Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. desember 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 237 - 10. desember 2002 Nr. 237 - 10. desember 2002 3 Venjing í undirsjóvar- tunlinum sunnu- kvøldið vísti, at tað gongur ov illa at fáa boð frá alarmcentral- inum í Havn til sløkkiliðini í Vágum VENJING Orð: Edvard Joensen Myndir: Jens Kristian Vang Vágatunnilin: Tað gongur ov illa hjá vágamonnum at fáa boð frá alarmcentral- inum í Havn, tá eitthvørt hendir, sum krevur fólk frá sløkkiliðunum í Vágum. Sunnukvøldið var ein sløkkiliðsvenjing hildin í Vágatunlinum. Venjingin gekk eftir bókini, uttan tað, at parturin hjá alarm- centralinum var ikki optimalur, sigur Dagfinn Petersen, brandmeistari í Miðvági og Sandavági. Tað eru sløkkiliðini í Miðvági- Sandavági og í Kvívík, sum hava ábyrgd av Vágatunlinum, tí tunnilin kemur upp í Kvívíkar- og Sandavágs Kommunu. Dagfinn Petersen sigur, at hann veit ikki rættiliga, hvat tað er, sum er galið. Men tað er okkurt við at fáa boðini víðari frá alarm- centralinum út til avvarð- andi í Vágum. Eisini í Vest- manna eru trupulleikar við at fáa boð frá alarmcentral- inum. Sami trupulleikin hevur verið í Kvívík, men har er líkt til, at hann er loystur. Brandmeistari í Miðvági- Sandavági heldur, at tað var eitthvørt, sum Føroya Tele gjøri onkustðani, sum loysti tann trupulleikan. – So tað átti at kunnað latið seg gjørt her hjá okkum eisini. Tí tá tað er í lagi, riggar tilbúgvingin eftir øllum at døma fínt vísir hann á. Alarmcentralurin ótryggur C M Y K 3 2