Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. desember 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 237 - 10. desember 2002 27 Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 TB 9 7 - 2 23 9 14 14 2 ÍF 9 7 - 2 25 12 13 14 3 Mjølnir 8 5 - 3 19 12 7 10 4 Dráttur 8 5 - 3 18 17 1 10 5 KÍF 9 1 - 8 7 24 -17 2 6 Fleyr 8 1 - 7 6 24 -18 2 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 7 7 - 0 21 0 21 14 2 Fram 7 4 - 3 14 10 4 8 3 Mjølnir 5 3 - 2 9 8 1 6 4 SÍ 6 2 - 4 7 12 -5 4 5 Fleyr 7 0 - 7 0 21 -21 0 Føroyska U-19 landsliðið hjá kvinnum skal aftur komandi ár royna seg í altjóða eldinum. Eftir frálíku úrslitini, sum kvinnurnar fingu fyrr í ár, er einki at siga til, at spenningurin til komandi kappingina er stórur, og tó at hetta ikki verður fyrr enn í september komandi ár, so er lutakastið til hesa nú longu greitt. Føroyar skulu hesa ferð royna seg í kapping við Spania, Belgia og Bosnia-Herzeovina. Enn er ikki greitt, hvar dyst- irnir skulu leikast, men er hetta nakað, sum luttak- andi londini fara at av- greiða sínamillum. -jm Smyril Line og Neistin hava aftur í heyst gjørt avtalu um høvuðsspon- sorat fyri komandi kapp- ingarár. Frá bæði Neistnum og Smyril Line verður sagt, at tey eru vøl nøgd um nýggju avtaluna, usm umframt geva Neistanum eitt fíggjarligt ískoyti eis- ini skal virka sum ein liður í marknaðarfremj- andi arbeiðinum hjá ferðavinnufelagnum. Føroyski Arsenal-leikarin, Ingi Højsted, hevur stóran part av hesum árinum drigist við skaða, sum hevur hildið hann burtur frá bæði venjing og dysti, men nú røkist endiliga fyri, at miðvallarin er um at vera tøkur aftur. Eftir at hann í vikuni stóð sera væl undir venjing, og millum annað skeyt tvey mál í dysti millum eyka- liðini hjá felagnum var Ingi millum teir fyrstu ellivu, tá U-17 liðið hjá Arsenal leikti móti Charlton. Úrslitið av dystinum gjørdist, at Ingi og teir taptu 4-3, men úr einum føroyskum sjónarhorni er kortini hugaligt at stað- festa, at støðan var 3-2 til Arsenal, tá Ingi Højsted 20 minuttir fyri leiklok varð skiftur út. Útskiftingin var sum skilst væntandi, tí umframt drúgva skaða- steðgin, so var Ingi eisini hálv-sjúkur í døgunum upp til dystin, men sjálvan dystardagin var hann kortini somikið bigur, at hann setti seg føran fyri at spæla. Arsenal er í løtuni á øðr- um plássi í ensku kapping- ini fyri U-17 lið. Teir hava 22 stig fyri 12 dystir. Á odda er Aston Villa, sum hevur 32 stig fyri 14 dystir. -jm Nýggjur eitt ára stuðulssáttmáli varð undirskrivaður á Føroya Tele fríggja- dagin í síðstu viku FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Føroya Tele verður eisini í nýggja kappingarárinum høvuðsstuðul hjá B68. Fríggjadagin varð sáttmáli undirskrivaður á høvuðs- skrivstovuni hjá Føroya Tele. Tað vóru stjórin í Føroya Tele, Andras Róin, og formaðurin í B68, Nicl- as Davidsen, sum skrivaðu undir. Sáttmálin er galdandi fyri 2003. At Føroya Tele og B68 samstarva er ikki nakað nýtt. Í 1999 varð tvey ára samstarvsavtala gjørd, og aftur í 2001 varð skrivað undir nýggja tvey ára sam- starvsavtalu. Nú nýggja eitt ára avtalan er gjørd ber tað við sær, at B68 og Føroya Tele í hvussu so er tilsaman fara at samstarva í fimm ár. Saman við formanninum í B68 og stjóranum í Føroya Tele vóru eisini onnur umboð hjástødd, tá ið nýggi sáttmálin varð undirskrivaður. Fyri B68 vóru nevndarlimirnir Mart- in Heinesen og Ólavur Jensen, og fyri Føroya Tele var Richard Mortensen, marknaðarleiðari, hjástadd- ur. Harafturat vóru tveir av landsliðsspælarunum hjá B68 hjástaddir. Verjuspæl- arin Hans Fróði Hansen og miðvallarin Fróði Benja- minsen. Hóast tað enn ikki er greitt, hvørt Todi Jónsson eisini komandi árini verður at síggja í FCK, so hevur felagið tó eisini aðrar sátt- málar at hugsa um. Ein av hesum er sátt- málin við svenska venjaran hjá felagnum, Hans Backe. Hesin kom til í fjør