Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri: sosialistiskt! AFTANÁ AT Hanus Andreassen og Jón Ellendersen hava skrivað sínar frálíku greinir um politikkin hjá Dagblaðnum, roynir Óla J. Rólantsson desperat at „prógvax, at fascisma og sosialisma í veru- leikanum er tað sama. Men tíverri fyri hann kemur hann fleiri ferðir í greinini at vátta tað, sum Jon og Hanus hava ført fram. EITT av »prégvunum« er, at »fel- ags vid veruligar høgrarørslur hevur fascisman bert antisosial- ismu« . Ein skal vist eita OJR fyri at kunna påstanda, at ein sosial- istisk rørsla er antisosialistisk. Men hervid er våttad, at Dag- blaðið bert á hesum økinum hev- ur nógv til felags við fascismu. SÍÐAN skrivar hann greinina um Jón: „Ein sannur vavstur frå Dreyfus til Skinheads — forrestin ein væl kendur sosialistiskur teknikkur at vevja allar mót- stødumenn í ein greyt uttan mun tiul, um talan er um fólkaræðis- ligar ella einaræðisligar felags- skapir. Tílík »prévførsla« kann bert og hevur bert eitt endamál: at skipa eina tilætlada útspilling. Høvdu teir beinleiðis kallað okkum fasc- istar, kundi prévføringin staðið sína roynd. Men ætlanin er at billa fólki inn við snildisliga til- rættisløgdum samanvavstri av Dreyfus og Barry Goldwater og ødrum ivasomum søgum, at hesa uppfatan hevur Dagblaðið somu- leidis«. TIL HETTA er at siga, at hesin sokalladi sosialistiski teknikkur er júst tann framferð, sum DB og ÓJR nýta móti ødrum. Sjålvt um javnaðarflokkar lítið og einki hava til felags við kommunist- iskar stýrisskipanir, so verða mið- víst javnaðarmenn og komm- unistar vavdir saman mí ein greyt uttan mun til, um talan er um fólkaræðisligar ella einaræðis- ligar felagsskapir, fyri at citera ÓJR. Útgevari: Fyritaksstjóri: Bladfåik : MEN tad åhugaverda er, at hetta var júst tann sami »teknikkur«, sum nazistarnir nýttu í síni her- ferð móti vinstrahallum flokkum. Fyri teir vóru kommunistar og sosialdemokratar eitt og sama, hóast hesir flokkar vóru í stríð sínámillum. EIN annar nazistiskur teknikkur var at leggja aðrar undir at nýta somu ódámligu framferð, sum teir sjálvir nýttu. Og tað er júst tað sama, sum ÓJR ger her. NÚ Heldur ÓJR helst, at tað er í lagi, at teir á DB nýta hesa fram- ferð, meðan tað er galið, at aðrir gera tað. Her er hann heldur ikki ólíkur nazistunum. Tá týskarar undir krignum bumbaðu London, var hetta í fínasta lagi. Men tá bretar afturfyri í nógv minni mun fóru at bumba Berlin, varð hetta roknað sum yvirgangur av grov- asta slag! SÍÐAN fáa vit at vita, at >... besta bolverkið móti øllum totaliterum ideologium (er) demo- kratiska konservatisman.« Les- arin skal hervid fåa ta uppfatan, at DB er besta bolverk móti kommunismu. Hetta var annars orðarætt sama grundgeving, sum varð nytt, tá borið var í bøtuflaka fyri stýrið hjá Hitler. ANNARS vóru nazistarnir í minni- luta í fyrstu stjórnini hjá Hitler, sum var ein samgongustjórn við flokkum, sum umboðaðu >demo- kratisku konservatismuna<. Og hesir flokkar fylgdu Hitler til sein- asta fet. NIDURSTØDAN av skrivingini hjá ÓJR má tí vera, at var Hitler sosialistur, so er Dagblaðið eisini sosialistiskt. IRF Slóðbrótarar ella uppblástir expertar. Lítið er landið. Fátt er fólkið. Hava tó altíð átt kvinnur og menn, sum slóðaðu og vístu á nýggjar og gongdar leiðir. Djerv menniskju við áræði, men passaliga varin. Til reiðar at vaða í land aftur og laga seg eftir skiftandi umsteð- um. Ofta var tað tí, at pen- ingur stóð í vanda og hótt- anin um at missa hús og heim lá í durðunum. Hetta eru treytirnar, okkara reysta fólk hevur livað undir. Demini úr dagliga lív- inum og vinnulívinum eru mong. Vit taka fram her tvey dømi frá síðstu hálvu eld. Demi 1 Eftir krígslok og langt inn í 50'ini bygdu menn turki- hús. Tað gav nógv arbeiði til fólkið á landi, og marknaðurin var ofta hampiliga góður, og tað kastaði væl av sær. Nogv- ir vóru klárir at gera iløg- ur í nýggj virkir, men so kranglaði klippfiska- marknaðurin fullkomiliga, og allir menn við vanlig- um skynsemi byrjaðu at rigga av og finna nýggjar leiðir. Fyrst í 60'unum komu flakavirkini og slóðbrót- arar legdu saman við fólk- inum aftur rygg til. Um onkur hevði funnist tá, sum fyrst í 50'unum hevði