Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. februar 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26. 3800 Argir Postsmoga 76. 3800 Tórshavn Abyrgdarblaðstjóri Utgevari: P/f Sosialurin Jan Miiller Krisjan Dani Høgni Diurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Uppseting: P/t Sosialurin Prent: P/t Pressan 1981 Fyritaksstjóri Blaðfótk Savnið undirskriftir móti Dounreay!!! UM tríggjar mánaðir fer bretska stjórnin at taka eina avgerð, sum kann fáa álvarsligar fylgjur fyri Føroyar og alt umhvervið í Norð- uratlantshavi. Spurningurin snýr seg um stødutakan til ætlanina at byggja heimsins mest fram- komna virki til at endurvinna kjarnorkubrenni úr geislavirknum burturkasti frá verandi kjarnorku- verkum kring allan heim. DOUNREAY er eitt pláss á vest- urstrond Skotlands. Har er eitt kjarnorkuverk í dag, men við nýggja endurvinningarverkinum verður hetta plássið miðdepil fyri endurvinning av burturkasti frá kjarnorkuverkum. Hetta hevur fingið fólk á oyggjunum við Skot- land eitt nú orknoyingar og har- aftrat Noreg. Feroyar, Ísland og Grenland at mótmæla. Hesi lond- ini bera nevniliga ótta fyri dálk- ingini frá einum tílíkum endur- vinningarvirki. ÓTTIN er ikki ógrundaður. Vit kunnu bert venda eyguni móti nú- verandi endurvinningarverkinum í Windscale í Bretlandi, har nógv talar fyri, at alt umhvørvid nær- hendis er ávirkað av geislavirkna tilfarinum, sum arbeitt verður við á virkinum har. Fólk, serliga børn, í stórum tali fáa krabbamein- sjúkur og umhvørvid rundan um er farið at merkjast av hesum vandamiklu evnunum. TAÐ er ikki so legið, at vit føroy- ingar saman við ødrum her um leiðir gera alt vit kunnu fyri at for- koma ætlanunum at byggja endurvinningarvirkið í Dounreay. Vit liggja nevniliga so tætt upp at hesum plássi, tá hugsað verður um tað, sum kemur við rákinum, at sjálvt tilverugrundarlag okk- ara, fiskastovnarnir og um- hvervið, teir skulu liva í, er hótt. oddagrein VIT eiga eisini at seta okkum sjåvum og ødrum við tann náttúrliga spurningin: Hví verður slíkt virki sum hetta bygt so fjart frá tættfólkaðum plássum í Bret- landi og lagt út til sjågvin ! ! ! Er tað ikki júst ti, at menn heldur vilja vera fyrivarnir — um tað nú skuldi hent eitt óhapp. NÚ um dagarnar hoyra vit so, at norðmenn hava savnað fleiri hundrað undirskriftir móti Doun- reayætlanini og fara vit her at heita á føroyingar um sum skjót- ast at skipa fyri innsavnan av undirskriftum, soleiðis at okkara partur ikki liggur eftir. Eitt er tað at landsstyri og feløg mótmæla. Hetta er ikki nóg mikið. Alt fólkið sum í hesum landi býr eigur at fáa meguleikan at senda sína undir- skrift sum mótmæli til Margaret Thatcher í Downing Strett nr. 10. NU megu tað helst vera mong, sum yppa øksi og hugsa, at tað nyttar einki at mótmæla ella savna undirskriftir. Hetta hevur jú kortini onga ávirkan, tí hví skulu bretar leggja nakað í, hvat vit før- oyingar halda. Til hetta er at siga, at tað er ikki bert okkara rættur at mótmæla, tá vit verða hótt. Tað er okkara skylda ímóti okk- ara eftirkomarum at mótmæla slíkari hóttan. jamú Sjónvarpið og endurnýtsla Sjónvarp Feroya er nýggj- ur fjølmidil, og hevur onkuntíð verið knáur tíð- indaberi. Vit mugu halda, at teir trúgva uppá endurnýtslu, tí so vítt eg dugi at skilja. er meginparturin teir senda, fyrr sent í eðrum londum Nú bleiv tíverri soleiðis, at mær ikki bar til at koma í Norðurlandahúsið seinasta vikuskifti at lurta, tá stevna á altjóða steði um endurnýtslu var hildin har av Feroya Nátt- úr- og Umhvervisverndar- felag Men eg var vísur í, at tað ikki bilaði so illa, tí