Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SE SOSÍdÍUriN Telefon 118 20 Argjavegur 26. 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Ábyrgdarblaðstjóri: Útgevari: Fyritaksstjóri: Blaðfólk: Ljósmyndari: Uppseting: Prent: — Vegamót — fíggjarligt bakkast ella lønandi vinna? Í Í UTTAN nakran sum helst iva, eru vit nú komin til eitt vegamót tá tað snýr seg um svartkjaft og spurningin um, hverja kós, ið haldast skal framyvir til tess at gera svartkjaftavinnuna til tað lønandi alternativið. Í KREPPUFARRANUM, ið stendst av tí støðu, farmaskipa- floti okkara er lendur í, er tað ivaleyst mangur, ið setir sær spurningin, um hvussu er áfatt við okkara stóru og dýru svart- kjaftaskipum. Er hetta lønandi vinna, er hetta nakað, sum uppá stutt sikt verður ein fíggjarligur bakkbrestur ella er ein komin har til, at ein nú hevur fingið greiðar ábendingar um, á hvat borðið skal haldast? RELATIVT stóra fíggjarliga orkan hjá føroyingum seinastu árini hevur gjørt, at fløgurnar í svart- kjaft, svartkjaftaskip og leitanin eftir farbarum vegum at ganga, hava verið og eru stórar. Ein kann eisini seta sær spurningin, um ein ikki er farin yvir um ánna eftir vatni, í hvert fall í ein ávísan mun í í ávísum førum! TAÐ er sjálvandi lætt at vera eft- irklókur og vísa á, at hetta og hatta átti ein ikki at havt gjørt fløgur í, men var ikki júst verandi stødan tann, ið miðjað varð ímóti, tá ið tað kemur til spurningin: hverja leið eigur ein at halda nú — var tað ikki júst fyri at umganga at gera ílegur, í mátar og hættir, ið ein ikki skuldi satsa uppá, ið nettupp var ætlanin við teim iløg- um, ið gjørdar eru í samband við svartkjaftavinnuna. VIÐ vanligum ågrytni hava før- oyingar satsað rættiliga skjótt og rættiliga stórt og rættiliga alt- fevnandi. Tað eru gjørdar iløgur í dýr teknisk kompliserað risaskip, eitt ótal av maskinum eru keypt- ar og skiftar út og aðrar eru settar inn í leitingina eftir at finna á mál viðvíkjandi tí leið, ið framyvir skal gangast. TAÐ er eingin ivi um, at tær royndir, ið higartil eru gjørdar, eru eitt trygt stødi, ta id disponerast skal framyvir. Tad, sum ein kann seta spurnartekin við — nú í hvussu er — er, um okkara væl- kenda lyndiseyðkenni, hetta at hugsa og handla kvantitativt, ikki hevur verið ein alt ov avgerandi faktorur í okkara satsing. TAÐ hevur verið og verður tosað um, — eftir okkara tykki — órími- liga stórar nøgdir, so stórar, at hetta mangan hevur tykst náttúrustríðugt. Tað hevur verið hugsað so kvantitativt at sjálvt tann ikki mannbari guli fiska- kassin hevur verið púra gloymdur í svartkjaftasatsingini og úrslitið er at henda nggdarpsykosa hevur borið í sær, at góðskan ikki hevur verið í lagi tá fiskurin er komin til ætlaða virking á landi. Tað eru á- bendingar um, at ein — við stødi í teimum royndum, ið fingnar eru til vega við at hava hugsað og handlað sera tekniskt komplis- erað og sum áður nevnt sera kvantitativt — nú er komin til, at ein eigur at hugsa um at kunna føra til lands eina vøru, sum kann goymast á bufferlagri, eina veru, sum heldur sín prís, feskleika og harvið gevur sín prís. TAÐ, sum liggur fyri framman, eru einfaldar royndir, og åbend- ingarnar ein fær út av hesum royndum, vera so avgerandi, at ein nú kann siga, at annaðhvort gerst svartkjafturin tað lønandi alternativið, ella verður niður- stødan tann, at best er at lata henda svimja. Í hvert fall tann partin sum í letuni verður avskúmaður og síðan koyrdur til guano. TAD er heilt einfalt nakad galid við okkara máta at handfara svartkjaftin uppá, tá ein partur av somu last kann blíva til dýrmetta vælsmakkandi mannafødi, meðan hin — tann nógv størsti parturin — veður gjørdur til djóra fødi fyri lítið og lætt. jamii Nr. 23 — 24. februar 1987 renovatiónsmálið við einari miðvísari skilj- ing av burturkasti koma IRF, sum við sakkenum ráðgevum, hevur arbeitt í fleiri ár við rusk ella renovatiónsmálinum, heldur enn fast við stødu sína at byggja brennisteð í Leirvík. móti vilja borg- Tað er ikki um byggiloyvið hjá IRF, sum skrivast skal um her, men heldur um