hósdagur 19. februar 1987síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 5
Nr. 21 — 19. februar 1987
Rentu- og provisionsinntøkur
Renta og vinningsbýti virðisprógv
Rentuútreiðslur
Netto rentu- og provisiónsinntekur
Aðrar vanligar inntøkur
Nettoinntøkur áðrenn útreiðslur
Útreiðslur
Úrslit áðrenn avskrivingar, burtur-
leggingar, virðisjavnan og skatt
Avskrívingar og burturleggingar
ll 1
— Annar stjórin í Sjóvinnu-
bankanum var á tvingsils-
uppboðnum í Rotterdam í
síðstu viku.
Men har gjørdist onki,
sigur hann. Milliónirnar í
Vínlandi vóru mistar.
Tað var ongin meguleiki
hjá Sjóvinnubankanum at
bjarga teimum knappliga
11 milliónunum, bankin
hevði í gasstangaskipin-
um Vínlandi.
Tað nyttaði
bjóða móti hálendska
bankanum, sum keypti
bæði Vínland og Mark-
land á tvingsilsuppboðn-
um í Rotterdam 11. febru-
ar.
Regin Olsen, banka-
stjóri, var á uppboðnum.
Men har gjerdist onki,
upplýsti hann á tíðinda-
fundi í Sjóvinnubankan-
um mánadagin. Pengarnir
eru mistir, hóast bankin
hevði annan veðrætt í Vín-
landi. Hetta er stersti ein-
staki missur, Sjóvinnu-
bankin hevur havt. Hann
var eitt sindur sterri enn
missurin, tá Hotel Feroy-
ar fór av knóranum.
Stjórarnir í Sjóvinnu-
bankanum hildu tó ikki,
teir hevdu gjert eitt mis-
tak, tá teir lótu P/f Trans-
mar lán. Tá, í 1983, vóru
útlitini góð og alt bendi á,
Vínland fór at svara
hverjum sítt — eisini Sjó-
vinnubankanum.
onki at
Nú mugu prógv
á borðið
Sjóvinnubankin hevur
ikki fleiri pengar í vanda í
tí kreppurakta farma-
skipaflotanum, varð upp-
lýst. Men bankin stúrir
fyri gongdini í svart-
kjaftavinnuni.
Steingrím Nielsen,
bankastjóri:
— Nú hava vit gjert
royndir við svartkjaftin-
um í tíggju ár, so nú mugu
onkur prógv síggjast, um
hetta ber til ella ikki. Vit
halda ikki, tað er rætt at
gera ílegur í fleiri svart-
kjaftaskip, fyrr enn hesi
prógvini eru legd fram.
Tað má prógvast, at tað
ber til, áðrenn farið verður
út í størri iløgur. Áðrenn
tað er gjørt, er nóg mikið
við teimum trimum skip-
unum, sum eru.
Her sipaði Steingrím
Nielsen til Olaf í Garða-
stovu, Gullfinn og Andre-
as í Hvannasundi. Sjó-
vinnubankin hevur megu-
leika at fylgja við gongd-
ini í hesi vinnu, tí bankin
hevur pengar í Andreasi í
Hvannasundi. Og, sum
tað skiltist, er steðan ikki
alt ov góð í letuni.
Betri láni-
møguleikar
= dyrari hus
Á tíðindafundinum segði
Steingrím Nielsen eisini,
at royndirnar hjá bankan-
um at hjálpa ungum fólki
at fáa tak yvir hevdið ikki
geva ætlaða úrslitið.
— Tað vísir seg, at
hverja ferð, fíggingin
verður lagaligari, fer húsa-
prísurin upp. Eini hús,
sum kostaðu
800.000-1.000.000 kr. í
1985, kostaðu 1,5 millión-
ir í 1986. Og grundstykki
fara fyri 600.000 og
700.000 kr. í Havnini í
dag.
Hetta skilja vit ikki, tí
so stórur er hverki prís-
veksturin ella lenarvekst-
urin og heldur ikki inflati-
ónin.
Men tað er ivasamt, um
tann lagaliga fíggingin
hjá okkum er komin teim-
um ungu til gagns.
Framtíð, hóast
trupulleikar
Alivinnan hevur eisini
verið atvoldin til hevuð-
brýggj hjá oddamonnun-
um í Sjóvinnubankanum í
1986. Men hóast trupul-
leikar, so hevur hendan
vinnan framtíðarmegu-
leikar, halda teir.
Trupult er at sleppa av
við alifiskin, serliga sílini,
og mangur alari er komin
illa fyri.
— Tað er ikki rætt at
senda alt á marknaðin í
senn. Í staðin átti útboðið
at verið spjatt yvir alt ár-
ið, segði Steingrím Niel-
sen, stjóri í Sjóvinnubank-
anum, á tíðindafundi
mánadagin.
hd
Sjóvinnubankin noyddist at lata millum 10 og 11 mill. kr. sigla sín egna sjógv saman
við Vínlandi.
Vit hava fyrr sagt, at felog ofta eru ov peningaveik at gera ílogur í skip. Tey hava
ov lítlan eginpening og ov lítlan rakstrarpening. Ti hava tey lítlar møguleikar at klára
seg í ingum tíðum, segði annar stjórin i Sjóvinnubankanum mánadagin
Spurdur, um Vínland fer at gera bankan varnari í lánveitingum til skipabygging, var
svarið, at Sjóvinnubankin altíð er varin og viðger allar umsóknir gjølla.
