Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-03-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mars 1987síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 leggja hana til síðis og ístaðin brúka fólk og ver- andi maskinur til arbeiðið. Hetta tekur so á ongan hátt grundarlagið undan virkinum. Men meginhugsanin við hesum projektinum er tann, at so fáar hendur sum gjørligt nerta fiskin frá tí, at hann verður landaður til hann verður fluttur á marknaðin sum liðugvera. Hvat viðvíkur ráveru- grundarlagnum, so skulu vit venda aftur til tað seinni. 35 fólk Tað fara at arbeiða umleið 35 fólk á Getuvirkinum, tá tað fer í gongd. Virkið skal viðgera millum 18.000 og 20.000 tons av svartkjafti árliga. Men tá svartkjafta- tíðin bert er frá oktober til apríl, so er ætlanin at finna onkra aðra fram- leiðslu restina av árinum. Tá ein hevur bæði virki og fólk, so skuldi einki verið til hindurs fyri tí. Á Teknocon arbeiða teir við hesum og hava góðar vón- ir at finna eina loysn. Ætlanin er annars at gera flak og fars úr svart- kjaftinum. Surimi er ikki upp á tal nú í byrjanini, men pláss er á virkinum at seta upp maskinur til hesa fram- leiðslu eisini. Tað fer so tíðin at vísa og veldst tað ikki minst um virðið á dollaranum. Virkið skal framleiða veru fyri umleið 65 mió kr. árliga, og útrokningarnar, sum eru gjerdar, vísa, at virkið verður fert fyri at lata skipunum 1,35 kr. kilo av svartkjafti. Sammeta vit við Bakka- frost á Glyvrum, so letur tað í dag 65 oyru fyri kilo til skipini. Tað, sum so skipini fáa afturat, er studningur frá tí almenna. Lagalig fígging Men ein avgerandi treyt fyri at fáa endarnar at rekka saman er so eisini, at virkið fær eina góða og lagaliga fígging. Hetta halda teir á Teknocon hev- ur eydnast teimum at Tróndur í Getu og Jupiter! Teir bíða eftir nýggja Getuvirkinum skaffa virkinum, hóast teir ikki hava Egnutvikl- ingsgrunnin við í fíggjar ætlanini. Orsekin til, at hann ikki er við er tann, at tað kann ganga long tíð, áðrenn hann kemur við sínum tilmæli um projekt- ið, og tá kann verða í so seint at koma í gongd. Bú- skaparráðið skal jú fyrst viðgera projektið, og so senda tilmælið víðari til myndugleikarnar og hað- ani fer tað til Egnsútvikl- ingin Pað hevur so borið til at fáa peningastovnar bæði í Feroyum og uttanlands at taka undir við hesum pro jektinum og vága nógvan pening — rætt og slætt tí teir trúgva uppá projekt ið. M.a. hevur eydnast at fáa eitt sera gott valuta- lán, ið bert krevur 2. prioritet. Eisini kann nevnast, at Feroya Banki er sinnaður at fara upp í projektið við 7 mió kr., so eisini hann trýr uppá tað. Hvat viðvíkur landsins parti, so skal tað taka steðu til, um Menningar- grunnurin kann læna 5 mió. kr. umframt at landskassin skal játta eitt veðhald uppá 16 mió. kr. Kemur Egnsútvikling- urin kortini við í projektið, so verður tað munandi lættari. Tí tá vera kapital- útreiðslurnar, t.v.s. rent- ur og avdráttir, bert 6 mió. kr. í mun til 9 við núver- andi fígging. Uppá fyrispurning hví Ídnaðargrunnurin, sum annars hevur verið við til at figgja svartkjaftailøgur å Bakkafrost, ikki er vid, siga Teknoconrådgevarar- nir, at teir hava valt at fara uttan um Ídnaðar- grunnin, tí tað fæst ein nógv liðiligari fígging við ikki at hava hann í mynd- ini. Tað vísa seg at vera nógvir aðrir lánimeguleik- ar, sum eru bæði betri og skjótari at arbeiða við enn júst Idnadargrunnurin. Hvat viðvíkur eginpen- inginum, so er hann 15% ella 12 mió. kr. Hann v erður goldin, so skjótt ; sum virkið sleppur í gongd. Eitt partafelag er so eisini undir stovnan og har eru so fleiri av núver- andi partafeløgum i Gøtu uppi i, eitt nå Vørn, Varð- in og Gøtu Samvinnu- felag. A Teknocon