Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. desember 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 237 - 10. desember 2002 Nr. 237 - 10. desember 2002 13 VIÐMERKINGAR Suðuroyggin, íløgurnar og SvF Loysnirnar í Suðuroy annan uppruna enn SvF og Hergeir Niel- sen boða Føroya Fólki Bjarni Djurholm, landsstýrismaður Íløgukarmurin fyri 2003 er knappur og verkætlanirnar eru tí avmarkaðar. Hetta hevur elvt til politiska missnøgd, serliga tí at an- leggsarbeiðini í vegagerð, eru skorin úr góðum 50 mio kr í 2002 til bert 6 mio kr í 2003. Hóast eingin játtan er á fíggjarlógaruppskotinum til samferðsluhavnina í Vági, skulu, sambært anleggs- lógina fyri hesa verkætlan, finnast helmingurin av 38 mio kr í næstum. Hetta hevur volt Vinnu- málaráðnum og undirritaða mikið høvuðbrýggj, og hevur dentur verið lagdur á at finna loysnir, har Vágs Kommuna ikki verður við sviðið soð, samstundis sum tryggjað verður, at sam- ferðsluhavnin á Trongis- vágsfirði er liðug, tá nýggi Smyril fer í sigling ultimo 2004. Í royndunum at finna skilagóðar loysnir, har vit upp á sikt fáa meira fyri minni, hevur eisini verið arbeitt við at loysa úr lagdi tunnilsarbeiðið millum Øravík og Hov. Nógvir møguleikar hava verið umrøddir á landsstýr- is- og samgongufundum, men hevur Hergeir Nielsen (HN) ikki vilja vikið frá samferðsluhavnini í Vági. Tí var samferðsluhavnin, saman við tingmanninum, vorðin forðan fyri at for- deila avmarkaðu upphædd- irnar á fíggjarlógini øðr- vísi. Samgongan og andstøðan samd Undirritaði hevur hinvegin havt ta fatan, at breið semja annars hevur verið í sam- gonguni fyri øðrum loysn- um/fordeilingum. Eisini hevur formaðurin í vinnu- nevndini, sum er javnaðar- umboð úr Suðuroy, og ann- að umboð sambandsflok- sins í fíggjarnevndini, sum eisini er valdur í Suðuroy, givið tilsøgn um, at sam- ferðsluhavnin í Vági kundi eftirmetast, so meira fæst fyri játtanina, allari Suður- oynni at frama. Eisini hevur býráðsformaðurin í Vágs Kommunu í viðtalu við undirritaða boðað frá, at skilagott er at virka fyri øðrum loysnum, Vági at gagni. Við hesum í huga, hevur undirritaði, saman við um- sitingini í Vinnumálaráð- num og Landsverkfrøðingi- num, lagt stóra orku í at finna loysnir, so Suður- oyggin samlað fær opti- mala nyttu av avmarkaðu játtanini. Úrslitið av hesum arbeiði var greitt hósmorgunin 5. des. Niðurstøðan var, – at samferðsluhavnin í Vági verður slept. Vágs kommuna fær so ávísa kompensatión fyri, at an- leggslógin verður strikað. Soleiðis kann kommunan gera djúphavnina til frama fyri vinnu- og menningarmøguleikarnar í sunnaru helvt av oynni. – At hildið verður fast við gerð av samferðsluhavn- ini á Trongisvágsfirði, – og at LV flytir boriút- gerðina úr Gásadali til Øravíkar til várs og við eini játtan upp á 7 mio fer at bora fyrsta teinin av nýggja sambandinum millum sunnara og norð- aru helvt av Suðuroynni. Upplýsingarnar vóru sama dag bornar fíggjarnevndini. Seinni sama dag ringdi SvF og spurdi m.a. um íløgur- nar Suðuroynni. Undirrit- aði boðaði frá, at málið ikki var búgvið til almenna um- talu, og at SvF mátti bíða. SvF og loysnin Gjørdist tí paff, tá HN í Degi og Viku sama kvøld tók sær heiðurin av upp- skotinum til