týsdagur 10. desember 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 10. desember 2002
25
Stjørnan mundi
fremja vánaligasta
avrikið á árinum, tá
tær vitjaðu í Vest-
manna, og úrslitið
gjørdist eisini hareftir
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tølini tala fyri seg. Stjørn-
an fekk nevnliga av at vita,
tá tær leygardagin vitjaðu í
Vestmanna. Hetta var sam-
stundis eisini dysturin mill-
um tey bæði liðini, sum
seinastu trý árini hava
kunnað rópt seg føroya-
meistarar, men hesa ferð
var tað so bara annað liðið,
sum sýnda nakað, ið minti
um meistaraspæl.
Kanska
var
Stjørnan
skert, nú Daniela Ercevic
ikki fekk verið við, men tað
kann ikki vera rætt, at ein
einstakur leikari skal hava
so stóran týdning fyri liðið.
Hvussu var og ikki, so er
einki at ivast í, at fyrri hálv-
leikurin av dystinum leyg-
ardagin man fara at standa í
minninum hjá Stjørnuni
sum ein hin svartasta løtan í
hondbóltslívi teirra.
Fyrstu løtuna gekk javnt
á, og millum annað skuldu
sjey minuttir ganga, áðrenn
nakað mál kom, men tá tað
so fyrst kom hol á, so gekk
bara ein vegin. VÍF skoraði,
skoraði og skoraði, meðan
einki bar til hjá Stjørnuni.
Fyrstu nøsku royndirnar
tók Manuela Stan sær í
vanliga tryggum stíli, og
tað var nóg mikið til at taka
pippið frá Stjørnuni. Tær
mistu mest sum hugin at
royna seg við skotum, og
samstundis mistu tær í
einum drúgvum tíðarskeiði
mest sum hvønn bólt, sum
tær høvdu hendur á.
Og hetta varð revsað
náðisleyst av VÍF. Uttan
stórvegis hóvasták kundu
tær ferð eftir ferð fara í
ómaksleys kontraálop, og
heldur ikki tá Stjørnan
hevði verjuna upp á pláss,
tóktist hetta at bila nakað.
Tað skuldu ganga 20
minuttir, áðrenn Stjørnan
fyri fyrstu ferð fekk bóltin í
málið, men tá mundi allar
seinasta neistin fyri langt
síðani verið farið úr leik-
arunum. Tað, sum tað snøgt
sagt ráddi um, var nú at
avmarkað tapið, soleiðis at
skommin ikki gjørdist full-
komin.
Partvíst eydnaðist hetta
eisini, men ilt er at ímynda
sær, hvat vildi hent, um VÍF
alla tíðina hevði spælt við
sterkastu manningini. Tað
gjørdu tær so ikki, men
valdu heldur at lata fleiri av
ungu leikarunum fáa nakað
av spælitíð, og tó at hetta
tók nakað av leikferðini, so
sýndu fleiri teirra, at tær so
avgjørt eru framtíðar evni
til besta liðið.
VÍF helt við sigrinum
fast í frástøðuni til odda-
liðið úr Vági, og tó at tað
ivaleyst er avgjørt, at VB
verður fremsta liðið í
grundspælnum, so kann
VÍF við sigri í írestandi
heimadystinum móti VB
skapa veruligan spenning í,
áðrenn farið verður í holt
við endaspælið.
Hjá Stjørnuni man lítið
annað vera at gera, enn at
gloyma leygardagin. Gam-
an í fáa tær ikki vanliga
leikandi venjaran aftur her
og nú, men onkursvegna
má liðið gera sær greitt, at
tær eisini kunnu standa seg
so nøkun lunda uttan hesa,
og í øllum førum má
høvdið framyvir haldast
nakað væl hægri, um tær
skulu hava nakran sum
helst møguleika at standa
seg í kappingini um fremru
sessirnar.
