hósdagur 19. februar 1987síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 21 — 19. februar 1987 |
in
Skulu føroyingar hjálpa Gorbatjov
at »nidurberja« religiónina ?
Ein av komandi degunum
skal Feroya Legting at-
kveða um góðkenning av
sínámillum fiskivinnu-
sáttmála føroyinga við
Sovjet. Undirritaði ætlar
sær ikki at atkveða fyri
hesum sáttmála, og vil eg
við hesum koma við eini
frágreiðing um hví.
Feroyar krúna seg við
heitinum „ein kristin
tjod«, og tað er út frá ein-
um kristnum sjónarmiði,
at niðanfyri skrivna skal
metast. Steða mín um ikki
at atkveða fyri russara-
sáttmálanum er tikin út
frá einum kristnum sjón-
armiði. Fyri meg er hetta
ein samvitsku spurning-
ur.
Ein og hver bilateralur
fiskivinnusáttmáli er
gjørdur til eina sinåmill-
um menning (fíggjarliga
uppbygging), og so eisini
við sáttmálanum millum
Feroyar og Sovjet. Við
hesum sáttmála eru russ-
ar við til at menna okkum
foroyingar og vit við til at
menna russar, t.v.s. stýrið
í Kreml, hvers leiðari er
Gorbatjov.
Í september 1986 var
ein grein í Pravda, har
sagt verður, at neyðugt er
at venda aftur til Lenins
sonnu læru, og at russar tí
máttu gera alt fyri at nið-
urberja religiónina. Tað
var ikki Gorbatjov sjálvur
sum skrivaði hesa grein,
men hon stendur sum
sannleikin (orðið pravda
merkir sannleiki) um
steðu Sovjetsamveldisins
til religión og harvið til
kristindóm.
Vit nýtast ikki bert at
lurta eftir Pravda, men
skulu kanska eisini lurta
eftir hvat sjálvur leiðari
Sovjetsamveldisins
Gorbatjov sigur um krist-
indómin, ella rættari um
religión sum heild. Tann
24. november 1986 var
Gorbatjov á veg til Indien
á almenna vitjan. Júst
henda dag helt hann eina
reðu fyri partíleiðarum og
kommunistiskum starvs-
fólki í Tasjkent, ið er hev-
uðsstaður í einum av teim-
um syðru sovjet-tjóðveld-
unum. Innihaldið av tal-
uni var, at man nú skuldi
herða kampin móti religi-
ónini. Henda reða varð
hildin fyri afturlatnum
hurðum, men talan er end-
urgivin í Pravda Vostoka,
sum merkir »Sannleiki
Eysturlandanna«.
Her er soleidis ikki bert
talan um, at onkur hissini
undirleidari i Sovjet talar
um at niðurberja religión-
ina, men so sanniliga hev-
ur eisini sjálvur leiðari
Sovjetsamveldisins,
Gorbatjov tikið lut i eggj-
anini til hesa nidurberjing
av religiónini.
Spurningurin eg setti
mær sjálvum í samband
við fiskivinnusáttmálan
við Sovjet var: Skulu vit
feroyingar vera við til at
menna Sovjetsamveldið
til at herða kampin móti
teimum trúgvandi og við
sínámillum sáttmála
menna Sovjet til at niður-
berja religiónina.
Svarið var einfalt nei.
Og mín áheitan til allar
tingmenn skal vera:
Mennið ikki Sovjet til at
niðurberja religiónina. At-
kveðið ikki fyri hesum
sáttmála, fyri at vit føroy-
ingar framvegis (í hjartan-
um) skulu kunna krúna
okkum sum ein kristin
tjóð, og ikki av eðrum
skulu kunna verða krýnd-
ir sum tjóðin sum menti
Sovjet at herða kampin
móti teimum trúgvandi.
Á ARA bg
f
þ? +
Í Á gr
Tórshavn, 16. februar 1987
Adolf V. Hansen
Sanniliga ein stør
åbyrgd.
Lasse Klein, landsstyrismadur:
Endamálið
rokkið!