Góður dagur hjá
partaeigarunum
Á aðalfundinum í morgin fer nevndin at skjóta upp, at vinn-
ingsbýtið verður 15% av 50 mill. kr.
Tað vil siga 7,5 mill. kr.
skulu býtast millum teir
stívliga 3000 partaeigar-
arnar. Teir fáa tó ikki alt í
hondina, tí vinningsbýtis-
skatturin, 20%, skal burt-
urav fyrst. So eftir eru 6,0
Men øll eru ikki gramm
eftir vinningsbýtinum.
Sambært roknskapinum
eru góðar 650.000 kr. frá
eðrum árum ikki heintað-
ar.
Sjóvinnubankin er nú
arbeiðsplássið hjá 150
fólkum. Tann sterra helvt-
in, 79, arbeiðir í Havn.
Hevuðsskrivstovan
flutti í 1986 í nýggja húsið
á horninum
Húsageta/R.C.Effersees-
geta. Harumframt hevur
bankin 30 deildir um alt
landið. Og tann 31. letur
upp fyrst í næsta mánað.
Hon er á Oyrabakka.
hd
Urslit áðrenn eykainntøkur
Eykainntekur
Úrslit áðrenn virðisjavnan og skatt
Virdisjavnan
Úrslit áðrenn skatt
Skattur
Nettoúrslit
Hetta er í hovuðsheitum rakstrarúrslitini hjá Sjóvinnu-
bankanum í 1986 og 1985.
Bruttoúrslitið í 1986 var 102,5 mill. kr. Hóast bankin
heuði lága útlánsrentu í árinum.
— Vit kunna ikki siga við vissu nú, um rentan verður
verandi so lág. Men vit halda, at rentusteðið kann lækka
nakað enn. Men hetta krevur, at aðrir peningastovnar
lækka innlánsrentuna, segði Steingrím Nielsen, banka-
stjóri, mánadagin. Samstundis harmaðist hann um, at
rentuavtalan millum teir »gomlu« peningastovnarnar,
nú partvíst er farin úr gildi. Hendan avtala var annars
føroyska búskapinum at stórum gagni, segði hann.
Javnvigar
í milliardum
— Stór tel, tá Sjóvinnubankin gjørdi upp
fyri 1986.
Í 1985 fór javnin (balans-
in) hjá Sjóvinnubankan-
um upp um tvær milliard-
ir og longu í 1986 fór hann
upp um tríggjar.
Tann 31. desember 1985
var javnin 2.470 mill. kr.
Eitt ár seinni 3.047 mill.
Veksturin er 23,4%. Í
1985 var hann heili 36,5%.
1986 var árið, tá bankin
hevði munandi sterri inn-
lán enn útlán. Ikki, tí
hann er vorðin meira varin
við lánveitingum. Men, tí
donsku kredittfeløgini
hava latid lagalig lån og
åtflutt biligan kapital til
Føroya.
Munurin á inn- og útláni
var 156 mill. kr. Inn
komu 448 og út fóru 292
mill. kr. Við árslok 1986
vóru innlánini næstan
tvær milliardir, ella 1.913
mill. kr. 30,6% fleiri enn í
ársbyrjan.
Útlánini vóru 1.685
mill. kr. Veksturin 21,0%.
37,4 mill. kr. komu aft-
urat eginpeninginum, so
hann bleiv 271,1 mill.
Bankalógin sigur, at eg-
inpeningurin skal vera
minst 10% av skuldbind-
ingunum. Hjá Sjóvinnu-
bankanum er hann nú
11,9%.
Í 1985 var hann 12,1%.
Fleiri tel
Nettoúrslitið hjá Sjó
vinnubankanum var 44,9
mill. kr. í 1986. Í 1985 var
tað 51,2 mill. kr.
Við at hyggja at rokn-
skapunum fyri bæði árini
sæst, at á kontoini, sum
eitur virðisjavnan, er hall,
1,6 mill. kr., í 1986. Í 1985
var vinningur, 10,1 mill.
kr. Sjóvinnubankin brúk-
ar ein annan hátt at bóka
síni virðisprógv enn nakar
annar peningastovnur í
ríkinum. Tey verða bókað
eftir tí kursi, sum var, tá
tey blivu keypt. Bankin
bókar ikki vinningin, fyrr
enn virðisprógvini eru
seld ella drigin út. Hin-
vegin, tá kursurin fer nið-
ur um keypskursin, verð-
ur hetta bókað beinanveg-
in.
Brukti
bankin sama
békingarmåta sum hinir
peningastovnarnir, var
talið ikki minus 1,6, men
pluss 32 mill. kr. i 1986,
varð upplýst á tíðinda-
fundinum mánadagin.
Sjóvinnubankin rindaði
25,7 mill. kr. í skatti í
1986. Hetta var fyri inn-
tekuna í 1985. Í ár skal
bankin av við 30 mill. fyri
inntekuna í fjer.
Og nøkur tel
afturat
Rentuinntøkurnar hjá Sjó-
vinnubankanum vóru
294,3 mill. kr. og -útreiðsl-
urnar 151,4 mill. kr.
Raksturin kostaði 50
mill. kr. í fjør.
hd