at IRF má, eft ir nú framkomnu upplýs ingum, endurskoða alla ætlanina viðv. ruskspurn- inginum. Vit vit hava hoyrt og lis- ið í málinum, so arbeiða fólk í grannalondum okk- ara við ætlanum um skilj- ing og har av endurnýtslu, kompost og fóður-fram- leiðslu úr burturkasti. Ein spurningur, sum trokar seg á her hjá okk- um, er, at sjálvt um vit fara undir eitt nú endur- nýtslu, so hava vit ongan fremjandi ídnað at koyra tað endurnýtta inn aftur í, og má sostatt endurnýtsl- an samskipast við aftur- skipanir í Danmark, tá ið teir einaferð eru komnir so langt. Endurnýtsla á landsbasis er tí ikki brúk- bar hjá okkum. Serfreð- ingar meina, at vit kunnu aranna heilt uppá 95% endur- nýtslu, og eru danir í holt við eina roynd, sum skal undirbyggja hetta tal. At vit, so við og við, kunnu fáa húsarhaldini at ganga við skiljing av ruski, er onki at ivast í, tí hetta let ur seg væl gera í granna- londum okkars, so hví ikki í Feroyum. At vit kunnu hava ein munandi úrdrátt av burt- urkastinum, sum taðing- arevni til verandi land- búnað, ber til at hugsa sær, og kunnu teðini helst útvinnast fyri ein bíligan penga. At bíða við dýru byggingini hjá IRF ger onki, vit mugu hava eina umhugsanartíð, tá so nógv nýtt er komið fram í ljósmála. Skiljing av ruski vil verða ein nógv bíligari postur fyri tað einkulta húsarhaldið, tá vit mugu rokna við, at húskið kem- ur at gjalda 1500 kr. árliga sum limagjald ella nýtara- gjald yvir komandi 10 ár- ini við brenning, umframt byggi- og rakstrar út- reiðslur við ætlaðu brenni- steðini. Nakað av saml- ingskostnaðinum við skiljiskipanini, vilja vit vinna aftur við at avseta tað endurvunna matar- ruskið og framleiðslu av taðingar evnum. Rakstrar sparing við skiljing móg- vegis brenning minkar eis- ini um raksturin í síðsta enda, og við skinsamligari ráðlegging frá fyrst til síðst, sparist eisini Ein miðsavingarsteð, við skiljing og framleiðslu fyri eyga, kundi verið so- leiðis legd til rættis, at fyribils upphopan av ruski bleiv innandura, og annars hevuðsinnsavning løgd til rættis nakað í tann stíl, sum IRF hevur ætlað hana. Landspolitikarar áttu saman við serfreðingum at farið at umhugsað rusk- spurningin, so vit fáa ta skinsamastu og fyri húsk- ið bíligastu loysnina í renovatiónsmálinum, und- ankomin allari dálking av umhvervinum og við ein- ari loysn, sum kundi vart og staðið seg framyvir, øllum landsins borgarum at gagni. ih. DANAIR svarar grein í Sosialinum I Deres blad den 7/2-87 bringes der et indlæg om Danairs beflyvning af Frø- ruten, og man kan få det indtryk, at undertegnede lægger ansvaret fra sig og endda kritiserer person- alet i lufthavnen. Dette har på ingen måde været hensigten. Når der kun komn ét flyt til Fr- øerne, selv om vi havde fået at vide, at der var passagerer til to fly, var årsagen, at der den pågæl- dende tirsdag ikke kunne skaffes besætningsmed- lemmer, idet der om man- dagen havde været så mange uregelmæssig- heder i Danmark på grund af vejret, at tjenestetiden for de fleste piloter var ua løbet Uden hensyn til hvilket selskab der flyver en giv en rute, og uden hensyn til hvem der er direktør for det pågældende selskab, vil det aldrig kunne und- gås, at der opstår en sit- uation, hvor der står flere passagerer. end der er plads til i flyet. I en sådan situation er der egentlig kun 2 ting at gøre, man kan lade de personer, der står forrest i køen, komme med, eller man må forsøge at tale med nogle af pas- sagererne, så man ikke af- viser f.eks. en person, som skal til en vigtig lægebe- handling. Dette er natur- ligvis ingen nem opgave, og personalet i lufthavnen udførte so altid, og derfor også den nævnte dag, et godt og professionelt stykke arbejde. Danair er tilfulde sit an- svar bevidst i forbindelse med betjeningen af et ø- samfund, hvor flyruten er livsnerven, og det er da ognså meget længe siden, at vi har været i den sit- uation, at vi har måttet efterlade passagerer. Gunnar Tietz, dir. Tradagøta 43, Postsmoga 2108, 165 Argir POSTORDRAR AVGREIÐAST Á TLF 17850 BUSSLEID 3 KOYRIR TIL DYRNAR P * | P