hósdagur 26. februar 1987síða 10
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nýggj avdukin:
CIA hjálpti KGB
at finna Sinyavski
og Daniel í 1966
— sigur sovjetiski yrkjarin Jevtushenko
Tað vóru amerikanskir
agentar, sum í 1966 góvu
sovjetisku KGB-fregnar-
tænastuni nevnini á sov-
jetisku mótmælisrithev-
undunum Sinyavski og
Daniel vi åti úrsliti, at
báðir handtiknir,
demdir og sendir til Sib-
iria. Almenna sakarmálið
ímóti Sinyavski og Daniel
vakti vreiði og andstygd í
Vesturheiminum, ikki
minst í USA, har sakin
var mett sum eitt tekin
um at stalinistiska kúgan-
arlyndið aftur var omið
undan kavi eftir stuttlív-
aða mentunarliga áarferið
undir Kruschev. At cia og
KGB hevdu samstarvast í
Daniel-Sinyavski sakini,
var dult inntil seinastu
viku, tá ið sovjetiski yrkj-
arin Jevgeni Jevtushenko
kom við avdúkingini í eini
grein í amerikanska viku-
ritinum Time.
voru
Milliónaupplag
Bekur Sinyavskis og Dan-
iels vóru smuglaðar úr
Sovjetsamveldinum 1965
og prentaðar í Vestur-
europa, har tær seldust í
milliónaupplagi. Hevund-
arnir nevndu seg ávika-
víst Abram Tertz og Nik-
olai Arzhak. Eingin visti
hverir teir vóru uttan v-
europeisku forleggjararnir
— og sjálvsagt CIA. Um-
framt at hava stórt bók-
mentaligt virði, viðgjerdu
Sinyavski og Daniel polit-
isku umsteðurnar í Sov-
jetsamveldinum á ein
sjáldsama spottandi og
skemtingarsaman háttt,
serliga Sinyavski í skald-
seguni >Rætturin er sett-
ur«.
Sovjetisku myndugleik-
arnir vóru í ødini og stórt
trýst varð lagt á táverandi
KGB-ovastan, Vladimir
Semichastny, at finna teir
seku. Fleiri mánaðir
gingu og leitingin eftir
teimum tøktist úrslita-
leys. Knappliga seint í
1966 knndi Semichastny
greiða Kreml-myndugleik-
unum frå, at báðir brots-
menninir vóru funnir.
Semichastny sigst at hava
fingið Lenin-medaljuna
sum tekk fyri ágrýtni og
dugnaskap í almennari
tænastu.
WC-samrødan hjá
Kennedy
Jevtushensko var ein av
rithevundum, sum mót-
mæltu harðliga rættar-
ganginum mótvegis Sin-
yavski og Daniel. Í Time-
greinini greiðir hann frá tí,
at eftir at rithevundarnir
vóru fluttir til politisku
fangalegurnar í Sibiria,
ferðaðist hann til USA til
at lesa upp yrkingar og
halda bókmentafyrilestrar
á lærdum háskúlum. Tá ið
hann kom til New York
varð hann bjóðaður í
veitslu til Robert Kenn-
edy, sum tá var senatorur.
Ovæntad bað Kennedy
sovjetiska skaldið at
koma við sær inn á baði-
rúmið. Tá teir komu inn
har, læsti Kennedy hurð-
ina og skrúvaði frá brús-
uni. Síðan segði hann
spakuliga: >Ég vil biðja
teg at siga stjórn tíni, at
tað vóru okkara agentar,
sum góvu tykkara agent
um nøvnini á Sinyavski og
Daniel« Sinyavski
gjørdist ikki sørt
skakkur av hesi óvæntaðu
avdúking og spurdi hví
CIA hevði gjert hetta
Kennedy smíltist at naiv
itetinum og segði: >Okk-
ara fólk vildu nýta hevið
og tykkara fólk tók agnið.
Okkara álit var minkað
vegna Vietnam kríggið,
bæði heima og uttanlands.
Vit máttu hava prop-
agandamåtvekt«.
Glastnost og
perestroika
Jevtushenko sigur, at
hann varð skelkaður av
hesi kynisku avdúking og
at meira áhugavert kann
sigast frá hesi wc-samreð-
uni í íbúðini ljá Kennedy
á Manhattan, men at tíðin
ikki enn er komin til tað.