loysn fyri alla Suðuroynna. Sami maður, sum ikki vildi aðra loysn enn samferðsluhavn í Vági, og sum tí ikki hevði verið við í arbeiðinum at finna aðrar loysnir. Av somu or- søk visti hann lítið um upp- skotið, sum varð latið meir- lutanum í fíggjarnevndini, og sum ætlandi skuldi leggjast fyri landsstýrisum- boðini dagin eftir. At bøta um missvísandi tíðindasendingina hós- kvøldið 5. des., vendi undirritaði sær til SvF dag- in eftir og greiddi frá rætta samanhanginum. SvF var til dystin fús og gjørdi langa samrøðu við undirrit- aða, har gongdin í málinum varð lýst. Spurt varð eisini, um HN átti heiðurin av uppskotinum til loysn av íløgutrupulleikunum í Suð- uroynni. Har var svarið sjálvandi - nei. Var undirritaði ovfarin av sendingini hóskvøldið, so var tað lítið samanborið við Dag og Viku fríggjakvøldið 6. desember, har megin- parturin, ið undirritaði hevði borið fram, var burt- ur, meðan HN varð endur- spældur frá kvøldinum fyri og soldaðu viðmerkingar- nar frá undirritaða vóru nýttar at prógva, at “krøvini” frá tjóðveldisum- boðnum vóru gingin á møti. Dømi um samstarv Haldi tað vera spell, at SvF soleiðis snarar veruleika- num. Vinnumálaráðið hev- ur nýtt nógva orku at finna pragmatiska loysn, allari Suðuroynni at frama - loysn, sum ikki hevði væl- vild frá HN. Ein loysn, sum hevur undirtøku bæði í samgongu og andstøðu, og tí kann metast sum úrslit av arb- eiði, har allir flokkar hava verið við, og tí er dømi um samstarv tvørtur um floks- og samgongu/andstøðu- mørk. Hetta ikki einmans- avrik, sum SvF eftir øllum at døma hevur ætlað at gera tað til - tvørturímóti. Nú er líkt er til, at eisini HN í tólvta tíma, av fullum huga stuðlar framtíðar- loysnini fyri Suðuroynna alla. Tað er positivt. Loysn, sum er komin í eygað, tí politikarar og myndugleik- ar hava samstarvað um møguleikarnar heldur enn at stara seg blindar í vans- unum. Formaður Tjóðveldisfloksins umboðar størsta flokk í einari samgongu, ið yvirtekur málsøki undir heimastðrislógini. Fullveldisætlanin, ið skuldi enda við fólkaatkvøðu og loys- ing var av ongum, tí hvørki politiski meirilutin ella Føroya fólk tók undir við hesari fantastætlan. Hvat er so at gera? Jú formaður Tjóðveldisfloksins roynir yvirfyri umverðini at lata sum um at føroyingar fylgja hansara falleraða leisti. Hann tykist enntá fara so langt sum at royna at útflyta henda falleraða leist til Grønlands. Á sama hátt, sum føroyingar fingu at vita, at danir høvdu skyldu at gjalda milliardir til føroyingar í mong ár eftir loys- ingina, so ganga summir grønlendingar og halda, at ST kann áleggja Danmark at gjalda milliardir til Grønlands í endur- gjaldi fyri farnar tíðir. Tað er ótrúligt, hvat man kann fyri- gykla fólki. Tað er vert at bíta merki í, at eingin kann vísa á eitt gott dømi um endurgjald av slíkari stødd, ið tosað verður um her á okkara leiðum. Ein oyggj í Stillahavinum, ið eitur Nauru, fekk endurgjald frá sínum fyrrverandi koloniharra Australia, eftir at hava stevnt Australia fyri altjóða mannarættindadómstólinum í Haag. Australia gjørdi semju í 1993 og betalti Nauru 72 milliónir dollarar t.v.s. ein góða hálva milliard krónur. Fólkatalið á Nauru er á leið 12,000, so um talið verður