leygardagur 28. februar 1987síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
#4 set
…
+ —
Nr. 25 — 28. februar 1987
Desentraliserið viðgerðina av
sinnissjúkum
Felagið SINNISBATI hevur gjørt eitt uppskot til
ein framtíðar politikk innan sinnisrekt.
Felagið metir hetta uppskotið sum eitt stig á
leiðini fyri at fáa betri umsteður fyri okkara sinnis-
sjúku.
Sagt verður, at almennu myndugleikarnir eiga
at stinga út í kortið av nýggjum.
Uppskotið hjá felagnum Sinnisbata er so ein
roynd at hjálpa myndugleikunum og politikaru-
num at koma í gongd.
Vit prenta uppskotið í heilum líki:
Felagið SINNISBATI
hevur viðgjert støduna í
samband við viðgerðina
av sinnisliga sjúkum her á
landi.
Í dag fer meginparturin
av hesi viðgerð fram á
psyk. deild á Landssjúkra-
húsinum í Tórshavn. Ein
slík miðsavnan er sera sár-
bær, og tá trupulleikar
stinga seg upp, kemur
hetta so ella so at raka øll
tey, sum hava viðgerð fyri
neyðini. Tann ótryggleiki,
sum er eitt úrslit av hesi
steðu, betir ikki um steð-
una hjá sjúklinginum,
sum fyrst og fremst hevur
eitt trygt umhvervi fyri
neyðini.
SINNISBATI heldur,
at partur av eini loysn
hevði verið at lagt sterst
meguligan part av við-
gerðini uttan fyri psyk.
deild, og hava vit í hesum
sambandi fylgjandi íteki-
lig uppskot:
1. Útflytan í
smærri bústaðar-
eindir
Einki er at ivast í, at mong
av teimum, sum í dag eru
innlegd á psyk. deild, eins
væl kundu verið heima hjá
sær sjálvum, um tey har
fingu ta neyðugu viðgerð-
ina og rektina. Orsekin til,
at hesi fólk eru innlegd, er
hon, at tey ikki heima
kunnu fáa ta rekt og við-
gerð, sum er neyðug. Men
kann tað ikki vera megu-
ligt hjá sjúklingunum at
vera heima hjá sær sjálv-
um, so ber tó til at útvega
sjúklingunum umsteður
og umhvervi, sum er so
heimligt sum gjerligt.
Út frá teimum roynd-
um, sum SINNISBATI
hevur havt við bústovni-
num á Sólteigi, vilja vit
mæla til, at skaptir verða
um bústovnum.
Tílíkir bústovnar eiga at
verða grundaðir á, at bú-
fólkið varðveitir sína inn-
teku, har í millum av-
lamispensjón, og tey
skulu gjalda fyri at búgva
og eta. Stovnurin skal eis-
ini royna at útvega teim-
um arbeiði og ítriv. Setas.
skal neyðugt starvsfólk,
og skulu hesi samskipa
viðgerðina við leiðsluna á
psyk. deild.
Royndir okkara vísa, at
á henda hátt ber til at út-
vega sjúklingunum um-
stødur og eitt umhvørvi,
sum als ikki er meguligt á
einum sjúkrahúsi.
Betri og bíligari loysn
Tílíkir bústovnar eru ein
nógv bíligari loysn enn
raksturin av einum
sjúkrahúsi Samlaði
kostnaðurin er umleið
100.000 kr. pr. ár pr. bú-
fólk. Sjálvt um talan kann
vera um sterri tørv á
starvsfólki í ávísum før-
um, kunnu hesar utreidsl-
ur tó ongantíð sammetast
við útreiðslur pr. dag á
sjúkrahúsi.
Vit meta, at upp til
helvtin av teimum, sum í
dag eru á psyk. deild
hevdu kunnað verið á ein-
um slíkum bústovni. Um
ikki fulla tíð, so í hvussu
er ein part av árinum.
Her skal leggjast aftur
at, at eftir okkara metan
eru fleiri sjúklingar, sum
av ymsum orsøkum ikki
verða innlagdir, men sum
kundu fingið munandi
bata við at koma á ein slík-
an bústovn í longri ella
styttri tíð.
Bústovnar kring landið
Okkara uppskot er, at hes-
ir bústovnar koma at
liggja um landið, soleiðis
at sjúklingarnir kunnu
vera so nær heimstaðnum
sum gjerligt.
Tær einstøku kommun-
urnar áttu at útvega hr?
alt eftir tervinum í sók
ini. Hetta skuldi ikki verið
so trupult, tí royndirnar
vísa, at stór sethús eru
vælegnað til endamálið,
og hesi kunnu hýsa 6—8
fólkum.
Íbúðargrunnurin
Skipanin við íbúðar-
grunn' im er sera væl
egna til fígging av hús-
um til hetta endamál. Hon
virkar á tann hátt, at fyri
at keypa hús saman við
Íbúðargrunninum krevst
bert ein eginpeningur
uppá 18%.
Vit mæla til, at Íbúðar-
grunnurin verður nýttur
bert til endamál sum hesi.
Tó eigur skipanin við
Íbúðargrunninum at
verða broytt. Hon virkar í
letuni á tann hátt, at Íbúð-
argrunnurin eigur húsið,
sjálvt aftaná at leigarin
við eginpeningi og leigu
hevur goldið meginpartin
av húsinum. Hetta eigur
at verða broytt soleiðis, at
ognarviðurskiftini verða
eftir tí, sum er goldið.
