týsdagur 10. desember 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 237 - 10. desember 2002
Nr. 237 - 10. desember 2002
9
Tað er bara ein Eivør.
Um vikuskiftið lænti
hon hjørtini hjá
áhoyrarum í
Norðurlandahúsinum
og Mentanarhúsinum
við góðari hjálp frá
einum nýggjum
íslendskum bólki,
felagskórinum
Gøta/Leirvík og
yndisligum Lucia-
gentum
UMMÆLI
Ingi Rasmussen
»Hon stendur onki aftan
fyri Sissel Kirkjebø.«
»Hon minnir meg um
Anisette úr Savage Rose.«
Tvær so ymiskar útsagnir
aftaná jólakonsertina leyg-
arkvøldið í Norðurlanda-
húsinum vitna um, at her er
talan um ein sangara, sum
spennir ótrúliga víða. Vit
vóru og lýddu á Eivør Páls-
dóttir, og sunnukvøldið
stóð hon á pallinum í Men-
tanarhúsinum í Fuglafirði.
Upplivilsið var stórt, fjøl-
broytt og máttmikið. Eivør
var bæði ein vakur eingil og
ein dragandi dís, og vit
fingu høvi bæði at uppliva
jólafrið og hulduløg.
Nýggjur bólkur
Eivør Pálsdóttir var fyri
fyrstu ferð saman við sín-
um nýggja íslendska bólki
á palli í Føroyum. Birgir
Bragason á kontrabassi,
Eyvarð Lárusson á gittara
og Pétur Grétarsson á
trummum hóskaðu sera væl
saman við Eivør, og teir
skaptu ein tryggan gróðrar-
botn fyri tí sjáldsama hug-
lagnum, sum Eivør meist-
arliga manar fram.
Sjálv skráin var ein
spennandi
samanseting.
Jólaløg, traditionellir sálm-
ar og egin løg vóru útsett í
sjáldsamar og øðrvísi tulk-
ingar. Onkuntíð yndisligt,
stundum sorgblítt og aðrar
tíðir dragandi demoniskt.
Eivør fekk eisini víst, at
hon dugir betur enn hampi-
ligt við sínum guitara og
ger løg, sum fáa hárini at
reisast. Ella er tað bara tí, at
øll løg verða spennandi, tá
hon ber tey fram.
Kanska ein dag
Persónliga dámdi mær ser-
liga væl framførsluna av
einum nýggjum lagi hjá
Eivør, sum kallast »Kanska
ein dag«. Tað var so einkult
og sjálvsagt, og kortini kom
tað so óvart á.
Felagskórið Gøta/Leirvík
bakkaði Eivør upp í tveim-
um kendum jólaløgum, Pie
Jesus og Halga nátt. Kórið
kom væl frá sínari fram-
førslu, sum var trygg og
dempað. Í Pie Jesu fór
Eivør upp um tað høga C-
ið, men tað var so inniligt
og kensluborið, at onki glas
í
Norðurlandahúsinum
kundi droymt um at brotn-
að.
Tað var eisini ein flott
finala, tá ein riðil av smá-
gentum í hvítum kjólum
við livandi ljósum komu
gangandi inn eftir gólvin-
um og tóku undir at syngja
Santa Lucia. Eitt rørandi
punktum fyri eini konsert á
himmalskum støði.
Bara Eivør
Fólk høvdu sjálvandi ikki
fingið nokk og kravdu
meira.
Íslendska bandið kom
ikki innaftur, men Eivør og
gittarin bjóðaðu seg fram.
Hon sang ein hálvlidnan
sang, ið bygdi á orðini »Tá
mundi
tú
stolið
mítt
hjarta«, sum hon hevði sitið
við kvøldini fyri.
Tað sigur ikki so lítið um
hennara sjálvsálit, evni og
innara frið, at Eivør hóast
sín unga aldur torir at kasta
seg út í ein hálvlidnan tekst
uttan eitt endaligt lag – og
sleppur væl frá tí. Tað er,
sum hevur hon samband
við okkurt yvirnáttúrligt,
men kortini er hon so púra
náttúrlig, tá hon tekur
okkum langt inn í sín
tónleik.
Tað er skeivt beinleiðis at
samanbera hana við nakran
annan. Eivør er bara Eivør.
Hon kann vera Kirkjebø,
Anisette og BjÖrk. Men
bara Eivør er Eivør.
Í
mikudagsblaðnum
verður reportasja frá kon-
sertini í Mentanarhúsinum.
