Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-03-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 1987síða 7

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Prestur og deyðarevsing Í Føroyum eru vit so væl fyri, í hvussu er enn, at vit frítt kunnu hugsa, tala og skriva. Vit vita eis- ini, at flestu íbúgvar í heiminum ikki hava henda rætt og kunnu verða sett í fongsul, ella tað sum verri er, fyri at gera tað sum vit onnur halda vera ein sjálvfylgja. Í teimum londum, sum hava hend- an rætt eru tibetur stór fjøld av fólki, sum ger eitt munandi ar- beiði í teimum ymsu mannarætt- indafelagsskapunum, sum t.d. Amnesty International. Og einki er at ivast í, at hetta arbeiði í hvussu er er við til at linna tann yvirgang, sum mong av okkara meðmenniskjum eru úti fyri. Í FØROYUM hava vit í ein vissan mun verið við í slíkum arbeiði, men tað merkiliga er hent, at tað frá ávísum bólkum metir bein- leiðis mótstøðu. Eina ferð var ein sera tiltrongd Chilenevnd, men hon var háað og spottað, tí hon ikki ístaðin tók sær av Cuba ella gðrum kommunistiskum londum. Og tá vit hava Amnesty Inter- national, sum eisini arbeiðir fyri fangum í t.d. Sovjet, so er tað eisini galið, tí arbeitt verður eisini móti mannarættindabrotum í vesturheiminum! Men sjålvar hava heasr kreftir einki at seta i stadin, og var tad upp til tær kódnaði tað sindri av virksemi sum vit hóast alt hava fyri manna- rættindum. SJÁLVSAGT kunnu vit ikki vænta okkum annað frá politisk- um kreftum, hvers høvudsbod- skapur, fanatisma og intoleransa, er orsøkin til at kalla øll brot á mannarættindum. MEN HIN vegin er tað sera trup- ult at skilja hvgnn áhuga prestur í sjónvarpsgudstænastuni sein- asta sunnudag kann hava fyri at leggja fót fyri mannarættinda- virksemi. Aftaná prædikuna nevndi hann ta kampanju sum Amnesty international hevur móti deyðarevsing í USA. Hann fekk snarað hetta á og gav síggj- arum ta uppfatan, at Amnesty In- ternational einoygt hugdi at USA uttan at gera sær far um brot á mannarættindum í t. d. Sovjet. HETTA er ein melodiur sum hoyr- ist frá ódemokratiskum hegra- kreftum bæði úti og heima, tá Amnesty skal fáast í eitt ringt orð. Og vit kunnu ikki hugsa okk- Útgevari: Ábyrgðdarblaðstjóri: Fyritaksstjóri: Blaðfótk : Ljósmyndari: Uppseting: Prent: um, at prestur við vilja fer at tæna slíkum kreftum frá talarastóli- num. Og skal her verða greitt eitt sindur nærri frá, hvørji misskilj- ing, sum prestur ger seg sekan í. Al VIRKAR nevniliga móti brot- um á mannarættindum uttan mun til stýrislag. Hetta merkir, at ein heilt stórur partur av orkuni hjá Al fer nettupp til at virka fyri samvitskufangum í Sovjet og gðrum kommunistiskum londum. Hetta er orsøkin til, at Al er sera illa lýtt í Sovjet. og Tass plagar at koma við grovum álopum nú og tå. At vera illa í øgn við bæði édemokratiskum hegra- og vinstrakreftum er besta trygd fyri, at Al man vera á heilt rættari leið. EIN AV arbeiðsháttunum hjá Al er at seta í verk kampanjur har dentur verður lagdur á eitt ser- stakt land. Tað eru fleiri slíkar kampanjir hvert ár, eisini viðvíkj- andi ódemokratiskum vinstra- londum. Í løtuni er ein slík kam- panja móti deyðarevsing í USA. Al er ímóti deyðarevsing og mót- mælir øllum avrættingum sum tað hoyrir um uttan mun til hvat land talan er um. USA er eitt demokratiskt land og har eru eingir samvitskufangar. Men allar royndir vísa, at deyðarevsingin í USA rakar sera tilvildarliga, sum felagsskapurin hevur greitt frá í bløðunum og lýst við mongum dømum. Og bert møguleikin fyri at ein ósekur verður avrættaður skuldi verið ein góð grundgeving fyri at avtaka deyðarevsing. SO