Dysturin í tølum
VÍF-Stjørnan 26-12
(15-4):
Málskjúttar: VÍF: Nicoleta
Radu 8, Sóley Mikkelsen
7(3), Jacklin Durhuus 6,
Nikolina Eyðbjørnsdóttir 2,
Fríða Marjunardóttir 1, Alis
Høghamar 1
Stjørnan: Bára S. Klakstein
5(2), Una Olsen 5, Davina
Sundskarð 1, Jastrid Gul-
laksen 1
Brotskøst: VÍF 5, Stjørnan
4
Útvísingar: VÍF 1, Stjørnan
3
Dómarar úr Tjaldur: Trygvi
Mortensen & Kári Hansen.
Høvdu ikki stórt annað at
gera enn at skriva málini
hjá VÍF upp.
Hóast tær enn hava
tríggjar dystir eftir at
leika, so hevur VB
longu tryggja sær, at
einki lið fær fleiri stig
enn tær í grundspæl-
inum
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Hesum syrgdu vágbingar-
nir fyri, tá tær annan dagin
á rað dystaðust ímóti
Kyndli.
Fyrri dysturin millum
liðini endaði sum kunnugt
við einum tryggum heima-
sigri, og fyrstu løtuna
sunnudagin nýtti VB tyil at
staðfesta, at Kyndil skuldi
ikki vænta sær nakað sum
helst burtur úr drúgva
hondbóltsvikuskiftinum.
Eftir nakrar heldur tamar
fyrstu minuttir, setti VB
snøgt sagt turboløðaran til,
og so var ikki so nógv, sum
Kyndil kundi gera, til tess
at steðga VB. Í teimum
trimum útlendsku leikarun-
um hevur liðið kanska
nakrar av bestu leikarunum
í føroysku kappinginil, men
umframt
hesar
tykist
sjálvsálitið hjá heimligu
leikarunum at vaksa fyri
hvønn dyst, sum gongur, og
tað gav eisini at bíta hesa-
ferð.
Sleptu bert eina løtu
Tað var tó um reppið, at tað
eydnaðist Kyndli at koma
aftur í dystin. Eftir ógvus-
ligu byrjanina hildu tær á
heimaliðnum helst, at nú
var sigurin longu tryggj-
aður, og so gekk tað, sum
tað so ofta ger. Munurin á
einum hondbóltsvølli er
sjáldan størri enn so, at
liðini alla tíðina mugu geva
seg fult út, og eina løtu
tóktist hesin veruleikin at
skula kosta VB dýrt.
Við fimm málum á rað
togaði Kyndil seg aftur í
dystin, men so gekk heldur
ikki meira. Hóast møgu-
leikarnir vóru til staðar, so
spurdist einki burturúr, og
hetta mundi taka seinastu
trúnna frá gestunum. Eisini
hóast hálvur tími enn var
eftir at leika.
Og í seinna hálvleiki
kundi VB so av álvara fara
undir at staðfesta sigurin.
Snøgt sagt, so megnaði
Kyndil ikki at skapa neyð-
uga spenningin í aftur. Stútt
og støðugt økti heimaliðið
um leiðsluna, soleiðis at
tær at enda vunnu ein
tryggan sigur.
Vinna grundspælið
Sum sagt, so inniber sig-
urin, at VB í øllum førum
hevur tryggjað sær, at einki
lið fær fleiri stig enn tær í
grundspælinum. Nú tær
hava leikt níggju dystir,
hava tær 16 stig, og hetta er
sama stigatal, sum VÍF
kann røkka.
Enn hevur liðið tríggjar
dystir eftir, men hesir eru
allir á útivølli, og tí er langt
ífrá víst, at talan verður um
fulla úrtøku. Ikki minst
kann dysturin í Vestmanna
gerast tungur, men tað er tó
ilt at ímynda sær, at VB
einki skal fáa burtur úr
hesum trimum útferðunum.
