Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 1987síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Endurnytslustevnan broytir einki: IRF fyrireikar ÚTBJÓÐING Fyri Miðvágs kommunu verður boðið út alment at gera eitt vegarbeiði: 1. stig av vegi í Húsi Í stórum snýr tað seg um góðar 300 m av 6-7 m breiðum hevuðsvegi við tveimum smalri síðuvegum við íbind- ingum. Hevuðsvegur er lutvíst nýgerð og lutvíst breiðkan av verandi vegi, meðan síðuvegirnir eru verandi vegir, ið verða umbygdir. Nýggjar tekniskar innstallasjónir skulu leggjast í allar vegirnar, eins og verandi innstalla- sjónir skulu bindast í hesar. Arbeiðið verður boðið út í høvuds- entreprisu. Útbjóðingartilfar kann fáast til láns hjá P/F Arnfinni Setberg fyri kr. 3.000,00 í depositum. Tilfar má bí- leggjast í seinasta lagi hósdagin 19.02.87. Tilboðini skulu sendast til ella av- hendast hjá: Miðvágs kommunu Teknisku deild 866 Miðvági í afturlatnum konvolutti merktur „Vegur í Husi« og skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 9. mars 1987 kl. 14.00, tå tilboðini verða latin upp. Til lisitasjónina kunnu teir bjóðandi vera hjástaddir. Teir ráðgevandi: Vatn og kloakkir: P/F Brimheim & Leo, ráðg. verkfr. Yviri við Strond 100 Tórshavn El og getuljós: P/F Viggo A. Hansen, ráðg. verkfr. Spógvavegur 17 100 Tórshavn Tlf. 11488 Tlf. 16622 Anlegsarbeidi og konstruksjónir: P/F Arnfinnur Setberg, ráðg. verkfr. Hornavegur 1 188 Hoyvík Tlf. 14654 SP SOSialurin Landssjúkrahúsið Sjúkrasystraskúli Føroya 100 Tórshavn Á Sjúkrasystraskúlanum er lærarastarv leyst at søkja frå 1. mars 1987 ella eftir avtalu. Arbeidsøkid verður eftir avtalu við hinar lærararnar. Umsøkjarar, ið hava verið á Dan- marks Sygeplejerskehgjskole, hava fyri- mun. Umsóknarfreist 20. februar. Umsókn við neyðugum skjølum skal stílast til skúlaráðið fyri sjúkrasystraskúl- an og sendast til fyristoðukvinnuna, Sjúkrasystraskúli Foroya, FR 100 Tórs- havn. Skrivstovufólk Sekt verður eftir einum skrivstovufólki at byrja 1. mars ella skjótast til ber aft- aná. Fólk við skrivstovuútbúgving ella royndum innan skrivstovuyrkið hava fyrimun. Tað er eisini ein fyrimunur at kunna arbeiða sjålvstødugt og at kenna nakað til telduarbeiði. Arbeiðið fevnir um alt vanligt skriv- stovuarbeiði so sum maskinskriving, skráseting og meguliga nakað av bók- haldsarbeiði. Lønar- og setanarviðurskifti eru sam- bært sáttmála millum Starvsmannafel- agið og Føroya Landsstyri. Nærri upplysingar um starvid fåast vid at venda sær til skrivstovuna tlf. 17177. Skrivlig umsókn saman vid møgulig- um prógvum og viðmælum verða at senda Føroya Handisskúla innan 26. februar 1987. FØROYA HANDILSSKÚLI Nr. 21 — 19. februar 1987 Nógv umredda endur- nýtslustevnan, sum FNU skipaði fyri í Havn her- fyri, broytir ikki á nakran hátt ætlanina hjá IRF at byggja brennisteð í Leir- vík. Jógvan Isaksen, for- maður í IRF, sigur við Sosialin, at teir nú eru við at fyrireika byggingina av brennisteðini úti í Vík í Leirvík. Spakin verður helst settur í fyrsta dagin. Men hví ikki lurta eftir ráðunum frá teimum mongu serkenu úr Dan- mark, sum mæla til, at IRF leggur saman við Havnina, soleiðis at allar kommunur í landinum brúka brennisteðina á Sandvíkahjalla og um somu tíð skipa fyri eini