hósdagur 26. februar 1987síða 3
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 24 — 26. februar 1987 -
Arheiðseftirliti
vil vita meira
um Ellisheimið
Arbeiðseftirlitið hevur nú
fingið bræv frá leiðsluni á
Ellisheiminum um, at álit-
iskvinnan, sum koyrd
varð úr starvi, ongantíð
varð vald til trygdarum-
boð. Hesa frágreiðing góð-
tekur Arbeiðseftirlitið
ikki uttan víðari, skilst á
Eli Davidsen, stjóra á Ar-
beiðseftirlitinum. Tí fer
Arbeiðseftirlitið nú at
spyrja seg fyri aðra
staðni.
Umvegis fekk Arbeiðs-
eftirlitið at vita, at álitis-
kvinnan vald vald til
trygdarumboð í oktober í
fjør. Arbeiðseftirlitið vildi
hava hetta váttað frá Ell-
isheiminum, tí stovnurin
skal hava boð um, hver er
trygdarumboð, í seinasta
lagi átta dagar eftir valið.
Fyrsta svarið Arbeidseft-
irlitið fekk var, at kvinnan
ikki longur arbeiddi á Ell-
isheiminum, og tá Ar
beiðseftirlitið bad um
nærri frágreiðing, kom
svarið, at trygdarumboð
ongantíð var valt.
— Tað fara vit nú at
kanna, sigur Eli David-
sen.
Spent viðurskifti
Enn er einki hent, sum
Føroya Arbeiðarafelag
kann loysa málið um upp-
segnina á Ellisheiminum.
Nevndin í Tórshavnar
Kommunala Starvs- og
Tænastumannafelag hev-
ur ikki gjørt nakra niður-
stødu um uppsegnina,
men arbeitt verður fram-
vegis við málinum, sigur
Qssur Simonsen, næstfor-
maður í felagnum.
Øll starvsfólkini á Ellis-
heiminum standa ikki
saman og krevja álitis-
kvinnuna aftur í starvið í
kekinum, haðani hon varð
koyrd fyri fýra vikum síð-
an. Nekrum dámar lítið,
at Ellisheimið fær minni
góða umtalu í fjølmidjun-
um. — Tað er keðiligt, at
arbeiðsplássið verður
dálkað, sigur ein. Hon sig-
ur seg einki vita um, at
nekur álitiskvinna hevur
verið á Ellisheiminum.
Til tað sigur tann
koyrda álitiskvinnan:
— Eg varð vald á
starvsfólkafundi 13. mars
1985. Tann, sum fekk
næstflestar atkveður, bar
seg undan at vera vara-
ålitiskvinna, og tí gjørdist
tann tridja å listanum
varaålitiskvinna.
Tá álitiskvinnan varð
vald til forkvinnu í Tórs-
havnar Kommunala
Starvs- og Tænastu-
mannafelag, var upp å tal
at hon ikki longur skuldi
vera álitiskvinna, men
hon slapp ikki frá.
— Tað skuldi heldur
ikki verið nakað ivamál.
Býráðið hevur ið hvussu
er alla tíðina vitað, hver
var álitiskvinna, og teir
hava vent sær til mín sum
álitiskvinnu fleiri ferðir,
sigur tann uppsagda álit-
iskvinnan.
Sosialurin hevur áður
skrivað, at tær á Ellis-
heiminum verða drignar í
løn fyri degurðatíman,
sjálvt um tær eru á ar-
beiðsplássinum. Hetta er
rættað fyri góðari viku
síðan.
Vit skrivaðu seinasta
leygardag, at summar ar-
beiða hálva aðru viku utt-
an frídag. Hetta skuldi
skiljast sum, at eftir fleiri
náttarvaktir, kann dagur-
in aftan á ikki roknast fyri
frídag. Tað er hvíldardag-
ur.
Í gjár varð enn eingin
komin í starvið hjá tí upp-
søgdu álitiskvinnuni á Ell-
isheiminum. Umsóknar-
freistin var úti 20. febru-
ar.
randi
sagt sáttmálan upp
Eisini Feroya Arbeiðara-
felag hevur nú sagt upp
sáttmálan við Feroya Ar-
beiðsgevarafelag. Sátt-
málin fer úr gildi 1. mai.
