týsdagur 10. desember 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Kaj Leo Johannesen
Tjóðveldisflokkurin heldur
tað verða av ovurhonds-
stórum týdningi, at vit
skulu hava fullveldi fyri ein
og hvønn prís sum skjótast.
Hetta er greið og konkret
útmelding, og sum so einki
nýtt undir sólini fyri henda
flokk.
Lat okkum nú siga, at
Føroyar hava fingið full-
veldi, og nú skal stingast
víðari út í kortið, flokkurin
hevur sagt nei til ES ella
Evropa við øðrum orðum,
hvussu skulu nú Føroyar
skipast uttanfyri ríkisfe-
lagsskapin. Kundi okkurt
umboð fyri flokkin víst
mær á nakrar konkretar
tjóðveldisloysnir
hesum
viðvíkjandi?
Tosa vit um okkara út-
flutning, so hava Føroyar í
skrivandi løtu tær allar
ringastu treytir, sum nakað
land yvirhøvur hevur í mun
til ES. Vit eru ein fløsku-
hálsur í Evropa, somikið
havi eg lært, aftaná at hava
arbeitt og handlað við ES
lond í nógv ár. Eg eri
vorðin alt meira sannførdur
um, at vit hava meira brúk
fyri ES, enn teir fyri
okkum.
Metir Tjóðveldisflokk-
urin, at vit skulu hava okk-
ara
egnu
serføroysku
vinnulóggávu, sum ikki
samsvarar við ES vinnu-
lóggávu?
Føroyar hava tíanverri
eftir mínum tykki valt at
vera uttan fyri meginrákið í
evropeiska samstarvinum.
Okkara
viðurskifti
eru
ístaðin skipað í eini hand-
ilsavtalu og eini fiskiveiði-
avtalu. Fyri onnur øki eru
ongar
avtalur
partanna
millum. Tann størsta av-
leiðingin av hesum er, at vit
eru vorðin ein banan-
republikk mitt í Norður-
atlantinum, tá talan er um
okkara
frælsismenning
mótvegis ES.
Tá talan er um útbúgving
og gransking í ES høpi,
verða vit sjálvandi eisini
roknað sum triðja land. Tað
er eingin avtala ímillum
Føroyar og ES. Higartil
hava vit kunnað brúkt Dan-
mark sum smogu ella
ventil, tá talan er um vinnu-
brøv ella próvbrøv, eisini
har eru vit afturúrsigldir.
Tosað vit um manna-
rættindi, skulu vit hava
okkara egnu serføroysku
lóggávu, ella skulu vit
fylgja ES/ST lóggóvu/regl-
um á hesum øki, soleiðis at
vit hava somu reglur og
somu ábyrgdir sum onnur
lond í heiminum?
Tosa vit um verjumál,
skulu vit hava okkara ser-
føroysku lóggávu á hesum
øki, ella skulu vit sam-
starva við Nato ella annan
felagsskap? Er tað nakar
annar felagsskapur, sum
hevur fyrimunir ella vil
gera alliansur við Føroyar?
Og hvat kunnu vit geva frá
okkum, tá tá talan er um
verjupolitikk, sum í øllum
lívsins viðurskiftum er
talan sjálvandi eisini her
um »to give and take« ella
rættari at geva og fáa.
Tosa vit um gjaldoyar-
politikk, skulu vit hava eina
føroyska krónu, ella skulu
vit møguliga hava eina
íslendska krónu, ella skulu
vit fylgja Danmark, um teir
fara yvir til Evruna, ella
skulu vit eisini á hesum øki
hava okkara serføroysku
loysn?
Hvat er tað, sum Tjóð-
veldisflokkurin meinar við,
tá hann sigur, at vit ikki eru
fræls, eitt nú í mun til ES
lond? Hvussu metir Tjóð-
veldisflokkurin, at tann
meinigi
maðurin
ella
kvinnan fær tað frælsari
aftan á eitt føroyskt full-
veldi? Metir flokkurin, at
tað er betur at standa uttan
fyri Evropa, tá vit um fá ár
síggja millum 25 og 30
lond gerast limir í ES.
Fakta er, at vit í løtuni
ikki hava nøkur av teim
frælsunum,
sum
ES
arbeiðir við fyri sínar borg-
arir. Hetta eru eisini tey
frælsini, sum undirritaði
skilir við, tá talan er um
okkara framtíð í Evropa
nevniliga og frælsini at liva
og arbeiða í limalondunum
rundan um okkum.
Vil Tjóðveldisflokkurin
hava serføroyskar loysnir,
til tey allarstørstu frælsini,
vit sum menniskju kunnu
fáa? Ella vil Tjóðveldis-
flokkurin taka undir við
mínum
hugsjónum
um
persónligt frælsi?
At føroysk arbeiðsmegi
fær tað sama persónliga
frælsi, sum ES - borgarar
hava.
At føroyingar fáa ta somu
sosialu trygdina, sum ES -
borgarar hava.
At føroysk virki og
sjálvstøðugt vinnurekandi
fáa tað sama frælsi, sum
virki og sjálvstøðugt vinnu-
rekandi í ES hava.