Annars er sera lagaligt
at útvega hús saman við -
Íbúðargrunninum, og
hetta meta vit at tær
flestu sterru kommunur-
nar hava ráð til. Eisini ber
til hjá smærri kommunum
at útvega hús í felag.
Soleiðis eigur at verða
skipa fyri:
Kommunurnar útvega
húsini, og heilsuverkið
eigur at gjalda sjálvan
raksturin.
Nógv verður nú tosað
um decentralisering, og
fílst verður á, at ikki nóg
nógv hendir á hesum eki.
Men við hesum okkara
uppskoti er tað í veru-
leikanum upp til kommun-
urnar um landið sjálvar at
decentralisera !
Henda skipan fer at
lætta munandi um trýstið
á psyk. deild, og tann ver-
andi manningin kann fáa
munandi betri umsteður
til at taka sær av teimum
sjúklingum, sum íkki
hava annan meguleika
enn innlegging
Meginparturin av viðgerðini av sinnisliga sjúkum fer fram á psyk. deild á Lands-
sjúkrahúsinum
2. Læknaviðgerð
uttanfyri
psyk. deild
Sum áður nevnt fer viðger
fyri sinnissjúkur bert
fram á psyk. deild. Hetta
merkir sostatt, at sjúk-
lingar, sum skulu til am-
bulanta viðgerð, mugu
koma til Havnar at fáa
hesa.
Vit halda, at ein slík við-
gerð eins væl kann fara
fram runt um í landinum.
Vit meta, at innan aðra
sjúkraviðgerð verður
meira og meira vanligt, at
henda fer fram úti um
landið, har hon áður bert
var í Havn.
Mælt verður tí til, at
læknarnir á psyk. deild
hava fasta viðtalutíð úti
um landið. Hetta kundi í
fyrsta umfari verðið sett í
verk, har læknamiðsteðir
eru. Teir sjúklingar, sum
nú mugu nýta ein dag fyri
at koma til Havnar, fáa tá
eina ásetta tíð á næstu
læknamiðsteð.
Skipast skal eisini so-
leiðis fyri, at sjúklingarnir
í sterst meguligan mun
sleppa at tosa við sama
lækna hverja ferð. og tað
uttan mun til um viðgerð-
in fer fram í Havn ella
ikki
3. Distrikts-
psykiatri
Hetta merkir, at sterst
meguligur partur av við-
gerðini av tí sinnisliga
sjúka fer fram heima hjá
viðkomandi. Vit meta tað
at vera av stersta týdn-
ingi. at viðgerðarfólkini
koma at kenna heimið hjá
tí sjúka og tess avvarð-
andi fyri at kunna meta
um rettu viðgerðina.
Kann viðgerð gevast
heima við hús ber hetta í
sær minni terv á innlegg-
ing. Men sjálvt tá innlegg-
ing er neyðug meta vit tað
at hava stóran týdning at
viðgerð kann gevast
heima undan innlegging-
ini, og ikki minst, at við-
komandi framvegis fær
viogerd og stuðul, aft-á
at hann er útskrivaður
Í fyrsta umfari eigur
heimasjúkrasystraskipan-
in eisini at umfata sinnis-
sjúk. Her verður neyðugt
við setan av fólki afturat,
sum hava serligar royndir
innan viðgerð av sinnis-
sjúkum fólki.
4. Útvegan
av arbeiði
Mett verður at tað er av
stersta týdningi, at útveg-
ast kann arbeiði til sinnis-
liga sjúk fólk. Tá fólk eru
sinnisliga sjúk kann tað
bert gera sjúkuna verri,
um viðkomandi einki hev-
ur at gera. Í tann mun tað
ber til at útvega fólki ar-
beiði á vanliga arbeiðs-
marknaðinum, er hetta
sjálvsagt tað besta.
Men royndirnar vísa, at
hetta er ikki nóg mikið, og
tí er tað av týdningi fyri
viðgerðina at útvega ar-
beiðspláss. Hetta kann
gerast við at sett verða á
stovn vard verksteð fyri
fólk við ymsum brekum.
Eisini eigur at verða
umhugsað at fáa dagsent-
ur, har fólk bæði kunna ar-
beiða og fáast við ymisk
ítriv.
Psykotisk børn
og urg
1. Búmeguleikar
Talið av fólki við barna-
psykosum er í Danmark
millum 1500—2000, t. v. s.
1/2% Tað er royndur lut-
ur, at hagtøl frå einum
landi til annað samsvara,
og meta vit, at í Feroyum
eru umleið 15, ið sum bern
eru vorðin sinnissjúk.
Í letuni eru nekur av
hesum á Eirargarði, onn-
ur, ið enn eru undir skúla
aldri, búgva heima. og
uppaftur onnur búgva í
Danmark, tí foreldrin
meta einki er fyri teimum Í
Feroyum.
Í Danmark eru bustovn-
ar, ið burturav eru ætlaðir
psykotiskum bernum
ungum. Tað. ið skilir hesar
stovnar frá øårum, er, at
viðgerðin av hesum bern-
um“ungu krevur fólk
burturav til hvønn ein-
stakan, um tað skal eydn-
ast at fáa hesi, hvers in-
telligensur kann vera høg-
ur, aftur at fungera i sam-
felagnum.
Um fingin veråa til vega
3 hus ætlad psykotiskum
bernum/ungum hevði nú-
verandi tervurin eftir okk-
ara meting verðið nektað-
ur.
2. Undirvísing
Sum er finst í Feroyum
eingin undirvísing, ið ger