Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-03-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mars 1987síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Skelkað og vónsvikin fóru limirnir í eigarafelagnum á Berjabrekku av fundi í hellini í Eysturskúlanum týskveldið. Ongan hevði órað, at steðan á byggiplássinum vestan fyri Sundsvegin var so syndarliga vánalig. Íbúðirnar verða nógv dýrari enn ætlað. Og tær verða nógv seinni lidnar enn ætlað. Ein tíðarætlan, gjerd tann 25. februar í fjer, er fullkomiliga farin í sor fyri langari tíð síðani. Hendan ætlan bygdi á býttisligt bjartskygni og skeivar metingar. Býráðið helt tó ikki, at limirnir í eigarafelagnum vóru fullspottaðir, so tað hevði eina nýggja ætlan við á fundin týskveldið. Hesa tekur neyvan nakar fyri fult, uttan kanska tey, sum hava gjørt hana, arkitektavirkið hjá Albert Isfeldt og Gudmundi S. Hansen. Virkið hevur eis- ini tryggjað seg við yvir- skriftini: Fyribils meting. Eitt meguligt verkfall í vár er ikki við í hesi fyri- bils meting, sum tað skilst. Kallað til aðalfund Limirnir í eigarafelagnum vóru annars kallaðir inn til aðalfund týskveldið. Men tá fundurin varð sett- ur, bleiv upplýst, at ikki var klárt at halda aðal- fund. So hann bleiv av ongum. Hví, varð onki grett um. Í staðin fyri fingu limir- nir frágreiðing um steð- una og fundurin fekk so við og við jarðarferðadám. Býráðið væntadi iva- leyst nógvar ákoyringar, so tað hevði tikið ein garv- aðan sakferara við at vera erðstýrari. Og hann sleit eisini fundin, áðrenn fólk rættiliga vóru komin fyri seg eftir tær skelkandi frá- greiðingarnar. Eigarafelagið varð stovnað 24. september 1985 og sambært viðtek- unum skal aðalfundur vera í februar ella mars. So nú bíða limirnir spentir eftir teimum næstu aðal- fundarboðunum. Innflyta fólk Tvær hevuðsorsakir eru nevndar í sambandi við tær stóru seinkingarnar. Onnur er, at byggi- meistarin fær ikki hand- verkarar í Feroyum. Brúk er fyri 20 timburmonnum. Hann hevur bara tíggju. Ein byggimeistari kann sum onki geva tilboð uppá eitt arbeiði fyri 25 mill. kr. og fáa tað, tí hann hevur lægsta boðið, uttan at hann hevur vissu fyri at hava tað fólk, hann skal brúka fyri at gera arbeið- ið. Sjálvandi er ongin held- ur so óheviskur at spyrja um slíkt. Tíðin einsamøll má vísa, um tilboðið er re- elt. Tíðin hevur mangan víst, at tilboð ikki eru re- ell. Men tí lærir ongin av. Á fundinum týsdagin fingu limirnir í eigarafel- agnum at vita; at skal nýggja tíðarætlanin halda, so er neyðugt at fáa teir tíggju timburmennin- ar uttanlands. Og tað kostar 1,3 mill. kr., tí teir skulu hava at eta og eitt stað at búgva. 69 íbúðir eru í fyrsta byggistigi og verður hesin eykakostnað- ur býttur javnt millum tær, koma knappliga 19.000 kr. afturat prísin- um. Hin orsekin er, at tað hevur regnað so illa í Limirnir í eigarafelagnum hava lítið og onki fingið at vita um byggingina á Berjabrekku, annað enn tað, tey hava sæð í fjølmidlunum gjøgnum allan veturin: „Nú er klárt at flyta inn«. »Um tvær vikur eru fyrstu íbúðirnar lidnar« og so framvegis, og so framvegis Á fundinum týskveldið lovaði býráðið at beta um hetta og senda út fleiri upplýsingar um gongdina og støduna heyst og vetur. Og tað er beint. Á Meteorologiska stovninum í Keypmanna- havn hava vit fingið upp- lýst, at avfallið í Havn var 1758 mm í 1986. Í 1985 vóru 1512 mm og miðal- talið fyri árini 1931-60 er 1434 mm. Taka vit seinna hálvár 1986 var avfallið í Havn 1071 mm. Í 1985 var tað 958 mm. Hinvegin