týsdagur 10. desember 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hetta teldubrævið er komið
frá Hildur Enni, ið er annar
av tveimum føroyskum
næmingum, ið ganga á al-
tjóða skúlanum Red Cross
Nordic United World Coll-
ege í Flekke, einar 100
kilometrar norðan fyri Ber-
gen. Eftir at hava lokið 1.
studentaskúlaflokk í Føroy-
um fór Hildur til Noregs
fyri at taka altjóða students-
prógv (International Bacc-
alaureate). Tað var Før-
oysku
UWC-upptøku-
nevndin, ið tók Hildur upp
til útbúgvingina.
Eg vil fyrst takka tykkum
í upptøkunevndini fyri, at
eg eri sloppin inn á skúlan,
Red Cross Nordic United
Word College (RCNUWC),
sum eg ynskti so innarliga
at koma á. Eg havi upplivað
so nógv í so stutta tíð, hvør
dagur er eitt upplivilsi, opin
við nógvum møguleikum,
sum eg ikki kann fáa aðra-
staðni. Eg havi lært so nógv
bæði av lærarunum í tímun-
um og næmingunum í frí-
tíðini.
Í skúlanum gongur alt
sera skjótt fram, og eisini
nógv skúlating. Til tíðir
kann tað verða sera ringt, tí
øll vanta so nógv av mær.
Fakini eg havi eru: danskt,
enskt A2, spanskt, lívfrøði,
landalæru,
og
rokning
methods. Eg royni at fáa
føroyskt, sum sjálvlesandi.
Um tað verður møguligt, so
kann eg fara upp til prov-
tøku í 2004. Vónandi verð-
ur tað møguligt.
Eg búgvi í kamari saman
við fýra sera fittum gentum
úr India, Svøríki, Kosta
Rika og Kekkia. Vit læra
hvøja aðra at kenna á ein
heilt annan hátt enn hinir
næmingarnir á skúlanum, tí
vit liva so tætt saman. Ì frí-
tíðini er nógv á skránni. Tað
er ótrúligt, hvussu nógv eitt
so lítið samfelag kann
megna. Tað hendir okkurt
alla tíðina. Ikki ber til at
keða seg. Í svimjihylinum
havi eg nakrar tímar, har eg
læri næmingar at svimja.
Tað er sera stuttligt at
síggja framstig, og summi
duga longu gott at svimja. Í
lívfrøðistovuni eri eg hvønn
sunnudag í ein tíma. Har
geri eg reint, og eisini er
møguleiki hjá næmingun-
um at koma og gera skúla-
ting. Eg havi lykil til rúmið
og kann koma, so ofta eg
vil, tað er gott.
Eg havi ábyrgd av at
savna pening inn fyri SOS
barnabýir. Í næstu viku
skulu vit hava eina café fyri
at savna inn pening. Seta
plakat upp, finna tilfar,
baka og annað. Vit eru fýra
gentur, sum skipa fyri, so
tað skal nokk ganga. Eg
havi verið við til at skipa
fyri OD-degnum. Eg havi
gingið runt og spurt um
arbeiði. Ikki er so stórt her,
so møguleikarnir fyri at
finna arbeiði eru ikki stórir.
Eg var so í Dale í síðstu
viku og arbeiddi eftir
skúlatíð í einum matvøru-
handli. Nú kenni eg so eis-
ini nøkur fólk í Dale.
Í frítíðini eru ymiskir
aktivitetir at fara til. Eg eri
til leirarbeiði, latino dans,
myndatøku og viðhvørt til
flogbólt. Eg vildi fegin ver-
ið við til at klatra í fjøllun-
um og at rógva í kajakk, tá
ið tað byrjar, men eg veit
ikki, hvat eg fái tíð til. Nú
eru vit byrjað at hava ein
tíma meir í skúlanum
hvønn dag. Tað merkir
meira av skúlatingum at
gera. So vit hava meira at
gera nú, enn í byrjaninni av
skúlaárinum,
og
meira
kemur burturúr fakliga.
Vit høvdu PBL viku nú
eitt sindur síðani. Eg valdi
“mountaineering”. Tað er
tann besti túrurin í mínum
lívi. Eitt sindur dramatiskt,
og var eg sera bangin til tíð-
ir. Vit høvdu tað stuttligt
kortini, og lærdi nógv av
øllum vit gjørdu. Vit skriv-
aðu eina frágreiðing um
túrin.
