týsdagur 10. desember 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 237 - 10. desember 2002
Nr. 237 - 10. desember 2002
17
Kanningar hjá ameri-
kanska rúmdar-
stovninum NASA
vísa, at ísurin í Arktis
minkar nógv skjótari
enn higartil hildið
UMHVØRVI
Árni Joensen
Ein nýggj frágreiðing hjá
NASA vísir, at ísurin í
Arktis minkar nógv skjót-
ari, enn vísindafólk hava
hildið.
Amerikansku kanning-
arnar vísa, at frá 1978 til
2000 minkaði ísøkið 1,2
millión ferkilometrar. Tað
merkir, at ísurin minkaði
níggju prosent í hvørjum
tíggju ára skeiði.
- Heldur hetta fram, fer
ísurin í Arktis at hvørva,
áðrenn hendan øldin er av,
sigur Josefino Comiso,
granskari í NASA. Sum er
sæst broytingin best í økj-
unum norðan fyri Kanada
og Alaska, sigur hon.
So hvørt sum ísurin
hvørvur,
ger
Pólhavið
heitari og heitari. Tað kemst
av, at ísurin sendir sólstrál-
urnar frá sær, meðan havið
tekur meiri av hitanum í
seg.
Hvørvur ísurin, fer tað at
fáa stórar avleiðingar fyri
vistfrøðina í tí arktiska
økinum. Ein onnur avleið-
ing kann verða, at jarðar-
hitin fer at veksa skjótari
enn nú.
Kanna konto
Ísraelska løgreglan hevur sett sær fyri at kanna
viðurskiftini hjá einum handilsmanni, sum verður
lagdur undir at hava umsitið eina loyniliga konto hjá
Yasser Arafat í einum banka í Sveits.
Sambært ísraelsmonnum hevur handilsmaðurin,
sum eitur Yossi Ginosar, flutt pengar av kontoini hjá
Arafat til eina ella aðra loyniliga konto. Ísraelski
ríkisákærin sigur, at talan er um ovurstórar
upphæddir - tilsamans einar 2,2 milliardir krónur.
Yossi Ginossar, sum hevur verið ráðgevi hjá
Arafat, hevur sagt við ísraelska sjónvarpið, at hann
hevur einki at fjala. Hann sigur, at pengarnir eru
farnir til mong ymisk endamál, eitt nú samskifti-
sskipanir í teimum palestinsku sjálvsstýrisøkjunum.
Heldur ikki hesaferð
Heldur ikki hesaferð eydnaðist tað at velja forseta í
Serbia.
Serbiska vallógin krevur, at minst 50 prosent av
veljarunum skulu atkvøða, fyri at valið kann fáa
gildi. Tá serbar vóru á vali fyri fimm vikum síðani,
var valluttøkan ov lítil, og á umvalinum um
vikuskiftið kom hon heldur ikki upp á 50 prosent.
Bert smá 45 prosent atvkøddu.
Virkandi forsetin, Vojislav Kostunica, fekk sum
væntað flestar atkvøður, og hann krevur nú, at
umval skal haldast eina ferð afturat. Kostunica vil
vera við, at tann serbiska stjórnin hevði falsað
umleið 400.000 nøvn á veljaralistunum, og at valið
um vikuskiftið tí ikki var lógligt. Sambært serbisku
grundlógini skal ein fyribilsforseti tilnevnast, og so
skal umval haldast innan 60 dagar.
Nýggj grøn leiðsla
Tey Grønu í Týsklandi valdu um vikuskiftið nýggjan
formann og næstformann, sjálvt um ein stórur
meiriluti av flokslimunum vóru ímóti at velja
nýggja leiðslu. Tey vildu fegin varðveita formannin,
Claudiu Roth, og næstformannin, Fritz Kuhn, sum
fáa æruna av tí sera góða úrslitinum, sum flokkurin
fekk á valinum í september.
Men tey bæði kundu ikki halda fram. Tann 22.
september vórðu bæði vald í samveldistingið, og tá
reglurnar hjá flokkinum siga, at formaðurin og
næstformaðurin ikki skulu sita í samveldistinginum
ella stjórnini, mátti flokkurin fáa nýggja leiðslu.
Eftir langt orðaskifti valdu limirnir ta 45 ára gomlu
Angeliku Beer og tann 49 ára gamla Reinhard
Butikofer.
Fremsti politikarin hjá Teimum Grønu, uttan-
ríkisráðharrin Joschka Fischer, var fyri at broyta
reglurnar, so Roth og Kuhn kundu halda fram, men
hann fekk ikki ta neyðugu undirtøkuna fyri at broyta
reglurnar.
Nýggjur ráðharri
Í USA hevur George W. Bush, forseti tilnevnt John
R. Snow nýggjan fíggjarmálaráðharra. Hann tekur
við eftir Paul O'Neil, sum varð koyrdur frá seinasta
fríggjadag.