Afturfyri hesi frælsini
kann so ríkisfelagsskapurin
lata ES-borgarum og ES-
virkjum somu frælsi sum í
Føroyum, treytað av, at vit
eru í ríkisfelagsskapi t.e.,
áðrenn eitt eventuelt full-
veldi eftir tjóðveldis leisti.
Tað er mín persónliga
meining, at Føroyar eru
stórar sum tjóð, og at vit
hava evni og ábyrgd av
einum frælsum og friðar-
ligum Evropa, sum hevur
verið okkara felags grund-
vøllur í meiri enn túsund ár.
Vit eiga ikki at vera uttan
fyri ES, tí so hava vit onga
ávirkan. Við at vera við í
ES, eru vit samtíðis við, har
avgerðir verða tiknar. Eg
meini, at vit eiga at skipa
okkara uttanríkispolitikk
øðrvísi, soleiðis at vit før-
oyingar sita framman fyri í
bilinum, tá ið avgerðir
verða tiknar, sum hava tað
minsta við føroysk viður-
skifti at gera.
Vit skulu í nógv størri
mun trekkja upp á okkara
sendistovur
uttanlands
bæði føroyskar sum dansk-
ar, um 10 ár møguliga ES
sendistovur,
hvør
veit,
útviklingin gongur skjótt
fyri seg og eiga vit eisini at
mennast samsvarandi. Um
broytingarnar rundan um
okkum binda ella loysa
okkum leysari úr ríkinum,
so eiga sjálvt eisini vit
sambandsfólk at fylgja við
rákinum, um vit meta, tað
tænir fólki okkara, og ikki
frysta føst í ov stóran mun,
tað tænir ikki fólkinum her
á landi.
Eg fari við hesum at
rætta hondina út til eitt
mennandi kjak um okkara
framtíðarstøðu í Evropa,
uttan mun til um vit eru á
Tjóðveldisvonginum ella
Sambandsvonginum,
so
eiga vit at minnast hitan av
forfedranna hondum, sum
sleptu, og sum stríddust fyri
einum betri Føroyum. Latið
okkum í virðing fyri okkara
fólki fáa eitt gott og
mennandi kjak um okkara
framtíð her á klettum í
einum frælsum Føroyum,
hvar orðið frælsi ella
persónligt frælsi, verður
smeltað saman av fram-
tíðartýðingini av sama orði,
millum Tjóðveldi og Sam-
band.
Fullveldi og hvat so?
UTTAN ÚR HEIMI
20
Nr. 237 - 10. desember 2002
Nr. 237 - 10. desember 2002
21
JÓLAHALD
Orð og myndir:
Jan Müller
Leygardagin var jólahald í
Kirkjubø og á Velbastað.
Og í báðum førum setti
sangkórið í sóknini, Sólar-
magn sín dám á. Børn og
vaksin fyltu ta hugnaligu
Ólavskirkjuna. Til konsert-
ina vóru bæði jólasangir og
annar kórtónleikur. Tað
hevur ongantíð verið urga í
kirkjuni
men
hesaferð
stuðlaði urga so undir onkr-
um av sangunum. Við urg-
una sat eingin minni enn
okkara frægi kórleiðari og
tónleikalærari
Bjarni
Restorff. Aftaná eina væl-
eydnaða og vælvitjaða kon-
sert varð farið í granna-
bygdina at hátíðarhalda løt-
una, tá jólatræ fyri fyrstu
ferð alment var tendrað í
sóknini.
Til hetta hátíðarhaldið
kom eisini prestur úr Havn.
Heri Joensen talaði fyri
sóknarfólkunum umframt
borgarstjóran
Annfinn
Brekkstein.
Í talu síni vísti Annfinn
Brekkstein á, at tíðirnar
broytast eisini í Kirkjubø-
ar- og Velbastaðar sókn.
Fyrsta jólatræið hann mint-
ist, var tá hann var við
systir síni í føðingardag hjá
Katrin, dóttir Bergith.
– Tað, sum eg haldi var
serligt við tí føðingardegn-
um, var, at Katrin fylti um
páskirnar, og tá stóð jóla-
træið framvegis í stovuni
hjá Bergith. Hon ynskti at
hava tann hugnan sum jól-
ini geva, at vara líka til
páskar, so tey børnini, sum
vitjaðu Katrin, eisini fingu
lut í hugnanum.
Tey í Búðini skipaðu eis-
ini fyri jólahaldi fyri okk-
um børnum. Serliga var tað
Dánjal, gubbi, sum hevði
størstu gleðina av at hava
okkum børn rundanum seg.
Hann var sera fegin um at
vera saman við okkum, og
hann dugdi sera væl at
skipa fyri. Tað, sum ger
jólahaldið í Búðini sera
minningarrríkt, vóru eisini
søgurnar hjá Jensiu, sum
dugdi sera væl at siga frá.
