Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-03-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mars 1987síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sjóvinnubankin leitar nú eftir keypara til Reynið, sum boði hósdagin fyri 3,2 mill. kr Eina ferð var Vesturvarði undangongu- skip í føroysku rækjuvinnuni. Men nú er tíðin farin frå hesum skipi. Tað er ov lítið til at vera við, har rækjurnar eru at fáa. Kjølur, sum skipið nú eitur, hev- ur ligið í Klaksvík. Og hósdagin fall hamar- in í Fútarættinum. Tað er nú høvudpinan hjá Fiskaríbanka- num at finna onkran at keypa Kjøl fyri minst 8 mill. kr. Tveir bankar keyptu skip i Futarættinum fyrrapartin hósdagin. Sjóvinnubankin keypti trolbátin Reynið fyri 3,2 mill. kr. og Fiskaríbankin keypti rækjutrolaran Kjøl fyri 8 mill. kr. Bæði skipini vórðu seld á tvingsilsuppboði, sum Fiskaríbankin kravdi. Ongin annar bjóðaði upp á Reynið. Men Kjelur hevði sterri áhuga. Fyrsta boð. 800.000 kr., kom frá Lenjavningargrunninum. Síðani bjóðaði Fiski- mannafelagid, sum hevði slakar 2 mill. kr. í sjó- pantikrevum, 3,3 mill. kr. Realurin bjóðaði næst 4 milliónir, og nú kom Fisk- aríbankin við og bjóðaði 4.5. Hesir báðir yvirbjóð- aðu nú hvenn annan, men uppi á 74 milliónum blandaði Sjóvinnubankin, sum eisini hevði pengar í vanda, seg og bjóðaði 7,5. Realurin gavst, Fiskarí- bankin bjóðaði 7.7, Sjó- vinnubankin 7,8 og so aft- ur Fiskaríbankin 8,0 mill. kr. Nú fall hamarin. Stór krøv Carl August Arge í Havn átti Reynið, sum er stiv- liga hundrað tons brutto og bygdur í Marstal í 1972. Boðið hjá Sjóvinnu- bankanum ger, at øll krøv móti reiðaranum, sum vórðu legd fram á tvings- ilsseluni, verða goldin. Fiskaríbankin og Lands- stýrið fáa sínar pengar og sjálvandi eisini Realurin. Hann hevði fyrsta veð- rætt. Sjóvinnubankin fær sítt, eydnast honum at selja Reynið aftur fyri minst 3,2 mill. kr. Sjópantikrev vóru frá Fiskimannafelagnum og trimum monnum, hýrur og frítíðarlen fyri tilsam- ans góðar 430.000 kr. Og tvær havnir kravdu at fáa tilsamans 18.500 kr Krevini móti P/f Kjøli í Klaksvík vóru hinvegin munandi sterri og tær 3 milliónirnar røkka ikki langt. Bara sjópantikrev- ini, sum hava fyrsta rætt, vóru góðar 3,1 mill. kr. bankin keypti á tvingsilsupp- Tveir bankar keypt skip Eisini her hevði Realur- in fyrsta veðrætt, góðar 4,1 mill. kr. Síðani kom Fiskaríbankin við 2.—5. veðrætti, góðar 4,8 mill. kr. Teir, sum mistu pengar, tá hamarin fall, vóru Sjó- vinnubankin kassin. Sjóvinnubankin missir á pappirinum 5,5 mill. kr. Men veruligi missurin er tó bara 2,8, tí landskassin veðheldur fyri 2,76. Harafturat missir landskassin aðrar 2,5 mill. kr. og Tólini komin um borð aftur Áðrenn biðið varð um boð uppá Kjel, varð upplýst, at rækjuloyvið hjá skipi- num fylgdi við í keypi- num. Men, sum tað skilt- ist, hevur Landsstýrið boðað frá, at Kjelur ikki kann brúkast í býti við sterri fiskiloyvi Eisini varð upplýst, at flestu tólini á brúnni vóru tikin. Men Fútarætturin hevur sæð til, at tey eru komin umborð