Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-03-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 1987síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

EET Nr. 26 — 3. mars 1987 Sømændenes Forbund: Bara leysati0indi um — Vit hava bara hoyrt leysatíðindi, men vita onki ítekiligt um, at fer- oysk skip hava siglt við vápnum. Hetta sigur Henrik Ber- lau, skrivari hjá Preben Meller Hansen, formann- inum í Semændenes For- bund. Tað vóru upplýsingar frá Henrik Berlau, sum vóru upphavið til Irangel- una. Geluna, sum nú hótt- ir forsetasessin hjá Ron- ald Reagan. Henrik Berlau sigu, at Semændenes Forbund ikke hevur nakrar upplýs- ingar um vápnaflutning við feroyskum skipum. Hann hevur heldur ikki hoyrt nøvnini Carimed Wave og Carimed Sea (Karolina og Herborg) nevnd. Heldur ikki Sjómanna- deildin hjá Feroya Fiski- mannafleag, har føroyskir sjómenn eru limir, veit nakað um vápnaflutning við feroyskum skipum. Men feroyskir sjómenn hava greitt frá, at skip, teir hava verið við, hava flutt vápn og, at hesin flutningur hevur verið hildin loyniligur. Vápnaflutningur valdast Tað er ikki ólógligt at sigia við vápnum. Suður- afrika er einasta land, donsk skip ikki mugu flyta vápn til. Munur er eisini á vápna- flutningi. Vápn verða javnan flutt millum lond. Til demis bleiv Ólavur Gregersen hjá Drekanum í gjør góðkendur til vápna- flutning. Hann flutti vápn úr USA til Danmarkar. Hetta gav eitt sindur meira enn vanligur flutn- ingur, sigur Árni Joensen, stjóri á Skipafelagnum, sum rekur Ólav Gregersen og Svan hjá Drekanum. Men Danmark er ikki í kríggi. Vit spurdu Árna Joen- sen, um hann hevði tikið av, varð Skipafelagið bið- ið um at flyta vápn til land, sum er i kríggi. Tí iv- ast hann í. — Vit hevdu ið hvussu so er hugsað okkum væl um. Tí tað er ein spurning- ur, um tað loysir seg. Eg haldi ikki, tað leypa so nógvir pengar av, tá av- tornar. Til Nicaragua Herfyri frættist, at skipini hjá Saltseluni, Carimed Síða 5 føroyskan våpnaflutning Wave og Carimed Sea, høvdu flutt våpn ur israel til Midamerika. Hesi våpn vóru ætlað Contraher- deildunum, sum við stuðli úr USA berjast móti stjórnini í Nicaragua. Mortan Johannesen, reiðari, hevur víst aftur hesum tíðindum. Tá tey bæði skipini blivu bygd, var danska felagið Elite Shipping uppii. Og júst Elite Shipping er millum tey fremstu i våpnaflutn- ingsvinnuni. Felagid var eisini uppi i Pia Vesta málinum. Hald varð lagt á danska farmaskipið Pia Vesta í Panama, tí vápn vóru í lastini. Og Elite Shipping hevur flutt vápn úr Ísrael til Ir- an. Annars hava nógv donsk skipafeleg siglt við vápnum og sigla framveg- is. Hetta eru serliga strandfarmaskip (coastar- ar) hjá lítlum feløgum, sum noyðast at royna all- ar snildir fyri ikki at fara á húsagang. Vápnaflutning- ur til krígseki gevur tríggjar-fýra ferðir meira enn vanligur farmaflutn- ingur, sigur Henrik Ber- lau. Hinvegin gevur vápna- flutningur millum lond, sum ikki eru í kríggi, verri enn so eins nógv. Slíkur flutningur gevur 10-20% meira enn vanligur flutn- ingur. Uttan nakar veit Vápnaflutningur er ikki ólógligur. Men vápnaselu- menn eru ikki so býttir, at teir upplýsa til hegru og vinstru, at