Eg eri í Bergen nú her hjá
ommu míni saman við
tveimum næmingum. Her
kunnu vit slappa av og hava
betur tíð til at gera ting,
sum vit ikki hava fingið
gjørt í longri tíð. Skriva
brøv heim, skriva CAS
dagbók og gera nøkur
skulating, so tað ikki verð-
ur so nógv at gera, tá komið
verður
heim
aftur
til
Flekke. Summir næmingar
eru longu farnir heim í
feriu, men eg haldi, at tað
er í so stutt tíð síðan eg
kom. Eg trívist sera væl og
havi ikki havt heimlongsul
enn.
Nú vita tit so eitt sindur
meir um mítt lív her í
Flekke, sum tit góvu mær
møguleikan til.
Kærar heilsanir frá Hild-
ur Enni
Red Cross Nordic United
World College
N - 6968 Flekke, Noreg
ligt. Kanningar Fiskirann-
sóknarstovan hevur gjørt
vísa, at tá lítið av føði er,
fiskar lína upp í tríggjar
ferðir betur, enn tá nóg
mikið av føði er til. Tað
verður tí longu veitt nógv
við línu, tí fiskinum tørvar
føði.
Tvær orsøkir eru sostatt
til, at so nógv av fiski hevur
verið at fingið í heyst.
Nógvur fiskur er til eftir tey
seinastu trý árini við góð-
um gróðri. Í øðrum lagi
tekur fiskur betur á línu (og
møguliga snellu), tá lítið er
til av náttúrligari føði.
Um fleiri ár við ringum
gróðri koma, er neyðugt at
vera á varðhaldi, so fiska-
stovnarnir ikki koma niður
á eitt ov lágt støði. Um
gróðurin í sjónum tá seinni
verður góður, men ov lítið
av gagnfiski (toski, hýsu
o.ø.)
er
tilstaðar,
er
møguligt, at gagnfiskurin
ikki fær brúkt ætið til ful-
nar. Tá kunnu aðrar verur í
sjónum, t.d.hvalspýggja og
onnur fiskasløg fáa ágóðan
av ætinum. Málið má vera,
at tað altíð er so mikið av
gagnfiski til, at hann altíð
kann gera brúk av tí æti,
sum er í sjónum. Aftur at
hesum kemur, at vandi er
fyri, at gýtingarstovnarnir
gerast so smáir, at teir klára
ikki at geva góðar árgangir
av smáum fiski.
Røddir hava eisini verið
frammi um, at fiskur
"goymist ikki", tað vil siga,
at lítil veiða í nøkur ár ikki
uttan víðari førir til eina
samsvarandi stóra veiðu ár-
ini eftir. Seinni verðaldar-
bardagi hevur verið tikin
sum dømi um hetta. Vit
halda, at ein eigur at vera
varin við at gera niðurstøð-
ur um, hví toskaveiðan eftir
kríggið ikki var óvanliga
stór, tí vit kenna hvørki
veiðuorkuna ella gróðurin í
sjónum hesi árini. Nøgdin
av toski eftir kríggið var
eftir øllum at døma stór, og
tøl yvir veiðu uppá veiði-
orku hjá skotskum trolar-
um, ið fiskaðu undir Føroy-
um, vístu ein stóran vøkstur
beint eftir kríggið í mun til
árini beint fyri kríggið. Tó
er sannlíkt, at tann náttúr-
liga framleiðslan av toski
undir krígnum ikki varð
gagnnýtt til fulnar, tí roynd-
in og harvið veiðan var ov
lítil.
Samstarv
við fiskimenn
Spennandi verður at síggja,
hvussu verður komandi ár-
ið. Vit vóna sjálvsagt øll, at
vánaligi gróðurin ikki fer at
síggjast aftur í fiskiskapi-
num komandi árini. Fiski-
rannsóknarstovan gera alt,
sum er gjørligt, fyri at
fylgja við og at royna at
skilja tað, sum hendir undir
vatnskorpuni, men vit eru
harumframt altíð fegin um
at frætta frá fiskimonnum
um tað, teir síggja. Fiski-
rannsóknarstovan er altíð
áhugað í góðum samstarvi
við fiskimenn, soleiðis at
teirra royndir og vitan
kunnu leggjast saman við
kanningunum á Fiskirann-
sóknarstovuni, okkum øll-
um at gagni.
