Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. desember 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 237 - 10. desember 2002 Nr. 237 - 10. desember 2002 7 Borgarstjórin á Tvøroyri fer ikki frá á nýggjárinum, soleiðis sum ætlanin var BÝRÁÐSSAMGONGA Áki Bertholdsen Tað er nú greitt, at Finnleif Guttesen verður borgar- stjóri á Tvøroyri í minst tvey ár afturat. Annars var tað ætlanin, at Finnleif skuldi fara frá nú á nýggjárinum og samstundis skuldi Kristin Michelsen taka við sum borgarstjóri tey bæði árini, sum eru eftir av hesum valskeiðnum. Hetta varð avtalað, tá ið býráðssamgongan varð skipað eftir kommunuvalið í 2000. Eftir valið skipaðu um- boðið fyri uttanflokkalist- an, umboðið fyri sam- bandsflokkin og tey trý um- boðini fyri javnaðarflokkin, samgongu í býráðnum. Hinvegin eru tjóðveldis- flokkurin og fólkaflokkin ikki við í samgonguni. Tað leikaði hart á at fáa samgonguna skipaða, tí javnaðarflokkurin kravdi býráðsformannin og tað lá í kortunum, at tað skuldi verða Sverri Midjord. Men kabalin endaði við, at Finnleif Guttesen skuldi vera borgarstjóri tey bæði fyrstu árini í valskeiðnum, men at Kristin Michelsen á uttanflokkalistanum skuldi vera borgarstjóri tey bæði seinnu árini. Hinvegin skuldi Sverri Midjord vera varaborgar- stjóri í býráðnum øll fýra árini. Hendan sermerkta sam- gonguavtalan elvdi til eitt sindur av kjaki, har bæði løgfrøðingar og kommun- ala eftirlitið førdi fram, at tað var í stríð við komm- unulógina at gera slíkar avtalur. Ført varð fram, at borgar- stjórin verður valdur fyri fýra ár og at tað ikki ber til at skifta borgarstjóra í val- skeiðnum, uttan í heilt ser- ligum føri. Og tað tykist sum um Býráðið á Tvøroyri hevur góðtikið hesar treytirnar, tí nú siga bæði Finnleif Guttesen og Kristin Mich- elsen, at tann avtalan er ikki galdandi longri og at Finn- leif Guttesen tískil heldur fram sum borgarstjóri. Samstundis váttar Kristin Michelsen, at soleiðis verð- ur og at tað ongar avleið- ingar fær fyri hansara støðu í samgonguna í býráðnum á Tvøroyri. Skal vera í fýra ár Í Kommulogini stendur púra greitt, at borgarstjórar og varaborgarstjórar verða valdur fyri alt valskeiðið. Aðraðstaðni í Kommunu- lógini stendur, at borgar- stjórar og varaborgarstjórar kunnu siga seg úr starvi, men hetta kunnu teir bara gera undir heilt serligum umstøðum og, um ávísar treytir eru lúkaðar. – Eitt nú kunnu teir siga seg frá vegna sjúku, ella um um ávís onnur viðusrskifti gera seg galdandi. Tað ber sostatt ikki til framman- undan at gera avtalur um, at borgarstjóri, ella varaborg- arstjóri skulu leggja frá sær, tá ið eitt ávísur partur av valskeiðnum er runnin. Tað er heilt greitt í stríð við kommunulógina, segði Rúni Joensen, lógfrøðing- ur á Løgmansskrivstovuni, við Sosialin beint eftir, at býráðssamgongan á Tvør- oyri varð skipað. – Í tvey ár hava vit bygt út fyri einar 40 milliónir í Kollafirði og nógv meiri er á veg. Vóru kollfirðing- ar einsamallir, hevði tað tikið teimum 15 ár at gjørt tað sama, sigur borgarstjórin, Jan Christiansen KOMMUNU- SAMANLEGGING Áki Bertholdsen – Tað er heilt hol í høvdið, at kollfirðingar eru mis- nøgdir. Jan Christiansen, borgar- stjóri í Tórshavnar Komm- unu, skilir als ikki mis- nøgdina hjá kollfirðingum, eftir at tey løgdu saman við Tórshavnar