týsdagur 17. februar 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26. 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Ábyrgdarblaðstjóri:
Útgevari:
Fyritaksstjóri:
Krisjan Dahi
Blaðfótk: i
Ljósmyndari
Uppseting:
Prent:
Kalmar Lindenskov
P'4 Sosialurin
P'4 Pressan 1981
Ein brennistød
og skiljing av
burturkastinum
ENDURNYTSLUSTEVNAN, sum Før-
oya Náttúru- og umhvervisverndarfel-
ag skipaði fyri í Norðurlandahúsinum
herfyri, kveikti nýtt lí aftur í tjakið um
ruskspurningin. Og ikki bert tað —
stevnan kom sum so eisini við nekr-
um nýggjum inn í orðaskiftið, nevni-
liga spurningin um at skilja burtur-
kastið, soleiðis at nakað kann verða
brúkt aftur og soleiðis at alt tað
vandamikla ruskið ikki fer í brenni-
ovnarnar og harvið dálkar umhvervið.
FNU eigur so avgjørt tøkk uppiborna
fyri umreddu stevnu — bert spell, at
ikki allir partar í ruskmålinum, her
verður serliga hugsað um IRF, ikki lut-
tóku. Tað var eisini hugstoytt — men
kom tó ikki óvart á ein — at so fáir av
okkara politikarum vóru at siggja á
stevnuni. Átti tað ikki verið skyldan
hjá politikarum at luttikid á slíkari
stevnu!
VIT fingu mangt nytt at vita å stevn-
uni, sum síðani er endurgivið í pørtum
av fjelmiðlunum. Útvarpið hevði
áhugaverda og drúgva viðgerð av
teimum spurningum, sum vórðu um-
røddir á stevnuni, meðan sjónvarpið
tagdi. Tað var eftir okkara meting ein
heilt skeiv avgerð at taka ikki at tríva í
nakað av tí, sum kom fram á stevnuni.
TANN, sum hevur fylgt við í tjakinum
um ruskspurningin øll hesi mongu
seinastu årini, veit, at hetta hevur ver-
ið eitt »brennandi«og fløkt mál. Tað
var tann tíð, tå tyrvng varð sett upp
sum náttúrliga og besta alternativiå til
brennisteðir. Men síðani Havnar
kommuna fór undir at byggja brenni-
steðina á Sandvíkahjalla hevur alt-
ernativið í rusktjakinum ikki verið
tyrving, men harafturímóti skiljing og
endurnytsla av burturkastinum.
IRF — Interkommunali renovatiónsfel-
agsskapurin — var tann, sum uppruna-
liga setti sær fyri, at vit føroyingar
bygdu eina brennistød fyri alt landið.
Men orsakað av dálkingarvandanum
varð IRF forðað í at byggja brenni-
steðina, í fyrsta lagi við Toftavatn og í
ødrum lagi i Sundalagnum. Síðani er
tað so hent, at Havnar kommuna er
farin undir at byggja sína egnu brenni-
stød. Um somu tíð hevur IRF so
stríðst fyri at fáa loyvi at byggja sína
brennistød og úrslitið varð so, at Lor-
vík varð valt út og góðtikið av mynd-
ugleikunum.
NÚ IRF fer at seta spakan í jørdina í
Lorvík, kemur so alt hetta tjakið um
skiljing og endurnýtslu. Danskir ser-
froðingar siga, at foroyingar eru óðir í
høvdinum, um vit byggja tvær brenni
steðir — ílegurnar í tvær stoðir eru alt
ov hegar. tá hugsað verður um, at her
í landinum búgva einans 45.000 íbúgv
ar. Fyri so ikki at tala um raksturin
Donsku serfrødingarnir mæla heidur
til, at vit halda okkum til ta einu
brennistødina hana å Sandvika
hjalla — og so aftrat henni fara undir
miðvísa skiljin og endurnýtslu av
ruskinum. Hetta skuldi so borið í sær
at IRF má sleppa síni ætlan og ístaðin
oddagrein
taka upp samstarv við Tórshavnar
kommunu, soleiðis at hesi í felag
loysa tann landsumfatandi ruskspurn-
ingin
NÚ er so spurningurin, hvat IRF vil!
Eru teir treiskir og snævurskygdir, so
byggja teir brennistoð nr. 2. Eru teir
skynsamir og laga seg eftir broyttum
umsteðum, so endurskoða teir allan
ruskspurningin og seta sær og sínum
spurningin: hvat tænir borgarunum í
IRF-kommunum best og hvat tænir
landinum øllum best í framtíðini!!!