ætlanir um at gera eitt turkihús, men ikki fekk tað igjøgnum og so kom í 60'unum við sama projekti um eitt turkihús í staðin fyri eitt flakavirki, vildi úrslitið verið hetta. Hankar og veðhaldsstovn- ar høvdu sagt kortanei fyri fígging. Vanligi borg- arin vildi ikki mett við- komandi sum nakran slóð- brótara men heldur kallað hann við tí rætta navn- inum — nevniliga ein dumman hund. Demi 2 Í seinnu helvt av 50'unum og fyrru helvt av 60'unum blómaði sildaveiðan við drivgørnum, og fólkið gjerdi ílegur í hesa vinnu og slóðaði gongdar leiðir. Bjartskygni råddi. So hvarv sildin noråanfyri, og menn funnu aftur leidir og bygdu nótabátar og væl bar til tibetur. Før- oyska tjóðin så aftur, at vinnulívsmenn varnir og skynsamir vóru slóðbrót- arar og funnu gongdar leiðir. Komu menn sum høvdu droymt um eitt sildaskip til drívgern fyrst í 60'un- um nú aftur og ætlaðu at byggja sama slag skip fyrst í 70'unum, vildu teir verið hildnir at vera frá sær sjálvum, tí 10 ár hevdu fullkomiliga broytt mynstrið í vinnulívinum. Ja henda steða er so fjar frá vanliga hugsandi fólki, at tað satt at siga ikki kundi hent. Vanligi maðurin hugsar Allar hesar metingar vóru bert gjørdar av vanligum borgarum, sum livdu í dagligdegnum við vanlig- um skili fyri økonomi og ellum sum hendi í og uttan fyri samfelag okk- ara. Tíbetur vóru tá so fáir expertar til at benda hugs- anarmynstrinum hjá tí meiniga manninum og kvinnuni. Sunn fornuft ráddi. Expertar, almennir slóðbrótarar Í tí almenna sektorinum er ábyrgdin ikki so eintíðugt, plaserað hverki moralskt ella økonomiskt, og pen- ingur kann nærum altíð fáast til vega við at fara í lummar skattgjaldaranna. Tá eingin hevur fasta ábyrgd av nekrum, velja vit bara sokallaðar espert- ar til at siga okkum hvat er rætt. Hesir politisku og juridisku og teknisku espertarnir verða so slóð- brótarar okkara. Men hvussu roynast teir Eitt demi er IRF. Fyri umleið 10 árum síð- ani fingu føroyingar sær expertar at siga, hvat ið rætt var viðvíkjandi reno- vatión. Tá brendu nógv lond í Vestureuropa ein stóran part av ruski ella ynsktu at kunna gera tað. Hetta er heilt broytt í dag. Flestu lond uttan um okk- um diskutera á hegum politiskum og serkønum stødi nå um, hvussu fram- tidar ruskskipan skal loys- ast. Tað er breið semja um, at satsa mest megu- ligt upp á skiljing og endurnýtslu og minst meguliga brenning. Til demis hevur danski milje- ministarin kunngjert at . frå 1990 ferður tað vid lóg ålagt ellum donskum kommunum, at tær skulu savna alt pappír og alt papp inn til endurnýtslu, og tær skulu samla allar glasfleskur og gles inn til endurnýtslu, og at metall og plast helst eisini skal endurnýtast. Eins og broytingin turkihús contra flaka- og frystivirki yvir 10 ár og eins og broytingin sildaskip til drívgern contra nótaskip yvir 10 ár so er eisini ein total vendan við at henda innan ruskviðgerð í eðrum londum. Aftaná 10 ár Og hvat siga so okkara so- kallaðu expertar nú aftaná 10 ár. Jú bæði tekniskir og juridiskir og Þpolitiskir expertar okkara, sum ann- ars eru teir somu enn, koma nú aftan á 10 ár við nágreiniliga somu hálvu loysn um ein ovn, bert er projektið fleiri ferðir dýr- ari enn upprunaliga. Eru hesir slóðbrótarar blindir ella býr kanska okkurt annað aftan fyri, at teir aftan á at ein annar ovnur er uppsettur, sum er iva- leysa stórur fyri Feroyar, enn pressa hesa vitleysu hálvu loysn niður yvir okkara fólk. Er munurin á hesum monnum og vinnu- lívsmonnum bert, at hesir einki hava at missa økon- omiskt, men líka mikið hvat skil er í projektinum, so fáa teir altíð sína løn, og standa uttan fíggjar- liga ábyrgd, tá gildið skal gjaldast. Slóðbrótarar og lógbrótarar Fólk, sum lurta eftir út- varpinum, hava hoyrt ein av hesum sokallaðu rusk- slóðbrótarum nevniliga formannin í IRF leggja eftir ávísum persónum al- ment og givið til kennar ein undirtóna av, at hesin persónur saman við ellum leirvíkingum, sum ikki ynskja 10 til 15000 tons av lorti gjøgnum túnini í bygdini, at vera tætt við at vera lógbrótarar. Und- arlig meting av einum slóðbrótara at sipa til, at vit eru lógbrótarar tá ið vit skirva undir eitt fult lógligt klaguskriv. Brot Lógbrótarar ella slóðbrót Framhald á síðu 8