Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. desember 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 237 - 10. desember 2002 Nr. 237 - 10. desember 2002 19 Heilt nógv fólk nýttu høvið at ganga og renna undir Vest- mannasundi sunnu- dagin. Góð 2.000 høvdu goldið fyri luttøkuna, men fyrireikararnir halda, at onnur 500 ella so eisini hildu seg framat í rúgvuni SUNNUDAGSTÚRUR Orð: Edvard Joensen Myndir: Jens Kristian Vang Undir Vestmannasundi: Hjá nógvum gjørdist tað ársins sunnudagsútferð, tá farið var til gongu undir Vestmannasundi sunnu- dagin. Alt í alt mundi eini hálvttriðjatúsund fólk vera við í tiltakinum, sum nevnt varð »Runnið undir sundi«. Hugskotið spratt í summar, tá kunngjørt varð, at Vágatunnilin skuldi latast upp fyri al- mennari ferðslu tann 26. november. Tá setti Sanda- vágs Ítróttarfelag seg i samband við leiðsluna fyri Vágatunnilin og bað um loyvi at sleppa at skipa fyri hesum tiltakin- um, sum nú var. Longu tá høvdu fleiri onnur feløg fingið sama hugskot. Eisini útlendsk. Men leiðslan metti tað rímiligt, at eitt felag í Vagum slapp at vera við. Treytað varð tó, at tað skuldi vera saman við felagnum fyri frælsan ítrótt, Bragdinum. Og síðan hava sanda- vágsfólk fyrireikað til- takið, sum varð avgreitt sunnudagin. Hóast okkurt hendinga lítið var, sum fyrireikararnir í ávísan mun ikki fingu gjørt so nógv við, vóru fók á ein- um máli um, at tiltakið eydnaðist serstakliga væl. Eitt var, at einki wc var at finna Vágamegin. Men grundin var tann, siga fyrireikararnir, at einki slíkt, sum kann flytast, finst í landinum. Royndir hava verið gjørdar kring alt landið at finna eitt slíkt, men til fánýtis.Og eisini fólk, sum spurd hava verið, hava verið so hugtikin av tiltakinum, at tey uttan víðari eru farin víðari við fyrispurning- unum. Tó úttan úrslit. Tað frættist einki um, at nakar var so sprongdur kortini, at tað gjørdi nakað. Í aðrar mátar skiltist á fólki, at einki var at finn- ast at. Fyrireikararnir fingu yvirhøvur rós fyri at klára at gjøgnumføra hetta stóra tiltakið. Fólk úr at kalla øllum landinum høvdu leitað sær undir Sundið hendan dagin. Flest vóru tey úr Havn, meðan Sandavágur lá sum nummar tvey. Annars vóru tey spjadd viða um. Nógv úr Norð- oyggjum, serliga Klaks- vík, og eisini innan av Skálafriði var væl av fólki komið at ganga hendan túrin. Klaksvíkingar, sum Sosialurin hitti, vóru spentir at síggja tunnilin. Teir gleða seg sum vera man, til teirra verður veruleiki. Myndamaður okkara, Jens Kristian Vang, var á stðanum, og vit lata myndir hansara siga frá tiltakinum. Elsti luttakarin í stóra tiltakinum undir Vestmanna- sundi var tann 88 ára gamla Hanna í Horni úr Sandavági. Hon brúkti tveir tímar um túrin gjøgnum tunnilin TUNNILSGONGA Edvard Joensen á Reynsbakka: Hon er 88 ára gomul, Hanna í Horni í Sandavági, og løtt á føti. Gongur hvønn dag aftur og fram í Sandavágstúni, og sunnudagin gekk hon av Streymoynni vestur í Vágar. Tey veittra og klappa, meðan tvey fólk spaku- liga taka seg tað seinasta av brekkuni niðan móti tunnilsmunnanum Vága- megin. Ein eldri kona, sum styðjar seg at sonin- um, ið hevur leitt hana allan vegin úr Leynum og heilt her yvir á Vága- landið. Gjøgnum undir- sjóvartunnilin. Hin 88 ára gamla Hann í Horni heilsar aftur. Tað er sum til kongavitjan. Hon kennir nógv fólk, og fleiri vilja heilsa upp á hana. Soleiðis hevur tað eisini verið allan vegin gjøgnum tunnilin. Dagurin byrjaði sum vant í Sandavági. Tá klokkan nærkaðist 11 fyrrapartin, sást Hanna fara sína regluligu gongd heim eftir Bakkanum og í kirkju. Tað verður ikki forsømt. Heldur ikki hóast ætlanin er at ganga undir Vestmannasundi seinni um dagin. Hon fylgdist við sonin- um Hans Paula - Hassa - undir Sundinum. – Hon var vist komin nakað væl fyrr ígjøgnum, um tað ikki var tað, at hon skuldi bíða eftir mær, tí eg ikki orkaði so væl at ganga, skemtaði hann, tá tey vóru komin ígjøgnum. Jú, lagið var