Kyndil hevur hinvegin
enn til góðar at staðfesta
seg sum eitt av teimum
liðunum, sum roknast skal
við í oddinum. Avrikini hjá
liðnum hava langt ífrá verið
merkt av tí støðufesti, sum
skal til, um talan skal gerast
um topplásering, men eitt
nú hava sigrarnir á VÍF víst,
at liðið so avgjørt ikki er
heilt uttan evni. Hesi evni
skulu tó prógvast hvørja
ferð, um liðið skal gera sær
vón um heiðursmerki.
Dysturin í tølum
VB-Kyndil 28-18 (13-8)
Málskjúttar:
VB: Daiva Toumaite 10(1),
Reda Kurkaskiene 5(1),
Guðrið Mortensen 3, Arn-
leyg Hjelm 3, Eyðbritt
Krosslá 2, Anja Magnussen
2, Laila Jespersen 2, Eyðdis
Kjærbo 1
Kyndil:
Lotte Sørensen
6(3), Annika Ljósstein 4,
Ann Mari Vang 3, Annika
Thomsen 2, Iliana Mano-
lescu 2, Marjun Tróndarson
1
Brotskøst: VB 3 ,Kyndil 6
Útvísingar: VB 3, Kyndil 3
Dómarar úr TB:
Kári
Niclasen & Birgir Dimon.
VIF-Stjørnan 26-12 (15-4):
Svartur dagur
hjá Stjørnuni
VB-Kyndil 28-18 (13-8):
VB vinnur grundspælið
Serstakliga í fyrra hálvleiki gekst illa í hond hjá Stjørnuni, og
eitt skifti var tað rár hending, at tær yvirhøvur somikið sum
dittaðu sær at skjóta
Mynd: Álvur Haraldsen
Við sannførandi sigrinum á Kyndli staðfesti VB oddastøðuna, og ilt er nú at ímynda sær, at tær
ikki skulu enda á ovasta sessinum í grundspælinum
Mynd: Áki Bertholdsen
25
24
Nr. 237 - 10. desember 2002
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt mál-
dystir
v- j - t
mál
málmunur
stig
1 VB
9
8- 0 -1
225
181
44
16
2 VÍF
10
6- 0 -4
228
186
42
12
3 StÍF
10
5- 1 -4
237
243
-6
11
4 Stjørnan 9
4- 1 -4
191
198
-7
9
5 Kyndil
9
4- 0 -5
215
215
0
8
6 Neistin
10
3- 2 -5
192
210 -18
8
7 Tjaldur
9
1- 0 -8
176
231 -55
2
1. Deild menn
vunnintaptmál-
dystir
v- j - t
mál
málmunur
stig
1 StÍF
11
8- 0 -3
317
277
40
16
2 VÍF
11
7- 1 -3
345
279
66
15
3 Neistin
10
7- 0 -3
282
266
16
14
4 Kyndil
10
5- 2 -3
274
263
11
12
5 KÍF
10
3- 1 -6
255
265 -10
7
6 H71
10
2- 0 -8
235
290 -55
4
7 Tjaldur
10
2- 0 -8
242
310 -68
4
Ivi var ongan tíð um
úrslitið, tá VÍF so
dyggiliga hevndi
tapið fyri KÍF fyrr í
ár, tá grannarnir
hittust í Vestmanna
leygardagin
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Eitt av liðunum, sum í ár
hevur bast VÍF eru koll-
firðingar, og tí var einki at
ivast í, at spenningurin var
stórur undan seinna dyst-
inum millum liðini bæði.
At talan hartil er um
grannabygdir, sum fram til
seinasta kappingarár høvdu
sama heimavøll mundi ikki
gera spenningin minni í so
máta, og tað var eisini heilt
fitt av fólki komið í VÍF
høllina sunnudagin.