Um United World College í Noregi
Nr. 237 - 10. desember 2002
15
15
14
Nr. 237 - 10. desember 2002
VIÐMERKINGAR
»Den må ikke blive en
sag for de få, for enkelte
partier..«
Um Jóannes Eidesgaard
hevur gloymt, hvat poli-
tikkur snýr seg um, ella um
hann ger eina vitleysa
roynd at taka leiklutin frá
grønlendsku flokkunum,
sum vilja hava frælsi, veit
eg ikki, men eitt er púra
greitt, nevniliga, at tað fer
altíð at vera flokkum fyri at
takka, at ymisk mál koma
ígjøgnum, tað fer ongantíð
at broytast.
Sjálvandi er frælsi ikki
fyri tey fáu, hvat er tað fyri
tvætl at leggja fyri dagin?
Tað er bara tann syrgiligi
veruleiki, at flokkar sum
Javnaðarflokkurin og polit-
ikarar sum t.d. Jóannes
Eidesgaard eiga ikki lut í
frælsstríðinum fyri einum
frælsum Føroyum.
So at siga grønlending-
um, hvussu teir skulu laga
sín fullveldispolitik er at
blása og hava mjøl í munni-
num.
Um eg skal hjálpa Katrin
D. Jacobsen eitt sindur við
»viljanum«, so kundi eg
spurt hana, hvønn hon
heldur Jóannes Eidesgaard
meinar við, tá hann skrivar:
» - en for ambitiøs og
urealistisk handlingsplan
kan let ende med, at man
skader sagen end gavner
den«.
Eg veit, hvønn hann
bólkar í henda bólkin, tað
veit grønlendski veljarin
eisini, og eg rokni við, at tú
eisini veit tað.
Og fyri tað ikki skal vera
lygn, so hevur formaðurin í
Javnaðarflokkinum eisini
eina niðurstøðu, sum hann
uttan at himprast smoyggir
yvir høvdi á grønlendska
veljaranum:
»Derfor er vejen frem
konsensus. Det kan godt
være at procesen derfor
tager længere tid, men den
er sikker, og den har frem-
drift. Og faktisk er det den
eneste vej«.
Nei!! Jóannes Eidesgaard
blandar seg ikki, hann bara
gevur ráð, hann kann eisini
siga sína meining, tað er
sama sjabbi umaftur, men
at hann við greinini í Grøn-
landsposten kavaði beint í
valstríðið
í
Grønlandi
skerst ikki burtur - greinin
er øll, sum hon er, ein ávar-
ing fyri ikki siga ein hóttan.
Hvørki Jóannes Eidesgaard
ella nakar annar nýtist at
siga
grønlendingum,
hvussu teir skulu skipa sín
politiska gerandisdag.
Tað er at fara sera lætt
um sannleikan, tá Jóannes
Eidesgaard í greinini skriv-
ar, at fullveldisgongdin í
Føroyum miseydnaðist, tí
samgongan arbeiddi so,
sum hon gjørdi, Jóannes
Eidesgaard veit, at tað var
danska stjórnin við før-
oysku andstøðuni í ryggi-
num, sum koyrdi samráð-
ingarnar um framtíðarstøðu
Føroya fastar við ikki at
viðurkenna Føroyar sum
eina tjóð, tað fer at standa
eftir og tíbetur ikki ein
lunka gjøgnumgongd í eini
grein hjá formanni Javnað-
arfloksins í Grønlandspost-
in sjálvan valdagin til
Landstingið.
Katrin D. Jacobsen
og einaræði
Sum so ofta áður, tá javnað-
artingfólk gera viðmerk-
ingar koma tær óhepnu
samanberingarnar, og Kat-
rin er einki undantak í so
máta, tí hon vísir í grein
síni á, at Tjóðveldisflokkur-
in og Høgni Hoydal høvdu
virkað væl við einari eina-
ræðisskipan. Samanbering-
ina kunnu tit eiga, hon sig-
ur meir um tykkum enn um
nakran annan. Tí í veru-
leikanum hevði Javnaðar-
flokkurin allar møguleikar
at verða við, men klossut
politiskt handalag gjørdi, at
tit heldur blivu ein for-
longdur armur hjá donsku
stjórnini, soleiðis at ávar-
ingar rungaðu um geilar og
tún, júst sum í greinini hjá
Jóannes Eidesgaard.
