týsdagur 10. desember 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 237 - 10. desember 2002
Nr. 237 - 10. desember 2002
11
– Vit høvdu ikki torað
at droymt um, at
skipini fóru at fáa
eina so stórfingna og
virðiliga móttøku,
sigur Ragnar Olsen
hjá P/F Beta
NÝBYGNINGAR
Vilmund Jacobsen
Tað var ein rættilig stór-
hending
í
Runavíkar
kommunu sunnudagin kl.
14, tá ið nýggju skipini hjá
P/F Beta í Saltangará,
Bakur og Stelkur, løgdu til
bryggju.
Hópur av fólki var sam-
ankomin at taka ímóti.
Eingin
nýbygningur
er
komin til kommununa sein-
astu 16 árini, so spenn-
ingurin var stórur, nú hesi
snotuligu skip endiliga
vóru komin í havn.
Leystligar metingar siga,
at talið av vaksnum og
børnum, sum vildu heilsa
skipi, manningum og reiða-
ríi, ikki var minni enn 500,
og tað má sigast vera ein
rættilig móttøka.
Á Beta siga tey, at tey
vóru ovfarin. Tey høvdu
ikki torað at droymt um, at
skipini fóru at fáa eina so
stórfingna og virðiliga mót-
tøku.
Hátíðarhaldið var sett til
at vera kl. 14, men skipini
vóru komin inn undir land í
góðari tíð.
Skipað varð so fyri, at
tyrlan við tveimum mynda-
monnum fleyg yvir Baki og
Stelki eina góða løtu,
meðan tey lógu og mólu
runt inni á Skálafjørðinum
og "bíðaðu" eftir klokkuni.
Hornatónleikur
Hornorkesrtrið setti sín
hátíðarliga dám á løtuna, og
býráðsformaðurin í Runa-
víkar
kommunu,
Rod-
mundur Nielsen, helt røðu.
Reiðarin, Olaf Olsen,
takkaði fyri stórfingnu
móttøkuna. Hann beyð
manningunum væl aftur-
komnum, takkaði føroysku
útvegarunum fyri arbeiði,
teir hava gjørt, og bjóðaði
síðan øllum, sum saman-
komin vóru, umborð at
síggja skipini. Eisini bjóð-
aði hann til ábit í hølunum
hjá reiðarínum.
Tá ið løtan kom, fóru
bæði vaksin og børn um-
borð, og so nógv fólk var á
bryggjuni, at øll sluppu ikki
umborð í senn. Onkur fór tí
fyrst til ábit og fór síðan
umborð, tá ið onnur vóru
farin í land aftur.
Mett verður, at fleiri
hundrað nýttu høvi at
síggja skipini.
Fólk vóru hugtikin av
skipunum og umstøðunum
hjá manningunum, sum á
ongan hátt kunnu saman-
berast við umstøðurnar
umborð á gomlu skipunum,
sum nú fara úr flotanum,
Munki, Skúgvi og Græl-
ingi.
Ein Cuba-bátur verður nú
stakur við fiskiloyvi; tað er
Havhestur, sum í fyrstu
syfti verður stand-by skip
hjá onkrum av hinum skip-
unum hjá felagnum, um
okkurt verður áfatt.
Somu manningar
Skiparar við Baki og Stelki
verða Ólavur Samuelsen og
Kjartan Egholm. Mann-
ingarnar verða í fyrsta lagi
tær, sum vóru umborð á
Gorpi og Skrápi, sum hesir
báðir sjógarparnir hava
ført.
Sjey mans verða við
hvørjum trolara.
Ragnar Olsen væntar, at
sum frá líður verða tríggjar
manningar
knýttar
at
nýggju skipunum, men
væntast kann, at verandi
manningar verða rættiliga
støðugar umborð í byrjan-
ini, nú alt er nýtt, spennandi
og avbjóðandi.
Í byrjanini verður avloys-
ingin nokk ikki so formell,
sum Ragnar tekur til, men
væntast kann, at avloysar-
arnir í størstan mun verða
kend andlit í reiðarínum.
Spurdur, nær skipini fara
til fiskiskap, sigur Ragnar
Olsen, at ætlanin er at loysa
í kvøld.
- Okkurt smávegis er eftir
at justera, og í hesum førin-
um er talan um útbúnað,
sum maskinverkstaðurin,
FJM, hevur staðið fyri,
sigur hann.
Seinastu nýbygningarnir,
sum komnir eru til Runa-
víkar
kommunu,
vóru
Jaspis og Ametyst. Báðir
eru bygdir í 1986. Tann
fyrri kom í mars; hin kom
við ársenda sama ár.
500 fólk tóku ímóti Baki og Stelki
NÝBYGNINGAR
Vilmund Jacobsen
Olaf Olsen, reiðari, sigur,
at ein stórur partur av
útgerðini umborð á nýggju
trolarunum hjá er føroysk.