Hann greiðir ikki heldur
frá, hví hann hevur tagt
við síni vitan inntil nú, ella
hví Kennedy helt tað vera
neyðugt at greiða sovjet-
isku myndugleikunum frá
hesum
I Time-greinini sigur
Jevtushenko eisin isína
meining um tey tvey
lyklaorðini, sum komin
eru fram í Kreml í sein-
astuni og sum skulu lýsa
tann nýggja politikkin
sum Gorbachev er við at
fremja í Sovjet: »glas-
nost< (opinieiki) og »pere-
stroika< (enduruppbygg-
ing)
Sleiskadi fyri
adalritaranum
Glasnost er ikki villleið-
ing, sigur Jevtushenko.
Bert tann, sum er politiskt
blindur, kann kalla tað
svik. Hetta er nevniliga
ikki nakeð, Gorbachev
hevur uppdagað — tað
kemur frá sovjetiska fólk-
inum sjálvum. Jevtush-
enko sigur, at glastnost
kann sammetast við luft-
ina og perestroika við
jørdina. >Vit mugu bíða
eftir at jerðin sýgur í seg
luftina og ríkar seg upp“,
sigur yrkjarin. Hann
greiðir frá eini áhugaverd-
ari hending á stevnu, sum
filmsstjórar hildu i
Moskva i mai seinasta år,
har Gorbachev sjålvur var
hjástaddur. Sambært ó-
skrivaðari lóg, sum er
galdandi síðan í Stalin-
tíðini, byrjaði formaðurin
reðu sína við at sleiska
fyri tí nýggja aðalskriv-
aranum. Eftir at hava lurt-
að lítla løtu, stóð Gorba-
chev upp og bað reðaran
at antin tiga ella siga
nakað, sum hevði almenn-
an áhuga. Jevtushenko
sigur, at hann ongantíð á
4 i BA
sínum 53 árum hevði upp-
livað nakað líknandi
4000 politiskar
fangar
Ein annar sovjetiskur
yrkjari, Irina Ratushin-
skaya, er ikki lika bjart-
skygd sum Jevtushenko,
men tað stendst trúliga av
tí, at hon hevur verið í
Sibiriu, meðan
Jevtushenko altíð hevur
búð í hampiligari íbúð i
Moskva. Hon sigur, at tað
eru umleið 4000 politiskir
fangar í sovjetisku ar-
beiðslegunum. Við at leys-
lata nakrar av teimum
roynir Gorbachev at eftir-
líka vesturheiminum.
Hann hevur ikki leyslatið
teir elstu og sjúkastu
fangarnar, uttan bert teir
fangar, hvers nevn vóru
kend í Vesturheiminum.
Ein má hinvegin ásanna,
at nú eru 140 fangar leys-
latnir, hvers nevn ikki eru
so kend vestanfyri. Hetta
hevur sterri samfelagslig-
an týdning enn prop-
aganda-tiltakið at leyslata
Sakharov. Men kortini er
talan um ein lítlan flokk.
Mr. 24 - 26. februar 1987
Tryr ikki uppå lyfti
Ratushankaya sigur, at
glasnost tydir, at odda
menninir nú kunna tosa
meira opinskárað enn fyrr
Tað merkir ikki, at tann
vanligi sovjetborgarin
hevur sama rætt.
„Eg sendi Literturnaya
Gazeta nakrar av mínum
yrkingum eftir at eg varð
leyslatin«, sigur Ratus-
hankaya, »men tær vóru
ongantíð prentaðar. Eg
havi verið í Sovjet í 32 ár
og eg eri givin at trúgva
upp á lyfti. Eg trúgvi bara
upp á veruleikan. Vit á-
sanna, at nakrir politiskir
fangar eru leyslatnir, men
túsundtals eru enn í
fongsli. Markið er enn
stongt og tað er ótrúliga
ringt fyri vanligt fólk at
fáa loyvi at ferðast í land-
inum sjálvum. KGB legg-
ur enn hald og bekur og
arresterar vanligar borg-
arar á miðjari nátt. Inntil
hetta steðgar, kann ein
ikki tosa um demokratis-
ering av landi okkara. Vit
kunnu bert siga, at
kanska royna Gorbachev
og hansara stuðlar at
-—>
i
É
|
|
|
|
|
|
|
|
|