Eftir at stjórnin var
samd um at mæla til at
siga sáttmálan upp,
varð skrivað til limafeløg-
ini og spurt eftir teirra
stødu. ØL, sum svaraðu,
tóku undir við at siga sátt-
målan upp, sigur Inge-
borg Vinther, forkvinna i
Føroya Arbeidarafelag.
Saman vid tilmælinum
um at siga upp, sendu
fleiri limafeløg stjórnini
uppskot at taka við í kom-
andi sáttmálasamráðing-
um.
Stjórnin í FA fer annars
í næstum at skriva til
limafelegini og biðja um
uppskot til nýggjan sátt-
mála.
randi
Síða 3
Gulfstream III flogfarid ger regluliga kanningar av føroyska sjóskinum.
Nógv utlendsk fiski-
før undir Føroyum
Seinsatu 14 dagarnar
hava nógv útlendsk
fiskifør verið undir
Feroyum. Millum 16
og 26 um dagin veit
Marinusteðin at siga
frá. Sunnudagin vóru
13 russiskir svart-
kjaftatrolarar á okkara
leiðum umframt fimm
vesturtýskir, tveir
eysturtýskir og ein
norskur trolari.
Eftirlitsfólk frá
Vædderen hava hesa
tíðina verið umborð á
átta russiskum trolar-
um, einum eysturtýsk-
um og fýra vesturtýsk-
um trolarum. Haraftr-
at hevur eftirlitsflog-
farið Gulfstream III
verið nakrar kanning-
arferðir og eru ikki
komnir fram á nakra
ólógliga veiðu.
Skjótari til randarhús enn
grundstykki
Bíðireðin til at fáa til-
lutað eitt grundstykki í
Havn er stór. Nærum
1000 fólk standa á bíði-
lista og roknast kann
ikki við, at tey, sum
sekja um grundstykki í
dag, sleppa framat fyrr
enn um eini seks ár.
Hinvegin er bíðireðin
til ætlaðu randhúsa-
byggingina millum
Gilja ikki so stórur.
Ætlanin er at byggja
50 randarhús og 80
standa á hrsum bíði-
lista. Her skal tó við-
merkjast, at ikki er
vist, at ell tey, sum
hava skrivað seg upp,
eru áhugað tá til stykk-
is kemur.
Viðvíkjandi randar-
húsunum er ætlanin, at
kommunan ger stykk-
ini byggiklár. Tað vil
siga, at umframt at
kommunan ger veg,
kloakk, ljós og vatn, so
verður stykkið eisini
planerað — klárt at
byggja á.
Um meira verður
gjert felags er enn ikki
avgjert. Fyrst av ellum
skal gerast av hver
skal hava hesi
stykkini, og síðani
verður eigarafelag
stovnað, sum skal
standa fyri fyrireiking-
unum til byggingina.
Roknað verður við, at
Byggi- og býarskip-
anarnevndin fer at
taka steðu til umsókn-
irnar um einar 14
dagar.
Havnarfólk tíkin
framum
Havnarfólk hava fram-
íhjárætt til grund-
stykkir í Havn. Treytir
fyri, at fáa td. eitt
grundstykki her er, at
fólk eru tilmeldað
fólkayvirlitið í Tórs-
havnar kommunu ella
bert eru fyribils eru frá-
meldað, til demis
vegna lestur ella læru
burturi.
Men hvussu er við
teimum havnarfólkum,
sum eru flutt úr Havn,
kanska orsakað av at
tey ikki kundu fáa eitt
grundstykki?
Til hetta sigur Gunn-
ar Hoydal, býararki
tektur, at hesi, eins og
ell onnur, sum búgva á
bygd, fáa at vita, at ein
skal vera tilmeldaður
kommununi. Um talan
tá er um havnarfólk
sum eru flutt úr Havn
og vilja koma aftur,
skulu tey siga Byggi-
og byarskipanarnevnd-
ini frá hesum og vil tá
nevndin meta um um-
sóknina í hverjum ein-
stekum feri
tor.-