Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 1987síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

. % Nr. 21 — 19. februar 1987 Raðhamar er nyggjasta fiskiskipid i flotanum. Her liggur hann vid bryggju i Havn og riggar fiskapumpuútgerðina til Langt lop Síða 9 Seldu útróðrarbát og bygdu svart- kjaftatrolara! Raðhamar fyrsta nýggja skipið í Klaksvík í 10 ár Teir báðir breðurnir Gil- bert og Gullak Gullaksen úr Klaksvík gjerdu eitt langt lop, tá teir nakað herfyri avgjerdu, at teir fóru at gevast við útróðr- inum og ístaðin byggja sær ein stóran svart- kjaftatrolara. Í dag er so henda ætlan teirra vorðin til veruleika. Fyrsta nýggja skipið hjá klaksvíkingum í 10 ár kom á Klaksvík seinasta vikuskifti. Tað var svart- kjaftatrolarin Raðhamar, sum er bygdur í Noregi. Á brúnni vóru m.a. teir báðir eigararnir, Gullakur og Gilbert. Á bryggjuni var hópurin av fólki komið fyri at taka ímóti skipun- um, og Klaksvíkar Horn- orkestur spældi. — Eg rokni við, at nær- um hvert mansbarn í Norðoyggjum hevur verið umborð og hugt at skipin- um, og eg haldi, tey flestu eru samd við okkum í, at hetta er eitt stásiligt far, sigur Gullakur Gullaksen, sum skal vera skipari, tó ikki henda fyrsta túrin, nú teir hava fingið ein roynd- an svartkjaftaskipara, Christian Martin Rasmus- sen, at vera á brúnni og leggja teimum lag á. Raðhamar er 61,5 metr- ar langur og 14 metrar breiður. Hann hevur 4200 hesta maskinu og lastar millum 700 og 800 tons av lidnari veru. Teir hava eina frysti- orku uppá 60 tous av flaki og farsi um smdegnið. Skipið er bygt á Svevik- nes skipasmiðjuni og eru royndir frá eðrum svart- kjaftaskipum havdar í huga, tá hetta skipið er teknað. Men av tí at hetta er okkara nýggjasta svartkjaftaskip, so er tað eisini útgjert við hentleik- um, sum hini skipini ikki hava. Samanbera vit við ein annan verksmiðjutrolara í flotanum, Andreas í Hvannasundi, so er Rað- hamar sterri og er eisini eðrvísi útgjedur á verk- smiðjuni. Á verksmiðjuni eru maskinur, sum skera smærri og sterri svart- kjaft bæði til fars og flak. Teir eru so eisini útgjerdir til at kunna viðgera gull- laks umborð. Pláss er sett av til eina kongafiskalinju og eisini er pláss til eina surimilinju, um tað verður aktuelt. Á verksmiðjuni hava teir eisini eina heilauto- matiska pakkilinju, sum ikki fyrr er roynd umborð á feroyskum skipum. Við hesi maskinu og við eðr- um nýggjum maskinum umborð rokna teir við at kunna spara tveir mans á hverjari vakt. Svartkjafturin = verður so hevuðsálitið hjá skipin- um. Teir miða ímóti at fiska eini 10.000-12.000 tons av svartkjafti árliga, sum skuldu givið eini 4.000 tons av lidnari veru, og við einum prísi uppá 10 kr. kilo skuldi tað givið skipinum 40 mill. kr. Fyri at fáa endarnar at rekka saman skal skipið fiska fyri millum 35 og 40 mill. kr. Vit spurdu Gullak Gull- aksen hvussu vónirnar eru, nú útlitini hjá hinum svartkjaftaskipunum ikki eru so góð? — Svartkjafturin verður so hevuðaálitið, men tað skuldi so eisini borið til at fiska gulllaks um summ- arið ta tíðina, tá svart- kjafturin ikki er tann besti. Eisini hava vit meguleikan at seta upp kongafiskalinjuna, men har hava vit so valt at bíða til vit hava sæd, hvussu henda nýggja maskinan roynist. Vit spurdu Gullak, um tað ikki kann metast at vera eitt langt lop at gev- ast sum útróðrarmaður og fara upp á brúnna á einum so stórum svartkjaftatrol- ara istadin! Lopið er langt, tað er vist. Men har var einki annað í at velja. Vit hava í fleiri ár havt ætlanir um at keypa nýtt skip ístaðin fyri gamla Raðhamar, og ætlaðu vit fyrst at byggja ein ísfiskatrolara, men tað gav undanfarna lands- stýri okkum ikki loyvi til. Tá ið vit so frættu, at hetta landsstýrið fór at geva nekur loyvi til svart- kjaftabátar, hildu vit, at vit skuldu royna hetta. Vit sektu um loyvi at byggja kombineraðan svartkjafta- og rækjubát, men gjørdu so kortini av at byggja eitt svartkjafta- skip burturav. Um so verður, at tað ikki gongst við svartkjaftinum, og tað eru rækjur til, og vit fáa loyvi at fiska rækjur, so kann tað jú vera ein møgu- leiki at leggja um. Nýggi Raðhamar, sum kostar 88 mill. kr., fór til fiskiskap undir Feroyum í gjár. Hesar seinastu dag- arnar hava teir riggað svartkjaftapumpuna hjá Sólbirni Jacobsen til. jan Landssjúkrahúsið 100 Tórshavn Søkir: Læknaskrivara at arbeida fulla tid å heiliráðdeildini skjótast gjørligt. Avloysara fyri læknaskrivara at ar- beiða fulla tíð á reumatologisku deild frá 13. apríl til 11. oktober 1987. Avlosara fyri læknaskrivara at arbeiða hálva tíð á fys. deild frá 18. maí til 13. desember 1987. Avloysara fyri læknaskrivara á eygna- deildini at arbeiða hálva tíð at byrja sum skjótast og til 31. august 1987. Arbeiðs- tíðin er aðru hverja viku fulla tíð. Er áhugi fyri fulltíðarstarvi í nevnda tíðarskeiði, er møguleiki fyri at arbeiða aðru hverja viku á ødrum deildum á sjúkrahúsinum. Lønar- og tænastutreytir sambært sáttmála millum Sjúkrahúsverkið og Starvsmannafelagið. Umsókn við avriti av provtøkuskjølum v.m. verður at senda til umsjónar- mannin, Landssjúkrahúsið, 100 Tórs- havn. HONDA lakærust garanti H -findes ikke bedre