Kommunu. Borgarstjórin sigur, at síðani Kollafjørður og Havnin løgdu saman, er nógv hent í Kollafirði og nógv meiri er á veg. – Men kollfirðingar mugu ikki gloyma, at kommunan er ein heild og skal byggjast út sum ein heild og tí gongur tað kanska ikki akkurát so skjótt, ið summir høvdu hugsað sær. Jan Christiansen vísir á, at var Kollafjørður ein kommuna fyri seg, hevði hon kunnað bygt út fyri einar fýra millónir um árið, tí størru kvotu fingu tey ikki eftir treytunum hjá landsstýrinum. – Men nú Kollafjørður og Havnin hava verið ein kommuna í tvey ár, hava vit bygt út í Kollafirði fyri einar 40 milliónir. Og nógv meiri er á veg, bæði skúli og ítróttarhøll, so tá ið tað er bygt afturat um ikki so langa tíð, eru útbyggingar gjørdar í Kollafirði fyri upp ímóti 80 milliónum. – Vóru kollfirðingar einsamallir, hevði tað tikið teimum eini 15 ár at gjørt tað sama, sum nú verður gjørt eftir nøkrum heilt fáum árum. Nógv er gjørt og nógv skal gerast Jan Christiansen sigur, at av tí, sum er gjørt í Kolla- firði, er nógv tað mesta lagt í at byggja havnina út. – Og tað kann sigast við vissu, at eitt stórt virki sum Kloosterboer, varð ikki lagt í Kollafirði, var bygdin ikki løgd saman við Havnina, tí tað skuldi byggjast so nógv út. – Og vit hava somuleiðis gjørt kollfirðingum greitt, at skúlin skal byggjast út, so at 8. og 9. flokkur eisini kunnu ganga í skúla har í bygdini. Samstundir hava vit keyt hús til barnagarð og, umframt at bygt er upp í Skótahúsið so at barna- garður eisini kann vera har. – Men vit mugu eisini leggja útbyggingarnar so til rættir, at vit fyrst byggja út, har tørvurin er størstur og har hava aðrir skúlar havt nógv størri tørv á útbygg- ing. Tað er eisini ætlanin at byggja ítróttarhøllina. Í tí sambandi situr ein áhuga- bólkur og arbeiðir, men bý- ráðið hevur ikki fingið eitt endaligt úrslit frá teimum enn. – Væntandi byrja vit uppá skúlan næsta ár. Men í 2003 hava vit raðfest barnaansingina hægst, so nógv tað mesta verður brúkt til tað næsta ár. Men 2004 verður árið við teim- um stóru skúlaútbygging- unum, so tá verður skúlin í Kollafirði vónandi eisini bygdur út, men eg kann ikki siga tað við vissu. Borgarstjórin leggur tó afturat, at tá ið hetta val- skeiðið er runnið um tvey ár, er onki at ivast í, at heilt ítøkilig stig tikin til bæði skúla og ítróttarhøll. – At Heðin Mortensen hevur lovað teimum ítrótt- arhøll í ár, má standa fyri hansara egnu rokning, tí tað er ein avgerð, sum hann ikki kann taka einsamallur. Slepst ikki undan Borgarstjórin heldur, at tá í kollfirðingar eru farnir frá einari skipan, har tey vóru ein kommuna fyri seg, til eina aðra skipan, har tey hoyra undir havnini, slepst ikki undan eitt sindur av misnøgd her og har. – Men vit, sum sita í bý- ráðnum, eru ikki vald at tæna einstaklingum ella ávísum býlingum. Og vit mugu tíverri ásanna, at nógv av tí, sum er gjørt í Havn, á Argjum og í Kolla- firði, seinastu árini, eru loysnir, har einstakir trup- ulleikar verða loystir fyri seg, uttan at hugsa um heildina og tað er mangan ómetaliga trupult, dýrt og tíðarkrevjandi at koma afturum aftur. – Og vit mugu eisini ásanna, at onkrar av teim- um avgerðum, sum vórðu tiknar í Kollafjarðar Bygdaráði seinastu tíðina áðrenn samanleggingina, vóru ógvuliga óhepnar og bera brá av, at bygdaráðið ætlaði at