Annfinnur fegnaðist um,
at jólatræ nú verður tendrað
í sóknini Tað er fyrstu ferð
at jólatræ alment verður
tendrað í sóknini. Træið
stendur uttan fyri nýggja
skúlan á Velbastað. Tað er
so trivnaðarbólkurin í skúl-
anum, sum saman við
kommununi hevur tikið stig
til jólatræið.
Borgarstjórin helt fram: –
Jólatræið ber okkum boð
um nógv. Børnini gleðast
um at tey fáa pakkar. Børn
og eldri gleða seg til jólahá-
tíðina, tá Jesus var føddur,
og tann gleðiboðskap sum
jólini hava. Tað hevur stór-
an týdning, at vit ikki missa
jólaboðskapin burtur í øll-
um tí verðsliga, men at vit
geva okkum stundir at
steðga á og minnast gleði-
hátíðina.
Og jólahátíðin ber okk-
um eisini boð um, at ein
myrkur vetur er við at halla.
Hetta hevur higartil verið
ein avbera góður vetur, og
um tvær vikur hava vit
longu stytsta dag, og tað fer
aftur at ganga ímóti ljósari
tíðum.
Tað gleðir okkum at kór-
ið Sólarmagn fær dygga
undirtøku í sóknini, og
kann vera við til at seta
dám á eina hátíðarløtu sum
hesa.
Ikki tí, tað hava altíð ver-
ið góð kvæðafólk og sang-
arar á Velbastað og í
Kirkjubø, bæði til dans og
til at syngja Kingosálmar.
So einki løgið er í, at góð
gróðrarlíkindi eru fyri ein-
um sangkóri, sum vónandi
fer at mennast í framtíðini.
Tað er mín vón, at hetta
tiltakið fer at halda fram á
hvørjum ári, so yngri og
eldri kunnu koma saman at
gleðast um at jólatræið
verður tendrað segði Ann-
finnur Brekkstein.
Gleðið tykkum
Síðani talaði prestur. Helt
helt fyri, at var lívið bert
gráir gerandisdagar høvdu
vit kett okkum. – Hvørt ár,
tá dagurin av álvara tekur at
styttast og náttin at leingj-
ast, so nærkast vit eisini
jólunum. Hvønn sunnudag
í adventini verður eitt ljós
tendrað á adventskransin-
um inntil øll fýra lýsa, tí nú
er stundin nær tá hitt stóra
ljósið verður borið í heim-
in. – Jesus Kristus – Tann
dagin ljóðar epistultekstur-
in í kirkjum okkara. –
»Gleðið tykkum í Harran-
um altíð! Eg sigi uppaftur:
Gleðið tykkum.« Heri
Joensen prestur segði víð-
ari, at vit skulu royna at
taka apostulin upp á orðið.
– Lat okkum finna gleðina í
tí, sum vit takast við. Gleði
kann eisini vera í jólafyri-
reikingunum, ongin ivi um
tað. Gleðina finna vit m.a. í
tí at skapa, vera virkin og
eg haldi meg ikki taka
munnin ov fullan, tá eg
komi við pástandinum:
»Vit kunnu ikki keypa
okkum jólagleðina.«
Og prestur helt fram: –
Tað er innan í okkum, at tað
heila hendir. – Her skapast
hin sanna gleðin. Gleðin
fæst við »at verða«. At
verða saman við øðrum
menniskjum.
Í
felagsskapum, til felags
tiltøk, til konsertir í kirkj-
um okkara nú undan jólum,
til guðstænastur og aðrar
samkomur. Men eisini við
at hugna um heima við hús,
har vit í felagsskapi gleða
hvønn annan. Gleða vit
onnur menniskju, so gleða
vit eisini á hendan hátt okk-
um sjálvi. Lat okkum tí ar-
beiða málrættað við jóla-
fyrireikingunum.
Ikki
renna aftaná hvørjum til-
boði – tí tey eru mong. Ikki
keypa yvir evni. Tí alt hetta,
ið »eyga sær og hjarta
begjer« fer ongan veg, men
verður á sínum stað kom-
andi advent. Gevi Guð okk-
um øllum jólafriðin, hina
sonnu jólagleðina segði
Heri Joensen prestur, tá
jólatræ fyri fyrstu ferð al-
ment varð tendrað á Velba-
stað.
Eftir røðurnar sang kórið
nakrar sangir, og síðani
varð farið inn í skúlan at
fáa sær kakao og bollar. Ein
hugnalig og dámlig løta í
Kirkjubø og á Velbastað.
Ein løta, sum savnar sókn-
arfólk og fær tey at kenna
seg sum part av einum fel-
agsskapi.
Jólahugni og lívsgleði í Kirkjubø
og á Velbastað
Frá hugnaligu løtuni í Ólavskirkjuni við sangkórinum í sóknini
Jólatræ varð fyri fyrstu ferð alment tendrað í Kirkjubøar - og
Velbastaðar sókn leygardagin.
Eisini Heri Joensen prestur av við til at gera hátíðarhaldið so
hugnaligt
Annfinnur Brekkstein, borgarstjóri flutti fram røðu
C
M
Y
K
21
20