PRESTUR hevur havt alla møguliga orsøk til frá talarastóli-' num at mæla fólki til at stuðla Amnesty International. Á hendan hátt høvdu tey nevniliga eisini stuðlað samvitskufangum í Sov- jet og alla aðra, og hetta skuldi tá kunnað verið eitt endamál, sum ein og hver, og ikki minst ein prestur, skuldi kunnað stuðlað við lív og sál. SOSIALURIN hevur eina greiða stóðu í hesum máli. Vit eru ímóti deyðarevsing, eisini tí vit vita, at deyðarevsing manga staðni verð- ur nýtt fyri at fáa truplar and- stødumenn av vegnum. Og vit eru ímóti brotum av mannarætt- indum uttan mun til hvar tey verða framd. At fólk verða sett føst fyri teirra sannføring er fyri okkum eins andstyggiligt um tað er í Suðurafrika ella Sovjet. Og vit vilja enntá pástanda, at tann sum ger mun her hevur víst, at hann er ikki rættuligur demokratur. TÍ VILJA vit mæla fólki til at stuðla Amnesty International -j. Nr. 27 — 5. mars 1987 Aliloyvir og atburðir Nú hoyrdist einki aftur frá aliråånum um smolt- steðir og aliloyvir, kanska av tí, at tað er alment kent, at alt innanfyri aling er best plaserað í Suður- oynni. Laksur og síl veksa dup- ult so skjótt í Suðuroy sum nakrar aðrar staðir í landinum. Tann almenna royndar- steðin ið skal byggjast, hevði ligið best í Suðuroy, tildomis við SEV-verkið í Vági og harvið útnyttað tað heita vatnið ið kemur haðani frá, men tað er ikki lukkuligt at siga sovorðið, tí av royndum vita vit, at minst meguligt skal til Suðuroynna. Sum teir fyrstu her í landinum sektu nakrir menn her suðuri um at sleppa at ala síl og laks uppi á landi, men í onkr- um blað stóð at lesa, at onkur norðanfjerðs, sum teir fyrstu hevdu sekt um at sleppa at ala uppi á landi. Tá ið nú hesin fyrimun- ur er í Suðuroynni, at síl og laksur veksur dupult so skjótt her sum aðrar staðir í landinum, so mundi tað verið sjálvsagt, at hevuðsæðrin innan al- ing bæði á sjógvi og landi var í Suðuroy. Nýggjan skrivara í ali- ráðið hava teir ikki sett enn, kanska tí at onki er at skunda sær eftir, tí nú noyðist aliráðið at geva nekur loyvir til Suður- oynna, nú øll vita, at Suð- uroy er best egnaða oygg- in í Feroyum. Tað krógv- ast ikki meir, komið við loyvunum, so vit suðuroy- ingar kunnu fáa okkara rættvísa part av aliloyv- unum í Feroyum. Um fortreytirnar hjá limunum fyri at sita í ali- ráðnum skal ikki vera komið inn á her, men bert við at hyggja runt um landið, hvar alibrúkini liggja, sigur nokk. Við tekk fyri upptekuna S.B. Dómarar møttu ikki Ein dystur í 1. deild hjá kvinnum skuldi leikast í hellini á Giljanesi leygar- dagin ímillum Seljuna og NSÍ. Dysturin skuldi byrja kl. 14.20, men tá ið leikar- arnir hevdu bíðað í eina tíð, komu boðini um at dómararnir úr Kyndli ikki komu og tískil bleiv dyst- urin útsettur. Tað sama endurtók seg —G—E——8"—"——iWwe—w á Skála, har 1. deildarlið- ini hjá NSÍ og KÍF menn skuldu leika, her skuldu Kyndlamenn eisini døma, men heldur ikki her mettu teir. Tí blivu tveir eiðis- menn settir at dema dyst- in, og tað komu teir ikki so gott frá, dysturin var sera spennandi og endaði við KÍF sigri 23-22. Hetta má sigast at vera sera vánaligt av einum so stórum felag sum Kyndli, ikki at kunna senda tvey dómaraper avstað til tveir 1. deildardystir, kanska teir ikki taka dystin hjá kvinnunum so álvarsligt, men at teir heldur íkki komu til dystin hjá monn- unum má sigast at vera ógvuliga vánaligt. DNJ MAÐUR HEVUR VANDAN VID- SUM IKKI AKTAR KOYRISID! Arbeiðsplássið bíðar Hósdag plagar Sosialurin at hava frásegn frá onkrum arbeiðsplássi, men hesa vikuna kemur frásegnin ikki fyrr enn leygardagin. Arbeiðsplkássið hesu ferð er skerv- og asfalt- verkið á Lambareiði.