Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. desember 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 237 - 10. desember 2002 23 Hóast tað ivaleyst er Neistin, sum kunnu vera betra nøgdar um úrslitið sunnudagin, so fekk liðið einki aftur fyri javnleikin, meðan StÍF við hes- um tryggjaði sær enn eitt stig til endaspælið KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Hóast vit framvegis skriva grundspæl í bestu kvinnu- deildini í hondbólti, so var tað eitt slag av lagnudysti fyri bæði liðini, tá StÍF vitjaði Neistan í Havn sunnudagin. Heimaliðið hevur langt ífrá staðið seg so væl í ár, sum tær vanliga gera, og skuldu tær halda fast um møguleikan fyri eini toppplasering, so skuldu tvey stig helst fáast burturúr dystinum. StÍF er hinvegin eitt av liðunum, sum veruliga hevur gjørt um seg í ár. Og tó at oddaliðið úr Vági framvegis er væl fremst, so kundu tær við einum sigri bíta seg enn fastari á sessirnar beint undir oddin- um. Tóktist avgjørt Heilt leingi var eisini líkt til, at tað ikki skuldi vera nakar ivi um, hvønn veg stigini skuldu fara. Eftir eina javna byrjan, har liðini líka sum kannaðu hvørt annað, var tað nevnliga StÍF, sum setti ferð á. Ein orsøk til hetta var so av- gjørt, at neistaverjan ikki riggaði í nær námind so- leiðis, sum ein verja eigur at gera. Óskipað og sløsut eru kanska bestu orðini at greiða frá um verjuspælið, og úrslitið var eisini har- eftir. Ferð eftir ferð eydn- aðist StÍF við einføldum spæli at spæla inn um bláu verjuna, og ikki minst kundi Paula D. Olsen gera sær dælt av hesum. At tað kortini eydnaðist Neistanum at koma aftur í dystin, hevði so avgjørt eisini sínar orsøkir. Sjálv- sagt kundu tær nýta steðgin til at tosa nøkur ting upp á pláss, soleiðis at somu mistøkini ikki framhald- andi vórðu gjørd, og tað eydnaðist sum so eisini. Hinvegin, so mugu gestir- nir eisini sjálvar taka sær ein part av ábyrgdini fyri, at spenningur kom í aftur. Kendu seg tryggar Við fimm mála leiðsluni í steðginum var kanska ov lætt at fáa ta trúgv, at stigini longu vóru vunnin, og fyrstu løtuna eftir steðgin tóktust tær ikki greiðar um, at dysturin enn ikki var liðugur. Spælið var til tíðir merkt av líkasælu, og tað var heilt skjótt, at Neistin hevði revsað hetta. Eftir bert tíggju minutt- um hevði bláa heimaliðið aftur fingið javnvág í rokn- skapin, og nú stóð av álvara á hjá hvítu gestunum. Spakuliga fingu tær tó aftur um rætta endan. Ikki minst takkað verið skotstyrkini frá útlendsku leikarunum. Neistin royndi alla tíðina at svara aftur, men onkurs- vegna misnýttu tær, tá tær í einum tveimum førum høvdu møguleikan at leggja seg á odda. Tveir minuttir fyri leiklok var tað soleiðis framvegis StÍF, sum var á odda við tveimum málum. Dysturin tóktist mest av øllum at vera avgjørdur, men so tók ein hending seg upp, sum ivaleyst kom illa við hjá gestunum. Poula D. Olsen var á veg í mótálop, men dømt varð fyri dribl. Tá hon skuldi leggja bóltin frá sær, mettu dómararnir, at hon tveitti hann burtur, heldur enn at leggja bóltin har, sum fríkastið skuldi takast, og tískil góvu teir henni tveir fingrar. Sum vera man, so hildu strandakvinnurnar lítið um avgerðina, og tað er helst einki at dylja, at hesir báðir minuttirnir mundu vera fremsta orsøkin til, at Neistin fekk nakað burturúr dystinum. Nyttuleysir javnleikur Sum úrslitið sigur, so fekk Neistin altso ein javnleik burturúr, men í roynd og veru kann tað væl vera, at hesin ikki kann brúkast til so øgiliga nógv. Tær bláu hava nevnliga longu ein javnleik á kontini, og tí felur stigið hesaferð burtur, um talan ikki verður um aðrar javnleikir í grund- spælinum. Hjá StÍF var talan hin- vegin um fyrsta javnleikin, og tí hava tær sum so ikki mist nakað. Heldur ikki hóast tær ikki tóktust vera serliga væl nøgdar um javnleikin sunnudagin. Tær eru nú