Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Manningin á Rituni, frá vinstru: Sommer Winther og Hans Mortensen av Argjum, Tummas Frank Joensen úr Svín- Nr. 18 — 12. februar 1987 tíðindablaðið Nr. 18 — 12. februar 1987 oy og Kristoffur Joensen úr Klaksvík Strandfaraskipið Ritan rekir í letuni bara sigling- ina millum Sandoynna og Havnina. Siglir nú ikki út til Nólsoyar og í Hest og Koltur. Men arbeiðsvikan er kortini long hjá teimum fýra monnunum umborð. Månadag, týsdag, miku- dag, hósdag arbeiða teir frá klokkan seks á morgni til átta á kveldi, fríggja- dag frá seks á morgni til 10 á kveldi, og sunnudag frá klokkan níggju á morgni til tíggju á kveldi. Við sunnudegnum, ið er eyka, gevur tað eina ar- beiðsviku upp á 99 tímar Men aftur fyri hava teir frí aðru hverja viku, og tí eru tvær manningar, ið skiftast aðru hverja viku. Tað halda teir vera eina góða skipan. Ritan liggur um náttina á Skopun, har menninir á Rituni so gista hverja nátt ta vikuna, teir eru um- borð. Sosialurin fór ein dag í seinastu viku við Rituni til Skopunar. Við Sommer Winther sum skipara, Kristoffur Joensen sum stýrimanni, Hans Mort- ensen sum maskinmeist- ara og Tummas Frank Jo- ensen sum kokki og dekk- Eingin teirra býr í Sand- oynni, men teir hava einki ímóti at skula gista har aðru hverja viku. Ein vika er ikki so leingi at vera heimaífrá. Serliga ikki thjá teimum, ið vanir eru við at sigla úti. Strand ferðslan leigar eini hús til teirra í Skopun at gista í, og har er gott at vera, halda teir. Arbeiða alla tíðina Sommer Winther og Hans Mortensen búgva á Argj- um. Men sjálvt um Ritan er á Havnini fleiri ferðir dagliga, ber ikki til hjá teimum at stekka heim í- millum. Tað eru stundir ikki til. Teir arbeiða alla tíðina. Einasta fríleta er fyrrapartin, beint áðrenn farið verður at lossa. Tá skunda teir sær at eta døg- urða umborð, um hálvgum ellivu tíðina Tá tað ber til, royna teir at leggja máltíðirnar, tá skipið liggur við bryggju, tí óslætt er ofta tvørtur um Skopunarfjørå Men tað er ikki skipin- um, ið bagir nakað. Betri skip enn Ritan fæst ikki til sandoyarsiglingina Ritan er gott sjóskip i all- ar måtar, halda teir Heysar bilar Ritan er einki stórt skip. Sommer Winther leingist tó avgjert ikki eftir at sleppa umborð á sterri skip. Ritan er avbera væl egnað til hesa siglingina. Tað einasta, ið bagir Rituni, er, at tíðin er farin eitt sindur frá henni, sigur Sommer. Hann hugsar tá um, at Ritan ikki er nekur bilferja. Ritan tekur bilar við, men skulu teir heys- ast. Nógv evka arbeiði revur hetta ikki, heldur Trongligt er niðri í mess- uni. Oðrvísi kann tað ikki vera, tí skipið er lítið av Rituni Troyttandi arbeiði men teimum dámar skipið Arbeiðslagið er gott umborð á Rituni. Manningin telur bara fýra, og tí ber ikki til at tosa um hog og lág. Teir hava langa arbeiðsviku, og troyttast av ganginum, men gott er at hava frí aðru hvorja viku. Og betri skip enn Ritan finst ikki til sandoyarsiglingina Nú meðan Tróndur hev- ur verið til umbyggingar, hevur Ritan fert allan farmaflutning, ið skal til Sandoyar sýslu. Tað mesta fer við túrinum 12.10 av Havnini. Mat- verur, keliskáp, prutl, aðr- ar handilsverur, byggitil- far o.a. Um morgunin er tað mest mjólk, ið verður ferd úr Sandoynni. Postur er eisini um morgunin. Hinar túrarnar er tað bara onkur pakki. Nógv ferðafólk Menninir á Rituni halda ikki, at arbeiðið er so strævið. Men tað kann vera troyttandi. Bæði tí farleidin er so ring, og tí gangurin er so nógvur. Hevuðpínu kenna teir allir til, og tað meðir. Krops- liga er tað ikki so strævið annars. Tað sigla nógv fólk við Rituni. Ikki minst um vikuskiftið. Nogv sand- oyggjafólk arbeiða ella ganga í skúla í Havn, og ein stórur partur av teim- um ferðast um fjørdin um vikuskiftið. Fríggjakveld suður, og norður aftur sunnukveld ella mána- morgun. Um veturin kann Ritan fera 100 fólk. Upp ímóti 100 er ikki óvanligt at hava við, siga teir á Rituni. Um summarið kann skipið fera 140 fólk. Umframt teir festu túrarnar sum arbeiðstíð, hevur manningin tilkalli- vakt um náttina til sjúkra- flutning. tað er ikki ofta, at boð er eftir teimum til sjúkraflutning, men tað hendir. Sommer heldur ikki, at fólk í Sandoynni vilja av við Rituna. Fáar avlýs- ingar eru. Ritan er bara ov líti. Tá Tróndur aftur kemur í sigling, skal hann rekja siglingina í Sand- oynna. Og Ritan fer í aðra sigling. — Eg verði ikki bilsin, um boð onkuntíð verða eftir Rituni til sandoyar- siglingina, tá illveður eru, 4 Þó "fi Skiparin Sommer Winther á brúnni. Umborð á Rituni hevur hann hitt nógu fólk — og mong sogan er sogd. Sommer hevur siglt við Strandferðsluni í 15 ár Stýrimaðurin Kirstoffur Joensen het sigur Sommer Hann heldur, at ferða- ætlanin er í so trong. Onk- untíð er Ritan ov sein, men tað er tí ferðaætlanin er løgd eftir Tróndi, ið sigl- ir 13 mil. Ritan siglir ikki meira enn 10. Steðgurin er ikki langur í Skopun til at lossa skipið Eingin mannamunur Umframt at sigla skipið, lossa og gera annað fyri- fallandi, skulu menninir krevja ferðaseðlar og hjálpa ferðafólkunum, sum frægast, um sjóverk- ur er. Og tað hendir meira enn so, at fólk fáa sjóverk, og tað skulu teir á Rituni taka upp. At vaksa skipið er tó arbeiðið hjá nekrum skopunarkonum, ið skift ast aðru hverja viku un tað ardeidid Fleiri av teimum, sun sigla við Rituni, hava verið har í fleiri Sommer, Hans og serliga Theodor Dahl, ið ikki + við henda dagin Allir fýra eru teir samdir um, at Ritan ikki er so ga ið arbeiðspláss. Einki n ljóð hevur nakrantid verið teirra millum. Og í arbeið inum er eingin munur skipara og kokki randi