Leygarkvøldið mundi hon
stolið mítt hjarta.
Tá mundi tú stolið mítt hjarta
Eivør Pálsdóttir við gittaranum fekk gott undirspæl frá Birgiri Bragasyni á kontrabassi og hinum íslendsku tónleikarunum, sum týðiliga nýttu at spæla saman við
føroyska stórtalentinum
Mynd: Tom Laursen
Rithøvundurin
Hanus Kamban er
innstillaður til
bókmentavirðirsløn
Norðurlandaráðsins.
Hann væntar sær ikki
heiðurin, men fegnast
og tekur taðsum eina
viðurkenning av
sínum arbeiði
VIRÐISLØN
Ingi Rasmussen
– Tað er stuttligt og kennist
nøktandi.
Tað sigur Hanus Kam-
ban, rithøvundur, sum er
føroyska boðið upp á bók-
mentavirðislønina
hjá
Norðurlandaráðnum
fyri
2003. Hann er innstillaður
fyri stuttsøgusavnið Píla-
grímar, sum kom út í 2001.
Hóast Hanus ikki væntar
sær heiðurin, so er hann
sera glaður fyri at verða
innstillaður.
– Tað er onkursvegna ein
viðurkenning av tí arbeiði,
sum tú gerst. Tá tú arbeiðir
við einum verki, sum í hes-
um føri var Pílagrímar,
kennir tú sjálvur á tær, um
tað er væl frágingið. Men
tað kennist sjálvandi betur,
tá onkur annar, sum tú ikki
kennir, gevur tær eina við-
urkenning, sigur Hanus
Kamban.
Høg krøv
Úr hinum Norðurlondunum
eru innstillað Per Højholt
og Morten Søndergaard úr
Danmark, Pirjo Hassinen
og Kjell Westö úr Finn-
landi, Alfrun Gunnlaugs-
dóttir og Johann Hjalmars-
son úr Íslandi, Liv Køltzow
og Jørgen Norheim úr
Noregi og Stewe Claeson
og Eva Ström úr Svøríki.
Bókmentavirðislønin
verður latin fyri eitt fagur-
bókmentaligt verk, sum er
skrivað á einum av teimum
norðurlendsku málunum.
Tað kann vera ein skald-
søga, eitt yrkingasavn, eitt
stuttsøgusavn
ella
eitt
essaysavn. Verkið skal lúka
høg bókmentalig og listar-
lig krøv.
Ein norðurlendsk nevnd
velur, hvør skal fáa heið-
urin. Endamálið við prísin-
um er at økja um áhugan og
kunnleikan fyri bókment-
unum, mentan og máli hjá
grannum í Norði.
Tveir føroyingar
William Heinesen og Rói
Patursson
eru
einastu
føroyingar, sum áður hava
megnað at fáa virðislønina,
tá til stykkist kom. Nú
Sunnleif Rasmussen fekk
tónleikavirðislønina í ár,
ivast fólk eisini í, um ein
føroyingur hevur nakran
kjans at fáa bókmentavirð-
islønina
eisini.
Hanus
Kamban verður so ikki
vónsvikin, um onkur annar
fær heiðurin og harvið tær
350.000 krónurnar, tá vinn-
arin verður avdúkaður 21.
februar 2003.
– Tað er fullkomiliga
óvist, hvør fær heiðurin, tá
av tornar. Tað havi eg ongar
tankar gjørt mær um. Eg eri
bara fegin um at ta viður-
kenning, sum tað er at vera
innstillaður, sigur Hanus
Kamban.
Leygardagin hava vit
størri viðtal við Hanus
Kamban í sambandi við, at
hann letur eitt nýtt stutt-
søgusavn úr hondum í
vikuni.
Hanus Kamban fegnast
um viðurkenning
Gásadalstunnilin skotin ígjøgnum áðrenn jól
Arbeitt verður í
tveimum skiftum,
sjey dagar um vikuna.
– Vit miða ímóti at
koma ígjøgnum áðr-
enn jól, sigur Oyvind-
ur Brimnes, lands-
verkfrøðingur
GÁSADALSTUNNILIN
Jón Brian Hvidtfeldt
Gongst sum ætlað, so verð-
ur nýggi Gásadalstunnilin
skotin ígjøgnum áðrenn jól.
Í eina tíð hava teir 10-12
menninir hjá Landsverk-
frøðinginum
arbeitt
í
tveimum skiftum umframt
at arbeitt hevur verið um
vikuskiftið.