umroknað til Grønlandska fólkatalið, so svarar tað til knappar 2.5 milliardir krónur ella minni enn eitt ára blokkstuðul. Leggjast kann afturat, at Nauru var fys- iskt grivin upp til útvinning av fosfati, soleiðis at oyggin nú er óegnað til landbúnað. Hetta eyðrænda og uppgrivna hjá- landið, fekk eitt endurgjald, ið ikki hevði klárað raksturin av hvørki Føroyum ella Grønlandi í eitt ár. Veruleikin er ikki altíð so vakur, hóast Høgni Hoydal roynir at billa fólki nak- að annað inn. Vit skulu ikki viðgera Grønland so forferdiliga nógv, men bara sláa fast, at sjálvt tann føroyski Sambandsflokkurin hevði verið ein sjálvstýrisflokkur í Grønlandi, tí tingini eru so nógv øðrvísi í Grønlandi. Til dømis er arbeiðsmálið í Grønlendsku umsitingini danskt, og enn er langt á mál, til at grønlendskt mál verður viðurkent, sum føroyska málið er vorðið viðurkent fyri mongum árum síðani. Tað er at gleðast um, at grønlendingar í breiðari semju ganga sjálvstýriskós- ina, og vit kundu lært av grønlendingum, tá teir niðursettu eitt kommissorium at kanna økt sjálvstýri innan fyri ríkisfel- agsskapin. Nakað sum Hvítabók í Føroyum avskrivað uppá forhond. Hetta hevur Høgni Hoydal “gloymt” at fortalt før- oyingum, ið fáa ta fatan, at grønland stílar ímóti fullveldi. Hvør tosar nu niður til hvønn? Tjóðveldisflokkurin umboðar í Norðuratlantsbólkinum ikki ein meiriluta av Føroya fólki. Hetta hevur Løgmaður gjørt púra greitt. Høgni Hoydal sigur ikki sætt, tá hann fotelur, at hann umboðar ein meiriluta í Føroyum, ið vil fylgja hansara fullveldisleisti. Veruleikin er, at føroyingar vrakaðu full- veldisætlanina hjá Høgna Hoydal, hóast Tjóðveldisflokk- urin við villum konspirationsteorium roynir at fáa tað at síggja út sum, at danir hava skyldina. Nú ræður um í Føroy- um, at vit øll standa saman á eini sjálvstýrisleið, sum tekur tey neyðugu stigini sohvørt ráðini eru til tað. Fyri at fáa eina betri javnvág er tørvur á eini breiðari samgongu. Henni bíða mong eftir. DAGSINS MEINING Sosialurin Útflyta falleraðar fullveldisætlanir? Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. VIÐMERKINGAR Nú ríður tú niðalaga, Høgni Hoydal Jóannes Eidesgaard Eg vildi satt at siga ikki trúgva mínum egnu eygum, tá eg sá leygardagsblaðið. Eg veit ikki, hvussu ofta eg las greinina hjá Høgna Hoydal ígjøgnum, tí eg fekk tað snøgt sagt ikki at bera til, at hetta var sami maður, sum nú í skjótt fimm ár hevur tosað um sakligheit, sannleika og stórsinni í politiska orða- skiftinum. Men mangt broytist. Hetta var sanniliga sjálvur varaløgmaður. Her eru nøkur brot burtur úr greinini hjá varaløg- manni, har hann náðileyst sigur, at Jóannes Eides- gaard: – valdi at seta beinleiðis lygnir á prent – hevur borið lygnir fram um føroyska fullveldis- arbeiðið – lýgur um sínar egnu landsmenn – breiðir út lygnir um polit- iska meirilutan í sínum egna landi – heitti á grønlendingar um ikki at velja loysingar- flokkar – hevur tosað niður til grønlendska fólkið – hevur gjørt føroyskum politikki fyri skommum – hevur skrivað greinina eftir boðum úr Danmark. Áðrenn eg fari at viðgera lygnirnar, sum í roynd og veru er høvuðsboðskapurin hjá varaløgmanni, so vil eg gera vart við, at ongastaðni í mínari