heyst, eftir at felagið í nakrar mánaðir hevði stríðst við at fáa avloysaran fyri Roy Hodgson í rættlag, og síðani hevur tað gingið stútt framá hjá teimum hvítu leyvunum. Teir gjørdust tó akkurát ov stuttir til at vinna Brøndby aftur í dystinum um DM-gullið í fjør, men í ár hevur eingin staðið teim- um kurl, og eru teir trygt á odda í donsku superliguni, sum nú er farin í vetrarfrí. Hóast vetrarfrí, so tykist tað kortini, sum um FCK- viðhaldsfólkini hava nóg mikið at frøst um í hesum døgum. Fyri stuttum valdu donsku venjararnir so- nevnda »efterårets profil« í donsku superliguni, og ta ferðina fall valið á verju- leikaran, Martin Albrecht- sen, sum FCK fyri góðum ári síðani keypti úr AB. Nú um dagarnar vóru tað so leikararnir í donskum fótbólti, sum skuldu gera av, hvør teirra var hin besti í 2002, og hesin heiður fall til ídna miðvallaran, Thom- as Røll. - jm B68 og Føroya Tele halda fram Andras Róin og Niclas Davidsen skrivað her undir nýggju sponsoravtaluna millum Føroya Tele og B68. Aftan fyri síggjast Hans Fróði Hansen og Fróði Benjamsen Mynd: Jens Kristian Vang Backe hevur longt sáttmálan við FCK Ingi spælir aftur Føroyar móti Spania Smyril Line og Neistin halda fram Dánjal Pauli Mohr vegna Neistan og Áki Jespersen vegna Smyril Line hava aftur í heyst tikið hond upp á samstarvið kring besta kvinnulið felagsins 27 26 Nr. 237 - 10. desember 2002 Flogbóltsúrslit: Meistaradeild kvinnur Fleyr-TB 0-3 (9-25, 16-25, 19-25) KÍF-Dráttur 1-3 (18-25, 23-25, 27-25, 24-26) Mjølnir-ÍF 1-3 (25-22, 18-25, 17-25, 19-25) Meistaradeild menn Fram-SÍ 3-1 (25-12, 23-25, 27-25, 24-26) Mjølnir-ÍF 0-3 (17-25, 16-25, 15-25) ÍF vann annað viku- skifti í slag torføran útidyst, og í løtuni tykist oddastríðið at gerast ein uppgerð millum TB og ÍF KVINNUFLOGBÓLTUR Jákup Mørk Stóri dysturin hjá kvinnun- um hetta vikuskiftið var í Klaksvík, har ÍF vitjaði hjá Mjølni. Eftir at tær annars høvdu tapt fyri Drátti, gjørdu ÍF eitt ordans hál í Trongisvági seinasta viku- skifti, tá tær vunnu 3-0 á TB, og sunnudagin prógv- aðu tær, at tann sigurin so avgjørt ikki var av tilvild. Í einum dysti, har Mjøln- ir annars tók sær av fyrsta settinum, vóru tað nevnliga gestirnir, sum settu seg á tað heila, og við trimum tryggum sett-sigrum syrgdu tær fyri, at Mjølnir í øllum førum ikki enn kann rópa seg FM-biðil, tó at tær als ikki kunnu avskrivast í so máta enn. Hóast sigurin hjá ÍF í Klaksvík, so førdi viku- skiftið við sær, at TB nú aftur er á odda. TB vann nevnliga sín dyst í Havn móti Fleyr við trimum settum móti ongum, og sostatt eru tær nú eitt sett betri enn ÍF. Hóast TB hevur havt sín- ar trupulleikar, eins og ein ávís framgongd hevur verið at hóma hjá Fleyr, so var ongan tíð nakar ivi um, hvat liðið var hitt betra leygardagin. TB snøgt sagt vant burtur úr mótstøðuni, og tó at settúrslitini ikki øll vóru eins sannførandi, so var talan ongan tíð um nakran veruligan spenning um útfallið. Seinasti dysturin hjá kvinnunum um vikuskiftið var í Hoyvíkarhøllini, har Dráttur vitjaði. Eftir heldur laka úrtøku fyrru hevlt av grundspælinum fekk Drátt- ur nakað av flogið við sigr- inum á ÍF, og sunnudagin syrgdu tæi, at tær framvegis eiga at roknast við, tá tosað verður um heiðursmkeri. Við 3-1 sigrinum vann Dráttur seg nevnliga upp á sama stigatal sum Mjølnir, og tá stigini verða hálverað í endaspælinum verður munurin millum fýra tey fremstu soleiðis heilt lítil. Heldur ikki útidyst- urin móti Mjølni gav fuglfirðingum stór- vegis trupulleikar, og spurningnurin tykist nú vera, hvørt nakað lið yvir høvur megnar at nerta ÍF Mansflogbóltur Jákup Mørk Í upptaktini til flogbólts- dystirnar um vikuskiftið skrivaðu vit millum annað, at skuldi nakar gera nakað við ÍF, so mátti tað verða Mjølnir, sum hesa ferð átti heimavøll móti oddalið- num. Í so máta má staðfest- ingin vera, at tað er eingin, sum tekur ÍF. Nú bert