Tann 63 ára gamli John R. Snow hevur seinastu
árini verið stjóri í flutningsfyritøkuni CSX, sum er
tann størsta av sínum slagi har eysturi í USA. Hann
er útbúgvin búskaparfrøðingur og løgfrøðingur og
hevur doktaraheiti í búskapi. Undir Gerald Ford, for-
seta arbeiddi John R. Snow í flutningsmálaráðnum.
Áðrenn tann nýggi fíggjarmálaráðharrin kann
taka við, skal senatið góðkenna hann, og eygleiðarar
siga, at hann kann vænta sær nógvar spruningar um
møguligt samband millum CSX og stjórnar-
umsitingina í Washington.
UTTAN ÚR HEIMI
Eingin ísur í Arktis um hundrað ár
C
M
Y
K
17
16
Um stutta tíð hava
amerikanarar savnað
so nógvar hermenn
og herútgerð við
Persaflógvan, at teir
kunnu leypa á Irak
longu fyri jól. Sam-
stundis krevur
politiska andstøðan í
USA, at Bush skal
leggja fram prógv
fyri, at Irak hevur
hópoyðingarvápn.
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen
Samstundis sum irakar
hava latið ST eitt yvirlit yv-
ir landsins vápnagoymslur,
er amerikanska verjumála-
ráðið í ferð við at leggja teir
seinastu liðirnar í ætlanini
at leypa á Irak.
Í dag hevur USA umleið
60.000 hermenn og 200
flogfør á leiðunum við
Persaflógvan umframt fleiri
herskip, og sunnudagin
segði ein talsmaður hjá
verjumálaráðnum, at USA
er skjótt ført fyri at seta eitt
álop á Irak í verk.
Í Kuwait hava amerikan-
arar 9.000 hermenn, og har
eru eisini 24 amerikansk
herskip við teimum tiltiknu
Apache-tyrlunum. Hvønn
dag koma bæði hermenn og
útgerð til Kuwait.
Fýra amerikanskir flog-
berar eru í økinum til reiðar
at senda flogfør at leypa á
mál í Irak. Ein fimti flog-
beri, sum hevur hildið til í
Landssynningsasia, hevur
nú fingið boð um at seta
kós ímóti Persaflógvanum.
Á flogvallum í Kuwait,
Saudiarabia, Oman, Turka-
landi og á oynni Diego
Garcia í Indiska Havinum
standa amerikansk bumbu-
flogfør til reiðar at fara á
flog.
Amerikanskir talsmenn
hava sagt, at USA er væl
fyrireikað til at leypa á
sunnaneftir, men at støðan
er ein onnur norðanfyri. Tí
hava fleiri amerikanskir
sendimenn verið í Turka-
landi seinastu dagarnar fyri
at fáa myndugleikarnar har
at loyva amerikanskum
flogførum at nýta turkiskar
flogvallir til álop á Irak.
Higartil hevur Turkaland
svarað, at USA sleppur at
nýta landsins flogvallir,
treytað av at ST-trygdar-
ráðið góðkennir eitt ameri-
kanskt álop á Irak. Hinveg-
in hava turkar sagt, at teir
vilja ikki loyva USA at
senda hermenn hagar.
Í gjár fóru amerikanskir
og bretskir hermenn undir
eina stóra venjing í Qatar.
Ovasti fyri venjingini er
amerikanski
generalurin
Tommy R. Franks, sum eis-
ini var ovasti fyri ameri-
kansku hermonnunum í
Afghanistan. Hann skal nú
leiða eitt møguligt álop á
Irak.
Krevja prógv
Samstundis sum Pentagon
leggur seinastu hond á ætl-
anina at leypa á Irak, krevur
demokratiska andstøðan í
USA, at George W. Bush,
forseti skal leggja fram
prógv fyri, at Irak hevur
hópoyðingarvápn. Higartil
hevur forsetin bert sagt, at
Irak hevur slík vápn.
- Tað er neyðugt at fáa
prógvini fram, serliga um
Saddam Hussein framvegis
heldur uppá, at Irak eingi
hópoyðingarvápn
hevur,
sigur demokratiski leiðarin
í kongressini, Tom Daschle.
Hann heldur, at tær iraksku
upplýsingarnar, sum ST
hevur fingið, mugu kannast
væl og virðiliga, og at
vápnaeftirlitsmenninir hjá
ST mugu sleppa at gera sítt
arbeiði liðugt, áðrenn nøk-
ur avgerð um álop verður
tikin.
Fyrrverandi varaforsetin
Al Gore segði við sjónvarp-
ið ABC, at eftir hansara
tykki hevur amerikanska
stjórnin tey neyðugu prógv-
ini, men hann ivast kortini
í, um tað er rætt at leypa á.
Aðrar loysnir eiga at verða
royndar fyrst, heldur Al
Gore.
USA kann leypa á Irak longu fyri jól
UTTAN ÚR HEIMI
Amerikanskir stríðsvognar í oyðimørkini í Kuwait klárir at søkja at Irak
Mynd: Reuters