Um tit halda ,at Tjóð-
veldisflokkurin ikki slak-
aði, tá samgonguskjalið
bleiv skrivað, so kenna tit
ikki stevnu floksins, men
mótparturin hjá Javnaðar-
flokkinum gevur seg ong-
antíð ov nógv, tað hevur
verið drívmegin í flokki-
num, men tíðirnar broytast
og Javnaðarflokkurin má
læra seg »konsensuspoli-
tikk«, um hann vil sita við
borðið, har avgerðirnar
vera tiknar
Øll vóru við, Katrin
Í royndini hjá tingkvinnuni
at rudda upp eftir baldruta
útspælið hjá formanninum,
trívir hon í nógv spældu
»javnaðarplátuna« um, at
samgongan tók sær patent
uppá hetta og hatta, og ein-
asti fullveldisleistur var
tann hjá Tjóðveldisflokki-
num o.s.fr.
Men Katrin veit betur,
tað er tað syrgiliga í øllum
hesum, hon og øll í Føroy-
um, sum fylgja bara eitt
sindur við, vita, at allir
flokkar til valð í 1998
kappbjóðaðu uppá eina
frælsisleið, einki mark var
fyri, hvat hvør ikki vildi
gera fyri, at Føroyar skuldu
sleppa
úr
heimastýris-
spennitroyggjuni.
Men eftir at samgongan
var skipað, fekk Jóannes
Eidesgaard og allur Javnað-
arflokkurin gron, og gjørdi
sær eitt aðalmál at spenna
bein, har tað bar til, og ann-
ars verða talsflokkur hjá
donsku stjórnini í Føroy-
um.
So Katrin, eg vil vóna, at
tú hevur ein »betri vilja«
eina aðru ferð.
Og so eitt afturat; eg
haldi tað verða undir alt
lágmark at skuldseta tey
starvsfólk, sum gera eitt
stórt og gott arbeiði í Løg-
málaráðnum fyri einki at
gera, tú veist betur, og fyri
tað, at tú og Javnaðarflokk-
urin hava vant tykkum at
sita í andstøðu og leggja
veruleikafjar uppskot fyri
tingið, so eru tað onnur,
sum gera eitt dygdargott
arbeiði landi og fólki at
gagni.
Gróður, æti og fiskur á Landgrunninum
Eilif Gaard og
Petur Steingrund
Fiskirannsóknarstovan.
Seinastu tvær vikurnar
hava fleiri viðmerkingar
verið um grein í Sosialinum
21. november um gróður á
landgrunninum og møgu-
liga ávirkan av hesum á
fiskin. Greinin bygdi á við-
talu við undirritaðu.
Tað er hugaligt - og eisini
náttúrligt - at viðmerkingar
koma til slík tíðindi. Ser-
liga er hugaligt, at sjómenn
bera fram tað teir leggja til
merkis. Í dagliga arbeiði
sínum á sjónum kunnu teir
eygleiða og byggja upp vit-
an, sum er virðismikil fyri
okkum øll. At nýta hesar
royndir saman við kanning-
um
á
Fiskirannsóknar-
stovuni man vera røtt leið at
ganga.
Men summar av við-
merkingunum tykjast at
byggja á misskiljingar. Ein
fær varhugan av, at Fiski-
rannsóknarstovan
hevur
spátt fiskaloysi og kreppu-
tíðir, men so er ikki. Tí hes-
ar viðmerkingar.
Gróður og fiskur
Gróður í sjónum er í hesum
føri vøkstur av plantu-
plankton. Tað eru smáar
verur, ið sveima í sjónum,
og sum beinleiðis ella
óbeinleiðis eru føði hjá øll-
um djóralívinum í sjónum.
Hesin gróðurin, ið stendur
fyri meira enn 95% av allari
framleiðslu av plantum í
sjónum, er ymiskur frá
ávøkstri á skip, bátar, boyur
o.ø. inni í firðunum. Ofta
hevur ávøkstur best vakstr-
armøguleikar júst tá lítið er
av gróðri uttan fyri firðir-
nar.