grein er ein tann einasta áheitan á grøn- lendska veljaran um at velja ávísan flokk, hvørki loysingarflokk ella sam- bandsflokk. Mín boðskapur var ein heilt annar, nevni- liga at eg heitti á grønlend- ingar um at gera breiða semju um sjálvstýrismálið. Kann varaløgmaður siga okkum, hvar eg heiti á grønlendingar um ikki at velja loysingarflokkar? Síðan sigur varaløgmað- ur, at eg tosi niður til grøn- lendska fólkið. Kann vara- løgmaður somuleiðis siga okkum, hvar eg tosi niður til grønlendska fólkið? Lat okkum síðan venda aftur til allar lygnirnar, sum varaløgmaður leggur meg undir. Eg má sum próv- førslu venda aftur til sjálva greinina, sum varaløgmað- ur sipar til. Og eg fari at biðja varaløgmann vísa okkum á lygnirnar. Hvat hevur Jóannes Eidesgaard skrivað, sum eru ósannind- ir? Lat okkum taka alt tað burtur úr upprunagreinini, sum hevur møguleikan fyri at vera framborið sum lygnir fyri at brúka sama orðaval sum varaløgmaður: 1.På Færøerne gjorde koalitionen og specielt de to partier Republikanerne og Folkeflokken selv- stændighed til en sag for netop deres vælgere og netop deres partier. Man baserede politikken på det smallest mulige fler- tal i Lagtinget. 2.Man havde nemlig god mulighed for at finde konsenses, men man ønskede ikke andre ak- tører 3.Ja, man blev så forfænge- lig, at man fra begyndel- sen satte kursen mod den totale løsrivelse allerede efter tre år, hvor man, så paradoksalt det end må lyde, ønskede den danske stat til at fortsætte med bloktilskuddet i mindst 15 år. 4.Pludselig bebuder lands- styret en folkeafstemning om selve processen, men aflyser den senere, da man ser, at vælgerne går imod landsstyret. 5.Hvorfor mon Sambands- partiet, som er mest til- bageholdende i selvstæn- dighedsspørgsmålet, er det største parti på Fær- øerne i dag? Det skyldes alene det faktum, at den færøske vælger ikke føler sig tryg med landsstyrets planer. 6.Og man bør også notere sig, at det ikke er de yd- erste fløjer, i vores til- fælde Republikanerne og Sambandspartiet, der kan løse sagen. Det er jo de samme partier, der over- lever på, at sagen aldrig bliver løst. 7.Derfor bør man i Grøn- land lære af de fejltrin, som er sket i færøsk selvstændighedpolitik. Den må ikke blive en sag for de få, for enkelte par- tier, eller hvad værre er som en platform, hvor enkelte politikere kan sikre egen politisk eksi- stens. Selvstændighed må ikke blive et levebrød. ad 1: Var tað kanska ikki rætt, at Fólkaflokkurin og Tjóð- veldisflokkurin tóku stig til at skipa eina so smala sam- gongu sum gjørligt eftir valið í apríl 1998 og aftur eftir løgtingsvalið í vár? Eg kundi sjálvandi eisini havt nevnt, at Sjálvstýrisflokk- urin var við, men metti ikki at tað hevði stórvegis týdn- ing. Forrestin tað var somu ferðina (1998), at Javnaðar- flokkurin skeyt Høgna Hoydal upp til samráðing- arleiðara (ja, hugsið tykk- um til). Sjálvandi tí vit ynsktu at koma við í ta samgonguna. ad 2: Eg eri framvegis sannførd- ur um, at var viljin hjá eitt nú Tjóðveldisflokkinum til staðar í 1998, so var Javn- aðarflokkurin komin við í samgongu, og vit høvdu havt eina breiða samgongu millum Fólkaflokkin, Tjóð- veldisflokkin og Javnaðar- flokkin og møguliga