- Fiskireiðskapurin er
føroyskur; hann hevur
trolvirkið, Vónin, latið, og
radioútgerðin er keypt frá
Radiohandlinum í Sal-
tangará. Haraftrat hevur
maskinverkstaðurin, FJM í
Runavík, bygt og sett ar-
beiðsdekkið upp og somu-
leiðis bondini, sum føra
fiskin niður í lastina, sigur
reiðarin.
Nýbygningarnir eru 38
metrar langir og 9,5 metrar
breiðir. Teir eru merktir
462 bt., og maskinorkan er
1305 hk.
- Gomlu skipini eru á
leið somu longd sum tey
nýggju, men eru merkt
388 bt., sigur Olaf Olsen,
reiðari.
- Umstøðurnar um-
borð á Baki og Stelki
kunnu á ongan hátt
samanberast við
umstøðurnar umborð
á gomlu skipunum,
sigur Ólavur Samuel-
sen, skipari, sum
hevur ført Gorp í
fleiri ár
NÝBYGNINGAR
Vilmund Jacobsen
Víkarmaðurin,
Ólavur
Samuelsen, sum býr í
Elduvík
og
streymnes-
maðurin, Kjartan Egholm,
sum býr á Eiði, verða teir,
sum skulu føra nýggju
skipini hjá P/F Beta, Bak
og Stelk.
Báðir hava teir verið í
Spaniu í ein mánaða, með-
an seinasta hondin er løgd á
skipini.
Ólavur sigur, at heim-
ferðin, sum tók 5 sam-
døgur, gekk uppá stás.
- Vit vóru seks mans
umborð á hvørjum skipi;
veðrið var gott, og alt gekk,
sum tað skuldi.
Spurdur, hvussu skipini
royndust í sjónum, sigur
hann, at tey bóru seg væl,
men við tað, at veðrið var
so gott allan vegin, fingu
teir ikki roynt, hvussu skip-
ini roynast í sjaskveðri.
- Vit høvdu einaferð
loringsvind, og eina aðru
ferð lá hann framman tvørs
á bakborðsbógvin, og eg
haldi avgjørt, at skipini
fóru væl við sær, sigur
Ólavur.
Góð skip
Hann sigur, at bæði skip-
arum og manningum dámar
bátarnar væl, og allir eru
ógvuliga spentir at sleppa
avstað.
- Og vit vilja sleppa
avstað sum skjótast, leggur
hann dent á.
Ólavur vísir á, at umborð
á gomlu skipunum høvdu
skiparar og stýrimenn hvør
sítt kamar; síðan hevði
manningin 2-3 manskømur.
- Men umborð á Baki og
Stelki hevur hvør maður
sítt kamar við brúsu og wc,
og stykk eru bæði til
sjónvarp, útvarp og teldu.
Hann vísir á, at eisini
arbeiðsumstøðurnar
um-
borð eru heilt øðrvísi og
nógv betur enn umborð á
gomlu skipunum.
-
Maskinverkstaðurin,
FJM, hevur sett eina kryvji-
linju upp umborð, og vit
eru ógvuliga spentir at vita,
hvussu hon fer at rigga - og
líkt er til, at hon fer at rigga
væl, leggur Ólavur aftrat.
Ískrapi
Eitt annað, sum eisini er ein
stór broyting við Baki og
Stelki er, at fiskurin nú
verður køldur við ískrapa
og ikki vanligum ísi
- Vit hava tveir tangar,
sum eru 5 tons hvør. Tá ið
vit fara avstað, fylla vit
uppí tangarnar, og tá tekur
tað tríggjar tímar, til ís-
krapan er klár.
Á brúnni hava skipini
alla vanliga útgerð, sum
nýggj skip hava í dag.
- Jú, vit eru ógvuliga
spentir og vóna sjálvsagt, at
alt fer at gangast væl, sigur
Ólavur Samuelsen, skipari.
Føroyskir útvegarar til Bak og Stelk
- Tað er ógvuliga spennandi at
hava fingið tvey nýggj skip,
sigur Olaf Olsen, reiðari
Vit vilja sleppa avstað
sum skjótast
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Nøvnini á nýggju skip-
unum hjá P/F Beta í
Saltangará, Bakur og
Stelkur, hava sínar røtur
nøkur ár aftur í skipa-
søguna.
Navnið,
Bakur,
er
gamalt navn hjá Skipa-
felag Føroya, haðani
Beta hevur sín uppruna.
Stelkur var navnið á tí
níggjunda Cuba-trolaran-
um, sum í sínari tíð varð
seldur úr felagnum, tá ið
skipini komu til landið í
1977. Stelkur varð seldur
bretskum felag, og end-
aði sum kavaraskip í
oljuvinnuni í Persara-
flógvanum.
Nøvnini, Bakur og
Stelkur, ikki tilvildarlig
Skipari og stýrimaður, Ólavur Samuelsen og Róin Joensen. Tveir aðrir stýrimenn, sum verða
við nýggju trolarunum, eru Rúni Samuelsen, sonur Ólav og Jákup Pauli Egholm, sum er beiggi
Kjartan Egholm.
C
M
Y
K
11
10