Oyvindur
Brimnes,
landsverkfrøðingum, sigur,
at tey miða ímóti at koma
ígjøgnum áðrenn jól. Dag-
blaðið skrivar, at tunnilin
verður skotin ígjøgnum
18.desember, men so bjart-
skygdur er landsverkfrøð-
ingurin kortini ikki.
- Vit vóna at koma
ígjøgnum áðrenn jól, men
tað verður neyvan fyrr enn
20.desember – møguliga
ikki fyrr enn 23.desember,
sigur Oyvindur Brimnes.
Oyvindur Brimnes vísir
á, at av tí at tey bara bora
øðrumegin frá, er truplari at
meta neyvt um, hvussu
langa tíð arbeiðið fer at
taka, sammett við um borað
varð frá báðum síðum sam-
tíðis. Serliga kann vera
trupult at meta um teir sein-
astu
metrarnar,
áðrenn
komið verður ígjøgnum.
Óviss tíðarætlan
Sum er dugur landsverk-
frøðingurin ikki at siga,
nær tunnilin til Gásadals
verður endaliga liðugur.
Tað veldst politiska viljan,
og í síðsta enda, hvussu
nógvir pengar verða settir
av til endamálið.
- Sambært upprunaligu
langtíðarætlanini skuldu 8-
10 milliónir krónur setast
av á fíggjarlógini til Gása-
dalstunnilin næsta ár, men
tað seinasta eg veit um, er
at tríggjar milliónir vera
settar av. Einasta vit kunnu
gera, er at arbeiða út frá tí
játtan, vit fáa, sigur Oy-
vindur Brimnes.
Hóast tunnilin verður
skotin ígjøgnum áðrenn jól,
so manglar framvegis nógv
arbeiði, áðrenn hann kann
takast í nýtslu. Oyvindur
Brimnes vísir á, at verða
tríggjar milliónir játtaðar til
arbeiðið næsta ár, so røkka
tær til at gera tunnilin
tryggan, at gera vendipláss
øðrumegin umframt okkurt
smávegis afturat. Men talan
verður kortini bara um arb-
eiðsveg, og tí verður ikki
talan at lata tunnilin upp
fyri almennari ferðslu.
Oyvindur Brimnes sigur,
at tað tó hevur verið uppá
tal at loyva ávísari ferðslu
gjøgnum tunnilin, m.a. so
at vøra og postur kann
koma til Gásadals hvønn
dag, og møguliga verður
uppá tal, at loyva bygdar-
fólki at nýta tunnilin. Men
hetta skal í øllum føri ger-
ast undir strangum eftirliti,
og eisini verður neyðugt at
hava bumm fyri tunnils-
munnan, so ferðslan gjøgn-
um tunnilin kann tálmast,
sigur Oyvindur Brimnes.
Landsverkfrøðingurin
sigur, at tað verður ikki fyrr
enn í maj ella juni mánað
næsta ár, at ávís ferðsla
verður loyvd í Gásadals-
tunnlinum.
Umframt sjálvt tunnils-
arbeiðið skal vegur gerast
oman í bygdina. Oyvindur
Brimnes sigur, at sum tað
sær út í løtuni verður hetta
arbeiði boðið út í 2004.
Nú undirsjóvartunn-
ilin verður tikin í
nýtslu, hevur Bjarni
Djurholm, landsstýr-
ismaður í samferðslu-
málum, lagt uppskot
fyri løgtingið um at
steðga siglingini um
Vestmannasund. Í
hesum sambandi skal
Vestmanna Komm-
una hava tríggjar
milliónir krónur í
endurgjaldi, fyri mist
havnagjald
LØGTING
Jón Brian Hvidtfeldt
Mikudagin, ella dagin eftir
at fasta sambandið um
Vestmannasund er alment
tikið í nýtslu, skal løgtingið
viðgera eitt uppskot frá
Bjarna Djurholm um at
broyta lógina um fólka- og
farmaflutning.
Broytingaruppskotið
fevnir í stuttum um at strika
leiðina
»Vestmanna
–
Oyragjógv« av yvirlitinum
yvir tær leiðir, ið Strand-
ferðslan hevur skyldu at
røkja. Og við hesum fer
siglingin um Vestmanna-
sund so endaliga í søguna.
Strandferðslan hevur longu
boðað frá, at síðsti túrur um
sundið verður sigldur um
middagsleitið
týsdagin,
beint áðrenn tunnilin verð-
ur tikin í nýtslu.
