týsdagur 3. mars 1987síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
VELUR
;
ð
£
&
Nr. 26 — 3. mars 1987 —
IRF má steðgas
Ábyrgdarleyst, at IRF sleppir í gongd við at byggja brennistødu, uttan at ein heildarloysn fyri
ruskið fyriliggur. Nógv týðir uppá, at brennisteðin hjá IRF als ikki kann takast í brúk.
IRF vísir nú klárt, hvat ætlan
teirra er í sambandi við bygg-
ingina avbrennisteðini. Teir
ætla at nýta tann klassiska
forhálings- og avspressingar-
takttikkin. Teir ætla at fáa
brennistødina upp fyri ein og
hvenn prís og einki gera við
nakað annað. Allir hinir part-
arnir av ruskætlanini skulu
bara skjótast út í framtíðina.
Tá brennisteðin er komin
upp at standa, kann kríggið
um restina av ruskætlanini
hjá IRF byrja. og tá kann
IRF brúka ta ovurhonds
stóru íleguna upp á tilsamans
meir enn 100 milj. kr., tá
alt er íroknað, sum av-
pressingarmeðal.
Hetta er tann klassiski
forhálings- og avpressingar-
taktikkurin, ið plagar at
verða nýttur av monnum, ið
als ikki virða síni medmenn-
iskju og fólkaviljan sum
heild, men traðka hann undir
feturnar fyri at fremja egin
áhugamál, oftast við pen-
ingavinningi fyri eyga.
IRF STEYNIR MÓTI
OFØRINUM
Ti kriggj verður tað.
Alt bendir å, at ætlan
teirra als ikki kann fremjast.
Tad visir seg, at eingin vil taka
ímóti øskuni frå brennisteð-
ini, og eingin vil hava nakað
við tað óbrennbara ruski at
gera. Tað er tí fullkomiliga
ábyrgdarleyst og als eingin
grund til at fara undir bygg-
ingina av brennisteðini, fyrr-
enn hesin parturin av rusk-
ætlanini er greiddur. Tað er
einki, sum týðir uppá, at
brennistødin kann fara í
gongd, tí eingin vil hava spill-
produktini.
RUSKPLÁSS TIL
ÓBRENNBART RUSK
OG ØSKU
Hvat siga kommunurnar til
at taka ímóti øsku og óbrenn-
barum ruski?
Latið okkum byrja í Leir-
vík, har brennisteðin er ætl-
að at liggja. Í byggitreytun-
um, ið IRF hevur fingið frá.
Leirvíkar kommunu, stendur
soleiðis í punkti 8:
»Avfall, sum ikki kann
brennast, og aska frá ovnin-
um skal koyrast burtur á
annað pláss uttan fyri Leir-
vikar kommunu. Loyvt verð-
ur ikki at hava goymslu av
nekrum formi fyri burtur-
kasti í Leirvíkar kommunu.“
Hetta vísir, at einki avfall,
hvørki øska ella óbrennbart
rusk skal vera í Leirvikar
kommunu. Men hvar skal tað
so vera?
IRF hevur útpeikað nakrar
kommunur, har ruskpláss
skulu liggja. Hetta stendur at
lesa um í eini ætlan, ið eitur
»Rusksavnan í Føroyum«, og
sum tekniski rådgeving hjå
IRF. Teknocon, hevur útar-
beitt fyri IRF,og sum fyrst og
fremst snýr seg um, hvussu
innsavningin kann sam.kip-
ast við Strandferðsluna.
Tær útpeikaðu kommun-
urnar hava, so legið tað ljóð-
ar, ikki fingið hesa ætlan og
Kaj Tausen, bydarráðsformaður í Hovs kommunu: Klár
avvising. Nevnda oki skal nýtast til annað endamál. Aling
nærhendis.
Tummas Lokjá, bygdarráðsformaður heima á Sandi hevur
einki hoyrt um, at IRF ætlar sær oki til ruskpláss í Sands
kommunu. Dugir ikki at síggja, at nakað øki kann
brúkast
einki fingið at vita um, at tær = hvat ið hendir í IRF
eru útpeikaðar! So lítið fáa Men hvat siga hesar
kommunurnar at vita um, kommunur so:
Jóannes Nielsen, bygdarráðsformaður í Sandavágs
kommunu hevur einki hoyrt um, at Fútaklettur skal nýtast
til framtíðar ruskpláss
Ossur Olsen, bygdarráðsformaður í Hósvíkar kommunu:
Kortanei til ruskpláss í hansara kommunu.
Runavíkar kommuna:
Dia P. Johannesen, borgar-
stjóri: Eingináheitan er kom-
in til okkara. Um hon kom,
varð hon avvíst, tí einki oki í
Runavíkar kommunu er ætl-
að til øsku og óbrennbart
rusk, og Hústoft kann als
ikki koma upp á tal.
Hósvíkar kommuna:
Ossur Olsen, bygdaráðsfor-
maður: Kortanei til goymslu
av øsku og óbrennbarum
ruski í Hósvíkar kommunu.
Sandavágs kommuna:
Jóannes Nielsen, bygdarráðs-
formaður: Eingin áheitan
komin til okkara frá IRF. Eg
havi einki hoyrt um, at Fúta-
klettur skal vera framtíðar-
ruskpláss. Vit halda, IRF
eisini skal loysa henda partin
av ruskspurninginum.
Sands kommuna:
Tummas Lekjá, bygdarráðs-
formaður, sigur, at hann
einki veit um, at IRF ætlar
Framhald á síðu 9
Dia P Johannesen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu:
Avvísir — Húsatoft kann als ikki koma upp á tal