OKKARA metan er tann, at vit eiga at
viðganga gjørd mistøk og í felag at
finna ta frægastu loysnina. Tá vit í dag
líta aftur um bak, so megu vit við-
ganga, at tað einasta rætta, um talan
var um at brenna — hevði verið at
bygt eina landsbrennistød sunnan fyri
Glyvursnes. Hetta skeyt javnaðar-
flokkurin upp á sinni, men varð henda
loysnin kolldømd av einum av smærru
flokkunum í samgonguni, tí hann bar
ótta fyri, at ein slík avgerð var at meta
sum uppílegging frá tí almenna í tað
kommunala sjálvstýrið. Tað var stórt
spell, at hesin eini flokkurin skuldi
sleppa at forða fyri eini skilabetri
loysn á ruskspurninginum við hesi
grundgeving. Tí steðan er tann, at
fleiri av teimum uppgávunum, sum
kommunurnar í dag taka sær av, eru
meira landsupgávur. Orkumálið og
ruskmálið eru tvey dømi um, at so er.
SÍÐANI er tað so hent, at landsstýrið
hevur víst eini kæru ímóti umreddu
IRF-brennistød frå sær og hevur tað
sostatt ruddað slóð fyri eini bygging.
MONG mótmæli eru komin móti
bygging av brennisteð í Lorvík. Ikki
minst frá íbúgvunum sjáivum. Har-
næst vísa nú serkønir í ruskspurning-
um á ørskapin við at byggja enn eina
brennisteð. Tað er við hesum í huga,
at vit eiga at taka spurningin um
fólkaatkveðu upp til viðgerðar. Er tað
ikki rætt og rímuligt, at lata borgarar-
nar í Lorvík sleppa at siga sína hugsan
um hesa brennisteðina, og kann ein
slík fólkaatkveða hava við sær, at vit
fáa eina skilabetri loysn á ollum rusk-
spurninginum. tå må vissuliga sigast,
at hon hevði verið gagnlig
MONG eru tølini, sum eru komin fram
um, hvat ein ruskloysn við tveimum
brennistødum fer at kosta íbúgvunum
í landinum. Eru hesi tel bara á leið, so
eiga vit nú beinanvegin í felag at út
greina ruskspurningin og tí bíða við at
seta spakan í til enn eina brennistød
Eftir okkara metingum er tað einki
minni enn kleyvarskapur ella tann
beri illvilji, at spurningurin um skiljing
og endurnýtslu ikki hevur verið meira
frammi í tjakinum fyrr. Hví hevur ikk
IRF tikið hesar spurningar við í sínum
metingum? Høvdu teir tað størr
mun, so hevði hetta kanska ruddað
slóð fyri eini felagsioysn saman við
T rshavnar KOMmmuni sum Kun
ænt ørlum ianasins iDUG
jami
EI 25
Nr. 20 — 17. februar 1987
D
Þ
ÍD IA A
Fólkaflokspolitikkur,
er hann demokratiskur ?
Eg noyðist at seta eitt
spurnartekin, tí mínar
egnu royndir av honum
eru av einum heilt eðrum
slagi.
Eg koyrdi býbuss nekur
ár fyri P f Bil, og so helt
tað uppat. Býráðið bjóð-
aði bussferarunum at yv-
irtaka bussarnar.og tað
var eingin minni enn by-
ráðsformaðurin sjálvur
sum hetta gjerdi. Vit vóru
vist bert tveir. sum fóru í
samráðingar um hesa
loysn og tóku av (ein ann-
ar tók seg aftur). Hin
bussferarin varð innkall-
aður til fund av Poul
Michelsen. aftaná at hann
tók av og trúði, at alt var í
lagi. Hesin, sum var sjálv-
styrismadur, fekk at vita,
at eingin bussur var eftir
til hansara, og um honum
ikki dámdi betur at koyra
fyri onkran av teimum,
sum fingu bussar. Hann
var skuffadur, segði hann
mær, men har var einki at
gera við tað.
Eg bleiv bara ringdur
upp av einum starvs-
manni í býráðnum. sum
segði mær, at nú var eing-
in bussur eftir til mín.
Men tað vóru bussar eftir,
tá ið Poul Michelsen upp á
kvamsvís bjóðaði okkum
buss, og vit tóku av.
Nú eru fýra bussánarar.
Engin av teimum hevði
nakað við bussarnar at
gera frammanundan utt-
an ein, sum hevði koyrt
onkuntíð sum avloysari.
Ein av teimum var ikki
heima, tá ið hesin fundur-
in var í býráðnum um
bussarnar. Hann var
staddur í Danmark, og
hevur hann so fingið
kjansin, tá ið hann kom
heim. og so var bert eftir
at siga teimum báðum,
sum ikki vóru fólkafloks-
menn frá, at eingin var til
teirra.
