Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76. 3800 Tórshavn Utgevari: Ábyrgdarblaðstjóri: Fyritaksstjóri: Blaðfótlk: Ljósmyndari: Uppseting: Prent: og vekslar TAÐ verður rættuliga áhugavert hjá teimum, sum fara at granska søguna, ta politisku. VIT standa fyri ovurstórum ábyrgdum. Vit skulu stinga djúpt í almenna kassan í hesum døgum fyri at gjalda tað, sum stýrið frammanundan hesum, samtykti at leggja á skattgjaldaran. Í SO máta er tað einki nýtt ella óvanligt, tað óvanliga og tað margháttliga í hesum er, at teir partar, sum hava trúttað niður í fólk, hvussu vælsignað alt verður, bert tað reina og puritanska priv- ata initiativið fekk loyvi til at gera sum tað vildi, ja so kom at standa væl til. Bert landið kausjoneraði. Tað var alt, sum tað privata kravdi. Einki annað. STÓRUR partur av arbeiðsorku landsstýrisins hevur veruliga ver- ið at rudda upp eftir teimum, sum sótu frammanundan, og sum dugdu so sera væl at mála mynd- ina fagurlitta. EINKI ilt um tað, at menn hava lagt alla orku i at fremja nyggj til- tek og royndu at grunda tey, so væl sum tað nú bar til fyri at fáa myndugleikarnar at gloypa. VERÐUR eingin roynd gjørd, ja so hendir einki, eingin framburður. Men tað vóru eisini teir, sum komu við væl grundaðum ávar- ingum um, at hesi stórtgk, sum nú við farmaskipaflotanum, vóru í so stór í einum taki. Her lá vandi í. TAÐ er tí ikki minni enn ovboðið, tá målgøgnini, Dimmalætting og Dagblaðið koma við gallsúrum spýggjum eftir sitandi landsstýri fyri tess lut í málsviðgerðunum, nú teir føgru gávudagarnir hjá fyrra landsstýrinum eru farnir aft- urum — og teir sum nú sita, skulu greiða teir gjaldskomnu vekslar- nar. TAÐ er ikki við løttum huga av- gerðirnar verða tiknar í dag, men tað er við tí ábyrgd, sum sitandi stýri hevur yvirfyri fólkinum og komandi ættarliðum. VIT vóna, at tað fer at bera til at beta aftur nakað av ti, sum hetta skaðalop hevur volt, men tað er ikki nøkur latt uppgáva. TEY mongu sum løgdu rygg til, kenna sviðan. Spurningurin er um teir ráðgevarar, sum tá vóru so ambráðir, hava verið uppgávu sína nóg vaksnir? I. P/F SMYRIL LINE Il meistari søkist til M/F NØRRONU Starvid er fast. Viðkomandi skal hava sjóvinnubræv sum maskinstjóri. Umsóknir verða at senda til P/F SMYRIL LINE Postboks 371 . 110 Torshavn Nr. [TE 21 — 19. februar 1987 Kommunu um brennistødina! Sidani vit okg Kaldbak komu upp i kommununa, er nógv komið niðan hend- anvegin. Øll hava kent seg vælkomnan, bæði fólk og fyritøkur. Men so kroystu tit brennistødina nidur yvir okkum — ímóti 90 pros- entum av borgarunum, sum góvu sína meining skrivliga til kennar — utt- an úrslit. Tá gingu tit ov langt. Hatta kann man ikki. Nú sigst, at brennisteð- in fer í gongd í næstum, men uttan at nakað íteki- ligt fyriliggur um, hvussu skiljing og innheinting má gerast, soleiðis at vit ikki bara fáa Havnardals- sugguna flutta hertil. Mint verður á »Streng- este miljøkrav landene i Norden nu stiller« og å úrskurðin hjá friðingar- nevndini um at »kemikali- ir og frásetuolja skulu beinast til Kommunekemi til týningar“. Vit