skumpa mál ígjøgnum áðrenn saman- leggingina. – Tað hendi eitt nú, tá ið Kollafjarðar Bygdaráð gav byggiloyvi til vanlig virki niðri á havnalagnum, har tey skjótt kunnu verða ein stór forðing fyri at byggja kommununi út í sambandi við tað, sum hevur við sjógvin at gera. – Vanlig virki kunnu verða allastaðni og tí tóku vit tilsøgniuna um byggi- loyvi á havnalagnum aftur, Men tíverri hava vit so hin- vegin heldur ikki verið før fyri enn at víst teimum á onnur stykki, og tað er at harmast um, sigur borgar- stjórin. – Men vit arbeiða við eini heildarætlan fyri Kolla- fjørð, har bæði útstykking- ar til sethús, handil og ídn- að eru, og hendan heildar- ætlan verður løgd fram fyrst í komandi ári. Kollfirðingar hava eisini fingið bussleið fleiri ferðir um dagin, har ferðaseðlarn- ir kosta tað sama sum hjá havnafólki annars og tað er ein dýr loysn. Hann viðgongur tó, at Kollafjørður er so mikið langt burtur, at hann eigur at hjava eina ávísa umsiting fyri fyri seg og tí er ein kommunalur arbeiðsfor- maður nú settur at loysa teir smáu gerandis trupulleik- arnir, sum stinga seg upp við brostnum gøtuljósum o.s.fr. – Vónandi kann hetta loysa teir smáu trupulleik- arnar, sum í Kollafirði, men øll tey stóru málini verða løgd til rættis av umsiting- ini í Havn, tí soleiðis má tað vera, sigur Jan Christ- iansen. Adrian Dalsá fór úr starvinum fríggjadagin Adrian Dalsá er ikki longur stjóri á Kósavirkinum í Klaksvík. Nú hann hevur sagt seg úr starvi, hevur hann verið stjóri á størsta flakavirki í landinum á privatum hondum síðani í september í 2000. Adrian Dalsá hevur ongar viðmerkingar til uppsøgnina.Men hann leggur afturat, at tað er bara at hyggja eftir roknskapinum, tá ið hann tók við sum stjóri, og at samanbera teir við roknskapirnar hesi bæði seinastu árini, so sæst, at tað er ikki tí at úrslitini hava verið so vánalig, at hann nú er farin. –Eg og Kósin passaðu rætt og slætt ikki so væl saman, og so var best at vit skiltust, sigur Adrian Dalsá í stuttari viðmerking. Stjórin á Kósini farin úr starvi Hol í høvdið at tey eru misnøgd í Kollafirði – Tá ið hetta valskeiðið er runnið um tvey ár, er onki at ivast í, at heilt ítøkilig stig tikin til bæði skúla og ítróttarhøll í Kollafirði, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri Finnleif verður sitandi Finnleif Guttesen fer ikki frá sum býráðsformaður á Tvøroyri, soleiðis sum upprunaliga avtalað, tá ið býráðs- samgongan á Tvøroyri varð skipað eftir kommunuvalið í 2000 C M Y K 7 6 Meirilutin í fíggjar- nevndini hevur gjørt broytingar í fíggjar- lógaruppskotinum, so yvirskotið næsta ár veksur úr tveimum upp í 91 milliónir krónur, eftir at av- dráttirnir eru goldnir. – Skal onkur játtan aftur á fíggjarlógina, so má sparast aðra- staðni, tí vit halda fast við at yvirskotið skal vera 91 milliónir, sigur Óli Breckmann, formaður í fíggjar- nevndini, ið nú bíðar eftir viðmerkingum frá andstøðulimun- um í nevndini, áðr- enn álitið kann leggj- ast fyri løgtingið, helst mikudagin. FÍGGJARLÓG Jón Brian Hvidtfeldt 91 milliónir krónur í yvir- skoti eftir at rentur og av- dráttir er goldið. Tað er úrslitið eftir at meirilutin í fíggjarnevndini er liðugur við sína viðgerð av fíggjar- lógaruppskotinum fyri næsta ár. Til samanberingar hevði fíggjarlógaruppskot- ið, ið varð lagt fram fyri