nú senda teir vápn við tí ella tí skipin- um til eitt nú Iran. Ikki bara hansara egni handil, men eisini skip og mann- ing hevdu komið í stóran vanda. Ólavur Gregersen hevur flutt vápn úr USA til Danmarkar Fólk í farmaskipavinn- uni, vit hava tosað við, siga, at tað ber væl til hjá einum vápnaseljara at lasta eitt skip við vápn- um, uttan at skipari, manning ella reiðari hevur minstu frænir av hesum. So fyri tað kunna feroysk skip hava flutt vápn til ófriðarlond, uttan at nak- ar hevur vitað av tí. Irangølan byrjaði á tann hátt, at menn á donskum skipi av tilvild komu eftir, at vápn vóru umborð. Teir boðaðu Se- mændenes Forbund frá og tað bíðaði við at almanna- kunngera upplýsingarnar til skipið var komið úr aft- ur krigsøkinum og úr vanda fyri at verða álopið. hd Ein sprunga hevur verið í rammuni, sum heldur motorinum. Tí fór motorurin aftur- igjøgnum og kleimdi bilføraran, sum fekk álvarsligan skaða. Bilurin er gamal Ikki skilaleys ferð Tað var ikki skilaleys ferð, sum var orsekin til álvars- liga feðrsluóhappið á Vál- unum herfyri. Legreglan í Vestmanna hevur kannað óhappið og avhoyrt m.a. ein bilferara, sum koyrdi framman fyri veruvognin á Vestmannavegnum. Sambært frágreiðingum hevur veruvognurin neyv- an koyrt meira enn 70 km/t og persónbilurin neyvan meira enn 50 km/t, tá samanstoyturin hendi. Tann, sum koyrdi veru- vognin, hevur greitt frá, at hann sá ikki persónbilin fyrr enn beint áðrenn, teir stoyttu saman. Hinvegin er ongin frágreiðing um, hví bilarnir báðir vóru í somu síðu. Fólk í persónbilinum fekk álvarsligan skaða og tað var neyðugt at skera tey leys úr bilinum. Kann- ingar á Bileftirlitinum hava víst, at ramman, sum heldur motorinum, var skalað áðrenn óhapp- ið. Tí fór motorurin aftur í gjøgnum. Endaði í sjóvarmálanum Tíðliga sunnumorgunin, um fimmtíðina, fór ein bil- ur út av norðan fyri Hós- vík. Bilurin endaði í sjóv- armálanum. Ein maður var í, men hann fekk lítlan skaða. Hann var tó so skelkaður eftir hending- ina, at legreglan kundi ikki fáa greitt at vita, um fleiri hevdu verið í bilin- um. Froskmenn vórðu boðsendir at leita í sjónum uttan um bilin, men teir funnu ongan. Maðurin, sum koyrdi, var einsa- mallur. Hann er nú skuld- settur fyri at hava koyrt við kenning. hd KØKSMIDSTØDIN Tit. 14477 Blikur fekk sjogv i Norð- — Lá bakk í ódnarveðri Blikur var ikki i Hirtshals til arbeidstid i gjåramorg- unin. Hann lå bakk i ódnar- veðri í Norðsjónum. Í gjáramorgunin boðaði skiparin reiðaríinum, Skipafelagnum, frá, at teir hevdu fingið ein sjógv. Nakrir rútar vóru farnir á brúnni og sjógvur var komin inn. Hvussu stórur skaðin var, vistu teir ikki reiðiliga á Skipafelagnum í gjár. Men tað skilst, at hann var ikki so stórur. Í lastunum var ongin skaði hendur, sum tað skilst. Um borð á Bliki eru m.a. Kirkjubestólarnir og bussurin Tora. Vit tosaðu við umboðið hjá Skipafelagnum í Hirtshals beint eftir deg- urða í gjár. Tey høvdu tos- að við Blik fyrrapartin. Men sambandið var vána- ligt, so tey vistu ikki so nógv frá honum at siga. Teir hevdu óðnarveður, upp í 35 metrar/sekundið, vindmegi 12. Blikur var væntaður til Hirtshals klokkan sjey í morgum, eitt samdegur seinkaður. hd