Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-03-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Útgevari: P/f Sosialurin (> Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miiller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi Blaðfólk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Térfinn Smith Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Nú má landsstýrið tala at TESS meira politikarar tosa um ov stórt byggivirksemi og harvið tann nógv umtalaða yvirupphit- aða gkonomi, tess meira verður sett í verk. So tykist tí, sum hygg- ur rundan um seg og annars fylgir við í fjølmidlunum. HETTA er ikki minst galdandi inn- an íbúðarbygging og ikki minst í Havn. Eitt dømi er Berjabrekka. Ella rættari sagt, Mótbrekka, sum onkur hevur kallað tað. TÆR fyrstu 69 íbúðirnar skuldu verið lidnar fyri langari tíð síðani, men higartil eru fólk ikki flutt inn- ar í meira enn tvær ella tríggjar íbúðir. EITT ER tað, at hesi neyðars fólk, sum umsíðir eru komin so mikið langt á bíðilistanum hjá Tórshavn- ar kommunu eftir eini íbúð, at nú var ljós frmman stavn, men nú mugu bíða enn longri enn ætlað. Annað er tað, at íbúðirnar gjørdust nógv dýrari. Roknað verður við, at hesar íbúð- ir verða millum 10 og 15% dýrari enn tey upprunaliga høvdu fingið at vita. Haraftrat kemur henda seinking eisini at kosta fólkunum eyka húsaleigu í fyribils eitt hålvt ár. STØDAN á Berjabrekku er bert eitt dømi um úrslitið av tí alt ov stóra byggivirkseminum í landi- num og somuleiðis eitt dómi um, hver merkir sviðan. MEN HVAT siga so politikarar til hetta? Nógvir av teimum eru ikki sért fantasifullir. Sambandsmenn oddagrein vilja hava berghol og undirsjóvar- tunnlar í hópatali í Eysturoynni. Hesir somu menn, sum undir seinastu samgongu bardust sum úlvur á skóg ímóti tílíkum ætlan- um. Hetta sigur ikki so lítið um serigsitetin í hesum flokki. Har- aftrat hvat ein politiskur flokkur kann loyva sær at koma við, tá hann situr í andstøðu í mun til tað, hann stóð fyri, tá hann sat við landsstýrisábyrgdini. HINVEGIN tykist landsstýrið at kenna størri ábyrgd. Landsstýrið roynir at verða eitt sindur aftur- haldandi í búskaparpolitikkinum, hóast tað var nógv lættari at latið staðið til. Men enn resta nógv í. Í BLAÐNUM í dag sigur Atli Dam, løgmaður m.a., at hann er av teirri áskoðan, at vit eiga at fram- prioriterað iløgur, sum kunnu skapa framleiðslu her á landi og halda aftur við óproduktivum fløgum og útseta hesar. Eisini sig- ur løgmaður, at vit eiga at stýra peningastreyminum og steðga rentuspekulatiónini og haraftrat at gera nærri fastlagdar ætlanir fyri bæði kommunalu og al- mennu útbyggingðrnar. TAÐ ER at vóna, at landsstýrið fær eydnu við hesum, tí vit kunnu ikki á nakran hátt halda fram við ti ørskapi, sum hevur eyðkent byggivirksemi í Føroyum seinastu tíðina. Onkur må nú tala at. Verður tað ikki landsstýrið. So verður tað eingin. t.s. Fyri einum góðum ári síð ani hevði eg eitt lesara- bræv í hesum sama blaði Hetta havi eg nu og tå fingist við eftir førimuni Men eitt av brevunum hevði yvirskriftina: <Er fjøldin av Føroya tjóð kristin»? Eg minnist, at vit sum fittir smådreingir fóru inn i bøin vestanfyri Sand- vikarbygd. Har høvdu vit ein sjålvgjørdan svimji- hyl. Vit høvdu mangan til teitis at rópa av grimd móti fjallinum <Eggini>. Men altid fingu vit aftur- svar, tó so, eitt lítið vet seinni eftir okkara róp. Men til handa áður- nevnda spurning fekk eg einki aftursvar. Eg má siga, at eg ikki eri so vón- svikin av ti. Eg haldi meg vita, hví tegnin valdar. Tað, sum fekk meg at skriva hesaferð, er tað andaliga, ið bæði Útvarp og Sjónvarp bera inn í hvert hús. Helst er tað sunnudagar. Í gjár, 1. mars, varð so prædikað í kirkjunum um dóp Jesus- ar. Hatta minnist eg sera væl frá barnaskúlanum eisini. Tann tátturin, alt viðvíkjandi Jóhannesi Doyparanum, tað og mangt annað bleiv ein stórur partur av mini fostu barlast. (T.v.s. ti andaligu). Hann, ið er komin so væl upp í árini, hann hevur hoyrt nógvar prest- ar og prædikumenn. Ég haldi meg einki minnast um hasa definitiónina um eina