eitt stig aftan fyri VÍF á øðrum plássi, men vórðu stigini hálverað í dag, hevði stigatalið verið tað sama hjá báðum pørt- um. Dysturin í tølum: Neistin-StÍF 25-25 (11-16) Málskjúttar: Neistin: Rakul Augustinus- sen 5(2), Simona Dziugyte 5(1), Ása á Neystabø 4, Lív Sørensen 4, Súna Mørk 3, Mildrið Jacobsen 2, Anna Clementsen 2 StÍF: Paula D. Olsen 7, Alina Olaru 6, Asta Petrau- skiene 5(2), Anna Maria Berthelsen 3, Sunfríð B. Jacobsen 2(1), Ata Greger- sen 2 Brotskøst: Neistin 5, StÍF 4 Útvísingar: Neistin 1, StÍF 3 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Rúni Mohr Neistin-StÍF 25-25 (11-16): Stríddust til nyttu- leysan javnleik StÍF hevði góða orsøk til at iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at halda fast í sigrinum, men hóast alt fingu tær fulla úrtøku úr javnleikinum, sum hinvegin er nyttuleysur fyri Neistan Mynd: Álvur Haraldsen Vágbingar byrjaðu vikuskiftið við at vinna tryggan sigur á Kyndli, og harvið vinna seg fram í hálvfinaluna í steypakappingini KVINNU- HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað er ikki altið eins ómaksleyst at ferðast um Suðuroyarfjørð. Tí høvdu Kyndil og VB gjørt av, at nú Kyndil kortini skuldi suður á vitjan, so var tað helst eins gott, at liðini fingu gjørt fjórðingsfinaluna í steypakappingini burtur av sær. Leygardagurin varð sostatt nýttur til steypa- kapping, og her eydn- aðist tað VB at vinna ein hampuliga tryggan sigur á Kyndli. Munurin varð fyrst og fremst grund- aður seinnu helvt av fyrra hálvleiki, tá VB innan 10 minuttir leypt frá 6-6 til 13-7. Hendan munin megn- aði Kyndi longan tíð at vinna aftur, og eitt skifti hótti VB enn tá við at vinna rættiligan stórsig- ur, men tað gjørdist so ikki til meira enn hótt- anin. Kreftir skuldu jú eisini nýtast næsta dag- in, tá landskappingar- dystur var á skránni. Dysturin í tølum VB-Kyndil 27-20 (14- 9) Málskjúttar: VB: Dajva Juomaite 9(2), Arnleyg Hjelm 7, Reda Kurkaskiene 4, Eyðbritt Kroslá 2, Laila Jespersen 2, Eyðdis Kjærbo 1, Anja Magn- ussen 1(1), Guðrið Mortensen 1 Kyndil: Annika Ljós- stein 8(4), Lotte Søren- sen 4, Ann-Mari Vang 2, Annika Thomsen 2, Jensia Petersen 2, Marj- un Tróndarson 1, Heidi Maria Akselsen 1 Brotskøst: VB 5, Kyndil 6 Útvísingar: VB 2, Kynd- il 2 Dómarar úr TB: Birgir Dimon & Kári Niclasen. VB-Kyndil 27-20 (14-9): VB í hálv- finaluni 23 Nr. 237 • týsdagur • 10. desember 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Uttan Costin Dumi- trescu á liðnum megnaði StÍF ikki at toga ein sigur heim ímóti Neistanum, og nú er munurin mill- um fremstu liðini stigatalvuni at kalla eingin MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Lagt var upp til stórdyst, tá StÍF vitjaði Neistan sunnu- dagin. Higartil hetta kapp- ingarárið hevur StÍF sýnt seg sum sterkasta liðið í kappingini, men eitt av lið- unum, sum veruliga hevur megnað at hótt strandingar- nar er júst Neistin, og tí var tað so als ikki nøkur sjálv- fylgja, at stigini bara skuldu fara til gestirnar uttan víðari. Saknur í venjaranum Tað var longu greitt undan dystinum sunnudagin, at StÍF mátti vera leikandi venjaran, Costin Dumitres- cu, fyriuttan í týdningar- mikla útidystinum. Hetta var sjálvandi ein ógvuliga dyggur smeitur fyri liðið, og stóran part av dystinum var eisini líkt til, at hetta skuldi gerast ov nógv fyri strandingar. Eftir eina heldur tama byrjan, so var tað nevnliga Neistin, sum tóktist hava betra takið á dystinum. Serstakliga Áki Mørk tóktist vera væl upplagdur, tá hann ferð eftir ferð reis upp og kanóneraði bóltar- nar í kassan aftan fyri Marian Cirloganescu, sum hesa løtuna ikki livdi upp til vanliga heiti sítt sum besti málverjin í føroyskum manshondbólti. Í hinum endanum dúvaðu strandingar fyri tað nógva upp á evnini hjá Sveini Justinussen sum skjútta, men tó at skotini vórðu latin av