aftur, og ein váttan var frá løgregl- uni um, at brúgvin er nú útgjerd, eins og hon var. Kjølur er bygdur í Sø- viknes i 1969 og longdur i Skagen i 1983. Hann er kanska betur kendur und- ir navninum Vesturvarði. hd lands- Ovanlig hendin — — — — Rækjutrolari pumsvermadur« — Ongantid upplivad ella hoyrt um tilikt fyrr, sigur ein av manningini á Høga- fossi, sum júst er komin heim undan Svalbardi Rækjutrolarin Hegifossur hevði tryggar fylgisneyt- ar seinastu tíðina, hann royndi uppi við Svalbard á fyrsta túrinum hagar í ár. Einir 30-40 kópar fylgdu trolinum, hverja ferð teir hálaðu. Teir eltu tað heilt til sliskuna. — Eg havi verið nógv uppi við Svalbard, men hetta havi eg ongantíð sæð fyrr, greiðir ein av manningini á Hegafossi okkum frá. — Fyrstu ferð hildu vit, at tað vóru hvalir, vit sóu. Tað var sum at síggja eina grind. Men skjótt varnað- ust vit, at hetta vóru kóp- ar. Maðurin á Høgafossi sigur, at kóparnir vóru tryggir. Tað var sum vistu teir gjella, hverja ferð, teir hálaðu. Teir eltu trolið og ótu tað, sum sil- aði úr tí. Og teir fylgdu trolinum til tað fór upp gjøgnum sliskuna. Einir tveir ella tríggir komu enntá upp við og endaðu í tanganum. Manningin slepti teimum út aftur. Kóparnir gjørdu seg ikki inn á trolið, men tóku alt, sum sílaði úr tí. — Og hverja ferð, vit pumpaðu út, lógu teir undir gektaranum og tóku alt, sum kom har. Teir á Hegafossi halda, at kóparnir eru svangir, síðani teir soleiðis elta skipini. Men kóparnir, sum komu inn við trolin- um, vóru tó ikki rak Høgifossur royndi norð- uri í myrkrinum á 80-81 men teir sóu kóparnar í ar- beiðsljósunum á hekkuni Aftur til Svalbard Hegifossur kom undan Svalbardi fyrst vikuni við 370 tonsum. Råræk)- urnar eru landaðar í Runa- vík til virkið á Oyri.Tær kókaðu verða sendar til Danmarkar við frysti- skipi. Hegifossur fer aftur til Svalbard, so skjótt hann er klárur at fara Hegifossur var í Eyst- hd Manningarparturin er 125.000 kr. fyri desember, januar og februar Nordjobb: Ongin vil til Finnlands 17 ungfólk í Feroyum hava sekt um at vera við í tiltakinum Nord- jobb í 1987. Tað vil siga, tey vilja arbeiða í nakrar vikur í summar í einum eðrum Norður- landi. Umsóknarfreistin var úti 1. mars, men onkrar umsóknir eru afturat teimum 17 Ísland og Danmark eru ovast á listanum hjá feroysku ungdómu- num. Fimm hava sekt um arbeiði í Íslandi og fýra í Danmark. Trý vilja til Sveríkis, tvey til Alands og tvey til Noregs, eisini men ongin hevur sekt um arbeiði í Finnlandi — Hetta er eitt sind- ur harmiligt. tí júst í Finnlandi er útboðið av arbeiðsplássum størst, sigur Súni Vinther, nevndarlimur i Norrøna felagnum, sum umsitur Nordjobb i Føroyum Grønland er nú eisini! vid i Nordjobb og hag- ar hevur ein føroyingur sekt. Og tað er ein genta, sum hevur sekt um at sleppa við einum grenlendskum trolara ! Súni Vinther veit ikki enn, hvussu nogv vilja sleppa til Feroya at arbeiða í summar Men tey eru nógv, SIE- ur hann. Ongin trupul leiki er at útvega ar beiði her. Men tað er verri við innivistini