Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 1987síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 18 — 12. februar 1987 Dálking av firðum Í ellum londum, sum liggja við havið, er strondin á firðunum eitt ógvuliga týdningar- mikið íbúðareki. Firðirnir eru nærmasta sambandið, íbúgv- ararnir hava til havið og eru teir oftast týdn- ingarmiklasta lívsgrundarlagið fyri íbúgvar- arnar. Samstundis verður nógvur ídnaður rikin við hesar firðir, bæði í bygd og bý, og dálkar hann eisini firðirnar, við spillvatni og eðrum frárensli av ruski. Slík dálking kann ikki góðtakast og mugu virkini halda galdandi umhvervislóg (— um nekur er!). Myndugleikarnir mugu halda eyga við, at hesar lógir verða hildnar. Tað mugu verða virkini, ið hava ábyrgdina av fyribyrgjan av dálking — og harvið eisini av eini meguligari dálking. Tað eru ikki skatt- gjaldararnir sum skulu gjalda, um virkini eru óansin. Tey seinastu árini er aling av fiski á firðum vaksin ómetaliga nógv. Um neyðugu trygd- artiltøk viðv. umhvervinum ikki verða sett í verk, kunnu hesar alisteðir gerast stórar dálkingarkeldur. Alifiskurin skal nýtast til mannafeði, og er tað tí týdningarmikið, at firðirnir eru reinir. Tá dálking av firðum og havi, á sama hátt sum øll onnur dålking, er ein globalur trupul- leiki og ábyrgd, mugu ell gera sitt til at steðga tí núverandi dálkingini. Fyri at verja firdirnar er krav FNU's, at: — Umhvervislógir verða viðtiknar í ollum londum — Umhvervislógir verða hildnar — At virkini sjálvi skulu gjalda fyri dálking — Dálkarar (sum eru í dag) gjalda fyri reinsan av umhvervinum Foreninger og nåtturan Sidsta vikuskifti var ein stevna hildin i Norðurlandahúsinum um endurnýtslu. Nógvir fyrilestrar vóru hildnir, m.a. helt Finnur Lútzen fyrilestur um burturkast og føroysku náttúruna. Hann nevndi, at i Før- oyum vantaði, eisini her, ein langtidarætlan innan hetta eki, og hevði ein tílík ætlan verið gjørd, høvdu vit óivað sloppið undan orða- skiftinum, sum nú er um brennisteðir. SU tekur fult undir við tankanum um end- urnýtslu, og vóna vit at politikarar okkara hava fingið nakað at hugsa um, og at tað orðaskifti, ið er um brennisteðir og burtur- kast, fær eina aðra vend. hl Va | Nj 7 KA WW DN 7 h på Brøv til Bergmål Diskobussur Vit eru triggjar gentur, sum vanliga ganga i dans. Trupulleikin hjá okkum, sum so nógvum eðrum, er at sleppa til og frá dansi á ein tryggan hátt. Ofta eru vit í aðrari bygd og dansa, og um eingin edrúuligur sjafførur er, eru vit noydd- ar at ringja heim, fyri at fáa foreldur okkara eftir okkum. Hetta ber sjálvsagt ikki altíð til hjá øllum. Tí freddi tað okkum, tá vit í síðsta Berg- máli sóu, at Hallstein Siguðsson hevði lagt uppskot fram um at fáa sonevndar Disko- bussar at flyta fólk til og frá dansi. Tá vit i fjør settu rekord í ferðsludeyða, er tað uppá tíðina at politikararnir gera okkurt við hetta, tí tað nyttar einki at revsa fólk; tey koyra skít kortini. Vónandi kemur hetta igjøgnum, so bussar- nir fara at koyra sum skjótast! Vit bíða í spenningi. Turið, Malan og Kristianna Liívið Føddur heima i try år Í barnagarð frå eg var 3-7 Síðan í skúla Í fólkaskúla í 10 ár Studentaskúla í 3 ár Uti og arbeiði Fari undir langa útbúgving. Komi heim Giftist Fái børn ... MEN. Eg fái tey ikki passaði. Hvat geri eg nú? Byrådid vil ikki gjalda fleiri ansingarstovnar. Best man vera at fara ut å Glyvursnes, í flogfarid Aftur til Danmarkar. Ein, id heldur ikki fekk grundstykki Síða 13 jálparfólk til N.M. fyri brekað Til N.M. fyri brekað, ið verður 15.-21. apríl í Havn, heita vit á fólk, ið hava áhuga at hjálpa til við kappingini, um at venda sær til okkara. Skipað verður fyri skeiði vikuskiftið 21. og 22. februar, har tey tilmeldaðu vilja fáa leiðbeining. Áhugað verða biðin um at siga frá á tlf. 12606 ella 55800 millum kl. 17.00 og 19.00 í seinasta lagi 18. februar 1987. SVIMJISAMBAND FØROYA TAKK Hjartaliga takka vit øllum, sum vistu sam- kenslu, tå kæri sonur og bróðir okkara Hans Andreasen Vágur doyði og fór til gravar. Takk til lækna og sjúkrasystrar á Tvøroyrar sjúkrahúsi, sum vóru um hann ta seinastu tíðina. Takk fyri blómur, kransar og gávur. Takk til Eivind Vilhelm, Bjarna Bech og Leif Nielsen fyri troystarrik orð, og takk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvildar- stað. Fam. vegna Alma, Martin og Poul 3800 Tórshavn = ØS | | | Í | Í Fe] | | | > | | ! 5 | | | EO | | E | rt 1 sE | | 5 | | uw el „Í i I >] Ej ("1 u 3 | | | 21! æj