miðvísari skiljing og end- urnýtslu av burturkast- inum? Jógvan Ísaksen: — Vit eru so avgjert fyri bæði skiljing og endurnýtslu av burturkasti og hava vit eisini havt hetta við í okk- ara kanningum. Tað er tó greitt, at vit fáa ikki føroyingar at skilja burt- urkasti frá degi til annan. Tað tekur nógv ár, áðrenn vit hava vant feroyingin til eina miðvísa skipan við skiljing og endurnýtslu av burturkastinum og vera vit helst at byrja við at venja bernini í skúlunum við hetta. Tí feroyingurin er vanur við at koyra alt rusk í tann eina posan, sum síðani verður avheint- aður. Skulu vit broyta hetta, so er greitt, at tað verður ikki gjert eftir ein- um degi. Jógvan Isaksen heldur tað tí vera burturvið at tosa um at steðga ætlanini at byggja brennisteðina í Leirvík júst út frá sjónar- miðinum um skiljing. — Vit vita eisini, at brennisteðin í Havn er ikki fer fyri at brenna alt ruskið í landinum. Eisini meta vit tað hava stóran tydning fyri allar lima- kommunurnar í IRF, at tær sleppa av við ruskið til ætlaðu IRF brennisteðina og tað ongantíð ov skjótt. Jógvan Isaksen dylur ikki fyri, at tað besta fyri allar partar var, um tað varð bygd ein brennisteð fyri alt landið. — Hetta var eisini upp- runaliga ætlanin hjá IRF, men hesum setti m.a. Tórshavnar kommuna fót fyri við at byggja sína egnu brennisteð. Jógvan Isaksen leggur aftrat, at ætlanin at byggja eina brennisteð á Glyvursnesi hevði verið tann rætta, og tí var tað stórt spell, at Tórshavnar kommuna á sinni ikki vildi vera við í tí ætlanini. — Vit tóku upp sam- ráðingar við Tórshavnar kommunu fyri at fáa teir við til at byggja eina fel- agsbrennisteð, menteir vildu so heldur byggja sína egnu stød. Hetta tarnaði okkara ætlanum meira enn eitt ár, so nú er at koma í gongd sigur for- maðurin í IRF. Ósakligt Hann heldur annars, at nógv av tjakinum um brennisteðarspurningin nú í seinastuni hevur verið ógvuliga ósakligt og á skeivari leið. M.a. vísir hann á, at nýggjastu út- rokningarnar fyri rakst- urin hjá IRF als ikki sam- svara veruligu telunum. — Vit hava roknað út, at tað fer at kosta einar 500 kr. pr. íbúgva um árið at sleppa av við ruskið og tí eru tel sum 4000 kr. pr. húski heilt burtur við og hava einki við veruleikan at gera. Hvat viðvíkur prísinum á brennisteð so sigur Jógvan Isaksen, at teir hava fingið part av henni fyri bíligan penga og har- aftrat hava teir fingið sera lagaliga fígging til restina av ílegunum. Hann sigur annars, at IRF ætlaar at finna fram til, hverji grótbrot eru í landinum soleiðis at hesi meguliga kunnu nýtast til ruskpláss. Tað ber til at fylla burturkast í tey og so tyrva omaná. Hetta er so ein partur av tí ruskloysn, sum IRF arbeiðir við. Jógan Ísaksen sigur at enda, at tá eini 10 ár eru farin og feroyingar hava vant seg við at skilja rusk- ið, tá eru verandi og kom- andi brenniovnar niður- koyrdir og skulu skiftast út. Tá eigur ein so at meta um steðuna av nýggjum og kanna, um tað tá megu- liga er rættari at byggja ein stóran ovn fyri alt landið og so brúka hina stødina sum uppsavn- ingarplåss og skiljing fyri rusk ol. — Men sum steðan er í dag við ti nógva burtur- kastinum og dálkingini, so mugu vit beinanvegin í gongd at byggja brenni- steðina í Leirvík, sigur Jógvan Isaksen at enda. jan