Gróðurin av plantuæti er
mátaður á innaru land-
grunsleiðunum á hvørjum
ári síðani 1990. Hesi úrslit
hava víst neyvt samsvar við
framleiðslu av fiski á land-
grunninum. Serliga hevur
samsvarið við toskafram-
leiðslu verið gott, meðan
nakað verri samsvar hevur
verið við hýsu. Tey árini, tá
gróðurin hevur verið lítil,
hevur eisini verið lítil fram-
leiðsla, tilgongd og vøkstur
av fiski á landgrunninum
og tey árini, tá nógvur
gróður hevur verið, hevur
framleiðslan av fiski eisini
verið góð (Mynd 1). Serliga
hugaligt var at eygleiða
góða gróðurin í 1999-2001
og samsvarandi góðu fram-
leiðsluna av fiski. Væl kom
undan, fiskurin hevði nógv
at eta og vaks væl.
Havandi hetta sambandið
í huga, var tað líka so hug-
stoytt at síggja, at í 2002
var minni gróður. Hann
kom seint á vári og var lítil.
Sjálvt um nakað av óviss-
um altíð eru í slíkum gróðr-
armátingum, eru tær neyv-
an ógvisligar. Vit eru tí
noydd at trúgva, at gróðurin
í 2002 ið hvussu so er hev-
ur verið nógv minni enn
hann var seinastu árini
frammanundan.
Útlit
Spurningurin er so, í hvønn
mun vánaligi gróðurin í
2002 kann hugsast at ávirka
fiskin og føði hansara. Tað,
at týðiligt samsvar hevur
verið millum gróður og
framleiðslu av toski síðstu
12 árini, er í sjálvum sær
ikki vissa fyri, at samsvarið
verður hvørt ár framyvir.
Deils tí at 12 ár er stutt tíð-
arskeið, og deils tí vit vita
ov lítið um tað, ið hendir í
liðunum ímillum gróðurin
og fiskin. Tí kunnu vit ein-
ans siga, at um sambandið
ímillum gróðurin og fiskin
heldur á sama hátt, sum tey
12 árini frammanundan,
kunnu vit vænta minni av
føði til fisk á innaru leiðun-
um. Hetta er einamest gald-
andi fyri tosk. Eisini eiga
vit at hava í huga, at mát-
ingarnar av gróðri einans
eru galdandi fyri innaru
leiðirnar á landgrunninum
(innan fyri 100-130 metra
botndýpi). Hvørki ytru
leiðirnar ella firðirnir eru
við her.
Men tað neyva samband-
ið, sum hevur verið, er
áhugavert, og eftir okkara
meting er rætt at vísa tað al-
ment. Ábendingar eru har-
umframt um, at helst hevur
verið nakað minnið at eta
hjá fiski á innaru leiðum
seinastu tíðina. Men hvussu
umfatandi hetta er/verður
komandi tíðina, síggja vit í
yvirlitstrolingunum
við
Magnusi Heinasyni í vár.
Um tað nú kortini vísir seg,
at samsvarið millum gróð-
urin og fiskin heldur sær
framyvir, hvørja ávirkan
kann tað so hugsast at hava
á fiskiskapin?
Tað velst um, hvussu
nógv vánalig ár koma á rað.
Um bert eitt ár er við lítlari
føði, gerst ávirkanin á
sjálvan fiskiskapin neyvan
ógvislig. Toskurin gerst tá
rak, hann veksur seinni og
nýggi árgangurin verður
helst lítil. Men hetta er ikki
tað sama sum at sjálvur
fiskiskapurin
nýtist
at
minka ógvisliga.
Men um fleiri vánalig ár
til æti koma á rað, verður
støðan øðrvísi. Tað hendi
seinast í 1980 árunum og
fyrst í 1990 árunum, og var
hetta saman við fiskiskapi-
num orsøkin til fiskaloysi
fyrst í nítiárunum.
Hvussu nógv eigur at
fiskast?
Røddir
hava
verið
frammi um, at tá fiski tørv-
ar føði, eigur at verða veitt
sum mest. Hetta fyri at fáa
fiskin til høldar heldur enn
at hann doyr í hungri, og
eisini fyri at tann fiskurin,
sum eftir er, kann vaksa væl
og vera væl fyri til gýting.
Hóast hetta í fyrstu syftu
kann tykjast skilagott, so er
tað tó ein vandamikil leið at
ganga. Vit hava einki dømi
um, at fiskur undir Føroy-
um er deyður í raki. Ein slík
leið viðførir eisini, at nógv
færri fiskar verða til árini
eftir at gera gott av nýggj-
um gróðri, og gýtingar-
stovnurin minkar skjótt
niður um tað, sum er ráði-
C
M
Y
K
14