týsdagur 24. februar 1987síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
5
8
Nr. 23 — 24. februar 1987 AS SOSÍalUrin'
— Vit mótmæla dúgliga hernaðarpolitikki
Fólkafloksins, men hvussu stendur til við
okkara egna morali í sama máli? Um Javn-
aðarflokkurin góðtekur Norrønu sum
troppaskip er her talan um moral uppá til-
boð, sigur Tórfinn Smith, stjórnarlimur í
Javnaðarflokkinum
Í síðstu viku vóru stórtíð-
indi at frætta í feroysku
pressuni. Vápnaflutn-
ingur á feroyskum kjøli.
At fólk etast yvir tílík
tíðindi er ikki legið, tí vit
eru jú ein friðarelskandi
tjóð, verður sagt.
Allir flokkar á tingi
hava samtykt, enntá fleiri
ferðir, at vit skulu halda
okkum uttan fyri allar her-
naðarsamgongur. Um
anakð er í tíðindunum um
vápnaflutning við fer
oyskum skipum er tað
neyvan nakar flokkur á
tingi sum kann lata hetta
fara aftur við borðinun
Viðmerkjast skal tó, at
Hin Feroyski Fólkaflokk
urin kúvendi herfyri í
hernaðarspurninginum.
Flokkurin vil nú arbeiða
fyri at fáa sjálvsteðugan
føroyskan limaskap í
NATO-samgonguni
Hesa kúvending hevur
Fólkaflokkurin hoyrt
nógv fyri. Ikki minst frá
Javnaðarflokkinum og
Sosialinum, og tað av rett-
um.
Men áðrenn vit koma alt
ov langt at fordema onnur
um teirra steðu í hernaðar-
málinum eiga vit javn-
aðarfólk fyrst av ellum at
taka í egnan barm.
Norrgna sum
troppaskip
Samstundis sum tíðindini
um vápnaflutning á
føroyskum kjøli fáa vit at
vita, at flaggskip okkara,
Norrena, aftur í ár skal
vera troppaskip hjá
NATO. Í fjer var tað
enntá so »flott« at ferða-
seðilin var tikin aftur frá
fólki, sum høvdu bilagt til
seinasta túrin, ti tå skuldu
hermenn umborð í staðin
Tað undrar meg, at
hetta landsstýrið, sum
Javnaðarflokkurin stend
ur á odda fyri og sum
hevur stuðlað Smyril Line
úr enda í annan, ikki talar
eitt einasta orð ímóti hesi
sigling
Og tá tað kemur til teir
fólkavaldu í Javnaðar
flokkinum er heldur tvert
urimoti
Nevndarformaðurin Í
Smyril Line, sum eisini er
javnaðartingmaður, hevur
sagt seg taka fult og heilt
undir við hesum leigumáli
Tí her eru pengar at
heinta!
Ein tílíkan dupultmoral
— ella moral uppá tilboð
— frá javnaðarumboðum
kunnu vit als ikki góð-
taka. Góðtaka vit hetta,
so hava vit samstundis
gjeret alt prát um frið, av-
vápnað og um uttanvelt-
aða steðu okkara so nógv
til skammar og til einkis,
sum vit á nakran hátt
kunnu gera.
Grundleggjandi politisk
sjónarmið eiga vit ikki at
selja fyri nakrar NATO-
dollars.
Eru hesir NATO-pengar
treytin fyri, at Smyril
Lina fíggjarliga kann
hanga saman, og við
landsstýrisins góðkenn-
ing, so dugi eg ikki at
skilja, hví landsstýrið ikki
mælir kreppuraktu farma-
skipunum til at útvega
sær nakrar góðar sáttmál-
ar við vápnaflutningi.
Skipini eru ivaleyst væl-
egnað bæði til stykkja-
góðs og eiturgass).
Partepeningurin
savnaður undir
følskum
fyritreytum
Norrøna kom til Føroya
sum ferdafolkaskip, og all-
ir feroyingar eru glaðir
fyri hetta skip og kunnu
bert bera bæði skipi, reið-
aríi og manning alt gott.
At feroyingar eru fegnir
um skipið sæst best av
hvussu mong tey eru, sum
teknaðu partapening.
Hesi partabrev eru
teknaði í ferðafólkaskip-
inum Norrrenu og ikki í
einum troppaskipi hjá
NATO. Heldur henda sigl-
ing fram, eru hesi parta-
brev teknaði undir felsk-
um fortreytum.
Hetta skal tí vera ein
vinarlig áheitan á nevnd-
ina í Smyril Line um at
boða NATO frá beinan-
vegin, at vit ikki longur
hava nakran hug at lut-
taka í teirra krígsspæli.
Vénandi gongur nevnd-
in hesi åheitan á meti so
ikki verður neyðugt við
tg
sterkari lúti.
Eftir mínum tykki er
eingin munur á at flyta
vápn við Herborg og er-
menn við Norrønu.
Tá vit siga okkum vera
uttanveltaðar í hernað-
arspurningum, skulu vit
heldur ikki hjálpa
NATO at spæla kriggj.
sigur Tórfinn Smith
Norrena kom til Feroya sum ferðafólkaskip og ikki sum
troppaskip.