halda teir tað vera sera gott fyri pro- jektið, at tað eru somu persónar og feleg, sum eru við til at reka skip og virki. Hetta gevur betri meguleikar fyri stýring og harvið góðum úrsliti. — Men hvussu leingi ber til at bíða við teirri endaligu avgerdini um Getuvirkið ? — Vit vóna, at myndug- leikarnir fara at játta veð- haldið, ið talan er um, og tað skal so vera innan 23. mars, tá Íánitilboðini ganga út. Virkið í Getu kann so vera klárt at taka í nýtslu einaferð í 1988 ella 1989, men tað merkir so eisini, at Tróndur í Getu og hinir nótabátarnir í enn eina tíð verða noyddir at dúva uppá Bakkafrost og Havs- brún. Hetta er ikki so gott fyri ein bát sum Trónd í Getu, sum helst skuldi kunnað sloppið av við fisk síntil eitt matveruvirki, sum tað ætlanin er at byggja í Getu. Sum nú er fæst ov lítið fyri burtur úr at landa til Ba«kafrost og enn minni við at leggja fiskin upp í Fuglafirði. Eitt avbera gott skip — Men hvussu hevur so nýggja skipið, Tróndur í Getu, sum skal vera hev- uðsálitið hjá Gøtuvirki- num, roynst higartil? — Fyrst er at siga, at Tróndur í Getu hevur víst seg at vera rætta skipið til svartkjaftaveiðu. Skipið er rættiliga stórt og hevur sera stóra maskinorku. Tað lastar eisini nógv og hevur tí góðar meguleikar at fáa nakað burturúr. Skipið er bygt til at fiska pelagisk fiskasleg ávika- vist við troli og nót. Tað skal frá okt. til apríl fiska svartkjaft til Getuvirkið og restina av árinum hev- ur tað so meguleika at fiska lodnu ella makrel, um nakað er at taka av. Tað at skipið lastar heili 2700 tons av svartkjafti ger, at tað kann velja sær júst tann marknaðin, ið hevur besta prísin og ikki er tvungið at fara til næstu havn. Stóra lastin ger hetta meguligt. — Men tað hava verið gitingar frammi um, at Tróndur í Getu hevur ong- an meguleika at klára seg? — Vit fáa hvenn dag veiðuhagtelini hjá skipi- num, og tey eru alt annað enn depur. Skipið hevur fiskað 2.000 tons eftir fimm vik- um, og tað hevur víst seg at vera sera gott fiskiskip. Tá so hugsað verður um, at skipið hevði ávísar byrjunartrupulleikar, at móttekuorkan á Bakka- frost er rættiliga avmark- að og at skipið tí hevur verið noytt til at landa ein stóran part av veiðini til ídnað heldur enn til matna, so er greitt, at skipið hevur góðar megu- leikar at klára seg, tá tað sleppur at landa til kom- andi virkið í Getu. Betri at framleiða á landi Men hvat halda teir á Teknocon so um spurning- in, antin tað er betri at byggja svartkjaftavinn- una uppá framleiðslu á landi ella á sjónum ? — Hvat viðvíkur verk- smiðjutrolarunum, so hev- ur víst seg, at tað tekniskt ber til at framleiða veru umborð. Men tað vilja al- tíð vera avmarkingar um- Nýggja virkið skal byggjast innan fyri brimverjugarðin borð á einum skipi t.d. við- víkjandi plåssinum. A landi er ein ikki avmarkað- ur og har hevur ein so meguleikan betri at stýra gongdini. Hyggja vit so at skipunum, sum skulu veiða fiskin, so eru skip, ið skulu landa fiskin til virki á landi munandi bíligari í rakstri enn ein verk- smiðjutrolari. Har eru bert 12—13 mans við í- móti 30—40 við verk- smiðjutrolarunum. Eyðfinn Egholm og Jens Kári Vilhelm á Teknocon siga at enda, at hvat so enn verður sagt um útlitið hjá svart- kjaftavinnuni og hvussu enn verður funnist at gjørdum ílegum í hesa vinnu, so er tað ein ó- reingilig sannroynd, at júst okkara ílegur í svart- kjaftin hava gjert, at vit hava kunnað økt munandi um toskavirði á svart- kjaftinum, tá vit hava brúkt hann sum býtisfisk við aðrar tjóðir. Hetta hevur verið ein góður útviklingur og nú eiga vit so at útvikla okk- ara egnu skip og virkir so- leiðis, at vit kunnu fáa eina lenandi vinnu burtur úr. jan iglos TON Landavegur 2 tif. 152 64