við vanliga neyv- leikanum og vanligu kraft- ini, so tóktist hetta ikki vera nóg mikið. Eina mest tí framrættaða verjuspælið hjá StÍF als ikki riggaði nóg væl, nú Costin ikki var við, og at liðið tískil ikki fekk í lag vanliga kontrahondbólt- in, sum plagar at vera eitt av mest drepandi vápnun- um hjá liðnum. Mistøk mundu kostað Tvørtur ímóti tóktist tað í seinna hálvleiki vera Neist- in, sum hevði fyrireikað kontrabóltin best. Beinan vegin sum liðini komu út eftir steðgin, fóru teir bláu av álvara at draga frá, og tað stóð skjótt greitt, at her skuldi okkurt heilt serligt til, um dysturin skuldi vendast. Eitt skifti hótti heimaliðið við einum regulerum stórsigri, men mest sum htta tóktist veru- leikin, kom vend í. Startskotið var kanska, at teir bláu um miðjan hálv- leikin tóktust hava kannað sær bitan. Í enn einum kontra-álopið var Helgi Justinussen kanska dekan ov smartur, tá hann skuldi avslutta. Royndin miseydn- aðist, og tá StÍF ístaðin minkaði til 14-20 í eftir- fylgjandi álopinum hóm- aðist brádliga ein glotti, og hesum fóru strandingarnir nú beint eftir. Saman við verjuni fann Marian brádliga vanliga stórspælið fram, og spaku- liga byrjaðu gestirnir at toga seg inn á teir bláu. Ein av veikleikunum hjá Neistanum í ár hevur uttan iva verið, at breiddin á liðnum er ov lítil til at halda ein heilan dyst, og hetta tóktist nú eisini at skula kosta teimum dýrt. Áki Mørk og Morgan Knezevic eru fram um hinar bulurin á liðnum, men einsamallir megna teir ikki at stýra dystinum í 60 minuttir. Sum minuttirnir gingu kom StÍF alt nærri á mál- talvuni, og tó at Zeljko Jotic gjørdi sítt besta til tess at forða málskjótingini, so munaði hetta lítið móti stórspælinum í hinum end- anum. Einar tvær ferðir misnýttu neistaleikarar í púrasta leysum støðum, og tá Marian eisini vann nervakríggið í tveimum førum, tá møguleikin var av brotsteigarblettinum, sá av álvara svart út hjá Neistan- um. Við bert einum minutti eftir komu gestirnir upp á javnt, men við fyrsta neista- málinum í tíggju minuttir eydnaðist tað í næsta álop- inum Morgan Knezevic at skjóta seinasta og avger- andi málið í dystinum, so- leiðis at bæði stigini end- aðu í Havnini. Við sigrinum vann Neist- in seg eitt fitt petti nærri strandingum, soleiðis at munurin millum liðini í veruleikanum bert er eitt stig. Samstundis innibar sigurin hjá VÍF leygardag- in, at eisini teir hava lagt seg í kjalarvørrin á strand- ingum, og fyri kappingina er bara at frøast um, at spenningurin soleiðis tykist vera í hásætinum eftir tvey ár við meira ella minni totalum VÍF-dominansi. Tað hoyrir tó við til søg- una, at við leikandi venjar- anum aftur á liðnum verður talan um eitt væl sterkari StÍF lið. Hesa ferð skutu teir færri mál, enn teir hava gjørt í nøkrum øðrum dysti í ár, og tó at ein einsamallur maður neyvan kann liggja sum orsøk fyri hesum, so er munurin millum fremstu liðini ikki størri enn so, at allar kreftir mugu setast inn, tá stigini skulu vinnast heim. Dysturin í tølum Neistin-StÍF 24-23 (13-10): Málskjúttar: Neistin: Áki Mørk 10(2), Morgan Knezevic 8, Helgi Justinussen 2, Birgir Kass 1, Kári Mortensen 1, Dann Thorleifsson 1 StÍF: Sveinur Justinussen 7, Artur Johansen 6, Alex- andur Johansen 4(1), Kristjan Petursson 2, Janus Trygvason 2, Leivur Justin- ussen 1(1), Bent Djruhuus 1 Brotskøst: Neistin 5, StÍF 5 Útvísingar: Neistin 4, StÍF 4 Dómarar úr Kyndli: Hann- us Wardum & Rúni Mohr. Tótktust ikki alla tíðina at hava eins gott tak á, og við hvørt viðførdi hetta frustra- tiónir hjá leikarum á liðun- um báðum. Neistin-StÍF 24-23 (13-10): Oddastríðið harðari enn nakrantíð Saman við teimum báðum útlendsku leikarunum var Áki Mørk høvuðsmaðurin aftan fyri sigurin hjá Neistanum sum av álvara fekk liðið við aftur í oddastríðið Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 22