eisini Sjálvstýrisflokkin. Man hevur síðan valt at geva Sjálvstýrisflokkkinum skyldina fyri, at Javnaðar- flokkurin ikki kom við, men tað skerst ikki burtur, at vildi størsti flokkur Tjóð- veldisflokkurin tað øðrvísi, so gjørdist tað øðrvísi. Og eftir valið í vár, so gjørdist tað sólarklárt fyri øllum, at tað serliga var ein partur av Tjóðveldisflokkinum við Høgna Hoydal á odda, sum ynskti Javnaðarflokkin, har piparið grør. ad 3: Sambært uppskotinum hjá landsstýrinum til sáttmála, so skuldi verða loyst á ólav- søku 2001. Valið var í 1998, so tað vil siga loysing eftir 3 árum. Sambært ar- tikkul 10 í sama sáttmála, so skuldi danska stjórnin strika skuldina, vit hava, og afturfyri skuldi heildarveit- ingin niður á 650 mió. kr. - ein sokallað kapitalisering av heildarveitingini. Henda upphædd (650 mió. kr.) skuldu danir síðan gjalda, til heildarveitingin svaraði til 3% av BTÚ. T.v.s. at BTÙ skuldi vaksa til 21,7 mia. kr., áðrenn heildarveit- ingin skuldi minkast. BTÚ er í dag á leið 10 mia. kr.. Hvussu langa tíð hetta vildi tikið, ja tað er ringt at gita, men onkur vildi einaferð vera við, at tað fór at taka ein 60 til 80 ár. Síðan skuldu hesar 650 mió. kr. skerast burtur eftir trimum árum. Grundin til, at eg var so fittur og bert segði 15 ár, tað var tí, eg valdi heldur at brúka orðingar og upplýs- ingar, sum eg havi tikið orðarætt frá heimasíðuni www.fullveldi.fo. ad 4: Var tað ikki rætt, at ein fólkaatkvøða skuldi vera 26. mei 2001, men at henda seinni varð avlýst, tí lands- stýrið var bangið fyri, at ein meiriluti var ímóti? Tað er bandað bæði í ÚF og í Svf, og tað finst í bløðunum, at løgmaður segði, at hann ikki vildi riskera, at upp- skotið hjá landsstýrinum fall við eina fólkaatkvøðu, tí tað vildi merkt, at vit meldaðu okkum inn í ríkið. Júst hetta síðsta minnast í hvørfall øll vit, sum ongan- tíð skiltu, hvat løgmaður veruliga meinti. ad 5: Er tað ikki rætt, at Sam- bandsflokkurin er størstur í dag? Og man ikki orsøkin vera, at so nógvir veljarar hava kent seg ótryggar við gongdina í fullveldismáli- num og tí hava hildið, at besta mótvektin var Sam- bandsflokkurin? V.ø.o. Tjóðveldisflokkurin hevur rikið veljaran í føvningin á Sambandsflokkinum. ad 6: Er tað ikki rætt, at pol- ariseringnin í sjálvstýris- spurninginum stendur mill- um Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin? Og er tað ikki rætt, at tað er, tá hetta mál er nógv frammi, at hesir báðir flokkar standa rímiliga sterkir? Hvør skuldi annars orsøkin ver- ið? ad 7: Tað er so mín uppfatan, at sjálvstýrisspurningurin er so týdningarmikil, at hann eigur at byggja á eina breiða semju serliga mill- um manna. Alt annað vil býta fólkið sundur, sum vit so týðiliga hava upplivað tað seinnu árini her hjá okkum. Forrestin - eitt var eg um at gloyma. Varaløgmaður vil vera við, at havi skrivað greinina eftir boðum út Danmark. Tað er so eitt sindur meira av virðing, hann vísir mær, enn Sjúrður Skaale, skrivari á Christ- iansborg, sum bart út sigur, at greinin er skrivað av Socialdemokratiets Nyhed- tjeneste. Nei, ikki eru vit komnir so langt enn í Javn- aðarflokkinum, at vit fáa okkara brøv skrivaði aðra- staðir, hvørki úr Keyp- mannahavn ella úr London. Tað