grannar til steðina, ímóti okkara vilja, styðja fult og heilt borgara- nevndina, tá hon krevur, at steðin heldur øll krøv, áðrenn hon sleppur i gongd. Tí vit vita, at verå- ur slakað nú, so fáa vit sorgarleikin úr Havnar- dali endurtiknan heruppi — og tað finna vit okkum snegt sagt ikki í, tí hatta kann skipast við skili, men tað krevur at farið verður í gongd sum skjót- ast. Tí er uppá tíðina, at kommunan fær fyriskipað rettu broytingarnar bein- anvegin, og bygt steðina út til at halda krevini. Fyrr enn tað er hent, kann eingin steð fara í gongd. Tí so bróta tit >spæliregl- urnar«. Hanus Vang P.S. Skorsteinurin skal koma 75 metrar upp um hægsta lendispunkt inn- anfyri 300 metrar. Eg havi kannað málið, og tað gevur eina skorsteins- hædd upp á 150 metrar. Har mugu so statt 95 metrar monaá og so stendur hann har — beint fyri innflúgvingini til flog- vellin á Glyvursnesi, og forkemur hesum buldr- andi meguleika. H.V. Blaðskriving og skipakeyp Í blaðnum stóð grein til verju fyri teir, ið standa og stóðu fyri farmaskipa- keypunum fyri tíð síðani. Millum annað varð nevnt, hvussu synd tað er í hes- um reiðarum, og hvussu illavorðin blaðskriving skuldi spilla spælið fyri hesar sokallaðu undan- gongumenn innan skipa- keyp. Her er bert at við- merkja, at avdúkandi, at- finnandi blaðskriving er bert mennandi fyri eitt- hvert demokratiskt sam- felag, og at persónar koma í klemmu, um teir hava tað uppiborið, má vera harvið, bert tey rettu sam- anhangini kunnu koma fram í ljósið. At ávísir persónar hava livað á sólsíðuni, ta tíð hetta gildið vardi, gongur sjón fyri søgn, men hvussu nógv fjeldin hevur fingið til góða, má hyggj- ast eftir á tí negativu síð- uni, tá nú nekur av skip- unum eru seld, og millióna upphæddir av veðhalds- skyldu landskassans eru vorðnar effektivar. Ikki skal her takast fyri og ímóti teimum, sum hava stílað fyri hesum skipakeypum, men at rætt er atborið í ellum ferum, loyvi eg mær at ivast í, hetta framgongur jú eisini av fjølmidlunum. Eg skal í hvussu so er vera tann seinasti at gråta um spiltu mjólkina. Um landsstýrið skal gjalda í síðsta enda fyri hesi farmaskip, tey sum enn ikki eru farin av knór- anum skal tað almenna vera við at valda í tann mun tað tekur undir við skipunum, hetta kann bert koma fólkinum til gagns, um skipini svara seg í framtíðini. Endurnýtslustevnan Undirritaði hevur ikki lætt við at fáa endarnar at rekka saman. Tíverri. Eisini tí fekk eg áhuga fyri at finna út av onkrum við ruskmálinum og IRF. Tí var eg í Norðurlanda- húsinum um vikuskifti og lurtaði. Tað var áhugavert og læruríkt, ja og pláss var eisini fyri bæði IRF og Sjónvarpi Feroya, men teir gjørdu vart við stødu sína, við ALS IKKI AT LUTTAKA á nakran håti. So vóru afturímóti meiri knotur í býráðsformann- inum í Havn, sum bæði luttók í tí sera áhugaverda pallborðsorðaskiftinum og annars var ímillum ahoyr- ararnar alla tíðina. Men Dagblaðið styðjar eyðsýniliga ikki býráðs- formannin í Havn, nú hann endiliga vísir seg sum eitt mannfólk, og vil gera nakað við trupulleik- arnar. Munur á nasum. Bilsin áhoyrari