— Hetta uttan mun til tjakið, sum annars stóðst av ferdini. Tað
var sjálut endamálið við ferðini, tað galt: at kanna undirsjóar-
tunnlar í Noregi í sambandi við ynski hjá Felagskommununum í
Vágum. Við okkum heim aftur fingu vit tað burturúr, sum vit
ynsktu.
Tað er neyðugt hjá lands-
myndugleikunum at plan-
leggja, tað er neyðugt hjá
kommununum at plan-
leggja, og tað er ikki
minst neyðugt at vinna
okkara planlegging, og
niðursteðan er tann: at tað
er neyðugt at vera fyri-
reikaður til tær broyt-
ingars, sum skulu koma
og at fáa meguleika at
skipa fyri og stýra broyt-
ingum.
Spurningurin er tí ikki
longur so nógv, hví skal
planleggjast, men heldur
hvussu skal planleggjast.
Hvussu fáa vit t.d. eina
ætlan, sum kann nýtast í
tí dagliga arbeiðinum,
hvussu fáa vit tann plan-
in, sum hóskar best fyri ta
ávísu útbyggingina.
Tí tað er so, atplanlegg-
ing ikki er eitt gandaorð,
sum sigur, at bara onkur
við ferðini
planur er, so er sloppið.
Tí er tað eisini neyðugt
at ynski hjá Felagskomm-
ununum í Vágum verður
ráðfest í einari almennari
planlegging.
Heimafturkomin av
Noregsferðini var eg ikki
sert bilsin av allari skriv-
ingini: um einaræðislyndi
landsstýrissamgongunn-
ar, sosialistiskan koyril,
um harrafólkamentalitet,
nei til berghol undir Vest-
mannasund, um at verða
noyddur av avlýsa ferðina
0.s.fr.
Vit eiga sjálvsagt
straks at afturvísa slíkari
ervitisskriving og mæla
monnum frá at draga und-
irsjóartunnilin um Vest-
mannasund niður í eitt
politiskt runudíki.
Hetta er galdandi bæði
fyri samgongu og and-
steðu, og tí ætli eg mær
ikki at gera fleiri viðmerk-
ingar til illgitingar, sum
ongan sum helst týdning
hava uttan at tæna egnum
politiskum áhugamálum.
Felagskommunurnar í
Vágum hava í sínum upp-
leggi lagt dent á eina sak-
liga og politiskt breiða við-
gerð, og eg loyvi mær at
takka teimum fyri, at
endamálið við uppleggi
teirra er rokkið til fulnar.
Og tí má tað kennast
sum eitt satt vónbrot fyri
teir og fólk í Vágum,at
byrgt verður uppundir, at
sjálvt endamálið við ar-
beiði teirra verður mist úr
eygsjón.
latum okkum tí í fram-
tíðini viðgera teir heilt
konkretu spurningarnar í
sambandi við ynski teirra
og einum stórum parti av
Feroya fólki.
Eitt skilagott uppskot
krevur skilagóða viðgerð.
Tað eru úrslitini, sum
telja og onki annað.
Farið verður nú undir at
samskipa teir upplýs-
ingar, sum eru fingnir til
vega, og væntandi fæst
ein frágreiðing á borðið
longu í mars/apríl, og fer
landsstýrið tá at taka
steðu til, hvat víðari skal
henda í sambandi við und-
irsjóartunnilin um Vest-
mannasund og helst eisini
aðrar slíkar tunnlar í fram-
tíðini.
Lasse Klein
landsstýrismaður
Handverkara-
eftirútbúgving í
HYDRAULIK
Ætlanin er at halda eitt eftirútbúgvingar-
skeið í Hydraulik
í viku 12/48 (16.-20.03.87)
Frálæran varar í 5 dagar (40 tímar).
Kostnaður:
800 kr.
Fráboðan um luttøku og nærri frágreið-
ing (eisini um innivist hjá uttanbíggja
fólki) v. m. verður avgreitt við at venda
sær til skúlan sum skjótast.
TEKNISKI SKÚLIN Í TÓRSHAVN
Maskindeildin tlf. 1 6987
Hús til sólu
Um hóskandi boð fæst verða húsini í
Tvørgøtu 3 seld.
Áhugað kunnu venda sær til Foroya
Lærarafelag, tlf. 1 6863.
FØROYA LÆRARAFELAG
nnnnn———=