Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 1987síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vid tí vaksandi leiklutinum, ið frítíð- in hevur fingið í okkara samfelag, er áhugin fyri frítíðini hjá ungdóminum eisini vaksin. Privatir hava givið ungdóminum fleiri og fleiri tilboð á næstan ollum økjum og hava á hend- an hátt eisini fingið vald at stýra torvinum hjá ungdóminum. Taparin í hesum hevur verið ungdómsarbeið- ið, har ungdómurin sjálvur ókeypis skipar fyri og stendur við ábyrgdini. Soleiðis fær ein snarað frítíðaráhug- anum burtur frá teimum tiltøkum, har ungdómurin tjakast, luttekur og fær meiningar, til frítíðartilboð, har ein bert kann sita og taka ímóti, og sum als ikki hava til endamáls at kunna tey ungu um samfelagið, og fáa tey sjålvi at taka stødu. Fritidar- tilboðini eru blivin til verur, ið ein kann keypa og selja. Á henda hátt fær ídnaðurin meguleika fyri at stýra, hverji tilboð ungdómurin skal fáa, og hvat innihald skal liggja í hes- um. Úrslitið gerst, at vit fáa ta hugs- an, at í frítíðini skulu vit undirhald- ast, íkki tjakast, kritisera ella sjálvi skapa nakað. Í mun til hesi tilboð hava tilboðini hjá tí almenna verið ógvuliga fá. Tey, ið eru komin, hava eisini verið tey so- neundu „ikki farligu«, tey eru polit- isk og hugsjónarliga uttanveltað. Peningurin hjá skattgjaldarunum skal ikki brúkast til tílíkt, sjálut um hesi tiltøk, ið fáa tey ungu við, eru ein treyt fyri, at samfelagið framveg- is skal mennast. SU hevur ta hugsan, at kjarnin í frítíðarpolitikkinum mótvegis ung- dóminum, eigur at byggja á, at ung- dómurin aktivt og sjålvbodin er við. Og skulu tilboðini fevna um eitt so fjelbroytt tilfar sum gjørligt. Tann hugsjónarliga kreppan, samfelagið er komið í, verður bert vunnin á um ungmannafeløgini koma í hásæti aft- ur og fáa góðan figgjarligan stuðul. Eyðólv maður í SU helt. Ungdómskriminalitetur er eitt sjúkueyðkenni fyri okkara samfelag. Tað eru ikki tey ungu, ið hava skuldina av at harðskap- ur, innbrot og tílíkt er blivin ein fastur táttur hjá okkum. Vánaligar sosialar um- stødur, ringur uppvøkstur og eitt ótíðarhóskandi frí- tíðarumhvervi hava eina stóra ábyrgd. Utbúgving- armynstrið, harðskapur í lættisoppatilfari sum videofilmum, blødum 0.ø. eru eisini ein tydandi tått- ur. Videomentanin tykist i dag at vera høvudsavbj6d- ingin, ið ungdómurin hev- ur, og må åsannast, at hetta er ógvuliga óheppið. Fyrimyndin her er aloft- ast ein maður, ið er harð- ur, sterkur og uttan kensl- ur. At tey ungu klára at liva upp til hetta, fáa tey best vísa við harðskapi móti eðrum. Kann ein vera ein »ein- ari«, ið ger seg inn á onnur og sleppir snikkaleysur burtur úr tí aftur, er ein at rokna sum ein hetja í hes- um samfelag. Hetta er tann ideeli ungdómurin sæð út frá einum borgar- ligum sjónarmiði. Eingin her inni man ivast, hvenn hesi fara at velja. Øll hava vit egoismuna í hásæti, tá vit verða fødd og er javnaðuar og breðra- lag kenslur, ið vit skulu útvikla, og sum vit bert útvikla í einum góðum, tryggum umhvervi. Tryggleikin hjá teim ungu, og kanska serliga bernunum, er ikki nógvur. Tey eru einsamell mesta partin av degnum, meðan foreldrini eru til arbeiðis. Í dag finnast alt ov fá tilboð til tey, og myndin av ung- um, ið hanga á einum getuhorni ella í eini »grill- bar« rennur fram fyri ein. Hetta ger seg kanska mest galdandi á teimum størru plássunum. Orsøkirnar stava ikki frá ungdóminum Eg vil gera vart við, at or- sekin til ungdómstrupul- leikarnar ikki stavar frá ungdóminum sjálvum, men av manglum og feil- um í okkara samfelag. Hetta viðkemur íkki bert teimum, ið hava trup- ulleikar, men hetta hong- ur saman við framtíðini í okkara samfelag. Her mugu meiningsbroytingar fara fram, um vit íkki skulu geva samfelagnum alt ov stór og varandi mein. Ein góður ungdóms- Nr. 18 12. februar 1987 MÁLGAGN HJÁ SOSIALISTISKUM UNGMANNAFELAGI Ungdómurin er framtíðin Tann 31. januar skipaði Foroya Javnaðar- flokkur fyri eini stevnu í Havn. Vit prenta her brot úr røduni, ið Eyðólv Dimon for- politikkur er nær knýttur at eini langtíðarætlan fyri einum betri samfelag. Tí eigur ungdómspolitikkur- in eisini at eiga eina plas- ering nógv ovarligari á listanum hjá okkara polit- ikarum. Gerið skúlan til ein heildagsskúla Eitt, ið hevði loyst nógvar trupulleikar var, um skúl- arnir blivu brúktir meir aftan á á skúlatíð. Skúla- tíðin kundi blivið longd til eisini at umfata frítíðar- heim og at næmingarnir vóru í skúla frá 8-17. Hetta hevði havt onkrar broytingar við sær, við- víkjandi innrættan og starvsetan í fólkaskúlan- um. Næmingarnir hevdu gjert lektiurnar í skúlan- ið har kundi verið boðin. Eisini um við ti stuðli, kundi staðið næmingun- um í boði at lært eitt hvert handaligt: smíðstova, til- evningsstova og aðrar ser- stovur eru til taks. Um kveldið kundu so partar av skúlanum verið nýttir til ungdómshús, skóta- hús, hús til hornorkestur 0.8. Ungdémurin er ein iløga Besta samfelagsiløgan er iløgan i ungdómin Hvussu umráðandi tað er, síggja vit best við at hyggja at londunum uttan um okkum. Tak t.d. Dan mark, har verður tosað um ungdómin frá 80'unum sum »den tabte generation« og teimum kunnu danir ikki hjálpa á rættkjøl. Men nú mugu vit fara at hugsa um ung- dómin í 90'unum, so tey ikki koma í somu steðu Hetta má ikki henda í Fer- oyum. Vit mugu minnast til, at peningur sum fer til ungdómin, er ein ílega, ið kemur at lena seg fleiri ferðir. Í 1983 kom ein nýggj frítíðarlóg. Henda var gjerd, sum so mangar aðr- ar út frá tí donsku. Fólka- flokkurin var ímóti, at vit fingu hesa lóg, tí fingu teir í hana, at ein reglugerð skuldi gerast, og tí virkar eingin frítíðarlóg fyri ung- mannafeløg. Men nú frættist, at reglugerðin kemur í nærmastu fram- tíð. Vit bíða í spenningi.