ein dystur er eftir at leika í grundspælinum – hann hevur ÍF heima ímóti Fram – hevur liðið framvegis fult stigatal, og enn er ikki eitt einasta sett farið framvið, og tað er veruliga nakað, sum ber boð um klassa. Sunnudagin var ikki tað stóra, sum Mjølnir kundi gera við fuglfirðingar. Tó at eisini klaksvíkingar hava styrkt um lið sítt í ár við útlendskum leikarum, so tykjast hesir ikki fella eins væl inn á liðið, sum nýggju leikararnir hjá ÍF gera. Og hartil og minst líka týdn- ingarmikið, so er einki at ivast í, at ÍF hevur setrkasta kollektivið av føroysku mansliðunum í ár. Breiddin á liðnum er somikið stór, at avrikið ikki er tengt at einum ella tveimum leikar- um, tí tað standa alla tíðina aðrir klárir at taka yvir, soleiðis at talan mest sum ongan tíð verður um nakran off-day, og hetta støðufesti ger, at hini liðini munnu hava lítlar og ongar vónir um at taka oddaliðið aftur. Harður dystur millum tey næstbestu Er spenningurin um gullið sostatt longu horvin, so er hann framvegis sera stórur um, hvussu verður við næstu sessunum. Her hava tað serliga veirð Mjønlir og Fram, sum hava gjørt seg galdandi, og hetta vikuskiftið nýtti Fram til at vinna seg upp um aftur klaksvíkingarnar. Mótstøð- an hjá Fram var úr SÍ, sum enn ikki hevur megnað at bitið seg fast beint undir oddinum, hóast liðið á pappírinum átti at havt møguleikan til tess. Hesin møguleikin eigur heldur ikki enn at avskriv- ast, tí hóast talan gjørdist um sigur til meistararnar, so var tað ikki uttan víðari, at sørvingarnir boygdu seg. Trý av teimum fýra settun- um endaðu í mest sum reinum nervakríggi, men í tveimum av hesum førun- um vóru tað heimamenn- inir, sum drógu longra stráðið, soleiðis at teir vunnu fjórða sigurin á árinum. Sum sagt, so viðførdi dysturin, at Fram fyribils klintraði upp á næst ovasta sessin í deildini, men tað er tó langt ífrá víst, at teir verða hangandi her alt grundspælið á tamb. Sjálvir hava meistararnir kanska truplastu uppgávuna eftir, tá teir skulu vitja á Kambs- dali. Klaksvíkingar hava hinvegin tríggjar dystir eftir á skránni, og av hesum eigur í øllum førum tann ímóti Fleyr at geva fulla úrtøku, meðan tað tykist eitt sindur meira óvist, hvussu dystirnir móti SÍ fara at tørna út. Annað vikuskiftið í slag vann ÍF týdningarmiklan oddadyst, soleiðis at tær framvegis hava sama stigatal sum TB Mynd: SáH Åbyhøj Volley spældi um vikuskiftið seinasta dyst- in í grundspælinum í donsku flogbóltsdeildini. Dysturin var ímóti Frederiksberg Volley, og skuldi Åbyhøj gera sær vónir um at koma við í endaspælið, so var kravið heilt einfalt ein sigur. Úrslitið gjørdist, at Åbyhøj, sum var uttan Juannu S. Joensen á lið- num, tapti í einum jøvn- um dysti, og harvið mugu Juanna og tær í Vár spæla um rættin til enn eitt ár í elitudeildini. -jm Juanna kom ikki í endaspælið Bárður Mikkelsen og liðfelagarnir í Holte stað- festu støðuna sum eitt av sterkastu liðunum í Dan- mark, tá teir um viku- skiftið spældu seinasta dystin í grunspælinum. Sum so hevði dysturin lítlan týdning, tí meðan Holte langt síðani hevur leikt seg víðari til enda- umfarið, er Bedsted KFUM niðasta liðið í deildini, og sum helt gjørdist talan eisini um ein lættan dyst fyri Bárð og teir. Sjálvur sigur Bárður, at teir fyri ein stóran part nýttu dystin sum fyri- reiking til steypafinal- una, sum verður á skránni um eina viku, og at hetta partvíst eisini darvaði vanliga spælin- um. Hvussu var og ikki, so endaði alt við einum tryggum 3-0 sigri, og so verður spennandi at vita, hvørt Holte í ár fer at hava størri hepni, tá steypafinalurnar vera á skránni. -jm Holte trygt víðari Mjølnir krøkt av oddinum Eingin tekur ÍF Heldur ikki Mjølnir fingu á heimavølli gjørt nakað sum helst við einaráðandi fuglfirðingarnar, og spurningurin tykist nú vera, hvørt nakað lið yvir høvur er ført fyri at nerta við oddaliðið Mynd: SáH C M Y K 26