týs kveldið átti sjónvarpið helst at fara at senda munagóð kut og niður steður frá stevnuni. Men sjónvarpið segði ikki eitt einasta orð. einki orð, um hesa stórhending sum vit lukkutíð kunnu lesa um í Dimmu og Fjurt anda, men kanska serliga Sosialinum Men vit sluppu eins og í seinastu viku at síggja ein fittan positivan og eftir programleiðarans meining helst »superobjekt ivan« — stubba um at IRF 19 — 14. februar 1987 nú fyri tridju ferð gravar út fyri eini SORGAR- SØGU. Tiggju ár. trý til- tak, 20 milj. eftir reyv og onki úrslit. Segði nakar »kommunalt sjálvstýri?- Skil tað hver. ið vil Nær rakna vit ? ? Stórur skattgjaldari í IRF-økinum P.S. Stendur IRF fyri „Ikki ReinFøri?? IRF og Jóannes Sum ellum kunnugt hevur IRF barst sum úlvur á skóg í meir enn 10 ár fyri at fáa eina brennisteð upp at standa. Hetta hevur eisini verið tætt við at eydnast teim- um, men so er alt arbeiði teirra saboterað av onkr- um náttúruelskara. Nú tykist tó at vera komið væl uppundir land hjá teimum, men aftur hesafer | eru onkrar ódemokratiskar kreftir, sum vilja gera alt fyri at seta fót fyri teir. Ein tann ídnasti at oyði- leggja alt projektið nú er Jóannes Eliassen. Hann skrivar í blødun- um, og ferir síni sjónarmið fram í sjónvarpi í heilum. Hvat alt hansara stríð fer at fera við sær veit eg ikki, men bert er at vóna at hetta ikki fer at fáa av- leiðingar fyri IRF, nú teir eru komnir so væl áleiðis. Ein má spyrja Jóannes Eliassen, hvar hann fær øll hasi tel frá? Ja, her hava bæði verk- freðingar, sakferarar, rík- isgrannskoðarar og nógvir aðrir góðir menn gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa eina mynd av hvussu ein tílík brennistød skal rek- ast og meguliga bera seg, og so kemur ein maður og skal seta alt uppá pláss. Hetta er stutt sagt lát- urligt. Hvat hesin maður vænt- ar at fáa burturúr slíkari skriving veit eg ikki, men eitt er vist, og tað er at landspolitikarar = okkara fara neyvan at lata seg á- virka av tínu fjákuti skriv- ing. Óla Jákup Joensen Klaksvík Vána umsitarar „Hvis Gud er til, passer han ikke sit arbejde«. Hetta var høvudsbodskap- urin i ti kuti úr Ekstra Blaðnum, sum Sosialurin endurgav seinasta týsdag. Eg kann ikki lata vera við at festa á blað, tað eg hugsaði, meðan eg las hetta brot. Tað er eyðsæð, at Sven Erling Mucha íkki lesur Guds Orð, so ilt er at siga úrfrá hverjum kriterium hann setur Guds arbeiðs- eki, men eftir ellum at dema heldur hann seg vera harra og Gud vera er- indadrong. Um nú Sven Erling Mucha í staðin hevði lisið Bíbliuna fyri at vita, hvat skapari hansara hevði at siga honum, so hevði hann sæð, at menniskjað er sett til at umsita jørdina, og at menniskjað hevur fingið hesi boð: at elska Gud av ellum hjarta sínum, og at elska næsta sín sum seg sjálvan. Og um nú Sven Erling Mucha og øll vit onnur við honum hevdu livað samsvarandi hesum boði, sum m.a. inniber, at hver einstakur, hvenn mánaða, av næstakær- leika, hevði givið alt, sum hann veruliga ikki hevði fyri neyðini, og soleiðis havt rætta umsiting av teimum av Gudi givnu ressourcum, — so hevði fólkið í Afrika íkki liðið hungur og hall. Eg meti, at tað er onkur annar enn Gud, sum ikki rekir arbeiði sítt og skyld- ur sínar — nevniliga menniskjað. E. Hansen Spurningur til tingmenn Landsstýrismenn javnað- arfloksins eru tit samdir við tjóðveldisflokkin um at nokta vágatingmonn- unum Svend Aage og Ivan at fara til Noregs at hyggja eftir einum berg- holi. Um tað er so, so hevur javnaðarflokkurin = slept ellum sum eitur demokrati og tað stríðir ímóti stevnuskrá javnaðarfloks- ins. Svar ynskist. Javnaðarmaður — EET =