Var tað spenningurin,
sum hesi komu fyri at
uppliva, so var tað tó skjótt
greitt, at tey skuldu gerast
vónbrotin. Til tess var
munurin
millum
liðini
snøgt sagt alt ov stórur.
Kanska var munurin ikki so
øgiliga stórur fyrstu løtuna,
men tá VÍF fyrst hevði
fingið ferð á, so var snøgt
sagt einki at gera.
Eitt av vápnunum hjá
vestmenningum – og iva-
leyst eisini tað týdningar-
mesta – var, at teir frá fyrsta
bríksli høvdu gjørt av at
mansverja Damir Oros. Eitt
heldur óvanligt stig VÍF at
taka, men hinvegin vóru
minnini frá fyrra dystinum
millum liðini framvegis
klár, og tí var hetta helst
eisini ein skilagóð avgerð.
Hetta lætti kanska eisini
um uppgávuna hjá Eli
Müller í málinum, men tað
skal ikki takast frá honum,
at hann enn einaferð stóð
ein branddyst. Hóast hann
er nakað lágur av vøkstri til
at vera hondbóltsmálverji,
so eru evnini at lesa spælið
framúr, og einki er at ivast
í, at talan her er um ein av
allar bestu málverjum okk-
ara.
Ein slíkan eiga kollfirð-
ingar eisini í Óla Krisitan
Djurhuus, men hesa ferð
var ikki so nógv, sum hann
kundi gera. VÍF-álopini
koyrdu snøgt sagt alt ov
væl, og tó at hann fleiri
ferðir tók royndir frá leys-
um leikarum, so munaði
tað lítið í samlaða rokn-
skapinum.
Var talan ikki um tann
heilt stóra spenningin, so
var dramatikkurin tó stórur.
Ikki minst móti dystarenda.
Undirtónin var kanska, at
Regin Petersen í fyrra
dystinum meiddi seg illa í
samanstoyti við Piti Negru,
og hetta vildu kollfirðing-
arnir helst líka sum hava
upp á pláss. Eftir fleiri at
kalla ófantaligar nærdystir,
har onkur einstakur endaði
við útvísing, fingu kollfirð-
ingarnir at enda somikið ilt
í rumenska leiakaran, at
hesin í illsiinni royndi at
sletta mótstøðuleikara av
sær, og tað gav so reyða
kortið, sum kollfirðingar
fegnir vildu hava fram.
Eina løtu afturar tóktust
leikararnir hava hug at
dystast dekan ov nógv per-
sónligt, heldur enn at hugsa
um dystin, men meira enn
tað sama hendi so ikki. Og
sum so kundi tað eisini vera
tað sama. Vestmenningar
ognaðu sær tvey trygg stig
til væl fyltu kontina, og enn
eru teir heilt væl við í
oddastríðnum,
har
teir
eisini halda seg hoyra
heima.
Kollfirðingar máttu bara
ásanna, at hesa ferð vóru
teir ikki nóg stinnir, og skal
hugsingur vera um at gera
um seg longur frammi í
oddinum, so mugu teir
helst til at hugsa um,
hvussu leikast skal, tá Oros
verður tikin úr spælinum.
Tað megnaðu teir so ikki
hesaferð.
Dysturin í tølum
VÍF-KÍF 32-22 (18-8)
Málskjúttar:
VÍF: Ingi Olsen 7(5), John
Zachariasen
6,
Agnar
Joensen 5, Piti Negru 5,
Ólavur Brimnes 3, Áki
Olsen 2, Daniel Rápa 2, Eli
Müller 1, Áki G. Olsen 1
KÍF:
Damir Oros 6(3),
Mirko Milinkvic 4, Rógvi
Weihe 4, Eddi H. Joensen
3, Petur Martin Poulsen 2,
Kristjan Madsen 2, Hallur
Hansen 1
Brotskøst: VÍF 6, KÍF 4
Útvísingar: VÍF 3, KÍF 3
Diskvalifikatión: VÍF 1
(beinleiðis reytt)
Dómarar úr Tjaldur: Trygvi
Mortensen & Kári Hansen.
