Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-03-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 1987síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SO er Nr. 26 — 3. mars 1987 - tíðindablaðið Síða 13 Heimsins sterkasti + i Heimsmeistarin, Jón Páll Signarsson úr Íslandi maður Veddar bólnaðu og sinir vóru strektar tá vedda- buntir úr allari verðini vóru í Nice og kappaðust um heitið »Heimsins sterkasti madur«. Teir stríddust og sveitt- aðu, meðan teir royndu at koma igjøgnum tær krev)j- uppgåvurnar: at lyfta ein bil, at lyfta ein båt og at flyta ein klett. Ja, teir eru fittir at hyggja at, hesir »bleytu« menninir við teimum »høråu« veddunum. Tað skuldi ikki undra ein um lógvatak teirra er veikt, og at tann eini er skriv- stovumaður, meðan hin er barnagarðspedagog. Men uppgávuna vaksnir eru teir! Sterkastu var tann 26 ára gamli íslendingurin, Jón Páll Sigmarsson Hann er 1 m og 92 cm til hæddar og vigar 127 kg Jón Páll vann framman fyri tí skeggprýdda breta- num Geoff Capes, meðan tann 30 ára gamli kandi- iarin, Dusco Dan Marko- vic, mátti taka til takk við at vera bestur at flyta eina runda grótkúlu Ítróttur ? Ella fjant. Í ellum førum undir- haldandi at hyggja at. Hesir prúðu menninir í tí yvirdrivna ítróttinum sj. andi Kanadiarin, Dusco Dan Markovic Børn og ung i itrottarfeløgunum itrottarfeløgunum og í kapping Tað hevur verið og verður framvegis tjakast um bern og ung og ítrótt teirra. Hetta tjak vil Ungdóms- og Menn- ingardeild ÍSF fegin taka lut í og ávirka, soleiðis at ítrótt- urin fyrst og fremst nektar serstaka tervin hjá bernun- um og teimum ungu og sam- stundis eggja teim í menning teirra. Vit meta, at umleið 40 til 45% av teimum, sum íðka ítrótt i Feroyum, eru børn/- ung undir átjan ár. Tað er einki dulsmál, at stórur partur av teimum ungu gevst at íðka ítrótt tá tey eru um 16-18 ára gomul og meta vit, at ein orsekin til hetta eru ektu krevini um úr- slit og meguliga ávíst trýst frá foreldrum og venjarum. At nógv gevast í ungum aldri hava vit vitað í langa tíð, men eingin tykist tó at tkaa hendan spurning í álvara. Tað er eins og við veðrinum — øll tosa um tað, men eingin ger nakað við tað. Hjá nógvum felegum telja úrslitini meira enn sjálv gleð- in við at íðka ítrótt, og sosi- ala samveran verður tíverri oftani gloymd. Eisini kemur fyri, at foreldur vilja hava bern síni at gerast góðar ítróttaíðkarar, og verður tað tá hetta trýst — ið uttan iva er væl meint — frá foreldrun- um, ið verður rakstrarmáttur barnanna. Hetta kann tíverri hava við sær, at ein ósigur á ítróttarvelli gerst ómetaliga tungur hjá einum barni. Eftir okkara tykki royna alt ov nógv foreldur og venjarar at skipa ítróttin hjá børnunum, sum um tey vóru vaksin, og kann hetta tíverri í ávísum ferum hava ektan harðskap á leikvellinum við sær. Ungdóms- og menningar- deildin metir, at hetta kann broytast: Við at venjingin gerst meira spælikend, vi at geva bernunum meguleika at venja ymsar ítróttir við ym- iskum rersluhættum, við ikki at hava ov kappingarkendan ítrótt fyri bern undir 10-12 ár og við at stuðla vinarløg bæði undir venjing og kapp- ing. Eisini eigur dentur at leggjast á at læra bernini um fair play og at tey eiga at hjálpa hver eðrum bæði á og uttan fyri leikvallirnar. Eingin ivi er um, at ein venjari tíðliga má gera sær greitt, hverji mál hann vil rekka við venjing síni, ser- stakliga eigur hann at gera sær greitt, um tað at vinna er nakað, ið hevur týdning ella ikki. Tað eru jú bæði venjarar og ítróttaleiðarar, ið siga, at tað at vinna hevur ikki tann stóra týdningin, men tá ið kappingar eru, er veruleikin ein heilt annar, tí júst í kapp- ingunum eru tað jú aloftast bert tey bestu, ið sleppa at royna seg. Sostatt kemur oft- ast til sjóndar, at stórur part- ur av venjarum/leiðarum meta tað av sterri týdningi at vinna enn at bernini menn- ast og búnast á rættan hátt Ver reiðiligur tá tú metir um teg sjálvan! Ungdóms- og Menningar- deildin hevur hesa hugsan um at vinna, sum vit ynskja skal umhugsast av ellum, sum hava við bern og ung at gera: Íðkarin fyrst — hareft- ir at vinna. Vit vita ell, at tað eru fleiri, sum vísa á, at tað at vinna skal burtur úr barna- og ung- dómsvenjingini, ja nógv fara so langt sum at siga, at kapp- ing skal heilt burtur frá ítróttinum, tí kappingin skapar fíggindaskap og er ósunn fyri bern og ung. Ungdóms- og Menningar- deildin er ikki samd við hes- um sjónarmiði. At taka burt- ur allar kappingar úr ítrótti fer ikki at seta tað at vinna í sína rettu steðu. Kappingin er bert ein háttur at saman- líkna okkara evni og royndir við onnur innan fyri avtalað- ar reglur