týsdagur 10. desember 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 237 - 10. desember 2002
Nr. 237 - 10. desember 2002
5
Aftur í ár vitjaði
Kjøtkrókur børn og
vaksin á Sosialinum
JÓLATRÆ
Eirikur Lindenskov
Sunnudagin var dagur í
viku úti á Sosialinum úti á
Argjum. Børn og vaksin
vóru komin saman um jóla-
træið í blaðhúsinum, har
dansað varð um jólatræið,
meðan børn og vaksin
sungu av hjarta.
Tað hoyrdist heilt niðan á
Hamaran, tá børnini tramp-
aðu til sangin um Nissu-
mammu og Nissupápa – og
Jólamaðurin
Kjøtkrókur
man hava lýtt á, tá sungið
var um jólamannin við síð-
um, gráum skeggi – tí brád-
liga so kom hann oman
Rossagøtu við posanum á
baki.
So har var alt, sum tað
eigur at vera. Tí hvørjaferð
børn og vaksin dansa um
jólatræið á Sosialinum, so
kemur jólamaðurin.
Hóast onkur hevði hug at
smæðast jólamannin, so
verða børn og vaksin í góð-
um lag, tá hann kemur, og
altíð veit hann okkurt at
siga børnunum um, hvar
foreldur teirra gjørdu, tá tey
vóru lítil.
Og sjálvandi veit jóla-
maðurin tað, tí hann kennir
øll børn – og hevur altíð
kent øll børn!
…allar nissur trampa!
Børnini aftast frá vinstru: Sunnvá, Arnleyg, Dánjal, Sissal og
Julian sita í fanginum hjá Kjøtkróki, aftanfyri stendur Ólavur,
síðani Anna og Oddvør, frammanfyri stendur Elisabeth og
uttast til høgru stendur Rannvá.
Uttast vinstrumegin sita: Niels, Ari, Martha, Tróndur, Bartal,
Jón, Jógvan, Jóhan Kári, og uttast standa Suffía og Martha.
Fremstir vinstrumegin eru Kristian og Petur Martin
FERÐSLUÓHAPP
Ingrid Bjarnastein
Sunnumorgunin koyrdi ein
bilur frá Klaksvík niðan
ímóti bergholinum. Ferðin
var alt ov nógv, og tá hann
kemur fram ímóti tunnils-
munnanum,
uppdagar
hann, at nú stendur ikki væl
til. Hann bremsar og fær
vent bilinum, men bilurin
rendi inn í grótveggin við
tunnilin. Øll vinstra síða
var í knúsi. Førarin sat ikki
í trygdarbelti, men av tí, at
hann fekk snarað bilinum,
slapp hann óskaddur frá
óhappinum. Alkohol var
ikki við í spælinum, men
tað var bara ferðin, ið var
ov nógv, verður upplýst frá
politistøðini í Klaksvík.
Annars hevur politiið í
Klaksvík gjørt lyktakann-
ingar um vikuskiftið. Sagt
verður, at tað eru framvegis
fleiri, sum koyra við lykta-
feilum.
Ein fullur maður varð
leygarmorgunin tikin upp
av politinum í Klaksvík.
Hann var dottin, og varð tí
koyrdur á sjukrahúsið. Men
politiið í Klaksvík sigur, at
tað var onki álvarsamt hent
við manninum.
MÓTASÝNING/-
SØLUSTEVNA
Ingrid Bjarnastein
Um vikuskiftið var ein stór
sølustevna í ítróttarhøllini í
Runavík. Talan er um
Marko 02 sølustevnuna, og
vóru tað alskyns handlar av
øllum slagi, sum luttóku á
sølustevnuni.
Nógv
ymiskt
var
á
skránni í høllini í Runavík
um vikuskiftið. Sangur og
tónleikur, undirhald til
børnini, mótasýningar og
nógv annað kundu tey
nógvu fólkini, sum høvdu
leitað sær í høllina fáa við.
Angela
og
Hannibal
høvdu eisini lagt sær leið-
ina til Runavíkar, har tey
undirhildu børnunum.
28 básar sýndu fram, og
har var alt frá snellum til
tupperware at fáa.
Mótasýning
Leygardagin vóru tvær
mótasýningar.
Ein
var
seinnapartin um fimm tíð-
ina, meðan hin var um
kvøldið klokkan 19. Har
fingu luttakandi klædna-
handlar møguleika at sýna
fram teirra klæðir.
Afturgangandi var ullin.
Klæðir snikkað til úr før-
oyskari ull. Har var Snæld-
an, Tøting, Sirri og PAU,
sum øll virkað klæðir úr
ull. Tað verið seg bæði
bundin og annað. Ógvuliga
fáir handlar vóru, sum vístu
fram »vanlig« klæðir.
Klæðini vóru bæði til
vaksin og børn, ung sum
gomul.
Aftaná
mótasýningina
sang Magni Christiansen
nakrar sangir.
Mitt í høllini vóru stólar
og borð sett um, har høvið
var at sessast og fáa sær ein
bita at eta. Smyrjibreyð og
rís a la mande vóru til tey
svongu, meðan okkurt lætt,
søtt var til tey, sum bara
høvdu hug til ein drekka-
munn.
Millum 2000 og 3000
plaga at vitja sølustevnuna,
sum er afturvendandi tiltak
tá stundar móti jólum. Tøl-
ini fyri sølustevnuna hesu-
ferð, hava vit tíverri ikki
fingið uppspurt.
Tað er NSÍ, sum skipar
fyri sølustevnuni.
Ull fyri allar pengarnar Rendi í grótveggin
FERÐMÁTINGAR
Ingrid Bjarnastein
Um
vikuskiftið
hevur
politiið í Havn gjørt fleiri
ferðmátingar
í
Kald-
baksbotni. Leygarkvøldið
vóru fýra bilførarar tiknir
fyri at koyra ov skjótt. Har
vóru tveir, sum koyrdu heili
150 km/t, meðan ein koyrdi
127 km/t og hin seinasti
116 km/t.
Ein bilur var eisini stolin
í Kollafirði sunnudagin.
Hann varð funnin aftur
uttanfyri Keypsamtøkuna í
Runavík mánamorgunin.
Bilurin hevði ongan skaða
fingið, men politiið veit
ikki, hvør hevur stolið
bilin.
Annars
hevur
verið
friðarligt um vikuskiftið.
Politiið upplýsir, at tveir
hava verið og yvirnáttað í
brummuni. Annars hava
fleiri, sum eru avdottin í
býnum, verið koyrd til hús.
Ein lítil venjing var í
Vágatunlinum sunnukvøld-
ið. Hetta var í sambandið
við útkalling og líknandi í
Vestmanna,
Kvívík
og
Sandavági.
Fleiri koyrdu ov skjótt
Á sølustevnuni Marko 2002 var ein mótasýning leygarkvøldið. Har var ullin og tað føroyska
tógvið afturgangandi
Eisini børnini høvdu úr at gera. Her sita tey í básinum hjá einum handli og hyggja eftir
teknifilmi í sjónvarpinum, sum var sett upp
C
M
Y
K
5
4