var januar 1987 betri enn bæði í 1986 og 85. Í ár vóru 74 mm, í fjør 191 og fyrraárið 82. Byggirenturnar Fleiri hava skilt tað, sum formaðurin í byggi- og bý- arskipanarnevndini hjá Tórshavnar býráð, Essa Arge, segði í Degi og viku um byggirenturnar, so- leiðis, at tá teir níggju mánaðirnir eru farnir, skulu ongar rentur gjald- ast. Tá hetta varð endur tikið í brævi frá býráðn- um, hildu nógv, at nú stóð betur til Men sjálvandi skulu byggirentur, 14%, gjald ast til íbúðin er liðug og byggilánið kann umpriori- terast. Førova Banki fer ikki knappliga at lata rentufri byggilån. ll byggilånini eru i Føroya Banka. Fólk sluppu ikki at taka tey aðrastaðni Taka vit eitt demi: ein íbúð av B-slagnum (51 fer- metrar), sum skuldi vera liðug í apríl í ár sambært tíðarætlanini frá 25. febru ar 1986, verður ikki liðug fyr enn apríl næsta ár Men teir níggju mánaðir nir, eigarin hevur goldið byggirentur, enda 1. apríl í ár. Síðani koma rentur afturat næsta árið, 4.000 kr. um mánaðin. Ger væl, eykarokning fyri byggirentur: 48.000 kr.! Tað tragikomiska er, at REKKA hesir níggju mánaðirnir eru einasta tal, sum held- ur í ellum projektinum. Hóast teir eru ásettir eftir einari tíðarætlan, sum er heilt burturvið. Tað er tó avgjert, at byggirenturnar verða býttar javnt millum øll, sum hava sama slag íbúð. Tað vil siga, at eyka- rokningin fyri byggirent- ur verður tann sama hjá tí, sum noyðist at bíða eitt ár longur og tí, sum bíðar til dømis tíggju mánaðir longur. Gólvini Ein onnur orsek er eisini nevnd, tá biðið verður um frágreiðing um seinking- ina. Fólk vilja hava so nógvar broytingar. Onkur hevur kravt veggir flutt- ar. Onnur vilja hava furu á gólvið í staðin fyri tundur ella linolium, sum er standard. Sum tað skilst er hetta tilboð — um at fáa annað á gólvið — ikki longur galdandi. Tað var annars býráðið sjålvt, sum kom við tí i heyst! Samanumtikið eitt demið: íbúðin, sum fyri einum ári síðani kostaði 430.000 kr. og skuldi vera klárar at flyta í í apríl 1987, kostar nú 500.000 kr. og verður klár í apríl 1988 Harafturat kemur húsa- leiga í eitt ár, til demis 1500 kr. um mánaðin = 54.000 kr. Á inntekusíðuna kann ;o ferast spardur skattur, sum rentvuútreiðslurnar hava við sær. 42% av rent- unum kunna dragast frá í skatti. Hegni Djurhuus SK Nr. 28 — 7. mars 1987 Stór rådstevna um arbeidsumstødur h já m. a. flakak vinnum: pláss Tað hevur stóran týdning fyri trivn- aðin á arbeiðs- plássinum at um- hvørvid er gott, SO- leiðis at arbeiðs- fólkið trívist og hevur hug at ar- beiða. Tí skipar Arbeiðseftirlitið saman við Arbejdsmilje- fondet í Danmark fyri ein- ari norðuratlantiskari ráð- stevnu um arbeiðsum- hvervi í fiskivinnuni. Stevnan verður hildin í Havn 22.-24. september, har bædi arbeidstakarar og arbeiðsgevarar fara at luttaka. Pláss er fyri 110 fólkum 55 úr Feroyum og 55 úr hinum Norður- londunum. Hetta er fyrstu ferð, at arbeiðsfólk innan fiski- vinnuna í teimum norður- lendsku londunum hittast fyri at tosa um arbeiðsum- hvervið. Endamálið at at breiða ta vitan og tær royndir, sum longu finn- ast á økinum. Ein av luttakarunum á ráðstevnuni verður Pál Weihe, serlækni í arbeiðs- medisini á Ríkishospital- inum. Hann skal greiða frá sjúkum, sum kunnu standast av arbeiði, um arbeiðsumhvervið ikki er í lagi. Framhald á síðu 21 Tað nýtist ikki at kosta so nógu at bata um arbeiðsum- stødurnar á flakavirkjunum, sigur Pál Weihe, serlækni í arbeiðsmedisini. Hann verður við á rådstevnuni um arbeidsumhvørvi í fiskivinnuni í Havn í september