týsdagur 3. mars 1987síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
Hóast tunnil verður gjørdur undir Vestmannasund:
Vestmanna skal
hava sina havn
Fjørð!!!
I á
Tað finnast stórar ætlanir fyri ídnaðarokið
inni á Fjørd, og tað er onki, ið eigur at vera
til hindurs fyri, at tað verða gjørdir atlogu-
møguleikar fyri inn- og útskipan av vorum,
sigur Thomas Arabo, logtingsmaður m. a. í
hesi greinini.
Thomas Arabo heldur, at tunnil eigur at
verða gjørdur undir Vestmannasund, um
hetta er tekniskt gjorligt.
Men hann vísir um somu tíð aftur óttan
hjá sambandstingmanninum Agnari Niel-
sen um, at Vestmanna fer at detta burtur-
ímillum, um fast samband kemur um Vest-
mannasund.
— Hetta meti eg vera eina stóra undir-
meting av Vestmanna og vestmenningum
sum javnaðartingmaðurin m. a. í greinini
Hitt feroyska samfelagið
hevur havt eitt sereyð-
kenni fram um nógv av
grannalondum okkara, og
tað hevur verið okkara
evni til skjótt at umstilla
okkum til tær broytingar,
sum henda í samfelagn-
um. Og vit liva sanniliga í
broytingartíðum.
Hyggja vit at sam-
ferðslugkinum síggja vit,
at her er nógv hent tey
seinastu 25 árini. Her eru
komnar nýggjar sam-
ferðsluæðrar, nýggjar leið-
ir, alt eftir, hvat ið pen-
ingaumsteðurnar hjá
landinum hava verið til at
gjørt nakað og hver
nýggjur teknikkur, ið er
komin fram.
Nú er so komið fram til,
at eitt fast samband við
Vágoynna kann fáast við
at gera tunnil undir Vest-
mannasund. Tað er ikki
eiti á gangur, ið er komin
av hesum hugtaki, tí allir
flokkar á tingi og løg-
tingsmenn síggja, at hetta
kann verða veruleiki inn-
an fyri eini 5-6 ár.
Mín steða í hesum
spurningi hevur alla tíðina
verið, at vit nú eiga at
kanna, um tað er tekniskt
gjørligt at loysa henda
„ spurning — við tunnils-
gerð! Er hetta gjerligt, so
er at leggja tíðarætlan og
fáa tað gjørt.
Undirmeting av
vestmenningum
Nú um dagarnar var tjak í
tinginum um samferðslu-
spurningar, og har varð
hetta sambandið til Vág-
arnar eisini frammi. Agn-
ar Nielsen, lugtingsmaður
úr Vestmanna var ógvu-
liga firtin um, at um nú
fast samband kom um
Vestmannasund, so fór
Vestmanna at detta burt-
urímillum. Samferðslu-
sambandið til Vestmanna
fór at versna nógv og ein
hevði varhugan av, at
Vestmanna bygd fór at
fella heilt í fátt.
Hetta haldi eg vera eina
ógvuliga stóra undirmet-
ing av Vestmanna og
vestmenningum.
Vestmanna bygd hevur
altíð verið eyðkend av, at
har býr virkið fólk. — Tað
var t.d. ikki minni enn eitt
bragd, at bygdin, aftan á
fleiri ára SEV-útbygging,
yvirhevur yvirlivdi, og
hevði virkið sjófólk, sum
syrgdi fyri framhaldandi
at byggja bygdina upp.
Soleiðis hevur tað alla
tíðina verið.
Eg hugsi ikki, at Vest-
manna bygd fellur í fátt
fyri tåa, um samferåslan
til og år Vågum fer at
liggja adrastadni enn i
Vestmanna.
Tað er nevniliga soleið-
is, at bygdin er einasta
bygd i Norðurstreymoy,
sum hevur gjørt iløgur i
eina framtíðarútbygging
av bygdini og einasta
bygd í Norðstreymoy,
sum hevur ætlanir langt
fram í tíðina um, hvussu
bygdin skal mennast og
hverjar fyritreytir skulu
vera fyri tí vinnulívi, sum
er á staðnum og sum ætl-
andi kemur at vera.
Ferðslan
inn á Fjørd
Hyggja vit nú eftir sam-
ferðsluni, so er tað soleið-
is, at SAM siglir til Vág-
oynna og tann feðrsla,
sum fer gjøgnum bygdina,
nervar ógvuliga nógv.
Vegirnir eru smalir, tað er
tor;ført at breiðka teir. Í
nógv ár hevur verið tosað
um at flyta hesa ferðslu
inn á Fjerð.
Fyri uttanfyri stand-
Thomas Arabo: — Mín steða í spurninginum um tunnil undir Vestmannasund er, at
+ vit nú eiga at kanna, um tað er tekniskt gjørligt at loysa henda spurning! Er hetta
gjørligt, so er at leggja tíðarætlan og fáa tað gjørt
á
”
FERJULEGA OG
BATAMHYLUR
Á FJØRE
å
Soleidis sær uppskotid til ferjuhavn og atløguplåss inni å Fjørd i Vestmanna åt
—