gott, og okkurt minni skuldi eisini varðveitast frá hesum túrinum. Tað var nevniliga so, at bæði ommu og langommubørn hjá Honnu eisini høvdu verið undir Sundinum, so har skuldu myndir takast av hesum fýra ættarlið- unum. Men tað var meira enn so. Tí sum elsti luttakarin fekk Hanna eisini heið- ursmerki, sum Atlants- flog hevði latið gjørt. Merkið var gjørt úr gróti, sum tikið er úr Vágatunl- inum. Nú er Hanna ikki so- leiðis, at hon bara tekur ímóti uttan nakað, so hon helt, tá stjórin fyri At- lantsflogi, Magni Arge, handaði henni heiðurs- merkið, at: »Eg skal gjalda tygum aftur fyri hetta«. Elst undir Vestmanna- sundi Anna og Hassi í Horni komu leiðandi allan vegin úr Leynum og yvir á Vágalandið. Tað tók teimum tveir tímar. Men tá vóru eisini rættiliga nógvir steðgir á vegnum, tí Hanna kendi so nógv fólk, hon skuldi heilsa uppá Mynd: Edvard Joensen Mannamúgva mikil gongur Millum tey umleið hálvttriðjatúsund fólkini, sum sunnu- dagin gingu og runnu undir Vest- mannasundi, var eisini ein 78 ára gamal íslendingur TUNNILSRENNING Edvard Joensen Leynar: 78 ára gamli Thorsteinn Thorvaldsson av Akranesi hevði fingið túrin undir Vestmanna- sundi í jólagávu frá son- inum. Hetta frættist víða um lond, at føroyingar skuldu renna. Eisini út- lendingar vistu av stóra tiltakinum undir Vest- mannasundi sunnudagin. Í stóru mannfjøldini, sum samlaðist við rund- koyringina í Leynum, áðrenn byrjað varð at renna og ganga gjøgnum undirsjóvar tunnilin sunnudagin, gekk eisini ein eldri maður í kolli og joggingklæðum. Hann líktist ikki burtur úr fjøldini, sum taldi fólk í øllum aldri. Frá trimum mánaðum, liggjandi í barnavogni, og heilt upp til 88 ára aldur vóru tey, sum ætlaðu sær gjøgnum tunnilin. Hesin eldri maðurin var í eini sonevndari t- shirt við áskriftini »Hvalfjarðar gangahlaup 11. júli 1998«, sum kundi bent á, at maðurin ikki var føroyingur ella í hvussu er hevði okkurt við Ísland at gera. Og soleiðis var. Talan var um 78 ára gamla Thorsteinn Thorvaldsson av Akranesi í Íslandi, sum komin var hendan- veg at taka lut í renn- ingini undir Vestmanna- sundi. Thorsteinn segði, at hann regluliga rennur við einum rennifelag har yviri. Hann hevur millum annað fyri stuttum runnið hálvt Marathon í Reykja- vík, og sjálvandi var hann eisini við, tá runnið varð undir Hvalfirði í samband við, at undir- sjóvartunnilin har lat upp á sumri 1998, sum áskriftin á blusu hansara eisini segði frá. – Eg havi fingið ferð- ina til Føroya og at- gongumerkið til renn- ingina í jólagávu frá soninum. Hann hevði frætt um hetta tiltakið og helt, at hetta var júst nakað fyri meg. Og eg gleði meg til at fara ígjøgnum. Eg ætli mær at renna, sigur 78 ára gamli Thorsteinn. Hann vendir frá okkum og fer eitt sindur niðan eftir arbeiðsvegnum móti smiðjuni. Hann ætlar at hita eitt sindur upp, áðrenn runnið verður. Mannamúgvan veksur, og tað kennist meira sum at vera til midnáttarsang á ólavsøku. Ilt er at finna fólk aftur. Men so trokast alt meira og meira beint innan fyri munnan. Teir fara at gera klárt at seta í gongd. Og einastaðni har frammi í oddinum stend- ur Thorsteinn. Hann heldur seg veruliga fram- at, hóast hann líkasum verður trýstur eitt sindur av teimum »etableraðu« føroysku rennarunum, sum trokast um at standa fremstir við snórin, tá sett verður í gongd. Vágamegin var trong- ligt, tá fólk komu yvir- um. Hóast roynt varð at finna Thorsteinn aftur, eydnaðist tað ikki. Tó vistu fólk, sum vit fregn- aðust hjá, at ein eldri ís- lendigur var komin ígjøgnum rættiliga skjótt eftir, at farið var úr Leynum. Íslendingur undir sundið 78 ára gamli Thorsteinn Thorvaldson av Akranesi í Íslandi er vanur at renna. Hann er limur í íslendsk- um rennifelag og hevur nýliga runnið hálvt Marathon í Reykjavík. Túrin til Føroya og renningina undir Vest- mannasundi hevði hann fingið í jólagávu frá soninum, og hann var heilt fegin um at uppliva hetta Mynd: Edvard Joensen C M Y K 19 18