Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 1987síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið | sosjalurin| Síða 3 Nr. 20 = 17. februar 1987 Faroe Trader: Hvor túrur givið hall Fyrsta audragið fellur í maí. Tá skal reiðaríi ð leggja 7,7 miljónir á borðið. Eingin króna er í kassanum Skipari er Guttormur Christiansen. Leygardagin kom farma- skipið hjá Faroe Trader á Havnina við salti úr Íbiza til Saltseluna. Faroe Trad- er er eitt av teimum reið- aríunum, sum hevur vent sær til landsstýrið um kreppuhjálp. Skipið er 2'2 ára gamalt farmaskip kombinerað til stykkjagóðs og konteyn- araflyting og við skipin- um sigla 10 mans. Hetta er fyrstu ferð, at skipið er í Feroyum, og meguliga eisini fyri sein- stu ferð, tí illa stendur til fíggjarliga. Farmaprísurin er so lág- ur í letuni, at skipið hverki kann svara rentur og enn minni avdrátt. Haraftrat hava fleiri av manningini ikki fingið hýru í eina ávísa tíð. Men hóast tað er reiðar- in, Eigil Fagraberg, ikki so dapurskygdur — væl at merkja, um bjargingarætl- anin, sum teir hava skotið upp fyri landsstýrinum, verður samtykt. Hvussu henda bjargingarætlan sær út, vildi reiðarin tó ikki siga, men millum ann- að snýr henda ætlanin seg um, at gamli partapening- urin verður strikaður og nýggjur teknaður. Har- aftrat vónar reiðaríið, at skipasmiðjan vil avskriva tær stívliga 7 teir eiga í skipinum miljónirnar Farmaprísurin lágur Skipið skal gjalda sín fyrsta avdrátt 1 maí í ár. Tá skulu gjaldast 7,7 milj- ónir krónur, men eingin króna er í kassanum, so berast skal skjótt at, um skipið skal bjargast, skilst. Tá reiðaríið gjørdi av at lata skipið byggja, varð mett, at tað skuldi hava ein farmagjaldsprís uppá umleið 34.000 kr. um dag- in fyri at klára renturnar. Tá mettu teir samstundis, at tað var einki í vegin fyri at fáa einar 42.000 krónur um dagin. So væl gekst tó ikki. Farmaprísurin var hverki 42.000 ella tær 34.000 krónurnar, sum skipið skuldi hava fyri at gjalda rentur, men bert 29.500 kr. 1986 gjerdist enn verri ár hvat farmaprísum við- víkti, og nú verður mett, at farmaprísurin í ár verð- ur eini 10% minni enn í 1985 — tað vil siga umleið 26.000 krónur. Skipið hev- ur við eðrum orðum siglt við undirskoti frá fyrsta túri av. Glottin framman stavn sigur, at prísurin í 1988 verður eini 25% hægri ern 1985-prísurin, men um ein álvarslig um- fígging ikki verður, munar henda príshækkingin ikki nógv. Tí skal skipið í dag klára bæði rentur og av- drátt, má farmaprísurin verða umleið 51.000 krón- ur um dagin, og lítið útlit er fyri einum tílíkum prísi í bræði. Hvussu bjargingarætl- anin sær út, vita vit sum sagt ikki, og líka lítið, um hon vinnur frama í lands- styrmum, men skal hon muna nakað, má skipið ivaleyst niðurskrivast í helvt. Skipið stendur í dag í umleið 100 miljónum, og skal tað hava nakran meguleika at gjalda rent- ur og avdrátt, má prísurin helst niður um tær 50 milj- ónirnar. Í helvt ella triðing — Tað er eingin loyna, at tað sær ógvuliga myrkt út, tí skipið er mett at skula niður millum helvt og triðing av kostnaðinum fyri at kunna svara sínar skyldur, og um hetta kann gerast, er torfert at siga nakað um nú, sigur Atli Dam, legmaður. Eisini er tað ivasamt at hetta kann gerast, sam- stundis sum landsstýrið heldur fast við síni krev um at einhver loysn skal vera fíggjarliga forsvarlig, skal innibera at nýggju — ella teir gomlu — eigarar- nir skulu koma við mun- andi eginpeningi í eitt nýtt felag, samstundis sum bankasambandið hjá viðkomandi felag má med- virka, so at tað meira verður vinnulívið sjálvt heldur enn landsstýrið, sum leggur leguna fyri, hvar tann handilsliga best forsvarliga loysnin liggur, sigur legmaður. Hann leggur aftrat, at serliga skipanevndin sum lands- stýrið setti herfyri, hevur savnað nakað av tilfari viðvíkjandi Faroe Trader, men hevur ikki viðgjert málið enn. tór.- Reiðarin, Eigil Fagraberg, á brúnni. essere SNIKKARIN Tradagøta 43, Postsmoga 2108, 165 Argir POSTORDRAR AVGREIÐAST Á TLF 17850 BUSSLEID 3 KOYRIR TIL DYRNAR GJÅARPLAST Tlf. nr. okkara eru 23 177 og 23 158. Leygarmorgunin kom farmaskipid hjå Faroe Trader å Havnina fyri fyrstu — og kanska seinastu ferð TYGARA YNSKI — OKKARA UPPGÁVA