má eg eisini skuffa tykkum við. Tit fáa so ikki lasta dønum fyri hasa greinina, tí hana eigi eg ær- una av einsamallur, men ivaleyst finna tit okkurt annað í staðin at kasta teim- um fyri. Eitt mugu vit so stað- festa. Sakligheit, sannleik og stórsinni eru ikki hug- tøk, sum varaløgmaður hevur serliga virðing fyri. Lygnin vinnur so aldrin á sannleikanum uttan mun til, um tað er innan ella utt- an landamørk. Og hvørki Høgni Hoydal ella Jóannes Eidesgaard hava rætt til at uppfinna ein annan veru- leika, enn hann sum er. Veruleiki er veruleiki, sjálvt tá hann gerst ein marra. Enn ein javnaðarbrølari Formaður Javnaðar- floksins gjørdi ein megnar brølara, tá hann sjálvan valdagin hevði eina ávarandi grein í Grønlands- postinum - upprudd- ingin byrjaði beinan- vegin við einari grein hjá Katrin D. Jacob- sen, løgtingskvinnu í Dimmalætting 5. des- ember Áki Andreasen Fyrst má eg siga, at tað undrar ikki sørt, at løg- tingskvinna Javnaðarflok- sins í grein síni »Gakk ikki svangur, Høgni«, dittar sær at nýta vendingina »við mínum besta vilja«, tí hevði viljin verið bara helvtina so góður, sum hon letst, hevði hon ikki klárað at káva út yvir tann megnar brølara, Jóannes Eidesgaard gjørdi við síni grein í Grønlands- posten. Hvar er viljin at síggja veruleikan tá: Jóannes Eidesgaard sjálvan valdagin staðilig ávarar, at velja teir flokkar, sum vilja sjálvstýrið fyri Grønland? Jóannes Eidesgaard blandar føroysk og grøn- lendsk viðurskifti saman, uttan at greiða lesaranum frá rætta samanhanginum? Jóannes Eidesgaard kem- ur inn á eitt av høvuðsevn- unum í valstríðnum og beinleiðis sigur sína hugsan og ger eina niðurstøðu um, hvussu vegurin til grøn- lendskt sjálvstýrið eigur at skipast? Jóannes Eidesgaard í besta kolonistíli rættir illa sperda afturhaldinum eina politiska bróðurhond? Nei, Katrin, viljin hjá tær at síggja burtur frá tí, sum veruliga stendur í geinini er mikið sterkari, enn viljin at viðurkenna, at enn einaferð vísir Javnaðarflokkurin sítt tørvandi kjølfestið, men harafturímóti máttloysi og óvanliga góð evni at vevja seg uppí mál, sum einki hava við Føroyar at gera , mál, har hann ikki ein gang grynnur í heimliga polit- iska hylinum. Ja, les hvat veruliga stendur skrivað!! Jóannes Eidesgaard byrj- ar greinina við einari fron- talari mótsøgn: »Uden at blande mig i den grøndlandske valg- kamp og i det grønlandske landstingsvalg, so føler jeg behov for at udtrykke min mening om, hvordan et så væsentligt spørgsmål om selvstændighed bør be- handles«. Eg veit ikki. um greinin er skrivað í skundi ella hvat, men ein slík mótsøgn er ógvuliga torfør at vísa aftur. Jóannes Eidesgaard fer síðan lættliga gjøgnum seinasta valskeið og vísir á, at samgongan tók sær pa- tent uppá sannleikan um fullveldi, og hvussu hetta best kundi náast. Hann »gloymir« at nevna, at hurðarnar alla tíðina vóru opnar fyri einar breiðari semju í fullveldismálinum, men kortini loypur hann bukk um veruleikan og skrivar: »Man havde nemlig mulighed for at finde konsenses, men man ønsk- ede ikke andre aktører«. Og víðari roynir Jóannes Eidesgaard at »læra« grøn- lendsku veljarafjøldina at skilja, hvussu gøtan skal gangast fram móti full- veldi: C M Y K 13 12