góðum tveimum mánaðum síðan, tvær milliónir í yvir- skoti eftir at avdráttirnir eru goldnir. Óli Breckmann, formað- ur í fíggjarnevndini, vil ikki gera stórvegis viðmerking- ar til tølini, áðrenn álitið er liðugt. Uppskotið frá meiri- lutanum í fíggjarnevndini varð fríggjadagin latið minnilutanum í nevndini, ið nú situr og ger sínar við- merkingar, áðrenn træðrir- nir verða samlaðir undan framløguna av álitinum úr fíggjarnevndini, ið verður grundarlagið undir 2.viðgerð av fíggjarlógar- uppskotinum fyri 2003. Eingir pengar til Syðradal Óli Breckmann sigur, at meirilutin hevur lagt seg eftir at halda fast við at yvirskotið skal vera 91 milliónir krónur. Í uppruna- liga uppskotinum til fíggj- arlóg fyri næsta ár eru 14 millióni krónur settar av til samferðsluhavn í Syðra- dali. Óli Breckmann váttar, at meirilutin í fíggjar- nevndini hevur strikað hesa játtanina, so eingir pengar eru til samferðsluhavnina næsta ár. Hann vísir á, at skulu pengarnir aftur á fíggjarlógina, so má skarv- ast av onkra aðra staðni. 159 broytingar Vilhelm Johannesen, næst- formaður í fíggjarnevndini, metir, at talan var um eitt ófullfíggjað uppskot til álit, ið minnilutin fekk seint fríggjadagin. - Í uppskotinum eru bara tøl og ongin frágreiðing um nakað sum helst. Tilsamans er talan um 159 broytingar, ið meirilutin hevur gjørt til tølini í uppruna uppskoti- num frá Fíggjarmálastýri- num. Og tað ger ikki støð- una betri, at vit leygardagin fingu 64 broytingar afturat frá Fíggjarmálaráðnum, sigur Vilhelm Johannesen, ið umboðar minnilutan í nevndini. Tó skal høga talið takast við ávísum fyrivarni, m.a. tí fleiri broytingar eru íkomnar, tí ALS-gjaldið og gjaldið í Trygdargrunnin er broytt, síðan fíggjarlógar- uppskotið varð lagt fram, og hetta broytir útreiðslur- nar hjá ymsu stovnunum nakað. Eisini hevur minni- lutin fingið at vita, at í ávís- um føri er talan um somu broytingar, bæði frá meiri- lutanum í fíggjarnevndini og frá Fíggjarmálaráðnum. Vilhelm Johannesen veit ikki at siga, hvørja niður- støðu minnilutin kemur við, sammett við uppskotið frá meirilutanum. Uppgáv- an hjá andstøðuni í fíggjar- nevndini er at koma við broytingaruppskotum til upprunaliga uppskotið frá Fíggjarmálaráðnum. Í hes- um sambandi vísir Vilhelm Johannesen á, at á fíggjar- lógaruppskotinum eru 14 milliónir settar av til sam- ferðsluhavnina á Syðradali, og hetta tekur minnilutin undir við. Tað vil í hvussu so er siga, at í hesum máli- num draga meiriluti og minniluti í fíggjarnevndini ikki somu línu. Til úrslitið hjá meiriluta- num í fíggjarnevndini, ið hevur megnað at hækka yvirskotið á fíggjarlógar- uppskotinum úr tveimum upp í 91 milliónir krónur sigur Vilhelm Johannesen: - Sparingar eru gjørdar fyri 70 milliónir krónur og inntøkurnar eru mettar at vera 21 milliónir hægri enn upprunaliga mett. Um hetta fer at halda, má bara tíðin vísa, sigur Vilhelm Jo- hannesen. Álit frá fíggjarnevndini verður væntandi lagt fram fríggjadagin. Verður tað gjørt, so kann løgtingið hava 2.viðgerð av uppskoti- num til fíggjarlóg fyri 2003 fríggjadagin. Fíggjarlógin skal hava 91 milliónir í yvirskoti - Eftir okkara uppskoti leypa 91 milliónir av á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003 eftir at avdráttirnir eru goldnir, sigur Óli Breckmann, formaður í fíggjarnevndini.