Kundu væl lagt eina harðari
linju, og harvið sloppið
undan ógvusliga og rótuta
spælinum seinasta góða
korterið.
Eftir fleiri lak úrslit,
tykist ferð vera komin
á aftur Kyndil, og
leygardagin vunnu
teir grannaupp-
gerðina móti H71
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Seinastu vikurnar hevur
verið langt ímillum glottar-
nar hjá Kyndli. Mansliðið,
sum eitt skifti var heilt
frammi
í
oddinum
á
stigatalvuni hevur staðið
seg illa síðani greiða tapið í
Vestmanna fyri góðum
mánaði síðani. Ein glotti
var kanska at hóma, tá tað
gjørdist til javnleik móti
VÍF seinatsa vikuskifti, og
nú tykist Kyndil hava
fingið ferð á aftur.
Rokut og javnt
Leygardagin leiktu teir
grannauppgerð móti H71,
hóast talan heldur ikki hesa
ferð gjørdist um ta stóru
leikligu
upplivingina
í
einum
grannadysti,
so
eydnaðist Kyndli at toga
ein tepran sigur heim.
Fyri tað nógva, so var tó
líkt til, at hoyvíkingarnir
skuldu gera meira enn bara
at arga mótstøðumenninar,
og tað var ikki fyrr enn í
seinastu minuttunum, at
munur veruliga kom ímill-
um liðini.
Fram til tá hevði fyrst og
fremst Halgir Dahl Olesen
hildið hoyvíkingunum inni
í dystinum við sínum
mongu málum, men í
seinasta enda mátti eisini
hann boyggja seg. Eini
grannauppgerð so líkt, so
gjørdist talan í løtum um
rættiliga harðligt spæl, og
serliga vóru tað hoyvík-
ingarnir, sum høvdu hug at
ilskast. Seinastu løtuna
vóru teir enntá bert tríggir
útileikarar á vøllinum, men
hetta sigur helst meira um,
hvussu nógva orku teir
høvdu lagt í dystin fram til
tá. Orka, sum í seinasta
enda var nyttuleys, tí stig
fingu teir so eingi afturfyri.
Við
sigrinum
syrgdi
Kyndil fyri, at teir fram-
vegis hava møguleikan at
krøkja seg í oddin áðrenn
farið verður í holt við enda-
spælið, men hetta krevur
so, at stig fáast burtur úr
teimum báðum seinastu
dystunum, sum eru ímóti
ávíkaviust Neistanum og
StÍF.
Dysturin í tølum
H71-Kyndil 25-28 (14-14)
Málskjúttar:
H71: Halgir Dahl Olsen 13,
Niels Viggo Niclasen 5,
Tróndur Vatnhamar 3(1),
Bárður Brimvík 1, Jákup á
Borg 1, Johnny Durhuus 1,
Høgni M. Joensen
Kyndil:
Hans Áki Dal-
Christiansen 9(4), Jacob
Jónsson 8(1), Jónleif Sól-
sker 4, Høgni Klein 3,
Heini Bendtsen 2, Janus
Einar Sørensen 1, Regin
Johannesen 1
Brotskøst: H71 2, Kyndil 5
Útvísingar: H71 11, Kyndil
3
Diskvalifikatiónir: H71 2
(báðar 3X2 minuttir)
Dómarar úr Neistanum:
Kristian Johansen & Sámal
Hansen.
H71-Kyndil 25-28 (14-14):
Kyndil komið á rull aftur
VÍF-KÍF 32-22 (18-8):
VÍF hevndi seg
Frá fyrsta bríksli høvdu vestmenningarnir gjørt av mansverja stórskjúttan hjá KÍF, og uttan mongu málini frá Damir Oros var
lítið, sum kollfirðingarnir fingu gjørt
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
24