endurfeðing í dóps- samanhanginum av bert nekrum fáum vikum gomlum bernum Og framhaldandi fyrigeving syndanna alt lívið at enda. Tað skal og má við- merkjast, at alt hetta fer fram og viðkomandi hevur onga hóming av ellum hesum hátíðarliga og heilaga atburði. Nú kann svarast aftur, at einhver kvinna, ung ella eldri, hevur svarað fyri henda lítla gudsskapningin. Hon má játta, at hon frásigur sær alt, ið hevur við Satan at gera. Henda kvinnan kann gott vera úr ti svart- asta Afrika, um so skuldi borist á. Tað má sigast, at hetta er so andstyggiligt. at tú skal fara langt út at leita eftir síðustykki. Hevdi tað so enntá verið ein rættiligur dópur, ið Jóhannis og Jesus doyptu, har nógv vatn var til taks. Men í hesum, sum býr her á landi, verður hildið fram við, er tað um at gera, at hárið verður vátt. Her haltar í vanlukkumáta. Einum nýtist, Gud havi lov, íkki at vera teologur fyri at fáa vissu fyri, hvat ið skal til fyri at arva ævigt lív Hetta fáa vit svart uppá hvítt igjøgnum alla Bibli- una. Hygg at Nikodemus, hinum rika unglinginum og einum ótali av oðrum kvinnum og monnum Høvdu hesir báðir og mong fleiri vitað, at tað var so einfalt at arva ævigt lív. og sjálvandi fáa allar = syndir stroknar enntá, áðrenn tær vórðu veruleiki Hvat hevði tá íkki kunnað verið ødrvisi Tað skal vera her og nú greitt frá míni persónligu stødutakan. Eg varð frá barnsbeini uppvandur við ti vanliga kirkjulivinum Ég ivist ikki i, at eg eins og sidur hevur verid, tå eins og enn varð doyptur 22. november 1914. Konfirmeradur 3. juni 1928. Eg var 14 dagar undir tey 14 árini. Her havi eg hug at steðga á eitt bil. Tað man sjáldan koma fyri, at konfirma tión kemur upp á tal. Og hví? Jú, har havi eg mína egnu metan. Hana finnur tú ongastaðni í Bíbliuni. So eg skilji rættiliga væl, at eingin fer at grava í tí, ið annars er væl vallað. Har var tað ein dana- kongur, ið fann upp á ráð. Har nógvir leysir endar eru, er tað ein gongd leið, og er tað at sploysa teir saman. Men her ræður um at fáa teir rettu endarnar saman. Hatta man ikki hava hepnast honum so væl. Men tað, sum fekk meg at siga farvæl til stats- kirkjuna, var, at við hesum áðurumredda dópi var sostatt. Jesus kross- festur til onga verðsins nyttu. Hann og tá ser- stakliga faðir hansara áttu ongantíð at givið tann prísin, ið kostaði bæði blóð og tár. At lata sonin blíva upphongdan bæði til spott og mikla pínu. Tá ið alt hetta í dag er so látur- liga bíligt! Her er eingin persónur navngivin. Tað dámar mær sera illa. Men kunnu tó einstøk undantøk hava verið áður í lesarabrævi Men eitt skal eg ávara landsins prestar við! Tit hava eitt stórt seyðafylgi gangandi á hægstu fjøll- um. Men leiðin gongur út í móti upsini. So har ræður um hjá hyrðunum at bjarga tí, ið bjargast kann. Tidin er knøpp Farið til ferðar og givið ljóð Við håvirding og tøkk Vágur t. 2. mars 87 Hentzar Joensen Burturkastskiljingin — hví ikki royna? Nógv verður í hesum dog- um tosað um ruskmálið Øll kunnu luttaka, tí hetta er so felags og tverpolit- iskt sum nakað. Oll tveita meira og minni burtur. Ongin fer so væl um, sum tey fela at tey eiga. Fólk siga yvirhevur at tey heldur vilja skilja burturkasti enn at vera við til at eitra umhvervi og framtíðarvónir. Og hví so halda fast um eina so hepisleysa loysn og enntá fyri ein so ótrúliga høgan pris um skattarokningina hjá okkum øllum sam- stundis sum global fallit- skýggj sveima yvir land- ið. Fólk siga eisini: Sigið okkum hvussu vit skulu gera! Og her eru hópin av væl royndum skipanum. Eitt nú Kelduskiljing í: 1. Vandamikið 2. Afturnýtiligt 3. Heilt ónýtiligt Soleiðis ma øll innsavn- ing lagast við ymiskum rúmum. Og hví ikki nýta tær nógvu miljónirnar, sum eru ætlaðar brenni- stødini, til at skipa hósk- andi skiljingar og inn- savningarskipanir eins og mótteku og endurnýtslu- skipanir tá allar royndir greitt vísa, at hetta bæði er umhvervisliga rættast og nógv tann bíligara loysnin. Í Føroyum hava vit hó- ast alt so mikið av saman- haldi, práti og sterkum fjølmidlum, at øll hende skipanin saktans kann få Framhald å sidu 8 <<