So vitt sum eg veit, eru
allir busseigarar fólka-
floksmenn. Ég spurdi
Essa Arge um tað. og
ann segði tann ein
våi ikki verið tað. men
ú var n eisin fólka
KS
Ar 3erg (organiserað
ur ksmaður og
Vil
við Poul Michelsen um
Bussleiðina. Ég helt, at
har var so nógv, sum var
heilt burturvið, at tað
kundi ikki sleppa at
standa einsamalt. Ég setti
míni sjónarmið fram, har
eg vísti fleiri pástandum
aftur, sum hann kom við,
og fanst at tí, at fólka-
floksmenn vórðu framum-
trektir
Ikki eitt orð kom aftur
frá Poul Michelsen, men
sama dagin, sum hetta
mítt lesarabræv stóð í
Dimmalætting, segði Arni
Berg mær, at hann var
uppringdur av Poul Mich-
elsen, sum vildi hava meg
uppsagdan:
Uppsøgnin kom ikki
beinanvegin — tað lá
kanska ikki so væl fyri,
áðrenn summarferiurnar
vóru frá hondum. Men so
kom hon, feriuavloysarin
slapp at halda fram, og eg
bleiv koyrdur. Á uppsegn-
ini stendur eingin orsek
ella grund — ikki tí, eg
hevði ikki væntað, at Poul
Michelsen var nevndur
sum grund, heldur okkurt
annað hjáputur.
Tað eru fleiri fólkafloks-
fólk, sum eg havi tosað
við. sum halda hesa
mannagongd vera í fín-
asta lagi, tó ikki øll.
Nú síggi eg í Dagblaðn-
um, at ein skrivar, at í
Vestur Tysklandi hava
myndugleikarnir tikið ta
steðu, at hverki kommun-
istar, fascistar ella nazist-
ar kunnu arbeiða sum
tænastumenn, og hetta
átti at verið so her eisini.
Eitt rættiliga óhugna-
ligt sjónarmið og lítið
demokratiskt. Men tað
tykist ikki óneyðugt at
læra fólkafloksmeirilutan
í býráðnum nakað. Har er
jarnhælurin vísur, um tú
mukkar, so skalt tú úr
starvi, líkamikið um tú
bert koyrir buss ella ar-
beiðir i køkinum á Ellis-
heiminum. Tað rokni eg
við hevði gingið ann í
Týsklandi, men ikki her
Ja, nú eru sjálvt ring
astu figgindar av manna-
ættini, teir úr Kreml, farn-
ir at linka um forfylging
arnar av politiskum and-
stødingum og hava loyvt
Sakarov aftur til Moskva
og eisini at arbeiða aftur
So gongur Dagblaðið hin
vegin og vil hava skerp
ingar her á land
Ne eg eri hverk
KOMmUunIst fascistur
ella sambandsmaður, eri
rafturtmoti ofta samdu
x he ck %
k ingin fólk floksmað
ur koma og tvinga meg at
gerast tólkafloksmaður
fyri at yvirliva í mínum
foðilandi. Tað kalli eg ikki
demokrati.
Poul Michelsen spurdi í
eini blaðgrein Tórfinn
Smith, um hann var demo-
kratur. Ein nokkso avdúk-
andi spurningur.
Óli Breckmann og fylg-
isneytar! Eg veit væl, at
tit hava eina stóra fjøld av
fólki aftan fyri tykkum —
fólk, sum sjálvi vilja eitast
»pen«, men taka undir við
ljótu og herðu skriving
tykkara, sum av og á kann
kallast mannajagstran.
Eg vil halda, at tey fólk.
sum stuðla tykkum, eisini
gera seg sek í manna-
jagstran og eru ikki so
»pen«, sum tey látast.
Skilið er vánaligt í Af-
ghanistan — eingin ivi er
um tað — og nógvar ferðir
verri enn her. Men har
kanst tú ikki gera stórveg-
is, so eg haldi, at tú skuldi
byrjað við at >sópa fyri
egnum durum« og fáa
skrivingina í Dagblaðnum
meira »toleranta« móti
eðrvísi hugsandi.
Til ellum tykkum
»penu«, sum fjeppast uppi
í Óla Breckmann, skulu
míni ráð vera: Takið undir
við mær og roynið at
benda Óla tann rætta veg-
in, so kundi hann gjerst
tykkum hentari. Tí tað er
einki dulsmál, at fram-
segumenn fyri aðrar
flokkar siga, at tan” harða
linjan hjá Óla ger, at teir
einki vilja hava við Fólka-
flokkin at gera, og sostatt
hava tær mongu, mongu
atkveðurnar als onga
ávirkan,og tað er sjálv-
gjert — so væl gagnist.
Harafturímóti hevur
mín flokkur sum tann
minsti megnað at fáa
hvørji einastu atkvødu
åvirkan, og havi eg tad
ålit å okkara monnum, at
úrslit fara at síggjast.
Tórshavn 13.02.87
Christian Holm-Jacobsen
| tá ið grønt lýsir
(8