Farleiðin um Vestmanna-
sund hevur higartil givið
eitt lítið yvirskot, umleið
300.000 krónur, til Strand-
ferðsluna. Tá komið var til
hálvan november hevði
Strandferðslan flutt umleið
360.000 fólk og 98.000 bil-
ar aftur og fram um Vest-
mannasund, og tá má havast
í huga, skipini lógu frá
18.apríl til 15.maj vegna
verkfall.
Men nú koyrandi verður
undir sundið er neyvan
sannlíkt, at tað hevði borið
til at varðveitt nógvu
ferðsluna við Ternuni, og
harvið yvirskotið í kassan
hjá Strandferðsluni.
3 mió. í endurgjaldi
Nú siglingin verður niður-
løgd
missir Vestmanna
Kommuna inntøkur frá
havnagjaldinum, og tí skal
landið gjalda endurgjald til
kommununa. Kommunan
fær endurgjald, ið svarar til
havnagjaldið í fimm ár,
grundað á miðal árliga
havnagjaldið seinastu trý
árini. Eftir hesum skal Vest-
manna Kommuna hava um-
leið tríggjar milliónir krón-
ur í endurgjaldi frá landi-
num. Peningurin verður
rindaður í einum.
Nú Vágatunnilin
verður tikin í nýtslu
hækkar Strandferðsl-
an um tænastustøðið,
og bjóðar millum
annað eina nýggja
flogrutu til fólk í
Eysturoynni og Norð-
oyggjum. Samtíðis
hevur Strandferðslan
megnað at varðveita
somu ferðaseðlaprís-
ir, hóast stovnurin
skal gjalda tvær milli-
ónir árliga til P/F
Vágatunnilin
SAMFERÐSLA
Jón Brian Hvidtfeldt
Nú koyrandi verður undir
Vestmannasund, kunnger
Strandferðslan
nýggja
ferðaætlan vestur í Vágar.
Fasta sambandið um sundið
styttir munandi um tíðina,
tað tekur at koyra úr Vágum
inn á meginøkið. Og eisini
verður sambandið inn í
Eysturoynna munandi betri,
tí nú verður ein flogruta at
koyra inn í Eysturoynna og
til Leirvíkar, so eisini norð-
oyingar fara at sleppa skjót-
ari og lættari vestur í Vágar.
- Eg meti, at vit við hesi
ferðaætlanini hava megnað
at lyft tænastustøðið mun-
andi, sigur Pól Jákup
Thomsen, fólkaflutnings-
leiðari hjá Strandferðsluni.
Hann vísir á, at nú koyrandi
verður heilt vestur á flog-
vøllin, styttir tað munandi
um tíðina, tað fer at taka at
koyra vestur.
Somu prísir
Hóast Strandferðslan skal
gjalda umleið tvær millión-
ir um árið til P/F Vágatunn-
ilin, so verður tað ikki dýr-
ari at koyra við bussi til og
úr Vágum. Ein ferðaseðil úr
Havn vestur í Vágar fer
framvegis at kosta 100
krónir eins og eitt mánaðar-
kort framvegis fer at kosta
1050 krónur.
- Vit vænta, at nógv fólk
framvegis fara at ferðast
aftur og fram, t.d. millum
Vágar og Havnina til arb-
eiðis ella í skúla, sigur Pól
Jákup Thomsen. Hann vísir
á, at túrurin við bussi bara
fer at taka trý korter, so fólk
tørva ikki at fara so tíðliga
frá húsum, fyri at vera til
arbeiðis ella í skúla í Havn
klokkan átta um morgunin.
Aðrastaðni í blaðnum
lýsir Strandferðslan við
nýggju ferðaætlanini, ið tey
hava valt at nevna fyri eina
royndarferðaætlan. Pól Ják-
up Thomsen sigur, at
møguliga verða onkrar til-
lagingar gjørdar seinni, vís-
ir tað seg at vera rættast.
Nýggj flogruta til eysturoyingar og norðoyingar
Siglingin um Vestmannasund steðgað við lóg
Seinasta skotið í tunnlinum
til Gásadals verður væntandi
latið av áðrenn jól, helst ein
av døgunum 20.-23. desem-
ber, metir Oyvindur Brim-
nes, landsverkfrøðingur. Men
rúm tíð fer helst at ganga,
áðrenn tunnilin kann takast
í nýtslu, tí bara tríggjar
milliónir eru settar av til
arbeiðið næsta ár.
C
M
Y
K
9
8