Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 1987síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 20 — 17. februar 1987. Jørgen Thomsen, tingmadur: 2223 S0Slalurin Sjónvarpið eigur at fáa sámuligar umstødur at virka undir — men tað má eisini ansast eftir at sjónvarpið og útvarp- ið ikki gerast ov dýr fyri vanliga fólkið, skrivar Jorgen Thomsen, tingmaður og figgjarnevndarformadur í grein- ini niðanfyri. Hann vísir á, at javnadarflokkurin fer at taka spurning- in um útvarp og sjónvarp til viðgerðar av nýggjum. Tá ið farið verður undir eitthvert nýtt tiltak, kann mangan vera ilt at vita, hvussu ið farast skal fram. Tað kann tí í mongum føri tykjast sum fyrstu ílegurnar eru ov illa farn- ar. Eitt rættuliga feskt demi er Sjónvarp Feroya. Brúktar eru millióna upp- hæddir til heli, sum longu eru ónýtilig. Nakað av tjaki hevur verið um hesi viðurskifti. Landsstýrismaðurin, ið umsitur hetta málsekið, hevur eisini verið á skerm- inum um sama evnið. Sjónvarp Feroya hevur sýnt fram eitt skitsupro- jekt, sum teir hava latið gjørt, soleiðis sum teir kundu hugsað sær eini sjónvarpshús. Í hesum sambandi eigur at vísast á, at hesin spurn- ingur ikki er avgreiddur politiskt. Annar spurning- ur er eisini: skulu Útvarp- ið og Sjónvarpið leggjast saman? Politikararnir hava ásannað, at tervur er á, at nakað verður gjert, tí pen- ingur er settur á fíggjar- lógina til sjónvarpshús í grunn, men harvið er ikki sagt, at stovnarnir ikki skulu leggjast saman. Ikki er so heilt lætt at fáa greiðu á, hvussu fólk hava hugsað sær henda stovn, tá ið hann varð stovnsettur, til demis kann nevnast, at tá ið Tor- bjørn Poulsen landsstýris- maður legði uppskot fyri tingið um at stovnseta al- ment sjónvarp í Feroyum, segði hann millum annað í viðmerkingunum um rakstur og kostnað, sum eg endurtaki orðarætt: „Við einum árligum sjónvarpsgjaldi uppá 250 kr. (Sum limagjaldid í sjónvarpsfelaginum r Tørshavn) verdur inntøk- an mett til 1,75 milliønir krónur árliga og raksturin harvið bera seg sjålvan.« Fá mundu tey kortini vera, ið hildu hetta hava nakað við veruleikan at gera. — Sjónvarpsgjaldið hevur neyvan nakrantíð verið so lágt. Sjónvarpsgjaldið er nú millum 900-1.000 kr. um árið, tað má haldast at vera nóg so nógv, serstak- liga fyri pensionistar ella fólk við líknandi inntek- um. Tí mælti figgjarnevndin landsstýrinum til, at hesi eftir umsókn kundu fáa lægri gjald. Vónandi hev- ur landsstýrið tikið hetta til eftirtektar. Tá ið alment sjónvarp varð sett á stovn, høvdu bæði javnaðar- og tjóð- veldisflokkurin ta steðu, at vit bert skuldu hava ein stovn, sum skuldi reka bæði sjónvarp og útvarp, hesa stødu hevur javnad- arflokkurin havt til henda dag. Eisini sjálvstýrisflokk- urin hevur sagt hava somu steðu sum áð- urnevndu flokkar. Steða javnaðarfloksins varð tikin útfrá einum áliti sum kom fram í 1972. — 28. august 1970 sam- tykkir løgtingid eitt lógar- uppskot frá landsstýrin- um um at seta fimm- seg at mannanevnd at fyrireika sjónvarp í Feroyum. Tvey ár seinri 30. nov- embur 1972 kemur drúgvt álit frá hesi nevnd. Týðuliga kemur fram í hesum áliti, at eitt neyvt samstarv millum sjón- varps- og útvarpsmann- ingar er besta loysnin, sum í veruleikanum er samanlegging. Fyrst skuldu nekur fólk venjast til sjónvarpsar- beiðið, men sum fráleið skuldu báðar manningar- nar vera um sjónvarpið og útvarpið. Fyri at lýsa hvussu ið fólk hugsaðu tá, vil eg endurgeva eitt lítið brot úr tilmælinum frá fimm- mannanevndini. Har stendur: >Tá ið henda mann- ing hevur fingið góða venjing og hollan kunnleika til arbeiðið, eigur at verða farið undir at innlima út- varpsmanningina í arbeiðið, so at báðar manningarnar kunnu reka ljóð og sjónvarp í felag. Í Svørtki hava teir tær royndir, at tað besta fólkið til programmarbeiði er fólk við journalistisk- ari útbúgving og nevndin mælir til, at manningin, ið verður sett, hevur hesa út- bugving.« Stjórarnir báðir hava nú i skrivi til teir lóggevandi myndugleikarnar = gjert álvarsliga vart við, at tað er skeivt at leggja hesar báðar stovnar saman, men mæla til samstarv á ein hvenn hátt, soleiðis, at sama tilfar ikki verður sent hjá báðum samstund- is. Hesir báðir stjórarnir hava uttan iva góðar fyri- treytir at meta um, hver ið frægasta loysnin man vera. Javnaðarflokkurin fer tí at taka spurningin um út- varp og sjónvarp til við- gerar av nýggjum, her verður serstakliga hugsað um sjónvarpið, og tá kann tað væl hugsast, at javn- aðarflokkurin hevur eina nýggja steðu. Ásannast má, at tað fer nógvur pen- ingur ímillum fingrarnar í leigu av helum til almenn- ar stovnar. Peningur er settur á fíggjarlógina til sjónvarp í grunn, 3 milliónir í fjør og 7 milliónir í ár ætlað til sjónvarpsheli. Annars er at siga, at hesir spurning- arnir eiga at viðgerast í samgonguni og har finn- ast ein politisk semja. Sjónvarpið eigur at fáa sámuligar umsteður at ar- beiða undir, tað er eyð- sæð, men tað má eisini ansast eftir, at sjónvarpið og útvarpið ikki gerast ov dýr fyri vanliga fólkið. Jergen Thomsen