum. Hann var so tætt
við land, at tað eydnaðist
ikki at taka ferðina av,
áðrenn báturin sigldi á
Hvannhólm.
Hann fekk bátin út frá
aftur, sendi neyðarkall og
setti pumpurnar í gongd.
Hálvan tíma seinni kom
Pride og setti enda um-
borð. Men tá teir skuldi
seta fast, sakk báturin.
Hetta er nekunlunda
frágreiðingin, ein 57 ára
gemal fiskimaður hevur
givið legregluni á Sand-
oynni eftir at deksbáturin
Joen Jacob W. úr Skopun
um hálvgumátta tíðina á
gjáramorgunin sigldi
Hvannhólm og sakk
Maðurin var einsamall-
ur umborð. Hann fór úr
Skopun klokkan sjey. Ny-
komið eystfall v og tá
plaga teir at sigla kloss í
land vestureftir móti
Hevdasundi.
Bjargaður
Ferðin var einar seks
fjórðingar, tá róðrið tók í
okkurt.
Ein annar bátur úr
Skopun, Fiskaklettur,
sum eisini var á veg til
útróðrar, var beint aftan
fyri Joen Jacob W. og kom
skjótt til hjálpar. Men
Fiskaklettur er ov lítil til
at hann kundi seta enda
umborð. Hálvan tíma
seinni kom so Pride. Men
tá sakk Joen Jacob W.
Tann 57 ára gamli mað-
urin var tá farin um borð á
Fiskaklett, sum fór við
honum til Skopunar.
Herman Winther og aðr-
ir áttu Joen Jacob W.,
sum var bygdur í Noregi í
1962. Báturin var góð 15
tons. Hann hevði nýggjan
motor, nýtt spæl og
nýggjar oljutrýstsnellur.
Herman Winther vil
ikki upplýsa, fyri hvussu
nógv báturin var tryggj-
aður.
hd
Heðafj)
usavik
Åtala at
almenn størv
ikki eru lyst
Nýggj sterv og størv, sum
verða leys, eiga at lýsast
leys, so ell hava meguleika
at sekja tey.
Hetta sigur Føroya
deildin hjá Dansk Plejer-
forening í brævi til Atla
Dam, legmann.
Í brævinum stendur, at í
seinastuni er eitt nýtt
starv sum projektleiðari á
psykiatrisku deild á
Landssjúkrahúsinum
sett. Starvið er ikki lýst
leyst. Eisini eru nekur
sterv blivin leys og sett
aftur uttan at tey eru lýst.
Hetta er sera átaluvert,
heldur Feroya deildin hjá
Dansk Plejerforening.
Ikki minst, tá hugsað
verður um, hvussu lítið
samfelag okkara er.
Og víðari verður sagt í
brævinum:
„Vit halda okkum vita,
at Landsstýrið hevur við-
tikið, at nýggj og leys
sterv hjá tí almenna skulu
lýsast leys.
Er hetta so, verða tyg-
um biðin um at steðga ver-
andi mannagongd og fáa
hana broytta sambært tí,
Landsstýrið hevur við-
tikið<.
Setti sjúkrahússtjórin,
fyristeðukvinnan og um-
sjónarmaðurin á Lands-
sjúkrahúsinum hava fing-
ið avrit av brævinum til
legmann.
hd
Keypa rogn
men Óvist
>. nær tey fara
í blikkini
Kovin í Sandavági hevur
nú eini hálvthundrað tons
av rognum á goymslu.
Men enn er púra óvist,
nær framleiðslan byrjar
aftur á virkinum. Kanska
verður tað í apríl, heldur
stjórin, Gardar Joensen.
- Í fyrsta umfari vilja
vit fegnir hava øll tey
rogn, vit yvirhevur kunna
fáa, sigur stjórin.
Hann sigur, at teir
keypa rogn frá ellum
flakavirkjum, sum fáa
rogn.
Avreiðingarprísurin fyri
rogn er nógv hægri nú enn
hann var í 1982, tá Kovin
byrjaði. Tá var hann 3
kr./kg. Nú, í tíðarskeið-
inum 1. februar — 31. mai,
er hann 8,50 kr./kg fyri
toskarogn og 7,50 kr./kg
fyri upsarogn.
Gardar Joensen sigur,
at teir keypa eisini longu-
rogn og blålongurogn fyri
upsarognaprisin.
Nytt felag
Eitt nytt P/f Kovin (28/11
1986) keypti virkid frå
Menningargrunninum í
november í fjer fyri 8,4
mill. kr. Frammanundan
hevði grynnurin keypt tað
á tvingsilsuppboði.
Partapeningurin hjá
nýggja Kovanum er
250.000 kr. Gamli Kovin
er farin í likvidatión.
Fleiri lógu framvið at
keypa niðursjóðingarvirk-
ið í Sandavági frá Menn-
ingargrunninum.
Gardar Joensen heldur,
at virkið bleiv í dýrara
lagi. Hevði tað verið bílig-
ari, hevði tað eisini borið
til at selt framleiðsluna
bíligari. Og tað merkir
sjálvandi, at virkið hevði
klárað seg betur í kapp-
ingini.
Mist Amandu
Kovin, gamla felagið,
hevði samstarv við
donsku fyritøkuna Am-
anda. Men hetta slitnaði,
tí virksemið í Kovanum
steðgaði í fjer
Gardar Joensen sigur,
at hevði Landsstýrið leig-
að Kovan ella givið gamla
felagnum meguleika at
halda fram, so var fram-
vegis samband við Am-
andu
— Men, sigur hann, vit
hava góðar vónir um fram-
tíðina hjá Kovanum.
hd