Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. februar 1987síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. — 28. februar 1987 Livsvatnid Einaferð vóru tað tríggir beiggjar og systir teirra. Tey vóru so góð hvert við annað. Tey búðu í einum lítlum húsum, men arbeiddu so nógv, at tey skjótt kundu byggja sær eitt slott. Tá ið fólk- ið hevði sæð tað, hildu tey at har skuldi eisini vera ein kirkja. So systkini ar- beiddi enn meira og skjótt hevdu tey bygt eina kirkju. Ein gamal maður sum var har segði: „Ja, ja, hatta er flott, men tit mugu fáa fatur á Lívsvatninum, og málfuglin og eina grein av trænum, sum hann situr l.« »Hvar fæst fatur å ti?« spurdu systk- ini. „Farið til myrka fjallið,< segði hann, »og har munnu tit finna tað sum tit vilja. Takið henda knívin, og meðan blaðið á honum enn er reint, hendir onki, men tá ið blóð kemur á knívin, vita tit at okkurt er hent.« Tann gamli maðurin fór, og systkini hugdu eftir honum. Fáar dagar seinni ætlaði elsti beiggin at fara, meðan hini trý vóru eftir heima. Hann gekk leingi, og knappliga $ ahann eitt trell. „Hvar fert tú?< spurdi trellið. „Ég leiti eftir lívsvatninum,< segði tann ungi maðurin. „Nógvir eru farnir at finna tað, men ongin er komin aftur, og tú fert heldur ikki at koma aftur, gerst tú ikki sum eg sigi tær. Far eftir hesari getuni, sum liggur upp fjallið, á vegnum fert tú framvið nógvum steinum. Hygg ikki at teimum, og nert heldur ikki við teir, sjálvt um teir arga teg og flenna at tær, tú mást als ikki venda tær við, tí gert tú tað. verður tú til ein stein.< Ungi maðurin takkaði trellinum, og gekk víðari. Eftir eini lotu sá hann tað stóra fjallið. Hann klintraði upp, men tá hoyrdi hann at onkur tosaði um hann. Hann hoyrdi reddir. Ungi maður- in hoyrdi reddirnar arga seg, og spotta, og knappliga kundi hann ikki tola tað meir, og tók ein stein og vendi sær við. Hann bleiv til stein. Systkini sóu, at knívurin bleiv tað bera blóð, og næstelsti beiggin fór. Hann metti eisini trellinum, og hoyrdi hann eisini at steinarnir spottaðu hann, men hann gekk víðari til hann var SN Síða 15 Sólrun H. Njálsdóttir eitur gentan her á myndini. Hon er í praktikk á Sosialinum, og hevur ungdómssíðu og barnasíðu. 1 næstan komin fram, men tá hoyrdi hann, at hansara beiggi spottaði hann, hann vendi sær við og beinanvegin bleiv hann at steini. Tann yngsti fór, tá ið tey sóu at knív- urin var allur í blóði. Tað hendi júst tað sama við honum, hann hoyrdi at beiggj- ar hansara spottaðu hann, og mátti hann so venda sær á, og bleiv hann sjálvandi til stein. Systir teirra sá skjótt, at knívurin var tað bera blóð, og tók tí mat og ann- að við og fór av stað. Hon gekk leingi til hon sá trøllid. „Hevur tú sæð tríggjar ungar menn fara her framvið? spurdi hon. »Ja,« segði tað. >Ég sá teir fara her framvið, men eg havi ikki sæð teir síð- ani.« »Hvussu kann eg bjarga teimum, og finna lívsvatnið?< spurdi hon. „Far eftir hasari gøtuni, og klintra upp fjallið, so fert tú hoyra steinarnar spotta teg og arga, men lat sum tú ikki hoyrir teir, til tú kemur at lívsvatnin- um.« Hon takkaði trøllinum fyri og gekk víðari. Systurin klintraði upp fjallið, og so skjótt sum hon hevði gjørt tað, hoyrdi hon reddirnar. Hon vendi sær ikki á, sjálvt um beiggjar kennara bóðu hana um at hjálpa sær, hon lók lívs- vatnið, málfuglin og greinina — tá knappliga bleiv alt stilt, og ongin arg- aði hana meir. Hon gekk so glað og sang allan vegin niðan fjallið, men hon var blivin móð, og stoytti hon vatnið niðurá jørdina. Beinanvegin broyttust steinarnir til fólk aftur. Tá ið hon kom heim, gróðursetti hon træið og vætaði tað við lívsvatninum. Træið bleiv stórt. og sera vakrar blému: komu á træið. Fólk komu allastaðni frá at síggja tað vakra træið, og eisini gentuna, tí oll høvdu hoyrt um hana. Prinsurin hevði eisini hoyrt um hana, og fór hann tí at síggja træið og hana. Hann bleiv bein- anvegin skotin í henni, og giftust tey so í kirkjuni, sum systkinini hevdu bygt. |